mikudagur 2. juni 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 101 — 2. JUNI 1999
tíðindablaðið
3
Arvagransking í Norðurlandahúsinum:
Menniskja ella
handilsvøra
Skal eitt gitid, niðurfryst egg hava pass ella tollpappir? Formaðurin i danska
Etiska Ráðnum legði út vit djúpum spurningum, sum ivaleyst fara at volda
mongum manni høvudbryggj, nú arvagranskingin er komin fyri at vera
EDVARD JOENSEN
Spurningurin er, um eitt git-
ið egg er ein handilsvøra
ella eitt barn.
Stórur spurningur, sum
ivaleyst fer at volda mong-
um manni høvudbryggj.
Men hetta var stødid, lagt
varð í fyrsta fyrilestrinum á
arvagranskingarstevnuni í
Norðurlandahúsinum í gjár.
Formaðurin í Etisk Rád í
Danmark, Linda Nielsen,
legði hart út.
Í fyrsta fyrilestri sínum
tosaði hon um etisku av-
bjóðingarnar innan biotek-
nologi. Og tað er ikki bara
sum at siga tað at fara undir
slíka gransking sum hesa,
umrødd varð í Norðurlanda-
húsinum.
Tað eru nógvir spurning-
ar, sum stinga seg upp. tá
farast skal inn í tað innasta
hjá menniskjanum.
Hvat kunnu vit brúka
slíka gransking til? Skulu
vit bara lata hvønn sum
helst sleppa fram at teimum
upplýsingum, vit fáa? Hvor
Linda Nielsen, formaður í Etiska Ráðnum í Danmark, setti spurningin, hvórt eitt gitið
egg skal hava pass sum eitt barn, ella tollpappír sum ein handilsvøra
(Mynd: Jens Kristian Vang)
Seglskip í Hoyvík
De stolte skutene eitur málningaframsýning, sum letur upp í framsýningar-
hólunum hjá Fóroya Fornminnissavni í dag. Sýndir verða málningar av
gomlum, norskum seglskipum
Gomlu seglskipini er við at
koma aftur til heiður og
æru.
Ikki soleiðis at skilja, at
tey aftur fara at pløga
heimshøvini sum í gomlum
døgum. Tann tíðin er farin.
Nú er tað á ymsum veggj-
um víða um í heimi, at tey
síggjast. Ikki bara á reiðara-
skrivstovum og siglifeløg-
um. Men eisini heima hjå
vanligum fólki er tað vorð-
ið alsamt vanligari at síggja
málningar av gomlum segl-
skipum á vegginum
Eisini aðrastaðni eru tey
vorðin heilt vanlig. Á mat-
stovum, kaféum, skrivstov-
um og í vanligum handlum
síggja vit tey. Og hóast hesir
málningarnir mangan hava
verið hildnir at havt minni
virði, enn aðrir mætir máln-
ingar, síggjast teir aftur og
aftur.
Klokkan 15 seinnapartin
letur ein ferðaframsýning
við 23 seglskipsmálningum
upp í framsyningarhølunum
í Brekkutúni 6 í Hoyvík.
Tað er Stavanger Sjøfarts-
FOA
Tað vekir minnir hjá mongum, sum hava upplivað tíðina, tá eitt skip så út sum eitt
skal ráða yvir tí, sum kemur
fram í slíkum kanningum?
O.s.fr., o.s.fr.
Eitt øgiliga stórt og við-
hvamt evni, sum tað skal
meira enn ein eindagsráð
stevna í Norðurlandahúsi
num til at avgreiða.
Linda Nielsen nam við
ymsar møguleikar, sum
longu nú eru til staðar. Eitt
nú at seta gitin egg inn aftur
í kvinnuna.
Hesi egg, sum verða tikin
út og fryst til seinni nýtslu.
Hvussu skulu vit viðgera
tey?
Hvussu skal kvinnan bera
seg at, um hon til dømis
ætlar sær til Týsklands at
fáa viðgerðina framda? Skal
hon so biða um pass til egg-
ið, tí tað er eitt komandi
barn? Ella skal hon biða
tollvaldið um neyðugu toll-
skjølini, tí talan er um eina
vanliga vøru, sum flutt
verður millum londini?
Stórir spurningar, sum
ivaleyst geva fleiri nógv at
hugsa um.
Annars fegnaðist Linda
Nielsen um, at so nógv ung-
fólk vóru at síggja millum
áhoyrararnar.
>Tað er hugaligt, tí gen-
teknologi hoyrir komandi
ættaliði til<, sum hon tók til.
Við opnum eygum
Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður í Al-
manna- og heilsumálum,
setti stevnuna. Hon beyð
28. på
skip, og sjómansskapurin enn ikki var avloystur av teldunum
museum, sum eigur teir 23
málningarnar, sum verða at
síggja á framsýningini.
Í samband við, at latið
verður upp, heldur Harald
Hamre, leiðari á Stavanger
Sjøfartsmuseum, fyrilestur
við ljóðmyndum. har hann
lýsir skipamálningar sum
list og søgukeldu.
Ring og hoyr meira!
farið verður
av Havnini
månadag
komið verður
fyri hvenn
515900
teimum ymsu fyrilestra-
haldarunum vælkomnum,
og segði samstundis eitt
sindur um gongdina í máli-
num higartil
Helena Dam á Neystabø
segði, at tað er neyðugt at
móta teirri avbj6ding, arva-
gransking er, við opnum
eygum
>Tað er neyðugt, at vit
vita, hvat vit gera. Og at tað,
vit gera, kemur føroyingum
til góðar.<
Orðaskifti neyðugt
Helena Dam á Neystabø
segði, at tað var um árs-
skiftið, at málið um arva-
gransking tók seg upp
Landsstýrið heitti tá á
Løgtingid um at játta pening
til eina verkætlan, sum
skuldi fremjast í samstarvi
við íslendingar.
Men Løgtingid metti ikki,
at tíðin var búgvin til itøki-
liga verkætlan longu tá
Mett varð, at fyrst átti
málið at verða vidgjørt við
einum orðaskifti, har fleiri
meiningar sluppu framat
Og tað var hetta orða-
skifti, sum var á almennu
rådstevnuni í Norðurlanda-
húsinum í gjár
Fyrilestrarnir verða lagdir
út á Internetið og kunnu les-
ast á heimasíðuni hjá Al-
manna og Heilsumálastýri-
num:
www.ahs.fo