mikudagur 2. juni 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 100 - 1. JUNI 1999
tíðindablaðið S0S/2, 7
rå
Vørubilur álitið í
sjukraflutninginum
Klaksvíkar sjúkrahús er so mikið illa fyri við sjúkrabilum, at tað herfyri fleiri
ferðir gjørdist neyðugt at nýta ein gamlan vørubil til sjúkraflutning
f
Ein slíkur bilur var í átta dagar álitið i sjúkraflutninginum í Nordoyggjum, tå sjúkrabilurin var ørindi í Havn, og tað kom meira
enn so fyri, at tað var brúk fyri honum
JOHN JOHANNESSEN
Klaksvíkar sjúkrahús eigur
tríggjar sjúkrabilar. Ein av
teimum er sekstan ár, meðan
hinir báðir eru ellivu ára
gamlir. Tann sekstan ára
gamli varð seinasta vetur á-
koyrdur, og stendur hann nú
sum vrak. Teir báðir 11 ára
gomlu hava koyrt næstan
eina hálva millión kilometr-
ar. Hetta helt motorurin á
øðrum av teimum ikki til, og
sostatt brendi hann saman
fyri kortum. Hetta gjørdi, at
bert ein sjúkrabilur var eftir,
og tá hesin var í Havn ella á
flogvøllinum við sjúkling-
um, var ein 8 ára gamal
vøruvognur álitið, og meira
enn so kom fyri, at neyðugt
varð at flyta sjúklingar við
honum.
Skora børuna fasta
Vøruvognurin hjá Klaks-
vikar sjúkrahúsi er als ikki
gjørdur til at flyta sjúklingar
við, og tí passa mátini á bør-
uni og á rúminum aftan í bil-
inum ikki saman. Tískil var
neyðugt at koyra børuna inn
á skeivan og skora hana fast-
a, áðrenn hon eisini varð
surrað føst.
Í vøruvogninum hjá
f
Klaksvíkar sjúkrahúsi er
eingin útgerð til neydhjålp,
og tí var neyðugt hjá port-
ørunum at hava eitt kuffert
vid eitt sindur av hjålpi-
útgerð við sær, tå teir fóru út
við hesum sjáldsama >sjúk-
rabili<.
Hava sekt í fleiri ár
Jens Jacobsen, yvirportørur,
sigur, at sjúkrahúsið í fleiri
ár hevur søkt um at fáa
nýggjan sjúkrabil, men enn
er eingin játtan komin. Tó
vónar hann, at sjúkrahúsið
fer at fáa ein nýggjan sjúk-
rabil sum skjótast.
Mynd: Jens Kristian Vang
Sum stødan er í løtuni
kenna portørarnir seg illa at
koyra við sjúkrabilinum. Vit
vita nevniliga, at bílarnir eru
ikki nóg tryggir at røkja
sjúkraflutning, sigur yvir-
portørurin á Klaksvíkar
sjúkrahúsi. Hann sigur, at
sjúkrabilatænastan = hevur
umleið 200 túrar úr Norð-
oyggjum á Landssjúkrahús-
ið um árið, og hartil er so
onkur túrur á flogvøllin. Tá
so ein av bilunum er burtur í
slíkum grindum, er álitið á
sjúkrabilatænastuni í Norð-
oygjum sera óálítandi.
— Eg haldi, at myndug-
leikarnir mugu finna eina
loysn á akutta trupulleika-
num viðvíkjandi sjúkrabil
um sum skjótast. Annars
kann sjúkrabilatænastan i
Norðoyggjum væl
niðurleggjast, sigur Jens
Jacobsen. ið heldur. at sjúk
rabilar áttu at verið skiftir út
á fjórða hvørjum ári. Hetta
heldur hann hevði verið
nógv bíligari enn at allatíð-
ina at gera gamlar og útslit-
nar sjúkrabilár í stand.
eins
Gjørdur aftur
Gamli sjúkrabilurin, ið mo-
torurin brendi saman á, er
nú gjørdur aftur. Hann hev-
ur fingið ein annan mortor
úr Danmark, men talan er
als ikki um nakran nýggjan
motor. Hesin hevur nevni-
liga koyrt umleið 150.000
kilometrar. Hetta heldur
Jens Jacobsen vera nógv
fyri eitt ne;ðsendarafar
Men hann er fegin um, at
sjúkrahúsið aftur hevur tveir
sjúkrabilar.
Gjóstur millum
hurðarnar
Sambært yvirportørinum á
Klaksvíkar sjúkrahúsi er so
mikið nógvur gjóstur mill
um
sjúkrabilum teirra. at tað er
skammiligt at leggja
lingar i bilarnar. Orsøkin til
gjósturin er, at hurðarnar eru
nýttar so mikið nógv gjøgn
um tíðina. at tær eru soknar
niður. — Hetta er ein trupul
leiki, ið kemur av elli, og tí
er tað ikki ráðiligt at at hava
sjúkrabilarnar í so nógv ár
heldur Jens Jacobsen
hurðarnar gomlu
SJUK
Steðga undir
sjúkraflutningi
Tað er meira enn so komið
fyri, at sjúkrabilur hjá
Klaksvíkar sjúkrahúsi er
steðgaður upp. meðan hann
hevur verið í tænastu. Mill-
um annað hendi hetta eina-
ferð á veg til Havnar, meðan
tríggir sjúklingar vóru í bil-
inum. Men Jens Jacobsen
sigur, at tíbetur vóru hesir
sjúklingarnir so mikið væl
fyri, at tað ikki bilti. Men
hann sigur, at hann stúrir
fyri tí degi, tá sjúkrabilurin
ikki riggar og okkurt álvar
samt er áfatt
Gamlir bilar kunnu
væl nýtast
| Sýnsmenninir á Bileftirlitinum
| halda einki vera í vegin fyri at nýta
gamlar sjúkrabilar, um teir eru væl
| hildnir
Bileftirlitið heldur, at tað
væl ber til at hava sekstan
ára ganlar sjúkrabilar. Tað
einasta, ið krevst, er at
bilurin verður hildin við
líka alla tíðina. Og hetta
halda sýnsmenninir hjá
Bileftirlitinum ber væl til
hjå portørunum at gera.
Teir skulu bert syrgja fyri,
| at leidi, bremsuklossar og
| annað verður skift til tíð-
ina, so heldur bilurin, um
hann ikki rustar.
| Bussar > hyruvognar,
sjúkrabilar og onnur slík
akfør verða sýnað fleiri
ferðir enn onnur, men tað
verður ikki kravt meira av
hesum akførum enn van-
ligum bilum. Og á Bileft-
irlitinum duga tey heldur
ikki at síggja. at meira
skal krevjast av sjúkrabil-
um enn ødrum bilum.
Boðini haðani eru bert, at
slíkir bílar eiga at verða
røktir væl, so halda teir í
nógv ár.
Hesin sjúkrabilurin er 16 ára gamal. Hann varð nýttur heilt til seinasta vetur, tá hann varð
ákoyrdur. Ætlanin er ikki at gera hann aftur
Mynd: John Johannessen
FE
Motorurin á hesum ellivu ára gamla sjúkrabilinum hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi brendi fyri stuttum
saman. Tá hevði hann kort 400.000 kilometrar.
Mynd: John Johannessen