Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Bjarni Djurholm, fíegjarnevndarformaður: . ð . - Figgjarnevndin er eingin trygdarventilur Ð x } ao er I Peningur er ikki til taks, nú tað vísir sé 2, at fleiri næmingar enn mett, eru í fólkaskúlanum komandi skúlaár. Formaðurin í figgjarnevndini metir ikki, at samsvar við stýrisskipanarlógina, at játta pening til vanliga rakstrar- hækkan. Hann vísir á, at lógtingið ikki hevur viðgjórt málið. Heldur ikki sam- syarar eim rakstrarhækkan við tað, ið landstýrið hevur sett sær fyri, nú ríkis- rættarligu viðurskiftini skulu broytast og vit skulu hava sjálvberandi búskap. Signar á Brúnni, landstýrismaður, vísir á, at Undirvísingar- og Menta- málastýrið í góðari tíð sendi fíggjarmálastýrinum málið, men hesum vísir fle DAGFINN OLSEN ggjarmálaráðharrin aftur eftir lærarum til komandi ár og tímatalvurnar eru ikki lagdar, tí skúlaleiðslurnar ta ikki. hvussu karmarnir verða komandi skúlaár formað álp uppa 2.5 milliónir ul Monten egro, Albania og Makedon hetta mal var mett at skund og vera bein FF ik í ingvið gerð fyri einum mánað síðani. Heldur ikki er talan g og nni og 1Ogjørt Figgjar- nevndin havt fund Figgjarnevndin hevur havt fund og fleiri mál vóru á skránni DAGFINN OLSEN Umframt eykajåttan til skúlaverkið, vóru fleri mál á skránni á fundi hjá figgjarnevndini. Nevndin avgreiddi eyk- ajåttan til neydhjålp til Kosovo. Ein umbøn var frå Almanna- og heilsu- málastýrinum, ið snúði seg um eina EDV-verk- ætlan. Maskinskúlanum tørvadi pening í sambandi við keyp og eisini var um- bøn í samband við nýggj- ar næmingar til fólkaskúl- an, ið var um fleiri næm- ingar, enn undanfarna år, békasavnsvirksemi, ser- undirvising, undirvising i frítíðini og annað. Eisini kom eitt skjal, meðan fundur varð hildin. við- víkjandi veddingarpen- ingi Bjarni Djurholm, for- maður, sigur, at nevndin vidgjørdi málini. Fyrsta neyndin ger, tá tað er utt- anfyri tingskeiðið og tingið er farið til hús, er at taka stóðu prinsipielt, um málini skulu viðgerast, ella ikki Málini vórðu býtt í tvey. Málið um hjálp til Kosovo varð tikið frá og vidgjørt fyrst, ti løgtingid hevur fyri einum mánað síðani einmælt samtykt at heita á landsstýrið um at gera okkurt hesum við- víkjandi. Løgmaður boð- aði frá, at landsstýrið mátti venda sær til fíggj- amevgdina og biðja um eykajåttan. Løgmaður skeýt upp 2,5 milliónir í neyðhjálp, ið altjóða fel- ágsskapir standa fyri til Montenegro, Makedonia og Albania. Nevndin metti málið at hava skund og íkki sum mál, ið hækkar raksturin og avgreiddi tí málið samsvarandi grein 44 í stýrisskipanarlógini, ið gevur fíggjarneyndini loyvi at játta pening í ser- støkum fórum. Vanliga hevur nevndin ikki jåtta pening til vanliga rakstr- arhækkan og nevndin samdist um, ikki at broyta mannagongd hesum við- víkjandi og hesa lagnu fingu so hini málini, ið vóru fyri á fundinum. av unginum Tingið játtar pening - Viðvíkjandi hinum mál unum varð tosað um, hvort tað er í samsvar við stýris skipanarlógina, grein 44, stk 2. har sagt verður, at løgtingid jåttar allar upp hæddir á fíggjarlógini og eykafíggjarlógum. Undir serligum umstødum kann figgjarnevndin játta pening. men tað hevur ikki verið gjørt fyrr. tá tað snýr seg um vanliga rakstrarhækkan Fíggjarnevndin samdist um, ikki at broyta mannagongd ina, sigur Bjarni Djurholm. ið ikki sum formaður vildi standa sum fyrimynd fyri at skapa fyridømi viðvíkj andi rakstrarhækkan, so ein næstu ferð kann siga, at játt an varð givin seinast Hetta var grundgevingin og prinsipielt sendi ein so málini aftur í landstýrið og hevur mælt landstýrinum til at venda sær til logtingsfor mannin, so ungið kann kall ast saman at viðgera málini sum tey fyriliggja, ella at at leggja tey fram á ólavsoku, sigur figgjarnevndarfor- maðurin - Hetta er tað prinsipiella. Fíggjarnevndin kann ikki taka ábyrgd av, at málini koma nú, tí tey hava øll lig- ið í landstýrinum í langa tíð, og kundu verið avgreidd, áðrenn løgtingid fór til hús, metir Bjarni Djurholm. Hann heldur, at fíggjar- nevndin má ikki skapa nýggja sidvenju, tá tað snýr seg um mál, ið kundu verið avgreidd eftir vanligari mannagongd. Málið er súltað Hetta vil við óðrum orðum síga, at málið hevur ligið súltað í landstýrinum ov leingi, ella hvussu? Vit kunnu bara staðfesta, at innskriving av nýggjum næmingum fer fram í febr uar og undanfarin ár hava skularnir fingið tillutað tím atal í apríl. At árið í ár er eindømi í so máta. kann figgjamevndin ikki taka á byrgdina av. metir Bjarni Djurholm, sum eisini held ur, at var ivi um nakað, so kundi Undirvísingar- og mentamålastyrid sent tímar út til skúlarnar. svarandi til galdandi játtan og við tí fyrivarni, at møguliga bleiv meira Fíggjarnevndin hevur eima fíggjarlóg at halda seg til. ið er samtykt í ár. so figgjarnevndin kann ikki taka ábyrgdina av. at tím- arnir ikki eru sendir út. Vit umsita, vit fyrisita ikki. vísir Bjarni Djurholm á Sparingar og tillagingar Bjarni Djurholm heldur, at skal meirjáttan veitast til okkurt målsøki, so skulu samsvarandi sparingar finn- ast. Hann leggur dent á, hetta sigur hann fyri egna rokning, ikki sum umboð fyri figgjarnevndina. - Tað ein biður um, er ein hækkan í rakstrinum, eftir at tingid er farið heim. Hes- um er eg ímóti og skulu landsstýrismenn hava møg- uleika at fáa hesi málini í- gjøgnum, so skulu teir vísa sparingar aðrastaðir, sigur Nr. 101 — 2. JUNI 1999 Bjarni Djurholm metir ikki grundarlag vera fyri at fíggj arnevndin játtar pening til fólkaskúlan, nú næmingatalið komandi ár er 200 meira enn mett Bjarni Djurholm Persónliga mælir Bjarni Djurholm landsstýrismann inum í undirvísingar- og mentamålum, Signari á Brúnni. til at finna sparingar aðrastaðni. so peningur gerst tøkur Eg eri bert ein av mong um, men sum formaður í nevndini vildi eg mælt til tað, sigur Bjarni Djurholm. Annars haldi eg, at tá ein hevur sett sær sum pol- itiskt mál at broyta rikis- rættarligu viðurskiftini, so vita vit, at hetta krevur spar- ingar og skerjingar í al- menna sektorinum. Tí skal hetta við, at meirjáttan krev- ur samsvarandi sparingar, metast sum eitt greitt tekin frá mínari síðu um, at eg ætli at halda meg til henda politikk, sigur Bjarni Djur- holm, ið sigur, at tað ber ikki til at blíva við at hækka raksturin. - Vit kunnu staðfesta, at fíggjarlógin í ár er 100 mill- iønir hægri, enn árið frammanundan. Heldur gongdin fram. so er fíggj- arlógin aftur hægri næsta ár Vit kunnu spyrja okkum, um nakar føroyingur hevur tað 100 milliónir betri í ár, enn í fjør. Hevur nakar tað 100 ferðir betri?, spyr Bjarni Djurholm. ið sam anber hetta við eina snældu. ið bert vindur uppá seg - Eftir mínari sannføring, so er hetta i andsøgn við tað, ið vit hava sett okkum sum mål, nevniliga at gerast sjálvberandi land. Politiskt frælsi og búskaparligt frælsi er í mínari verð tveir lutir av somu søk. - Eg haldi ikki, at fíggjar- nevndin skal vera trygdar- ventilur hjá landstýrinum, tá tað snýr seg um at fáa eyk- ajáttanir í hús, sum kundu verið avgreiddar eftir van- ligari mannagongd, sigur Bjarni Djurholm, ið sigur hetta fyri egna rokning, men hann leggur dent á, at fíggj- arnevndin tók eina prinsipi- ella støðu. Formans- skapurin likið JOHN JOHANNESSEN I blaðnum í gjár varð Jó- annes Eidesgaard endurgiv- in fyri at hava sagt, at okkurt av starvsfólkunum á Løg- tingsskrivstovuni hevði lik- ið út um eitt skriv, ið Løg- tingsskrivstovan í trúnaði hevði sent formansskapi- num í løgtinginum. Hetta var ikki heilt rætt endur givið. Tað, Jóannes Eides- gaard segði, var, at tað mátti vera onkur í formansskapi- num, ið heyði sagt fjølmidl- unum um hetta bræv, og hesin ikki kundi vera sina uppgåvu vaksin. Vit bidja um umbering fyri mistakið. Jóannes Eidesgaard, løg- tings- og fólkatingsmaður