leygardagur 5. august 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 148 - 5. august 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Fyritøkur hjá Føroya
fólki skulu seljast
EFTIR ætlan landsstýrisins skulu almennu fyri-
tøkurnar nú seljast. Í ólavsøkurøðu løgmans
verður sagt, at »landsstýrið hevur í hyggju at
seta eina nevnd at virðismeta stovnar og parta-
feløg, sum landið eigur. Nevndin skal gera upp-
skot um, hvørjar av hesum ognum landið hósk-
andi eigur at selja, nær tað eigur at verða gjørt
og í hvørji raðfylgju«. Einki verður sagt um,
hvørjar stovnar ella hvørji partafeløg, landsstýrið
hevur í hyggju at selja. Men tey stóru parta-
feløgini eru Føroya Banki, Føroya Fiskavirking,
Føroya Fiskasøla, Føroya Tele og Faroe Airways.
HESI nevndu feløg – uttan Føroya Tele – komu
øll í trupulleikar í kreppuni, og tað var neyðugt
hjá landskassanum at seta pening í. Talan var
um nógvan pening – útvið tríggjar milliardir
krónur tilsamans, sum føroysku skattgjaldarnir
máttu gjalda og knógva undir. Føroyski skatt-
gjaldarin – ella Føroya fólk – eigur tí hesi feløg í
dag.
FELØGINI verða øll rikin á vanligum búskapar-
ligum grundarlagi, eftir vanligum marknaðartreyt-
um, og tí skuldi verið líka mikið, hvat navn
stendur á partabrøvunum, Hanus ella Janus,
ella Føroya Landsstýri. Feløgini ganga væl.
Leiðslurnar eru góðar og líkt er til, at landsstýrið
og Fíggingargrunnurin hava verið heppin í
nevndarvali. Kanska hepnari enn um talan var
um ein vanligan aðalfund, har eitt nevndarval
sum oftast var avgjørt frammanundan. Hugsið
bara um aðalfundirnar – glantrileikirnar – í gamla
Føroya Banka og Sjóvinnubankanum!!!
HVÍ er tí so umráðandi at selja hesi feløg longu
nú? Ein orsøk er sjálvandi hon, at í einum libe-
ralistiskum samfelag er natúrligt, at hesi feløg
eru privat ogn. Men í einum slíkum samfelag er
heldur ikki vanligt, at feløg vera loftað í so stóran
mun, sum gjørt varð í Føroyum í nítiárunum.
Men vórðu hesi feløg ikki loftað, so hevði kreppan
óivað verðið nógv verri. Ein onnur orsøk er, at
summar borgarligar kreftir tola ikki, at tað al-
menna – felagsskapurin hjá okkum øllum – eigur
ognir, ella virki, serliga um tey ganga væl. Ein
triðja orsøk er, at altjóða rákið er at privatisera
alt sum er alment. Ein fjórða orsøk – og tað er
helst orsøkin hjá landsstýrinum við tí vinstrahalla
Tjóðveldisflokkinum – er at útvega landskass-
anum pening til fullveldisætlanina – ella skiftis-
tíðargrunnin.
MEN neyvan fer føroyski skattgjaldarin, sum
legði rygg til at bjarga føroyska samfelagnum,
at góðtaka, at hesar almennu fyritøkur verða
seldar nøkrum fáum. Kanska einstaklingum ella
fyritøkum, sum fingu sanering í kreppuárunum!
Skulu tær seljast, eigur føroyski skattgjaldarin –
sum enn ikki er komin úr kreppuni og fingið ráð
til umvælingar, ábøtur, endurnýggingar o.a. – at
hava sín nátúrliga rætt til at gerast ánari í hesum
fyritøkum.
JÁKUP MØRK
Síðani kanningin í málinum
um Signar á Brúnni var lið-
ug, eru atfinningar sendar í
ymsar ættir. Stýrisskipanar-
lógin eins og aðrar hava fin-
gið síni orð, eins og fíggj-
arnevndin eisini er átalað
fyri at teir ikki vildu ganga
ynskinum frá landsstýris-
manninum á møti.
Greiðan málsetning
Bjarni Djurholm, formaður
í fíggjarnevndini, er tó full-
komuliga
ósamdur
við
teimum, sum meta, at fíggj-
arnevndin hevur fingið ein
trupulleika við hesum mál-
inum.
Hann vísir á, at nevndin
hevur ein púra greiðan mál-
setning, har teir skulu ansa
eftir almennu útreiðslunum
í samfelagnum, og vísir
hann í hesum sambandi til
grein 43 og 44 í stýrisskip-
anarlógini. Hetta eru grein-
arnar, har staðfest verður, at
eingin útreiðsla skal ávísast,
uttan at neyðug játtan fyri-
liggur, tó so at í serligum
førum kann peningur verða
givin.
Formaðurin í nevndini
sigur, at teir alla tíðina hava
verið sera restriktivir, ella
varnir, í sínum málsvið-
gerðum: - Tær ferðirnar, vit
hava nýtt undantøkini í stýr-
isskipannarlógini,
hava
verið, tá vit hava vita, at
løgtingið hevur eina tilsøgn
í málinum, ella tá talan
hevur
verið
um
útreiðsluneutralar flytingar
millum konti.
Sostatt er Bjarni Djur-
holm eisini ósamdur við
Peturi Petersen, sum í blað-
num í gjár førdi fram, at
talan var ikki um nakra út-
reiðslujáttan til SvF, men
harafturímóti um at veita
stovninum gjaldføri. At
fíggjarnevndin metir, at tal-
an er um eina eykajáttan,
framgongur eisini í áliti-
num, sum ein samd fíggj-
arnevnd hevur skrivað, har
teir eisini mæla til, at løg-
tingið samtykkir eitt kom-
andi uppskot um eykajáttan
til SvF.
Ikki akutt støða
At talan skuldi vera um nak-
ra akutta støðu í hesum mál-
inum, er fíggjarnevndarfor-
maðurin heldur ikki samdur
í:
- Longu í oktober mánaði
í 1998 var landsstýrismað-
urin greiður um, at talan var
um fíggjarligar trupulleikar
hjá SvF. Hetta var áðrenn
álitið til fíggjarlóg fyri 1999
varð skrivað, so hann hevði
allar møguleikar at gera vart
við trupulleikan. Harum-
framt fekk hann í mars boð
um, at støðan var um at ger-
ast akutt, og í apríl komu
skrivlig boð um hetta, sigur
Bjarnir Djurholm. Hann
leggur afturat, at tað tað at
eitt mál gerst akutt, orsakað
av at landsstýrismaðurin
hevur bølt á tí, ikki kann
lastast fíggjarnevndini.
-Heldur ikki kann tað
lastast okkum, at Signar eft-
ir hetta handlaði, so sum
hann gjørdi. Vit høvdu ráð-
ført okkum við okkara løg-
røðiliga ráðgeva, so hjá
okkum var einki ivamál,
sigur
fíggjarnevndarfor-
maðurin víðari.
Vit hava ongan
trupulleika
Fíggjarnevndin hevur ikki handlað øðrvísi enn í øðrum líknandi málum, so
Tjóðveldisflokkurin skal ikki skjóta eftir okkum, sigur Bjarni Djurholm
Tjóðveldistrupulleiki
At enda sigur Bjarni Djur-
holm, at tað eftir hansara
tykki er stórt spell, at tjóð-
veldisflokkurin á henda hátt
roynir at skumpa ein inter-
nan trupulleika á onnur.
- At teir soleiðis royna at
Lesið
-tað loysir seg
Tað er tjóðveldisflokkurin og ikki fíggjarnevndin, sum
hevur fingið ein trupulleika i málinum um Signar á
Brúnni, sigur Bjarni Djurholm
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá
okkara kæri bróðir og svágur
RAGNAR ØRVARODD
á Sandi
doyði og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til
tykkum á B8, ið vóru so góð við hann og
passaðu hann so væl til tað seinasta. Tøkk til
prestin í kapellinum og sandoyarprestin fyri
troystarrík orð. Takk til dekn, klokkara,
organistar, sangarar, berarar og til tykkum, ið
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Ein tøkk til tykkum, ið hjálptu til á ymiskan
hátt. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
Hjartafelagið.
Fyri tey avvarðandi
Jana, Mikk, Snæbjørg og Adelheit
skáka sær undan ábyrgd,
kann hava skaðandi árin á
stýrisskipanina, eins og
hetta eisini er við til at und-
irgrava álitið á politisku
skipanina, sigur Bjarni
Djurholm at enda.
A›alstjórin í Olju-
málast‡rinum er
sannførdur um, at
mannagongdir
fyri bæ›i um-
hvørvi og tilbúgv-
ing koma í rætt-
lag, so oljufeløg-
ini sleppa at bora
í seinnu helvt av
komandi ári
Dia Midjord
Oljufeløgini sleppa at bora
einafer› eftir ólavsøku ár
2001. Hetta lovar Herálvur
Joensen, a›alstjóri í Olju-
málast‡rinum, hóast langt
frá alt er komi› í rættlag.
– Ta› ver›ur strævi› at
gera alt klárt, men vit skulu
klára at taka ímóti umsókn-
um um eina borigó›kenning
einafer› komandi vár, sigur
a›alstjórin.
– Í hvussu so er nøkur
oljufeløg skulu sleppa at
bora í komandi ári, sigur
hann.
Herálvur Joensen sigur
ví›ari, at tvær kunnger›ir
eru longu li›ugt skriva›ar,
og mi›ja› ver›ur ímóti, at
f‡ra aftrat koma í gildi á
n‡ggjárinum.
– Sostatt vita oljufeløgini
eftir n‡ggjár, hvussu tey
skulu fyrihalda seg, tá um-
sóknin um borigó›kenning
skal skrivast, sigur a›al-
stjórin.
Á gó›ari lei›
Eitt er at Oljufyrisitingin
ver›ur li›ug vi› sín part,
men hvussu langt eru a›rir
føroyskir
myndugleikar
komnir.
– Vit hava havt onkrar
fundir vi› a›rar myndug-
leikar og koma einafer› í
heyst at taka hetta mál upp-
aftur. Hóast eg ikki kann
siga, hvussu ø›rum mynd-
ugleikum gongst, so vænti
eg, at alt ver›ur li›ugt til tí›-
ina, sigur Herálvur Joensen,
a›alstjóri í Oljumálast‡rin-
um.
Hann leggur aftrat, at tá
leitingarloyvini ver›a givin
í næstum, so er ta› út frá tí
fyritreyt, at alt anna› skal
ver›a klárt í 2001, so olju-
feløgini kunnu søkja um
borigó›kenning.
– Men vit rokna ikki vi›,
at allir loyvishavararnir fara
at bora beinanvegin. Vit
skulu nokk vera so klár, at
nøkur oljufeløg sleppa at
bora
beinanvegin,
sigur
a›alstjórin.
Hann leggur aftrat,
at
oljufeløgini hava eitt leiti-
skei› á seks ár.
– Og oljufeløgini mugu
ikki missa eitt av hesum
árum, tí at føroyskir mynd-
ugleikar ikki eru klárir. Vit
hava hóast alt arbeitt fram
ímóti hesum í mong ár.
Alt skal
ver›a
klárt
Herálvur Joensen, a›alstjóri í Oljumálast‡rinum, ivast ikki í, at nøkur oljufeløg sleppa at bora einafer› eftir ólavsøku í komandi ári
Enn er eingin
prestur settur í
starv í Vági, og
um stutta tí› ver›-
ur eitt starv leyst á
Vi›arei›i
Dia Midjord
Kirkjurá›ini í Su›uroyar
sunnara prestagjaldi hava
enn ikki tiki› stø›u til, um
einsamalli
umsøkjarin
í
Vági skal fáa prestastarvi›,
sum Elsa Funding hevur
røkt seinastu árini. Møgu-
liga ver›ur starvi› l‡st leyst
einafer› aftrat.
Á Vi›arei›i ver›ur eisini
eitt starv sum sóknarprestur
leyst í næstum. Verandi
sóknarprestur
Meinhard
Bjartalí› skal innsetast sum
sóknarprestur á Glyvrum.
Tørvur á prestum
Virkandi
bispur,
Bjarni
Bæk, vil ikki beinlei›is siga,
at stórur tørvur er á prestum,
men hann sigur, at prestar
hanga ikki á trø›unum.
– Einir fimm føroyingur
eru í holt vi› at lesa til prest,
men teir ver›a ikki lidnir
fyrr enn um nøkur ár.
Petur Martin Rasmussen,
Niels Pauli Danielsen, Hans
J. Joensen og Bjarni Bæk
eru allir komnir naka› upp í
árini. Teir kunnu virka í
starvinum til teir eru sjeyti
ár, so um nøkur ár fella teir
fyri aldursmarkinum.
– Men tá eru uttan iva
fleiri n‡ggjar kreftir klárar
at taka vi›, sigur virkandi
bispur, Bjarni Bæk, i› er
dómpróstur í Havn.
Tveir prestar fáa arbei›i í næstum
Hesir vaksa ikki á trøunum