Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juni 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 ítróttar SOS NR. 100 - 1. JUNI 1999 & t md #33 = å Finn Mørk (vid bóltinum) verður jagstraður av VB-venjaranum Krzysztof Popczynski á Eiðinum í Vági sunnudagin. Brasilski Marcelo var dagsins maður hjá toftamonnum, tí hann skeyt bæði málini í 2-0 sigrinum hjá B68 Mynd: Áki Bertholdsen Marcelo er ikki til at steðga Fótbóltur: Vágbingar vórðu sektaðir fyri, at teir vóru líkasælir í uppspælinum og ikki nóg avgjørdir í royndunum móti málinum A midnátt i fyrrakvøldid tørnadu landararnir til á uppbodssøluni á Toftum. Og sjálvsagt var lagið gott. Fleiri av spælarunum, sum fyrr um kveldið vóru komn- ir aftur úr Vági, vóru millum landararnar, og maðurin. sum stílaði fyri, var formað- urin í Tofta Itróttarfelag, Niclas Davidsen. Fótbólts- hugaðu bygdarmenninir rættu hondina, og harvið var tónin sligin ann til eina náttarlanding, har tað - sjálvt um menn vóru ferða- troyttir og móðir av at stríð- ist á Vágseiði — kom nógv iv skafti Í leir, sum nú manna liðið hjá VB, minnast ikki so nógv tað. ið gekk fyri seg í fótbóltshopi í Vági fyri næstan tjúgu árum síðani. men veteranarnir, sum nú standa kring vøllin og hyggja at. komast væl við venjaran hjá Bó68. Bjørn Krogh. Hann var blaðung- ur, tå hann fyrst í áttati ár- unum var venjari og stuð- ulsspælari hjá VB. Hetta var triðja fótbólts- ferðin hjá Bjørn Krogh til Vágs í ár. og danska orða takið, at tredje geng er lykk- ns gang, royndist satt í hes- fórinum. Í báðum steypadystunum endaði VB omaná, men í landskapp- ingini vann BÓ8 fyrsta sigur- in síðani 1993. Øktu og vardu B68 kom á odda, tá fyrra umfarið var næstan hálv- runnið. Í 1. hálvleiki hevði B68 lotið undan, og í steðg- inum varð nógv tosað um, at nú skuldi bindast fyri, og at heimaliðið ikki skuldi fáa møguleika at koma afturi- aftur fyrstu løtuna eftir steðgin. Og so gekk tað ikki gðr- vísi, enn at í staðin fyri mál til VB, var tað B68, sum skoraði og harvið økti til 2- 0, og so var setningurin fyrst og fremst at verja leiðsluna. Sum 2. hálvleikur leið, og lotið datt mest sum burtur, datt spælið alt meiri móti málinum hjá Magnusi Poul- sen. VB tiltuskaði sær eina rød av hornaspørkum, men teir megnaðu ikki at skora mál, og sum tað leið fram móti dystarenda gjørdist tað alt meiri týðuligt, at spælararnir ikki megnaðu at varðveita vónina, og síðstu løtuna, tå B68 hevði sett Øssur Jacobsen inn í álopið. var um reppið, at teir oktu. Marcelo óferur Vágbingar spældu við mest sum vanligu uppstillingini. Lagt varð upp til, at Krzysz- tof Popczynski, Dan Djur- huus og Jón Pauli Olsen, stuðlaðir av Milan Culjic, skuldu skapa møguleikar og umseta til mål og stig, men tað eydnadist ongan- tíð, sjålvt um teir einar tvær ferðir í 1. hálvleiki høvdu møguleikar. Og tað komst ikki minst av, at B68 ar- beiddi væl í verjupartinum, har Finn Mørk var ålitisfull- ur å aftasta manni, og har Fróði Clementsen og Sign- ar Johannesen vóru raskir miðverjar. Brasiliumenninir = gerast alt meiri týdningarmiklir hjá B68. Hesa ferð vóru Marlon og nýklækti lands- liðsmaðurin Fróði Benja- minsen hangandi, og frammanfyri teir var Mar- celo einsamallur. Marcelo tykist rættuliga hava fingið luft undir veing- irnar og mál í skógvarnar. Fyri góðari viku síðani skoraði hann tríggjar ferðir í Fuglafirði, og hesa ferð skoraði hann tvær ferðir í Vági. Í báðum førunum var hann bæði raskur, skjótur og vísti góðan båltførleika, og í báðum førunum var tal- an um stak klossut spæl í miðverjuni hjá heimaliðn- um, sum slýsaði so mikið nógv í at spæla tvørtur um, at Marcelo kom ímillum, fekk fatur á bóltinum, megnaði at gera seg breið- an og fara frá verjumonn- unum og at vera nóg kaldur, tá Bjarni Johansen var síðsti og einasti skansin. jh VB-B68 0-2 (0-1) 0-1: Marcelo 20 0-2: Marcelo 46 VB: Bjarni Johansen - Marner Richard, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo, Magni Jacobsen - Jón jærdbo, Milan Culjic, Tórður Holm, Jón Pauli Ol- sen, Krzystof Popzynski, Dan Djurhuus B68: Magnus Poulsen — Jan Petersen, Fróði Clement- sen, Finn Mørk, Signar Jo- hannesen, Messias — Sámal Erik Hentze, Oleif Joensen, Marlon, Fróði Benjaminsen — Marcelo. Ovast á málskjúttaralistanum síggast tey somu andlit- ini sum í fjør. Tá skoraði Jákup á Borg 20 mál tilsam- ans, Kurt Mørkøre og Súni Fríði Johannesen 18 mál í part, og John Petersen 17 mál. Nú eru allir fýra aftur millum teir fremstu málskorararnar í landinum. og hetta er sjálvandi ikki nakað undarligt. Men í ár gong- ur tað eitt sindur betur hjá útlendingum at gera mál. Eftir seks umfør i kappingini hava brasiliumaðurin Marcelo úr B68 og jugoslavin Nebosja Veljkovic úr Sumba fimm mål í part. meðan tað besta úrslitið hjá útlendingum í kappingini í fjør var bert sjey mål, sum jugoslavin hjá VB, Milan Culjic, og táverandi IF arin Maciej Mariniak úr Póllandi, skoraðu. Atta útlending- ar av teimum, sum spæla í 1. deild, hava megnað at skora síðan kappingin byrjaði. Dysturin millum GÍ og Sumba í Sarpigerði er um at seta fleiri met í føroyskum fótbólti. Tað er sjálvandi einki sermerkt í úrslitinum sum so (í fjør í dystinum millum somu feløgini og á sama vøllinum, tá ið sum- bingar vóru smurdir av 11-1, vórðu skorað 12 mál. flest í 1. deild í nógv ár). Men 2. hålvleikur í sunnudags- dystinum bleiv rættiliga søguligur. Ikki færri enn átta mál vórðu skorað aftaná hálvleikssteðgin. Hetta er ikki komið fyri í 1. deild í nógv år, um tað nakrantíð er hent yvirhøvur (sjey mál fingu tey somu liðini í 2. hålv- leiki í fjør. eins og klaksvíkingar fingu í sínum 10-0 sigri á TB). Harafturat vórðu fimm av málum skorað eftir níggju minuttum, sum eisini er met. Flest mál (níggju) blivu skorað í einum dysti í 1. deild í år, og hesin sig- urin hjá gøtumonnum er tann størsti, síðan kappingin byrjaði (7-2 úrslit kann roknast sum stórri sigur enn 6- I ella 5-0, sum bæði B36 og KI hava vunnið fyrr í ár). Bert í 6. umfari eydnaðist tað einum føroyingi at skora fyri Sumba. Liðskiparin hjá botnliðnum, Dánjal Johan Joensen, minkaði á munin í Gøtu til 4-2. Øll hini seks málini hjá sumbingum í kappingini hava útlendingar- nir gjørt, jugoslavin Nebosja Vejkovic fimm og hansara landsmaður Nikola Biberdzic eitt. Í kappingini í fjør fekk eingin vágbingur reytt kort. Soleiðis er ikki í ár. I dystinum ímóti B68 bleiv Janus Kjærbo sjálvur annar hjá VB útvístur, nú bert seks umfør eru farin afturum. Jón Pauli Olsen fekk reyða kortið í 2. umfari, tá ið vágbingar spældu á heimavelli ímóti B36. Atta reyð kort eru víst leikarum í 29 spældu dystinum í 1. deild higartil ella nøkunlunda ein triding av kappingini. Í miðal er tað eitt sindur frægari enn í fjør, tá 28 spælarar vórðu útvístir í teimum 90 dystun- um. I fjør var Birgir Sondum nógv tann strangasti dómarin i 1. deild. Tá vísti hann átta leikarum av vellinum. I ár telist Birgir aftur millum teir strangastu við tveimum reyðum kortum, eins og ein annar havnarmaður, Kim Ejdesgaard. Men tann tridi havnarmaðurin, Oddmar Andreasen, er frammanfyri hinar báðar. Í 1. umfari gav Oddmar Messiasi úr B68 reyða kortið, eftir at brasiliumaðurin bert hevði verið á vøllinum í fimm minuttir. Í 2. umfari varð vágbingurin Jón Pauli Olsen útvístur av Oddmari Andreasen, og í 4. umfari fekk klaksvíkingurin Jan Andreasen somu lagnu sum teir báðir undanfarnu. Sumba hevur nú ikki megnað at vunnið í 1. deild í 19 dystum á rað. Seinastu ferð tað eydnaðist sumbingum at fáa oll trý stigini í hús, var í 4. umfari í kappingini í fjør, tá teir vunnu 3-2 á TB. Sjálvandi vann Sumba 2-0 í niðurflytingardystinum á LÍF móti endanum av kappingarárinum 1998, men hetta var ikki beinleiðis landskappingardystur. Sumbingar hava nú tapt átta dystir á rað, og síðsta ferðin, tá teir megnaðu at taka nakað stig frá ødrum enn einum suðuroyarliði, var í 6. umfari fyri næstan einum ári síðani, tá gótumenn vóru og vitjaðu á Krossinum og fóru norður aftur við 1-1 javnleiki. ie