mikudagur 2. juni 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 101 — 2: JUNI 1999
tíðindablaðið
Nýggja folka-
skulalogin kostar
Signar á Brúnni, landstýrismaður, heldur tað vera løgid, at figgjarnevndar-
formaðurin, ið var heitur talsmaður fyri nýggju fólkaskúlalógini, nú ikki vil
játta pening, so lógin fæst at virka
DAGFINN OLSEN
Í gjár sat landstýrsmaðurin
í undirvísingar- og menta-
málum, Signar á Brúnni, á
fundi við embætisfólkum
sínum. Har umrøddu tey,
hvussu spurningurin skal
avgreiðast, nú eini 200 fleiri
næmingar enn mett eru í
fólkaskúlanum komandi
skúlaár. Peningur er ikki til
taks til næmingarnar.
-Eg havi ynskt fund við
figgjarnevndina, so vit
kunnu lýsa málið fyri teim-
um, men hetta vil nevndin
ikki, sigur Signar á Brúnni.
- Eg havi tosað við ein-
stakar limir í figgjarnevnd-
ini og formannin, men hann
er ikki hugaður fyri at hoyra
okkara sjónarmið, sigur
landsstýrismaðurin.
Lógin kostar
- Annars havi eg ta við-
merking, at figgjarnevndar-
formaðurin var millum teir
fremstu at seta nýggju fólk-
askúlalógina í verk, ein lóg,
sum vit vistu fór at kosta
nógv at fremja í verki.
Sjálvur sat eg í andstøðu tá
og gjørdi vart við meirkost-
naðin. Nú er tað løgna hent,
at eg siti við málinum og
royni at fáa játtan til nýggju
fólkaskúlalógina og sami
maður, sum vildi hava lóg-
ina igjøgnum, vil nú bremsa
og skerja, sigur Signar á
Brúnni.
- Vit eru komin í eina
ringa stóðu. Tad er logið, at
næmingatalið komandi ár
hækkar við umleið 200,
men hetta kemur av, at fólk
flytir til landið. Eisini eru
10. flokkarnir, ið fara út nú
minni, enn flokkarnir, ið
koma inn.
- Í gjár ringdi ein skúla-
stjóri í miðalstórari bygd og
greiddi mær frá, at hann júst
hevði fingið boð um, at
fleiri næmingar koma í
skúlan. Tað snýr seg í um
einar 10 nýggjar næmingar,
sigur Signar á Brúnni, ið
staðfestir, at talið bert er
vaksandi.
- Seinast tók ein eisini og
minkaði frymilin, ið býtt
verður eftir millum ymsu
skúlarnar og tað ber næstan
ikki til at fara longur niður,
metir Signar á Brúnni.
Okkurt steðgar upp
Signar á brúnni staðfestir,
at um stødan hjá fíggjar-
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri:
neyndini stendur við, og
hann má spara á øðrum økj-
um, so er vandi fyri, at okk-
urt stødgar upp.
Eg skal finna sparingar,
men hvar kunnu vit skerja?
Løgtingid hevur samtykt
lóg, ið sigur, at so og so
nógv skal nýtast har og har
So skal eg skerja á øðrum
økjum, men eg eri bangin
fyri, at endin verður, at okk
urt innan skúlaverkið steðg-
ar upp, sigur landsstýris-
maðurin í undirvísingar-
málum
Málið farið til
Figgjarmålastyrid
Bjarni Djurholm visir å, at
tað er óheppi, at málið ikki
kemur fram fyrr enn nú,
løgtingid er farið til hús.
- Tveir skúlar koma íkki
við sínum tølum 5. og 6.
mars. Tá verða tølini kann-
aði og so skal boðast frá
Verkfallið kom júst tá og
ymiskt hendi har. so tað
dróg nakað út, men vit við-
gjørdu málið í góðari tíð og
skjalið, ið sent er Fíggj-
armálastýrinum, er dagfest
26. apríl og tá eigur Fíggj-
armálastýrið málið og ting-
ið kom saman beint eftir
hetta, vísir Signar á Brúnni
á.
Signar á Brúnni metir, at
tá málið nú er lagt fyri fíggj-
arnevndina, so er hetta júst
eitt mál, ið kann koma undir
grein 44 í stýrisskipanarlóg-
ini, ið loyvir nevndini at
jåtta pening i serstøkum før-
um, ti hetta kom sera 6-
vænta å.
Hann heldur vera løgid,
at nu skal skerjast, tí tað
gleðiliga hendir, at barna-
talið er vaksandi. Hann er
vónbrotin av støduni hjá
figgjarnevndini og av, at
hetta eisini tykist vera stød-
an hjá andstøduni.
Signar á Brúnni metir, at
málið er farið í góðari tíð í
fíggjarmálastýrið.
Til støðuna hjá Bjarna
Djurholm viðvíkjandi skerj-
ingum, so samsvar er við
politiska málið um sjálvber-
andi búskap og broytingar í
ríkisrættarligu støduni, sig
ur Signar á Brúnni, at Bjarni
Djurholm tosar við fleiri
tungum.
- Hann var millum teir
fremstu at trýsta nýggju lóg-
ina í gjøgnum, hóast øll
vístu, at hetta hevði meir-
kostna við sær. Nú siti eg
Signar var ov seinur
Karsten Hansen vísir aftur, at málið um eykajáttan til fólkaskúlan hevur ligið
sjóvarfallið av sær í Fíggjarmálastýrinum
DAGFINN OLSEN
- Løgtingid fór til hús um-
leið 23. apríl, og vit fingu
ikki málið, fyrr enn 26. ella
27. apríl, sigur Karsten
Hansen.
Hann sigur, at Signar á
Brúnni hevur verið ov sein-
ur og vísir annars á, at
grundleggjandi treytirnar
fyri eykajáttan eru, at krøv-
ini eru útreiðsluneutral, tað
merkir, at peningur skal
finnast á øðrum økjum
- Hesum hava vit eftirlýst
og hetta er framvegis ikki
gjørt, sigur Karten Hansen,
ið eisini hevur eftirlyst fleiri
upplýsingum í málinum, tí
annað er eisini tengt uppí
umsóknina, uttan at greitt er
frá, hvat kostnaðurin er.
Karsten Hansen metir, at
figgjarnevndin bert hevur
hildið fast við mannagongd-
ina, ið hevur verið galdandi.
Hann heldur tað eisini vera
lógið at skjóta skuldina yvir
á Fíggjarmálastýrið.
- Tá málið kom í fíggjar-
málastýrið, var framløgu-
tíðin farin í tinginum. Ting-
ið kom saman stutt eftir,
men bert at viðgera eitt ávíst
mál og teir fyrispurningar,
ið vóru eftir.
Karsten Hansen heldur, at
ein kann meta um næming-
atalið frammanundan, men
hann skilir, at hetta er komið
óvart á Undirvísingar- og
mentamálastýrið.
Samdur við Bjarna
Fíggjarmálaráðharrin er
samdur við Bjarna Djur-
holm í, at neyðugt er at hava
politiska málsetningin um
sjálvberandi búskap í huga
Hann heldur. at ein eigur at
ganga langt, fyri at halda
fíggjarlógina, tó at okkurt
kann stinga seg upp. ið hev-
ur broytingar við sær, men
Karsten Hansen metir, at
hann hevur nýtt nógva orku
uppá at vísa á, at varsemi er
neyðugt.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri heldur tað vera
logið, at Signar á Brúnni skjýtur skuldina á fíggjarmála
stýrið, ið fekk málið eftir at tingið varð farið til hús
Signar á Brúnni, landsstýrismaður í skúlamálum
verður
noyddur at finna pening til teir 200 nýggju næmingar
nar aðrastaðni á umsitingarøki hansara -
neyndin ikki broytir stóðu
við málinum og Bjarni
Djurholm sigur. at vit skulu
spara og skerja. Hetta er
motsigandi, metir Signar á
Brúnni, landstýrismaður í
undirvísingar- og ment-
amálum, ið saman við sín-
um fólkum roynir at finna
loysn á málinum og at fáa
fund við figgjarnevndina,
um figgjar
áðrenn farið verður undir at
finna møguligar sparingar,
10 kunnu enda vid nidur-
legging av virksemi innan
fólkaskúlan
Samstarv
við Týskland
TK - Stovan hevur saman
við Menningarstovu
Landsins og Ferðaráð
Føroya biðið Dansk
Tyske Handelskammer
koma hiðar at greiða fyri-
tókum, sum hava hand-
ilssamskifti við Týskland
frá um týska marknaðin.
Týskland hevur í mong
ár verið eitt av stóru
marknaðarlondum Før-
oya. Í 1998 var týski
marknaðurin tirði størst-
ur, næst eftir danska og
bretska marknaðinum.
Vit flyta eisini hópin at
verum inn úr Týsklandi.
Bara úr Danmark og Nor-
egi keypa føroyingar
meira enn úr Týsklandi.
Utflutningsmynstrid til
Tyskalands er broytt
munandi tey seinanstu år-
ini. Aður var tað vanligt,
at føroysku útflytarnir
mest seldu verur sínar til
stórar týskar innflytarar.
Hetta var mest råvøru og
„hálvfabrikata“, sum so
innglytarnir tóku sær av
at selja/frammleida til
endaligu keyparnar. I dag
fer meira og meira av út-
flutninginum beinleiðis
til týsku handilsketurnar
ella til stórar matstovu-
kundar. Tvs. at fleiri og
fleiri verur verða liðugt
framleiddar í Føroyum.
Hetta fer at fleiri og fleiri
føroyskir framleidarar
standa andlits til andlits
við týska brúkara-
marknaðin og umhvørv-
iskrøvini, sum eru rættu-
liga strong og umfatandi.
TK - Stovan hevur
saman við Menningar-
stovu Landsins og Ferð-
aráð Føroya biðið Dansk
Tyske Handelskammer
koma hiðar at greiða fyri-
tókum, sum hava hand-
ilssamskifti við Tyskland
frå um týska marknaðin,
greida frå umhvørvis-
reglugerðum. serstakliga
pakningsreglugerðum,
vørumessum í Tysklandi
og tysk ferdavinnumål-
um Føroyar eru eitt åhug-
avert ferdaland fyri tysk-
arar.