týsdagur 1. juni 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 100 — 1. JUNI 1999
Viðmerking:
MÁLTEIGURIN
Er svenskt fordanskað ?
Fyri nøkrum árum síðani kom eg í prát við ein svenskara,
ið einaferð heyði havt íslendska gentu. Sum vera man
fekk eg at vita frá honum, at meðan íslendskt líkist
fornnorrønum og fornsvenskum, er féroyskt meir ávirkað
av donskum. Ironiskt at hoyra hatta frá einum svenskara,
hugsaði eg. Okkurt í hesum pástandi bendi á, at hann
hvorki var kønur í málsøgu ella svenskum - so eg fall fyri
freistingini og fór at »avhoyra« hann, eftirsum eg dugdi
hansara móðirmál til fulnar.
Spurdi, um hann kundi nevna nøkur dømir um hesa
donsku åvirkan í føroyskum. Nei, einki ávíst, men hatta
var honum sagt. Eftirsum hann eyðvitað ikki dugdi før-
oyskt, hjálpti eg honum eitt sindur og nevndi nøkur av
teim orðum. sum íslendingar og nógvir føroyingar kalla
»donsk«: td. gjarna, snakka, straks, prøva, øva, trena,
stoppa, ske, røra, teinkja, dummur og evindaliga. Eg
nevndi forstanda. fornermaður, fortaptur, forleygin og
forhastað. Eg nevndi fremmandaorð sum sitat, faktum,
observera. interessant, nonsens, gratis, ekstra, problem,
programm, teatur og totalt (ið nógvir føroyingar halda
vera donsk orð). Eg nevndi »danskar« måliskur sum ditt
og datt og hipp sum happ. (eg neyndi nógv onnur dømir -
tey eru óteljandi, men fáa ikki pláss í hesum teiginum).
Nú gjørdist hann eitt sindur foyur, tí hann sá á mær,
hvat eg nú fór at siga: Øll hasi »donsku« orðini. nevnd
eru omanfyri - og mong við teimum - eru at finna í svensk-
um! Eg spurdi hann, um hann skammaðist við at taka tey
í sín munn, og um hann uppfataði tey sum danismur og
svenskt sum eitt fordanskað b landingsmál. Nei, tað var
ongantíð komið honum til hugs. Hasi orðini eru so natúr-
ligur partur av nútíðarsvenskum, at svenskarar fáa slettis
ikki verið tey fyri uttan. Væl visti hann, at mong av hasum
orðunum eru komin úr latíni og týskum (summi teirra eru
enntá norrøn), men at útihýst teimum úr málinum av tí
grund hevði ikki verið hugsingur um í dag. Og donsk
ávirkan - hvussu tá?
- Júmen tað eru orð sum hasi, ið verða brúkt sum
»progv« fyri, at foroyingar ikki duga at málbera seg, og
at føroyskt er eitt dantserad bastardmál, greiddi eg frå. Tit
svenskarar brúka nógv fleiri tysk, fronsk og latinsk lániorð
enn vit, men eingin tykkara skammast við tey ella kallar
tey danskaslettur. Og tit halda heldur ikki, at tílík orð
spilla svenskt. Eisini uppfata vit »reint« mål ødrvisi enn
tit. Fyri tykkum er >reint mål«, tá ið tónafall og úttala er
rein, uttan mun til fremmandaorð. Hvussu ber tað til?
Ja. hann visti at siga, at hasi orðini eru komin inn í
føroyskt úr donskum og tískil eru at rokna sum donsk
ávirkan. Harafturímóti hava svenskarar ikki fingið síni
lániorð úr donskum, men aðrastaðni frá, strikadi hann
undir. (Hetta var nakað samstundis, sum mikil orrusta var
í Foroyum um Hjalmarsbók og øll tey *donsku" orð, sum
bókin var á tremur av: interessantur, manipulera,
kommunikation, professionelt o.s.fr.).
- Góði tå, hatta er ikki målfrødi, helt eg fyri. Eru orð
t.d. komin úr latini, so eru tey komin úr latíni. Tey kunnu
ikki vera "svensk" í svenskum men donsk i føroyskum -
hatta roknistykkið gongur ikki upp. Gerst ein Volvobilur
danskur av, at hann verður keyptur frá einum danskara?
Nei, í so máta helt hann við mær, men vísti á, at tann
íslendska málkósin er at brúka norrøn og heimagjørd orð
ístaðin fyri útlendsk. Og hóast henda kunnleika til íslendskt
helt hann lítið um mítt uppskot at skifta øll lániorð í
svenskum út við norrøn orð, gomul svensk orð og svensk
nýyrði. Ella at føra svenskt aftur til vøgguna og re-
konstruera tað eftir bíbliuumsetingini hjá Gustaf Vasa,
Vástgøtalagen og øðrum fornum skjølum. Fyri svenskar-
um hevði hetta blivið eitt spildurnýtt og púra fremmant
mál. Væl kunnu svenskarar målbera seg *fornari' enn
danskarar - men tað, ið hann uppfataði sum sítt móðirmál,
var ikki fornsvenskt, men nútíðarsvenskt við ollum teim
fremmanda orðum, ið hoyra tí til. Fornnorrønt vermdi
ikki hansara sál líka nógv sum tann ramliga Stockholms-
dialektin (10 målfrødiliga minnir um havnarmål). Og sjálv-
andi hevði hann. eins og flestu svenskarar, flent í kíki,
hevði nakar farið at tosað og skrivað sum August Strind-
berg. aðrastaðni enn á palli. Eitt er at syngja Bellmans
epistlar, annað at málbera seg soleiðis í dag. Øll mål broyt-
ast vid tidini, segði hann.
Seinni havi eg fingið at vitað, at íslendingar brúka heilt
fitt av fremmandaorðum, sjálvt í bókmentum. Men hesi
orð eru ikki at finna í íslendskum orðabókum. Leingi
havi eg illneitast inn á doktrinina um okkara ússaliga
móðirmál, so nú havi eg hug at fara at Iræa meg íslendskt
- ikki orðabókaíslendskt, men vanliga menniskjaíslendskt.
Heri Eysturlíð, Stockholm
Ráðstevna um arvagransking
Landsstýrið hevur boðið til
rådstevnu um arvagransk-
ing. Hetta er gott tiltak, sum
eg skilji skal endurtakast
seinni.
Eg havi skilt frá mynd-
ugleikunum, at ein helst
vildi hava fyrilestrarhaldar-
ar, sum í føroyskum hopi
vórðu uttanveltaðir. Sostatt
er heldur ikki rúm fyri ein-
um einasta føroyingi mill-
um fyrilestrarhaldararnar.
Í hesum hopi heyði tað
verið klæðiligt fyri lands-
stýrið at upplýst, at tvinnir
av teimum fýra fyrilestrar-
haldarunum eru á lønarlist-
anum hjá deCode, hesi ís-
lendskt-amerikansku fyri-
tøkuni, sum als ikki kann
sigast vera neutral i før-
oyskum høpi.
Heilsan
31.05.99
August G. Wang
Føroyar — okent nýtt fyribrigdi?
I kjalarvørrinum av einar!
kanning, sum er gjørd mill-
um føroyingar um broyting-
ar landsstyrisins å rikisrætt-
arliga økinum, hevur sam-
felagskjakið fingið eina á-
hugaverda og ikki sort av-
dúkandi vend.
Eftirhondini eru flestu før-
oyingar kendir vid, hvor ætl-
an landsstýrisins er. og
hvussu farast skal fram fyri
at vinna Føroyum meiri
sjálvstýri og ræði á egnum
vidurskiftum. Hetta hevur
verið lagt fram á fundum. í
blaðgreinum, í kjaksending-
um 0.s.fr. Mannagongdin er
klårløgd og endamálið kunn-
gjørt.
Skipanin av samfelagnum
verdur vid teimum ætlandi
broytingum helst munandi
ødrvisi. Fyri at eingin ivi
skal vera millum okkum før-
oyingar, eru kanningar-
nevndir settar fyri at fåa eina
fullgreida mynd av, hvussu
samfelagið verður sett
saman, hverjar avleiðingar-
nar verða av teimum broyt-
ingum, sum mugu gerast í
samfelagnum fyri at fáa eitt
samfelag, har vit føroyingar
fáa ræði á okkara egnu við-
urskiftum við samfelags-
skipanum, sum eru hóskandi
til okkara viðurskifti, skorn-
um eftir einum leisti, sum
tænir føroyska samfelagnum
og ikki er ein fording fyri
menning í hesum samfelag-
num. Men tey, sum væntaðu
eitt kjak, har t.d. føroyingar
fingu fleiri meiningar og í-
tøkilig uppskot á borðið, eru
lutvíst vorðin skuffað. Mein-
ingar eru komnar á borðið,
meiningar sum taka undir
við broytingarætlanum
landsstýrisins, og síðan tær
meiningar, sum ikki taka
undir við tankanum um
stórri ábyrgd av okkara landi
— og tað er sjálvandi ein rætt-
ur, sum tey hava. Men ein
skuldi trúð, at tað var eitt
alternativ til uppskot og ætl-
anir landsstýrisins. Tó so.
bæði Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin kalla tað
»uppskot«. Tey eru åvikavist
uppdatering av verandi
heimastýrislóg og ein >sam-
ríkissáttmáli<.
Tað er rættiliga lætt at
»doypa« nakrar tankar eitt
heiti, men hvat er ein upp-
datering av heimastýrislóg-
ini? Tað er ikki komið greitt
fram, og hvat hetta krevur
av broytingum millum Før-
oyar og Danmark, er heldur
ikki greitt. At javnaðar- og
sambandsmenn nú eru farn-
ir undir sama niðurlag til sín-
ar politisku samfelagssang-
ir, hetta, at >latið okkum fáa
ein moralskan sáttmála, so
kemur tað juridiska aftanå«,
talar sítt týðiliga mál. Vit
hava í Føroyum í 50 år ikki
havt greiðar karmar um,
hvørjum vit ráða yvir, og í
hvørjum vit kunnu lóggeva,
tá til stykkis kemur. So kann
moralur vera góður, men
ikki inn um rættargátt.
Javnaðarflokkurin hevur
fyri tíð síðan gjørt sær tann
ómak at koma við faldara
fyri at gera okkum borgar-
um greitt. hvat flokkurin vil
í spurninginum um ríkisræt-
tarligu støðu Føroya. Sigast
má, at hetta var ótrúliga gott
at síggja, at Javnaðarflokk-
urin ikki hevur ánilsi fyri,
hvat hann vil í hesum so
týdningarmikla = politiska
málinum. Formaður floksins
roynir, tå hann fær møgu-
leikan, at skúgva hetta mål-
ið til viks. Men herfyri, tå
Fimmarin heyði eina kann-
ing sum grundarlag fyri evn-
inum i sendingini, bar ikki
til at krúpa uttanum longur
og skíra mótstøðumenn
Javnaðarfloksins funda-
mentalistar. Tað plagar ann-
ars at vera ein av dygdunum
hjá Jóannesi Eidesgaard.
Kanningin snúði seg m.a.
um, hverja undirtøku full-
veldisætlanin heyði nú í mun
til aðra kanning. Her hevði
Jóannes Eidesgaard fínan
møguleika at leggja fyri dag-
in, hvørjum Javnaðarflokk-
urin stóð fyri; hesaferð heyði
hann eina veljarakanning,
sum kanska var eitt sindur
meira skeptisk mótvegis
fullveldisætlanum landsstýr-
isins enn fyrra kanningin,
men heldur ikki í hesum
førinum megnaði Jóannes
Eidesgaard at leggja nakað
konkret fyri dagin. >Latum
okkum finna upp á eina sam-
felagsskipan, sum heimurin
ikki áður hevur sæd, júst
sum vit gjørdu tað við heim-
astýrislógini.<
Alvaratos, skulu vit nú
venda allari samfelagssið-
venju á høvdid og rista allar
alheimsviðtókur = sundur,
venda okkum til umheimin
og proklamera >tað ókenda
samfelagsfyribrigdið Føroy-
ar?< Eg skilji væl, at javn-
aðarabbin Atli Dam mátti
ringja inn til henda sama
Fimmara og á tann hátt at
bjarga eitt sindur av tí
skomm, sum Eidesgaard
legði fyri dagin.
Javnaðarflokkurin stríðist
við eitt paradoks. Hann hev-
ur nógvar veljarar, sum vilja
hava fullveldi í Føroyum. Eg
kenni fleiri av teimum. Men
so hevur flokkurin eisini
nøkur, sum tóku undir við
Heimastýrislógini í síni tíð.
Flokkurin átti at kunnað ført
eina nýhugsan út í lívið.
Tjóðveldisflokkurin gjørdi
hetta til seinasta løgtingsval,
men aðalmál floksins er ikki
burturblivið fyri tað. Men
hinvegin so er tað eisini
skiljandi, at formaður Javn-
aðarfloksins roynir at halda
seg til tað, sum flokkurin av-
dúkaði í faldaranum. Tí tað.
sum stendur um framtíðar-
ætlanir fyri Føroyar, kann
rætt og slætt ikki setast í
verk. Bara at skriva, at For-
oyar og Danmark skulu vera
tvey javnsett lond. har evsta
vald liggur hjá løgtinginum,
og samstundis at vera innan
donsku grundløgina, er
snøgt sagt bæði juridiskt,
moralskt og samfelagsliga
eins omøguligt og at skilja
heitt og kalt vatn sundur, tá
tað er blandað saman! Teir
tosa um at venda skipanum
á høvdid, men hatta er so í
øllum fórum at halda demo-
kratisku skipanina fyri tað
turra spott.
Hvat er galið við, at vit
fáa okkum eina føroyska
grundlég? »Ikki neydugt,«
sigur Sambandfslokkurin.
>Vælferðin i vanda,« sigur
Javnaðarflokkurin. Er ikki
neyðugt við einari grundlóg
fyri eitt land, sum vil ráða
sær sjálvum? Tí tað siga
bæði Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin, at vit
skulu — ráða okkum sjálvum
við einari danskari grundlóg.
Hvussu kunnu vit ráða okk-
um sjålvum, um vit ikki
kunnu standa við lógini í
hondini og siga: >Soleiðis
verður landið skipað, og
hetta er tað, sum grundlóg
okkara sigur.<?
Hvat er galið við, at vit
taka ræðið á okkara egnu
viðurskiftum? Hví skulu vit
ikki gera tað? >Tað kostar
pening,< sigur Sambands-
flokkurin. >Vælferðin í
vanda,« sigur Javnaðar-
flokkurin aftur. Nær hevur
hetta samfelag ikki kostað
pening? Tað man vera langt
síðan. Tað er bert ein spurn-
ingur, hvat peningurin verð-
ur brúktur til, tí pengar eru í
landinum, bæði almennir og
privatir.
Hvat er vælferð? Er tað
henda vælferðin, sum Javn-
aðarflokkurin sipar til, har
okkara gomlu sita eftir við
ongum pengum at skapa sær
eina tilveru fyri? Har einlig
foreldur illa nokk fáa breyð
á borðið? Har foreldur mugu
siga starv sítt frá sær, tí sam-
felagið ikki klárar at bjóða
teimum eitt ansingarplåss,
men samtíðis krevur væl-
ferðarsamfelagið, at bæði
mugu arbeiða úti fyri bara
at klára at hava tak yvir
høvdid, og gongur tað ikki
kortini, so er bert at vóna, at
tey ikki eru vigd, tí so tekur
vælferðarsamfelagið ikki
við! Hetta er bert partur av
tí vælferðarsamfelagi. sum
Javnaðarflokkurin hálovar.
Hvussu ber tað til, at vit ikki
kunnu skapa okkara væl-
ferðarsamfelag út frá okkara
egnu viðurskiftum sum ein
náttúrligur partur av skipan-
ini av samfelagnum við okk-
ara grundlóg sum grundar-
lagi? Eg dugi ikki at síggja.
hvat skuldi forðað fyri hes-
um, uttan vanliga andstødu-
reglan, har høvudshugsanin
er at vera ímóti. Og bara fyri
at vera ímóti hava bæði
Javnaðarflokkurin og Sam-
bandsflokkurin lagt fram
eina so tannleysa ætlan á
ríkisrættarligu kósini. at tað
kenst nærum ævintýrkent at
lesa teirra ætlanir.
At enda kundi eg komið
við einum ynski til teir størru
andstøduflokkarnar um at
gerast seriðsir í fullveldis-
kjakinum. Tað nyttar einki
at heingja seg í tátuna um
»bara tí vit hava eina ødrvisi
hugsan<. Um tit hava tað,
Jóannes Eidesgaard. so kom
við einum itøkiligum upp-
skoti um framtíðarviður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark. Einum uppskoti,
sum vit kunnu nýta til nakað,
og ikki einum »såpublødru-
uppskoti<, sum hasin fald-
arin kemur við, har ætlanir
tykkara bíta seg sjálvar í hal-
an, bert tí alt er ein stór sjálv-
mótsøgn.
Tað er torført at heita á
Sambandsflokkin um at vera
serigsur á tjóðskapargki-
num, tí fadrar at hesum
flokki hava gjøgnum tíðina
verið ímóti øllum tí, sum
føroyskt er. Teir vóru ímóti
Merkinum, føroyska máli-
num í kirkju og skúlum, yv-
irtøkum av målsøkjum og
hava seinastu árini verið i-
móti einum og hverjum
kjaki viðvíkjandi Heimastýr-
islógini. Nú koma teir og
vilja >uppdatera< heimastýr-
islógina eftir at hava hótt við
nývalið aðru hvørja løtu, tå
teir sótu í samgongu. Høvdu
teir havt makt, sum teir hava
akt, so veittraði Dannebrog
framvegis á Tinghusvølli-
num. Men Gud havi lov, so
finnast menn, sum líta á Før-
oyar, føroyskt og fólkið, sum
her býr.
Áki Andreasen