týsdagur 1. juni 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 100 - 1. JUNI 1999
ítróttar
15
Sumbingar
brendu bal i Gøtu…
Fótbóltur: GI vann 7-2 á Sumba, men tølini snýta eitt sindur, tí sumbingar høvdu eina rúgvu av
kjansum og vóru óhepnir, meðan spælið hjá GI framvegis ikki er heilt, sum teir í Gøtu vilja hava
tað at vera
EMIL L. JACOBSEN
Um vit hyggja at stigatalv-
uni, kemur tað ikki so dátt
við, at GI á heimavelli vann
stórsigur 7-2 á Sumba. Tey
vóru helst eisini fá, sum
høvdu roknað við, at sum-
bingar kundu gera nakað
við GI í Gøtu, ikki minst tí
GI í fjør vann henda dystin
11-1.
Men úrslitið 7-2 snýtir
eitt sindur, tí munurin á lið-
unum var ikki so stórur,
sum úrslitið sigur. Utiliðið
hevði eina rúgvu av góðum
møguleikum, men teir
megnaðu ikki at umseta teir
til mál — og gert tú ikki tað,
vinnur tú ikki.
Hinvegin vóru gøtu-
menn, sum byrjaðu við
Henningi Jarnskor og Sám-
ali Joensen heilt frammi
(Sasha er framvegis skadd-
ur), effektivir, og teir fingu
hol á longu í fyrsta álopin-
um. Súni Olsen fekk eitt
fríspark, sum Pauli Jarnskor
sendi innfyri, og har var
Sámal Joensen hægstur og
setti høvdid á.
Ein sjokkbyrjan, og hetta
skuldi komið væl við hjá
teimum á heimaliðnum,
sum ikki hava verið av
teimum raskastu til at
skjóta mál higartil í ár. |
Men spælið hjá GI er
framvegis ikki nóg gott, og
tað var Sumba, sum hevði
størstu kjansirnar restina av
fyrra hálvleiki. Pauli Jarn-
skor noyddist út við trælæri
miðskeiðis í hálvleikinum,
og Magni Jacobsen kom inn
í álopið, meðan Sámal Joen-
sen varð fluttur aftur á
miðjuna. Gl-álopið megn-
aði ikki at hótta so nógv
sum tað hjá Sumba, sum
bert hevði Nebosja Veljko-
vic heilt frammi, meðan
Eirikur Joensen var offen-
sivur á midvøllinum.
Jan Poulsen hevdi eina
roynd, sum endaði á stong-
ini, og Sunvard Joensen í
GI málinum mundi givið
Sumba útjavnandi málið, tá
hann tveitti bóltin beint fyri
fóturnar á Veljkovic, sum
var púra blankur. Jugoslav-
iski toppskorarin royndi at
lyfta upp um, men hann
skeyt í somu síðu, sum Sun-
vard stóð í, og málverjin
loftaði bóltinum.
Sumbingar vóru óhepnir,
meðan heimaliðið — ikki
megnaði at gera sær dælt av
góðu byrjanini. Hálvleiks-
stóðan var 1-0 til GI.
Mál í rúgvum
Tað, sum fyrri hálvleikur
ikki hevði í málskjóting,
bleiv væl og virðiliga tikið
inn aftur í seinna. Atta mål
komu seinnu 45 minuttir-
nar, og av teimum átti GI
seks og Sumba tvey. Málini
komu líkasum í >herðind-
um« — Magni Jarnskor økti
til 2-0 í 55. minutti. Fyra
minuttir seinni gjørdi inn-
skifti Magni Jacobsen tað til
3-0, men tad gekk ikki ein
minuttir, so hevði Nebosja
Veljkovic skotið sitt fimta
mål i seks landskappingar-
dystum, og.so var 3-1.
Tað, at sumbingar fingu
svarað aftur so skjótt gjørdi,
at teir ikki mistu mótið, og
eisini í seinna hálvleiki
høvdu teir fleiri møguleikar
at skora. Teir skiftu tríggjar
mans út og satsaðu. Men
fleiri ferðir endaði tað við,
at Sumba brendi í øðrum
endanum. og so slóg GI
kontra og skoraði hinumeg-
in.
3-1 bleiv til 4-1, tá Magni
Jarnskor við einum korteri
eftir skeyt sítt næsta mál í
dystinum, men heldur ikki
hesaferð gekk nógv meir
enn ein minuttur, so hevdi
Dånjal Johan Joensen svar-
að aftur til 4-2. Men sum-
bingar komu ikki nærri enn
tvey mål, og longu minuttin
eftir næsta målid hjå teim-
um broderaðu Magni Jarn-
skor og Rúni Justinussen
seg hegnisliga igjøgnum, og
tað endaði við, at Magni
Jacobsen økti til 5-2. I 82.
minutti skoraði Sámal Jo-
ensen til 6-2 beinleiðis upp
á frispark, og minuttin eftir
slapp Henning Jarnskor eis-
ini upp í part, tá hann skor-
aði til endaliga úrslitið 7-2.
Ikki nóg skipað
Sumbingar hildu ikki, at
úrslitið rættiliga segði,
hvussu dysturin hevði ging-
ið, og gøtumenn høvdu
góðan hug at geva teimum
rætt. Liðið hjá Sumba er
ikki so ringt, sum nógv hava
hug at gera tað til. og í
Nebosja Veljkovic eiga teir
ein av vandamiklastu áleyp-
arum í landinum. Men hó-
ast fólkið er gott, tykist liðið
ikki at vera nóg væl saman-
Mortan úr Hørg, sum hesaferð var i miðverjuni hjá sumbingum, roynir seg móti málinum. Sámal Joensen roynir at
verja fyri
Mynd: Jonhard Hammer
spælt og skipað, og móti
einum liði sum GI verða
mistøk skjótt revsad.
Gøtumenn vóru heldur
ikki hesaferð nøgdir við sitt
egna spæl, men teir vunnu
so, og sigurin gav eisini mál-
muninum eitt fitt kvink
rætta vegin. Teirra næsti
dystur verður um tvær vik-
ur móti B36 í Gundadali, og
spennandi verður at síggja,
hvussu tað fer at spæla av. |
Sumba fær vitjan av KÍ,
og síðani skulu teir til
Runavíkar, áðrenn teir
enda fyrru hálvu við suður-
oyaruppgerðini móti VB á
Krossinum.
GI-Sumba 7-2 (1-0)
1-0: Såmal Joensen I
2-0: Magni Jarnskor 55
3-0: Magni Jacobsen 59
3-1: Nebosja Veljkovic 59
4-1: Magni Jarnskor 74
4-2: Dånjal J. Joensen 75
2. deild: FSV-HB 4-1 (3-0)
EMIL L. JACOBSEN
Fyri felagsliðið hjá vága-
monnum er málið eitt-
ans í ár: Uppflyting til 1.
deild.
Tað hevur gingið væl
higartil, og FS Vágar
hevur vunnið teir fýra
dystirnar, teir hava spælt.
Tað kemur eisini væl við
hjá teimum, at TB, sum
undan kappingini varð
mett sum ein av størstu
kappingarneytunum til
uppflytingina, ikki hevur
fingið so góð úrslit, og so
er spurningurin, hvussu
verður við LÍF, sum
skjýtur nógv mál fyri tíð-
ina.
FS Vágar hevði vitjan
av HBum vikuskiftið.
Havnarliðið tapti fyrsta
dystin móti NSÍ, men
síðani hevur gingið betur
hjá teimum. Men hesa-
ferð kundu teir ikki gera
nógv, hóast teir høvdu
bóltin rættiliga nógv.
Vágamenn løgdu seg á
odda, tá 20 minuttir vóru
spældir. Fram til tá hevði
heimaliðið havt lítla yv-
irvág, og tað var í lagi, at
Eyðfinn Davidsen kundi
skalla eitt innlegg í netið.
Tíggju minuttir seinni
bleiv Birgir Joensen
Vaågamenn
hava fram-
vegis fult hus
5-2: Magni Jacobsen 76
6-2: Såmal Joensen 82
7-2: Henning Jarnskor 83
GÍ: Sunvard Joensen — Bar-
tal Eliassen, Alvi Justinus-
sen, Jóan Petur Olsen
Rúni Justinussen, Pauli
Jarnskor, Magni Jarnskor,
Erland Tvørfoss, Súni Ol-
sen — Sámal Joensen, Henn-
ing Jarnskor
Sumba: Anfinn Thomsen -
Dånjal Johan Joensen. Påll
Magnar Kjærbæk. Mortan
år Høre — Hallur Dam Jo-
ensen, Nicola Biberdzic, Jan
Poulsen, Eirikur Joensen,
Spasojé Biberdzic, Peter
Jørgensen — Nebosja Velj-
kovic.
spældur leysur mitt fyri,
og hann økti til 2-0, áðr-
enn Sonni Johansen
tveir minuttir heyði sein-
asta fótin á einum horna-
sparksinnleggi og skor-
aði til 3-0.
Heimaliðið hevði fult
tamarhald á støduni,
men teir blivu skerdir, tá
toppskjúttin John Johan-
sen tveir minuttir inni í
seinna hálvleiki bleiv
blakaður út fyri hevnis-
øku. Men beint aftaná
fór Eyðfinn Davidsen
sjálvur og økti til 4-0.
Við einum manni i yv-
irtali fekk HB meira at
siga í spælinum, men teir
vóru fýra mál aftanfyri,
og uppgávan var mest-
sum ógjørlig. Teir fingu
tó eitt troystmál í 65.
minutti, sum Bogi Mid-
jord syrgdi fyri eftir
horna og trunkaspæl.
Við sigrinum kom FS
Vágar upp á 12 stig fyri 4
dystir og eru í løtuni
nummar tvey í deildini,
eitt stig aftanfyri NSI,
sum hevur spælt 5 dystir.
Vágamenn kunnu tó
leggja seg á odda longu í
annaðkvold, tá teir spæla
útsetta dystin móti Gl.
Men tað verður so uttan
John Johansen, tí hann er
leikbannaður.