týsdagur 1. juni 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 100 - 1. JUNI 1999
ítróttar SO
13
eftir
Fótbóltur: Tað var tætt og spennandi í Klaksvík,
men í síðsta enda vann K
Føroyska fótbóltskapping-
in er so mikið tøtt, at tað
skal bæði spælast væl og
hepni skal til fyri at liggja
millum teir fremstu.
Klaksvíkingar eru millum
teir fremstu. Teir vóru ikki
serliga sannførandi hvat
spælinum viðvíkur norð-
ovastevnudag, men teir
vóru eitt sindur hepnir í
verjupartinum, og teir vóru
nóg avgjørdir og neyvir í
álopspartinum til at fáa mál
og harvið vinna og tað stórt.
Í góðveðrinum hevði NSÍ
nógvar stuðlar norður við,
og teir fóru sum av torv-
heiði útaftur. Men teir
høvdu saman við hinum
norðoyarstevnugestunum
verið vitni til ein spennandi
og undirhaldandi stevnu-
dyst, sum tó ongantíð náddi
Í stórt
serligar leikligar hæddir.
Mál beinanvegin
Klaksvíkingar komu á odda
longu tá sjey minuttir vóru
farnir, og í hesum førinum
eins og tær báðu ferðirnar,
tá KI skoraði í 2. hálvleiki.
vóru = mótstóðumenninir
lorkaligir, men tað telur
eisini við positiva vegin at
hava dygdir at gera sær dælt
av mistøkunum hjá hinum
liðnum.
Heðin á Lakjuni, sum so
avgjørt var millum mest
eyðsýndu á vellinum í
fyrsta dystinum, eftir at
hann hevði mist landsliðs-
kjansin, fekk mitt á NSI
hálvuni fatur á vánaligum
útspæli frá NSÍ málinum.
hann setti ferð á, sneiddi ein
NSÍ gott
2. deild: EB/Streymur-
NSÍ 1-3 (0-1)
Tað kom sera væl við hjá
gestunum, og teir á
heimaliðnum = mundu
ikki meta, at tað var ser-
liga rættvist, tá NSI, sum
vitjaði á Mølini á Eiði,
fekk hol á málskjóting-
ina.
Tá restaði bara ein lítil
løta av fyrra umfarinum,
og heimaliðið, sum hevði
fitta lotið undan, hevði
havt nógv betri tak á
spælinum enn NSI, sum
ikki hevði havt nakran
serligan møguleika. EB/-
Streymur hevði havt
leikliga yvirvág, og bólt-
urin hevði verið nógv á
NSÍ hálvuni, men tað
vóru ikki nógvir stórir
møguleikar til heimalið-
ið.
Og so var tað, at Mor-
tan Hansen slóg til og
skulu vit meta út frá av-
rikunum í 2. hálvleiki, so
tók einasta málið í 1.
hálvleiki luftina úr heim-
alíðnum.
Mortan Hansen fekk
bóltin eitt sindur inni á
mótstáðuhálvuni í
fleiri armar fóru
upp, tí onkur var í rang-
stóðu, men í staðin fyri at
geva bóltin til onkran
annan, valdi álopsmað-
urin at sneiða ein av og
fara sjálvur, og tá Kar-
sten Vang kendi seg
noyddan at leypa út,
sendi Mortan Hansen
bóltin í mótsatta síðunet.
Í 2. hálvleiki var NSI
væl betri við, og kanska
var tað soleiðis, at teirra
spælarar í miðal vóru
betur fyri enn mótstóðu-
menninir. Teir øktu, tá 58
minuttir vóru farnir.
Johnny Skibenæs sendi
úr 20 metrum og í trí-
kantin. Stutt eftir sendi
Fróði við Rætt í tvørtræ-
ið og uppum, og eftir 77
minuttir økti Sigurjón
Einarson til 3-0. Tíggju
minuttir frammanundan
var hann innskiftur á
midvøllin í høgru, og
kanska var málverjin í so
skjótur at leypa út, so-
leiðis at tað var lætt hjá
m6tstødumanninum at
lyfta uppum hann.
Tað restaðu tríggir
minuttir, tá EB/Streym-
ur minkaði um munin.
Talan var um skjótt álop.
Langt diagonalt skift
kom av miðjuni eitt sind-
ur til vinstru, Johnny
Samuelsen sneiddi ein
av, fór framvið Ólavi
Højgaard og trillaði bólt-
in í málið. jh
Norðoyastevan gekk
s
Arnold Joensen og Jónstein Petersen vilja báðir hava bóltin á nordoyastevnu 1999. KÍ vann 3-0, og samstundis var hetta
fyrsti ósigur hjá NSI í hesi landskappingini
av og royndi við fløtum
skoti móti málinum. Bóltur-
in fór millum beinini á
einum mótstóðumanni,
Dejan Milanovic í NSI
málinum tóktist ikki at fáa
eyga á bóltin beinanvegin,
og tá hann tveitti seg, var
tað ov seint. og so sníkti
bólturin sær inn við hand-
aru stólparótini.
KI legði fyri í sera høgari
ferð, teir høvdu fleiri góð
innlegg, og málsparkið hjá
NSI, sum var upphavið til
møguleikan hjá KI. ið hevði
fyrsta málið við sær, kom
eftir KÍ horna í høgru og
stút omanfyri málið frá
púra leysum Kurt Mørkøre.
Spældu seg upp
Gestirnir = úr Runavík
høvdu ongantíð vunnið í
einum landskappingardysti
í Klaksvík, og frá fyrsta
bríksli tóktist tað sum um,
at teir so at siga høvdu inn-
stillað seg uppá, at soleiðis
skuldi tað eisini vera hesa
ferð. Í stórari virðing lógu
teir langt frá måtstødu-
monnunum, ið kundu dusa
sær á midvøllinum, og teir
lógu aftarlaga á vøllinum.
Men so við og við rakn-
aðu teir í NSI við, seinna
partin av fyrra umfarinum
fingu teir alt stórri tak á
spælinum, og tað mesta
gekk fyri seg stutt úr KÍ
málinum. Hjá KÍ ráddi um
at verja leiðsluna fram til
hvíldina, og at bæði Jan An-
dreassen og Rógvi Jacobsen
hesa løtuna sóu gult boðar
frá, at tað stóð nógv á.
NSI fekk tveir fínar møg-
uleikar, og teir kunnu fyrst
og fremst takka sær sjálvum
fyri, at tað ikki eydnaðist at
javna. Fyrst kom Kári Han-
sen púra leysur í høgru,
men hann tøvdi og varð
taklaður, og so endaði fín
frísparkskombinatión við,
at Gert Langgaard gjørdist
leysur i sama stad, men
bólturin lá eitt sindur aftar-
laga, og Stephen Boyle, sum
vardi væl, men var sera
ótryggur í útspælinum,
vardi væl fyri.
Avgerandi letan
Seinna umfarið var merkt
av nógvum óneyvum send-
ingum, ov nógvum luftbólt-
um og ov lítið av saman-
spæli eftir jórðini. Tað gekk
báðar vegir. men upplagdu
målmøguleikarnir vóru ikki
nógvir.
Trygvi Mortensen spenti
álopsbogan, tá hann setti
bóltspælararnar lan Høj-
gaard og Brynjólv Nielsen
inn, men hóast NSI langa
løtu hevði bóltin meiri, og
tað var ov langt millum teir
fremstu og miðvellin hjá KÍ
(bæði Jan Joensen og Ar-
nold Joensen vórðu tiknir
út), so kom málið, ið hekk í
luftini, ikki. lan Højgaard
sendi úr góðari støðu om-
anfyri málið, og ta einu
ferðina vildu teir hava
brotsspark, tá Christian
Høgni Jacobsen við bóltin-
um í brotsteignum kom í
klemmu millum tveir verju-
spælarar, men Kim Ejdes-
gaard tagdi, og so gekk tað,
sum tað so ofta ger í so-
vorðnum stóðum.
KI plagar at trívast best
við at spæla móti vestara
málinum, men NSÍ vann
lutakastið og valdi tað, KÍ
plagar at ynskja sær. Men
hesa ferð fingu heima-
menninir tvey mál eystur-
eftir, og í báðum førunum
var styrkin tann, at teir
gjørdu sær dælt av vånalig-
um verjuavriki.
I fyrra fórinum — tå
manglaðu smáir tiggju min-
uttir — var tað ótroyttiligi
Heðin á Lakjuni, sum elti
eftir øllum at dóma vón-
leysan bólt. Hann vann
taklingina úti í vinstra borði
við Kára Sigvardsen, og
Kurt Mørkøre, sum annars
var sera væl ansaður av
Arnfinni Langgaard, stýrdi
flata innlegginum í tóma
málið.
Seinna málið kom tá 90
minuttir vóru farnir. Harley
Bertholdsen, sum hesa ferð
ofta lá heilt frammarlaga,
vann bóltin afturi i høgra
horni, Kurt Mørkøre, sum
var staddur eitt vet framm-
anfyri midstrikuna í høgru,
slapp leysur av tveimum
mótstøðumonnum, ið valdu
at elta hann og ikki at takla,
Kurt hevði nóg stórt sjálvs-
álit at halda fram at draga
diagonalt, NSÍ málverjin
kom púra óneyðugt úr mál-
inum, toppskjúttin dró
framvið honum og trillaði í
tóma málið, og so var alt av-
gjørt og stórur fagnaður á
norðoyingum...
Góðar flytingar
KÍ venjarin, Tony Paris,
royndi eina gðrvísi uppstill-
ing, enn hana, sum hann
hevur hildið seg til. Andrzej
Pacek, sum hevur verið
drúgvur í miðverjuni, var
hesa ferð vongverji í høgru,
og tað vísti seg at vera skila-
Mynd: John Johannessen
gott. Pólverjin er ein góður
bóltspælari. og hann er sera
skjótur, og tað var ikki
minst hetta síðsta, sum kom
væl við.
Í vinstra borði hjá NSI
var Jónstein Petersen.
Hann er sera skjótur, og
plagar at bróta igjøgnum.,
men tað megnaði hann ikki
móti pólverjanum, og tað
hevði stóran tydning.
Jan Andreassen var enn
eina ferð tryggur á aftasta
manni hjá KI. og Christian
Høgni Jacobsen hjå NSI
hevði fáar royndir móti
málinum, hóast hann ar-
beiddi nógv.
NSI menninir tóktust
sum heild at vera eitt sindur
afturhaldandi og ov lítið
grammir. Teir vóru ongan-
tíð dømdir at vera rang-
staddir, og at teir ikki vóru
nóg avgjørdir í verjupartin-
um kostaði í hvussu so er
tvey mál, og tað er dýrt, tá
KÍ er mótstóðuliðið. jh
KÍ-NSÍ 3-0 (1-0)
1-0: Heðin á Lakjuni 6
2-0: Kurt Mørkøre 82
3-0: Kurt Mørkøre 87
KÍ: Stephen Boyle — Marek
Wierbiczki, Jan Andreas-
sen, John Hansen — Andrzej
Pacek, Arnold Joensen, Jan
Joensen, Rógvi Jacobsen —
Harley Bertholdsen, Kurt
Mørkøre, Hedin å Lakjuni
NSÍ: Dejan Milanovic -
Kåri Sigvardsen, Dånial
Hansen, Arnfinn Lang-
gaard, Sjúrður Jacobsen —
Gert Langgaard, Helgi L.
Petersen, Eyðstein Skipa-
nes, Jónstein Petersen —
Kári Hansen, Christian
Høgni Jacobsen.