Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juni 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 100 — 1. JUNI 1999 tíðindablaðið 9 Tyrlutænastan við Føroyar í I vanda Politiska semjan, sum í seinastu viku var gjórt um donsku verjuna, hevur skapt ruðuleika um tyrlutænastuna. Avgjórt er at flyta tænastuna, úr Vær- løse til Karup, men við hesi grund- geving siga helmingurin av flogskip- arunum upp. Hetta merkir, at eingin tyrlutænasta er til taks SVEINUR TRÓNDARSON Tað tykist í løtuni valda stór ógreiða um hvørt tyrlutæn- astan hjá donsku sjóverjuni í Føroyum. Orsøkin er, at danska fólkatingið hevur gjørt semju um verjuna komandi árini og úrslitið av hesi semju kann væl gerast, at fleiri av tyrluflogskipar- unum gevast í verjuni og fáa sær starv í privatari vinnu ístaðin. Søgan er í stuttum tann, at leiðslan fyri donsku sjó- verjuni fyri nøkrum mánað- um síðani avgjørdi, at tyrlan hjá donsku sjóverjuni ikki skuldi flúgva í Føroyum í eini seks mánaðir um ári. Orsøkin var tann, at sjóverj- uni vantar tyrluflogskiparar, og fyri at kunna veita eina betir tænastu í eitt nú Dan- mark og í Grønlandi, var Føroyar valt frá. Føroyskir politikarar gjørdu sitt ytarsta fyri at sleppa undan at danska tyrl- an varð tikin úr Føroyum, og tað eydnaðist eftir øllum at dóma, tá Nyrup á vitjan síni í Føroyum segði før- oyskum politikarum, at málið var loyst. Hvussu tað var loyst visti eingin, men tað var loyst. Verjusemja broytir umstødurnar Men henda loysn er nú eftir tí sum skilst í vanda. Danska sjónvarpsrásin DRI visti sunnukvøldid at siga, at fólkatingið hevði gjørt semju um verjupoli- tikkin næstkomandi árini. Millum annað hevur henda semja við sær, at tyrl- ustødin í Værløse á Sælandi verður nidurløgd, og virk- semi flutt til Karup í Jút- landi. Við hesum er alt virk- semi miðsavnað á einum stað, men politikararnir hava gloymt at spyrja flog- skipararnar áðrenn. Fleiri teirra eru ikki sinn- aðir at flyta til Jútlands, m.a. orsakað av at teir eru komn- ir nakað upp í árini, og tað hevur við sær, at bert tríggir tyrluskiparar verða tøkir í øllum ríkinum. Tríggir tøkir av fimtan Danska bjargingartænastan er soleiðis sett saman, at tað skulu vera 15 tyrluflogskip- arar tøkir. Tað er nú lættari sagt enn gjørt, ti í løtuni eru bara sjey flogskiparar tøkir. Hinir átta, hava allir fingið starv í privatu flogvinnuni, t.d. eru fleiri teirra vornir flogskip- arar hjá SAS, har løn og He Imingurin av tyrluflogskiparunum hjå donsku verjuni hóttir vid at siga upp, nú sparingar verða framdar á tyrlu- økinum. Myndin er frá bjarginarroynd á Sørvågsvatni arbeiðsviðurskiftir eru nógv betri enn í herinum. Av teimum sjey tyrluskip- arunum, sum eru í bjarging- artænastuni, hava fýra longu boðað frá, at teir vilja ikki flyta til Karup, og at teir siga seg úr starvi. Hetta merkir, at tað bert eru tríggir flogskiparar tøkir av teimum fimtan, sum eiga at verða í bjargingartænast- uni, og tað er so lítið, at tæn- astan eftir øllum at dóma verður nidurløgd, um ikki broytingar koma í. Restin lítið mætari Nú er tyrlutænastan hjá sjó- verjuni ikki bara bjarging- artænasta, men verður hugt eftir samlaðu tyrlutænastuni hjá sjóverjuni, so skulu íalt verða 36 tyrluflogskiparar fyri at kunna hava tað vakt- arskipan sum er í dag. I løtuni eru bert 27 flog- skiparar og av teimum eru teir átta í holt við at útbúgva seg víðari til flogskipara, og sambært tíðindum er vænt- andi, at teir skifta í annað meira gevandi starv innan alt ov leingi. Fara so fýra burtur av aft- urat, av tí at bjargingar- deildin skal flytast, so eru ikki meiri enn 15 flogskip- arar tøkir, alt í alt, og tað siga flogskipararnir sjálvir er alt ov lítið. Hetta kann í síðsta enda merkja, at danska sjóverjutyrlan als ikki fer at flúgva í Føroyum. Betri løn og arbeiðsumsteður Orsøkin til, at danska sjó- verjan missir allar flogskip- ararnar er, sum verða man, betri løn og arbeidsumstød- ur. Ein fyrrverandi tyrluflog- skipari, sum i dag starvast sum flegskipari hjå SAS, segði vid DRI, at tað eru starvstreytirnar, sum eru or- søkin til, at flogskipararnir fara í annað starv - Lønin, sum vit fáa í priv- atu vinnuni er nógv hægri. Hartil fáa vit eina góða pen- sjón afturat lónin. Afturat tí eru vit væl tryggjaðir um eitthvørt skuldi hent. Tað kann sjóverjan ikki kappast við. Flogskiparin vísti eisini Mynd Jens Kristian Vang á tað sum í løtuni er trupul- leikin hjá tyrlutænastuni, at teir liva í einum støðugum ótta fyri at vera fluttir til annað stað í landinum Flogskipararnir verða ikki spurdir til ráðs. Teir skulu bara gera sum tað verður sagt, og tað merkir, at teir skulu flyta runt við familju og børnum. - Hesum sleppa vit undan í tí privatu vinnuni, og tað er einki at ivast í, at tað eis- ini spælir inn, tá fólk velja arbeiði, segði flogskiparin við donsku sjónvarpsrásina Hvussu verður við tyrlu- flúgving hjá donsku sjóverj- uni við Føroyar, stendur tí eftir øllum at dóma púra 6- greitt í løtuni. Daewoo er italienskt design til góðan pris. 3 ára garanti/100.000 km og 6 ára rustgaranti Matiz - er ein fittur og hentur bilur. Han hevur m.a. 5 hurðar, kraftstýring (servo), miðskipaða læsing, el-riknir síðurútar . Orkukeldan í Matiz er en nygjørdur 0,8 litra SOHC-motorur. Bensinnytsla vid skiftandi koyriumstødum úr 15,6 km/l (ECE-vanl. 93/1 16) Nubira 1.6 er ein sera vakur og hald- góður bilur. Han hevur m.a. kraft-stýring (servo.), elriknir síðurútar. Trygdarútgerð sum tvífaldan luftbjølg, selatáttara, setur, ið eru vard móti niðurbending, ABS-bremsur. Bensinnýtsla við skiftandi koyrium-stødum úr 11,4 km/l (ECE 93/1 16) -Ein skilagóð avgerð! Nubira station-vognur | .6 er snotiligur og stórur. Innan er han millum teir rúmligastu av sínum slag. Han kemur við framúrskarandi útgerð sum tvífaldum luftbjølgi, selatåttarum, setrum ið eru tryggjað móti niðurbending og ABS bremsum. Bensinnýtsla við skiftandi koyriumstødum úr |1,4 km/l (ECE-vanl. 93/116) år 158.700 Leganza 2.0 er í klassa fyri seg. Fæst við m.a. træinteriør og klimaanleggi. Hann kemur við m.a. tvífaldum luftbjølgum (airbags), sentrallási, el-riknum rútum, elstillandi siduspegil og ABS bremsum. Bensin-nytsla við skiftandi koyriumstødum úr 10,9 km/l (ECE-vanl. 93/1 16) år 179.700 amme p/f ESMAR SIMONSEN mm. Kambsdalur Tlf. 444405 BAÐA. Gastiski Design