Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 148 - 5. august 2000 Nr. 148 - 5. august 2000 EDVARD JOENSEN Eiði: Ein rættiliga umfat- andi umvæling er í løtuni í gongd í Eiðis Kirkju. Stórur partur av gólvinum verður skiftur út. Gamalt skal um- vælast og brúkast aftur. Sakristiið er broytt, og nýggj trappa er gjørd upp í tornið. Eisini skal øll kirkj- an málast innan. Eiðis Kirkja er 119 ára gomul og sostatt vorðin fornminni. Tað ber í sær, at ikki ber til at gera við kirkj- una, sum kirkjuráðið vil. »Í grundini sleppa vit einki at gera sjálv, uttan bara at gjalda,« sigur Hans Edvard Høghamar, kirkju- ráðsformaður á Eiði. Við hesum meinar hann, at av tí, at talan er um forn- minni, skal einki gerast við kirkjuna, uttan friðingar- mynduleikar eru við og geva loyvi. Og tað kann eftir formansins meting vera tungt at arbeiða soleið- is. Hans Edvard Høghamar sigur, at tað er rættiliga langt síðan, fyrireikingarnar til umvælingina byrjaðu. Kirkjan varð stongd eina- ferð í vár, meðan okkurt smávegis hevur verið gjørt. Men tað er ikki fyrr enn fyri heilt stuttum, at tað veruliga umfatandi arbeiðið er farið í gongd. Restin av tíðini hevur verið nýtt til tingingar og metingar um, hvussu best er at gera. Gólvið í kirkjuni skal alt takast upp. Tað, sum brúk- ast kann aftur, skal eisini brúkast, hevur kirkjuráðið fingið at vita. Fornminni skilst. Sostatt roknar kirkju- ráðsformaðurin við, at um- leið helvtin av gamla træ- gólvinum verður nýtt aftur, meðan hin helvtin ikki kann brúkast. Gólvið í skipinum er lagt við flísum eftir miðuni, meðan síðurnar báðar hava trægólv. Hans Edvard Høg- hamar væntar, at nýtt gólv Umvæla kirkjuna fyri milliónaupphædd Funningur: Smoltstøðin Áarstøð í Funningi hevur ongar trupulleikar við at fáa vatn, hóast turkur er. Støðin hevur avtalu við Elfelagið SEV, sum ann- ars fer við mesta av vatn- inum fram við Funnings- firði og har á leiðini. Áarstøð hevur vatn- goymslu oman fyri bygd- ina í Funningi. Men tunnlarnir hjá SEV greina seg víða, og fara við mesta vatninum á leiðini. Tó er avtala millum SEV og Áarstøð um, at mangl- ar vatn í brunninum hjá smoltstøðini, verður veitt úr brunninum hjá SEV. Leiðing er løgd millum brunnarnar. Skipan er, Rættiliga umfat- andi umvæling verður í løtuni gjørd í Eiðis Kirkju. Arbeiðið fer neyvan at kosta undir milliónina, sigur kirkjuráðs- formaðurin sum læsir av sær sjálvum, tá brunnurin hjá Áarstøð er fullur, soleiðis at einki flýtur yvir og fer fyri einki. Annar siga tey í Funn- ingi, at tað tykist løgið, at vatn skal vera mangul- vøra í Føroyum. Í Funn- ingi eru tey annars frá náttúrunar hond væl út- gjørd við vatni. Men nú sansar at, nú SEV hevur borað tunnlarnar. Hvussu fjørðurin fer at hava tað, vita tey ikki rættiliga enn, siga funn- ingsfólk. Men tað mátti farið at sansa at við iltini einaferð, nú minni vatn rennur í fjørðin, og nógv aling er, vænta tey. Hava avtalu við SEV Skúvoy: Í Skúvoy eru fólk soleiðis umleið hálv- liðug at hoyggja, frættist, tá Sosialurin tosaði við skúvoyingar í gjár. Tað hevur viðrað væl har sum aðrastaðni, og nakað væl av hoynum er fingið til høldar. Tað er væl av fugli í Skúvoy eisini, men ættin hevur ikki verið til vildar í summar. Ov nógv eyst- urætt hevur verið, og hon er ikki tann rætta, siga tey í Skúvoy. Onkur dagur hevur kortini verið, har menn hava fingið eitt sindur. Teir vóru tíggir mans uppi frá báti nú hendan dagin og fingu 700 lundar. Fjórði maðurin var eftir á bátinum. Onkur hevur verið í bakkanum og fing- ið einar 200 lundar, og tað meta teir hampiligt. Í Skúvoy er tann skip- an, at tann sum eigur jørð, kann fara á fleyg hvønn dag. Tað er ikki býtt á ávísar dagar, sum aðra- staðni. Fleygast kann bert millum seks á morgni og seks á kvøldi, og triðingur verður latin í landparti. Soleiðis slepst undan, at onkur kanska er óheppin og bert eigur tørn, tá eing- in ætt er og sostatt ongan fugl fær yvirhøvur. Skúvoyingar hava ver- ið óhepnir við útróðri í summar. Um hvítusunn- una var brim nógvastaðni, og í Skúvoy gjørdi tað rættiligan skaða. Tríggir bátrar fóru illa, og tann fjórði fór fyri einki. Tað vísir, siga tey úr Skúvoy, at bátahylurin er ikki nóg góður, sum er. Onkur hevur verið onkran túr við kalvalínu, men tað bar einki serligt til, Tó vóru teir ikki sørir. Annars hevur tað mest verið til dyrging, flotað hevur verið. Ganga við rívu og stong verður lagt konufólkameg- in, meðan tað gamla, sum brúkast kann aftur, verður lagt á aftur mannfólkameg- in. Eftir miðuni er flísagólv. Hesar skulu takast upp og pussast fyri síðan at verða lagdar á aftur í sama mynstri, sum tær hava ligið. Men áðrenn gólvið kann leggjast á aftur, skal helst stoypast upp undir físarnar, soleiðis at tær ikki fara av lagi. Og undir trægólvinum verður nú grivið soleiðis, at longri verður millum undir- sløgini og undirlagið. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan fukti, sigur Hans Ed- vard Høghamar, kirkjuráðs- formaður á Eiði. Tá skipið er liðugt, verður gólvið í kórinum tikið upp. Tað má helst skiftast út, alt sum tað er, metir formað- urin. Sermerkta altartalvan í Eiðis Kirkju skal tá eisini pussast upp. Sakristiið er umvælt, og trappan millum bæði loftini ávegis upp í tornið er eisini skift út. Tá so alt , sum takast skal upp og skiftast út, er komið upp á pláss, skal øll kirkjan, sum hon er, málast innan. Úr torninum og inn í kór. Sein- ast, kirkjan var málað, var í 1963. Kirkjuráðið hevur ætlanir um at fáa bygt eitt wc upp í kirkjuna. Men sum skilst á formanninum, er tað ikki so líkatil at byggja upp í ein friðaðan bygning, sum Eið- is Kirkja er. Her eru ymsar áskoðanir frá kirkjuráðnum og myndugleikunum. Men Hans Edvard Høghamar sigur, at tey hava gjørt kloakkina klára, so byggjast kann nær tað skal vera, um semja fæst um tað. Hans Edvard Høghamar, kirkjuráðsformaður, sigur, at hetta stórarbeiðið helst fer at kosta oman fyri milli- ónina. Hann hevur ikki neyva kostnaðin enn, tí enn er málingaarbeiðið ikki boðið út. Kirkjuráðið átti nakað væl av peningi, tá byrjað varð, og væntandi verður okkurt oyra at fáa í komandi tíð eisini, sigur formaðurin um fíggingina. Kirkjan hevur, sum sagt verið stongd síðan einaferð í vár. Og Hans Edvard Høg- hamar sigur, at tað kann vera, at hon ikki verðurtikin í nýtslu aftur fyrr enn kom- andi vár. Tó vóna tey, at hon kann verða liðug til jóla. Meðan kirkjan hevur ver- ið stongd, hava allar kirkju- ligar handlingar verið í missiónshúsinum. Tó varð konfirmatiónin í vár flutt til aðra kirkju í prestagjald- inum. Gjógv: Við Gjógv hevur turkurin ikki havt nakra ávirkan á Smoltstøðina, siga tey av Gjáarsmolti. Hóast turkurin hevur verið drúgvur í summar, hava tey alla tíðina havt nokk av vatni. Gjáarsmolt fær vatn úr Stórá, sum hevur runnið alla tíðina. Umframt fáa tey eisini eitt sindur av vatni úr keldum eystan fyri bygdina. Tað hevði borið til eina tíð enn, verður sagt frá Gjógv. Men nú er líkt til, at turkurin er av. Nú er aftur farið at kennast úr honum har norðuri, siga tey. Ikki nakað áarføri, men so mikið, at tað merkist kort- ini. Tá Sosialurin tosaði við Gjáarsmolt í gjár, vóru tey í ferð við at koppseta smolt, sum skal setast út í heyst. Talan er um eini 500.00 smolt, sum skulu koppsetast. Nokk av vatni Gólvið í Eiðis kirkju er tikið upp og skal skiftast út Mynd: Edvard Joensen Edvard Joensen Hestur: Tveir mans arbeiða á alistøðini hjá Fiskaaling í Hesti. Teir ala lívfisk, sum strokin verður norðuri við Áir. Talan er um bæði laks og síl. Av øðrum arbeiðspláss- um er lítið til í Hesti. Onkur rør út. Annars fara fólk av oynni til arbeiðis, siga hest- fólk. Alistøðin hjá Partafelag- num Fiskaaling í Hesti er onnur av tveimum lívfiska- støðum, felagið hevur, sigur Símun Joensen, stjóri á Fiskaaling. Hin støðin, sum er høvuðsstøðin, er lívfiska- støðin í Skopun. Støðin í Hesti er líkasum ein trygd, um okkurt skuldi borist á í Skopun. Klók høna verpur ikki øll eggini í sama reiður, sum sagt verður. Alistøðin í Hesti er líka- sum í tveimum. Nakrir ring- ar liggja inni í havnini, meðan nakrir eru norðanfyri grótkastið úti í sjálvum Hestfirði. Í ringunum, sum liggja inni í Havnini, er smolt, meðan størri fiskurin er úti á firðinum. Símun Joensen sigur, at tað ber ikki til at hava smolt úti á streymasjógvi. Roknað verður við, at fiskurin skal viga upp móti einum kilog, áðrenn hann kann fara á Fjørðin. Har rekur hálva- aðru míl, og tað klárar smoltið ikki. Teir hava bæði laks og síl í Hesti, sigur Símun Joen- sen. Í innaru ringunum í Hesti ganga eini 15.000 laksasmolt og umleið 8.000 sílasmolt, meðan tað eru umleið 4.000 vaksnir fiskar av hvørjum slagnum í teim- um ytru ringunum, sigur stjórin á Fiskaaling. Símun Joensen sigur, at prísurin á sílum hevur verið góður í ár, og eftirspurn- Fiskaaling hevur eina lítla alistøð í Hesti, har lívfiskur verður aldur. Annars eru arbeiðsplássini fá í bygdini ingurin hevur verið nógv vaksandi. Annars er síla- marknaðurin sera svingandi sigur hann. Laksurin er nógv meira støðugur. Fiskaaling hevur bara loyvi at ala lívfisk. So tað er eingin vanlig aling sum so til tøku í Hesti. Trý lív- fiskaloyvi eru givin. Fiska- aling hevur tvey. Eitt í Skopun og eitt í Hesti, með- an Fútaklettur hevur eitt í Vágum. Símun Joensen sigur, at Skopun og Hestur eru væl egnað støð til lívfiskaaling, tí tey eru rímiliga avbyrgd Fiskaaling hevur lívfiskastøð í Hesti Mynd: Edvard Joensen og frí fyri sjúku. Annars er tað ein trupulleiki í Hesti, at har er so lítið pláss. So illa ber til at víða nakað serligt, um tað hevði verið ynskiligt. Ala lívfisk í Hesti ynskir Vestmenningi tillukku við føroyameistara- heitinum TRYGGINGAR- FELAGIÐ FØROYAR