mikudagur 2. juni 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: www.sosialurin.fo
Jan Møller
laðstjóri:
Eirikur Lindenskov.- |
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Í Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
| John Johannessen
| Sveinur Tróndarson
|
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmog
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
postQ sosialurin.fo
9
3
NL. DL
Almenn partafeløg
- ikki privatisering
Oddagrein
Privatisering er nógv frammi sum hugtak —
kanska serliga í lotuni. At ein almennur stovnur *
verður gjørdur til partafelag er ikki privatisering,
hóast hettar tykist at vera fatan millum summi.
Foroya Tele er 100% landsogn, hóast stovnurin
er gjørdur til partafelag. Einasti munur er stýr-
ingin, sum nu fer fram sambært partafelags-
lóggávuni við eini partafelagsnevnd. Atlantsflog
er eisini eitt alment felag, hóast tað eisini er
partafelag. Hettar er týdningarmikið at und-
irstrika. Tilfar útgivið av landstýrinum fyri stuttum
hevur ikki verið so klárt og eintýðugt hesum
viðvíkjandi. Kanska hevur tað verið ynskitankar
frá núverandi borgarligu samgongu.
Vit mugu ansa eftir, at landstýrið ikki bevíst
roynir at skava út yvir, at felog eru 100% almenn
ogn. Dagblaðið tosaði um "kamoflagu” í hesum
sambandi, og tað kann væl vera, at teir fyri
einaferð skyld hava rætt. Fortíðin við SL merki-
num á gronini á strandfaraskipum verður bók-
staviliga slípað burtur í hesum dogum. Ikki nokk
við tí, litimir á foroyska flagginum, ið hevur
eyðkent skorsteinarnar á strandfaraskipum í
nógv ár sær nú út til at gerast soga, um Ternan
verður fyrimynd. Vónandi verður hettar ikki gjørt
fyri at fólk skulu gloyma, at tað er landið sum
eigur og rekur strandfaraskipini. At tað var
landið, ið stovnaði og rak uttanlandssiglingina
við Smyrli, sum Norrona í dag rekur, er nakað,
ið heldur ikki eigur at verða gloymt, hóast
miðfyrisitingin tykist at hava gloymt tað.
Uttan at taka stoðu til um tað er rætt at umskipa
almennar stovnar til partafelog, so eru ávís prak-
tisk mál at taka stoðu til. Tað, at gera almennar
stovnar til partafeløg, er ikki so likatil. Greidar
mannagongdir eiga at vera settar upp. Eitt nu
må tað ikki verða personssamanfall i nevndum,
soleiðis at tryggjað verður, at eitt nú fulltrúar,
sum arbeiða í miðfyrisitingini og skulu ráðgeva
politikarum viðvíkjandi hesum almennu parta-
feløgum, ikki sita í nevnd í somu felogum. Eisini
eiga stjórastorv av prinsipiellum orsøkum at
verða lýst leys í samband við, at almennir
stovnar verða gjørdir til partafelog ella nýggj
partafelog verða stovnað. Tað, at leiðslan, lønar-
lag hjá leiðsluni og eitt nú roknskaparskipanin
verður umskipað eftir partafelagslóggávuni er
ein somikið stór broyting, at fortreytirnar fyri
felagnum og harvið eisini leiðsluni eru so nógv
broyttar, at rættast vildi verið við so opnum
mannagongdum sum meguligt. Tað liggur ein
stór ábyrgd á nevnd og stjórn í einum almenn-
um partafelag, tí eitt slíkt felag hevur storri
rásarúm í mun til miðfyrisitngina enn ein stovnur
undir núverandi bygnaði. | hesum sambandi
hevði tað ivaleyst verið av alstórum týdningi at
fingið so nógvar royndar og vælkvalifiseraðar
umsøkjarar sum meguligt, so eingin ivi var um
eitt slíkt stjórastarv, tí tað er hóast alt skatt-
gjaldarans peningur og landsins ogn vit her
tosa um. Ein sunnur arbeiðsprofilur er ynskiligur.
Tað er týdningarmikið at sláa fast enn einaferð,
at tað, at gera almennar stovnar til partafelog
ikki er privatisering, tað er bert ein broyting av
styrihåttinum. Eigarin av einum almennum part-
afelag er og verður skattgjaldarin, so leingi
partabrøvini ikki verða seld privatum.
Sosialurin
Bert tvinnir møgu-
leikar í at velja
Lógið so tigandi allir fjølmidlar hava verið um frálíku útvarpssendingina, ið
heitið »Føroyar í dag«
varð send hin 18. mai í ár, og sum bar
Hóast hvítbókin ikki enn er
komin á borðið, er politiska
myndin. við hesi sending.
um at taka sítt endaliga
skap
Foroyski veljarin fær
tvinnar møguleikar í at
velja, nevniliga uppskotið
hjá Sambandsflokkinum
um dagføring av ríkisviður-
skiftunum, ella endaligu
loysingina hjá Tjóðveldis-
flokkinum
Sera nógvar atfinningar
hava verið um sjálvstýris-
lógina, sum Javnaðarflokk
urin hevur valt. Sum vænt-
að, hava teir valt at leggja
seg so nær við Tjóðveldis-
flokkin sum yvirhøvur gjør-
ligt. Í roynd og veru liggja
teir nærri Tjóðveldisflokk-
inum enn Fólkaflokkurin
Tá tú lesur snotiliga fald-
aran, ið er sendur í hvort
hús. kemur tú skjótt eftir, at
tann politiska ætlanin er júst
tann sama. Gaman i, Javn-
aðarflokkurin sigur seg enn
vilja vera í verandi ríkisfel-
agsskapi, samstundis sum
teir eisini ganga inn fyri, at
Foroyar skulu verða ein
heilt sjålvstødug tjóð. men
kortini við eini útlendskari
grundlóg.
Slíkt ber sjálvsagt ikki til,
so her mega vit geva Hanusi
Andreassen Sjúrði
Skaale rætt, tá teir vísa á, at
Javnaðarflokkurin vil bæði
siga ja og nei. Flokkurin vil
vera bæði innanborða og
uttanborða. Hann vil bæði
hava fullveldi og ikki full-
veldi
Nú skilja vit betur, hví
Javnaðarflokkurin var so
vónbrotin og snópin yvir, at
hann ikki kom uppí verandi
samgongu.
Í nevndu útvarpssending
segði Jóannes Eidesgaard
m.a. soleiðis: »Finst nøkur
gongd leið millum full-
-. og heimastýrislóg-
ina? Javnaðarflokkurin
og
hevur gjørt seg til tals-
mann fyri eini slíkari
loysn, sum vit hava valt at
kalla eina sjálvstýrislóg<.
Javnaðarflokkurin vil so-
leiðis broyta verandi heima-
stýrislóg, men geva henni
eitt nýtt navn. - Hví doypa
barnið, áðrenn tað er føtt?
Jóannes Eidesgaard segði
eisini, at fullveldi ella ver-
andi heimastýrislóg eru løg-
frødiliga lættar loysnir.
Jóannes hevur helst longu
sæð, at nakað má vera um
tær nógvu atfiningarnar, og
hann viðgekk eisini, at
hansara loysn var ikki nøkur
løtt loysn.
Størsta atfinningin kom
tó frå serfrødinginum Fred-
rik Haroff, sum hevdi sera
lítla tiltrugv til uppskotið
hjá Javnaðarflokkinum. ja
hann segði beinleiðis: >For-
slaget har en manglende
klarhed<.
Hinvegin dugdi Fredrik
Haroff ikki at síggja teir
stóru trupulleikar hjá Sam-
bandsflokkinum og Tjóð-
veldisflokkinum, tá talan er
um at broyta- ella dagføra
verandi stjórnarligu viður-
skifti millum Føroyar og
Danmark
Spell kortini, at Javnað-
arflokkurin longu nú hevur
sementerað seg so fastan í
eini sjálvstýrislóg. sum er
so trupul og mótsigandi.
Tá hugsað verður um,
hvussu nógvir veljarar hjá
Sambandslfokkinum, Javn-
aðarflokkinum og Fólka-
flokkinum siga ja til at varð-
veita verandi rikiseind, átti
tað at verið ein søguligur-
og eisini ein rímiliga lættur
møguleiki fyri at funnið
fram til breiða semju um
eina dagføra skipan, ið
framhaldandi kann
menna og varðveita okk-
ara góða samfelag.
Trygvi F. Guttesen
E. Phil 8 Son skal útbyggja molan í Havn
EIRIKUR LINDENSKOV
A eykabýráðsfundi mána-
kvøldid samtykti Tórshavn-
ar býráð at taka av tilboð-
num frá byggifyritøkuni E.
Phil & Søn um at breiðka
molan í Havn. Fýra tilboð
komu inn um at gera ar-
beiðið. og tók býráðið av
lægsta tilboðnum.
Meirilutin í havnarnevnd-
ini og meirilutin í fíggjar-
neyndini mælti til at taka av
tilbodnum.
Býráðið í Havn og E. Phil
& Søn skriva undir sáttmál-
an týsdagin í næstu viku, og
byggifelagið ætlar at gera
arbeiðið upp á 14 mánaðir,
og er hetta styttri tíð, enn
býráðið hevði roknad við.
Í áttatiárunum fór stór
havnarútbygging fram í
Havn. Tá var ókið har
pakkhúsið hjá Skipafelag-
num stendur, gjørt. Nú
verður molin breiðkaður
longur út, so betur pláss
verður at seta góðs á
Semja millum
FAG og SSK
Klokkan 5 gjåramorgunin
skrivadu Arbeiðs-
gevarafelag ødrumegin
og S&K/Føroya Arbeið-
arafelag hinumegin undir
nýggjan tvey ára sáttmála.
Sáttmálin liggur á sama
stødi, sum sáttmálin við
arbeiðarafelggini. Lenin
hækkar 1. mai í ár við kr.
3,20 og 1% verður latið
afturat í eftirløn. 1. mai
ár 2000 hækkar lønin aft-
ur við kr. 3,20. Harafturat
var lægstri lønarb6lkurin
fluttur eitt stig upp å løn-
artalvuni.
Umframt lønarhækk- |
ingarnar vóru ymsar aðrar |
broytingar eisini gjørdar |
í sáttmálanum millum
partarnar.
Samráðingar hava verið
millum partarnar í eina
viku, og tað eydnaðist
pørtunum at røkka á mál
uttan hjálp frá semings-
monnunum.
Nyggi såttmålin sæst f
síni heild á heimasíðuni
hjá Arbeiðsgevarafelag-
num:
WWW.INDUSTRY.FO
Vit vilja hjartaliga takka øllum tykkum, id syndu
okkum samkenslu tå kæri maður, pápi, verpåpi,
abbi og langabbi
PETUR S. THOMSEN
Saltangarå
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til prest, sangarar og tykkum sum hjálptu til
við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og til tykkum øll sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna