Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið SC“ NR. 101 - 2. juni 1999 Eli Lyngvej-Larsen, stápsstjóri: = = = = — Vit vita einki Stápsstjórin á Marinustødini, sum hevur tyrluflúgvingina í Føroyum um hendi, sigur, at teir einki vita um broyting- ar í tyrluflúgvingini við Føroyar SVEINUR TRÓNDARSON Tad er Marinustødin, sum hevur uflúgvingina i Føroy n hendi, og vit I Eli Lynvej-Larsen hann um hvussu an er vidvikjandi tyrlu g spurdu stød Vit hava ikki fingið nak að at vita um broytingar, sigur Eli Lyngvej-Larsen Vit vita, at tad er gjørd ein nýggj semja um danska verjupolitikkin, og vit vita eisini at tað inniber, at tyrl- urnar í Værløse skulu flyta til Karup. Men um tað fær nakran týdning fyri flúgv- ingina vid Føroyar dugi eg ikki at svara fyri júst nú. sigur hann Eli Lyngvej-Larsen sigur tó, at halda tyrluskipararnir uppá at teir gevast um stød- in verður flutt, so kann hetta fáa avleiðingar fyri flúgv- ingina við Føroyar og Grøn- land Tá tyrluflúgvingin sein- ast var »uppi og vendi« var avgjørt, at tað skuldi gerast ein raðfesung. Hetta hevði við sær, at Føroyar og Grøn- land vóru raðfestar framm- alaga, meðan venjingar og flúgving í Danmark vóru raðfestar aftanfyri. Tí helt tyrluflúgvingin vid Føroyar fram. Men tá vóru sjey ella åtta flogskiparar, sigur Eli Lyngvej-Larsen Grundarlagid rykur Stápsstjórin staðfestir, at fara tríggir ella fýra av teim- um sjey, sum eftir eru í starvi í dag, ja so er grund- arlagið undir raðfestingini, sum varð gjørd fyri nøkrum mánaðum síðani, burtur. — Tað ber heilt einfalt ikki til, at hava eina skipan gangandi við bara trimum flogskiparum, sigur hann. Eli Lyngvej-Larsen sigur, at tað er vorðið alt meira vanligt, at flogskiparar í verjuni fáa arbeiðið í priv- atu vinnuni Stødan hjá tyrluflogskip- arunum er alt annað enn góð, men hon er, um møg- uligt, uppaftur verri hjá flogskiparunum á Fl6-jag- araflogførunum, greiðir Eli frå. — Tað er skilligt, at tað er lønin og betri arbeidsum- XV 3 — Verða bert tríggir tyrluflogskiparar eftir, so er vónleyst at hugsa sær, at sjøverjutyrl- an fer at fligva vid Føroyar og Grønland, sigur Eli Lyngvej-Larsen, ståpsstjøri å Mar- inustødini støður, sum lokka, men vandin fyri at verða upp- sagdur, frá einum degi til annan er eisini til staðar. Hinvegin er marknaðurin fyri flogskiparum stórur, so tað er væl skilligt, hóast tað setur verjuna og bjarging- artænastuna í eina knípu, sigur Eli. (Savnsmynd) Hvussu hetta kann gerast ødrvisid, hevur Eli onga viðmerkingar til. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog: Til reiðar innan eitt ár Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur, at teir í løtuni fyri- reika felagið, at taka við tilbúgvingini, sum danska sjó- verjan umsitur. — Vit vera til reiðar áðrenn eitt ár er far- ið, sigur hann SVEINUR TRÓNDARSON Enn einaferð er spurning- urin um donsku sjóverju- tyrluna við Føroyar til við- gerðar. Og hesaferð tykist vera meira álvara í spurn- inginum um hon fer at flúgva. Tyrluflogskipararnir hjá donsku sjóverjuni eru ikki sørt uppøstir inn á ætlaninar um at flyta alt virksemi teirra til Karup, og tað hevur við sær, at fleiri teirra hótta við uppsøgnum. Fara allir úr starvi, sum hótta við tí, so eru bert tríggir tyrluflog- skiparar eftir at røkja alla tyrluflúgving við Føroyar, Grønland og Danmark. Hetta, siga flogskiparar og onnur við skili fyri slík- um, er Omøguligt, og tí verður endin, at onkur verð- ur við sviðusoð. I Føroyum hava vit sum kunnugt eina tyrlu umframt sjóverjutyrluna. Tað er tyrl- an hjá Atlantsflog, og so er ein spurningur um felagið er ført at taka við flúgv- ingini um so er, at danska sjóverjutyrlan = gevst at flúgva við Føroyar. Magni Arge, stjóri í Atl- antsflog sigur, at teir í løtuni fyrireika felagið til at taka við tilbågvingini, men at hetta arbeiði tekur drúgva tíð. — Vit hava í løtuni fýra tyrluflogskiparar, og vit syrgja fyri, at teirra útbúgv- ing verður hildin við líka alla tíðina. Teir eru í simu- lator tvær ferðir árliga, og umframt tað fara teir eisini á skeið hjá verjuni, í >search and rescue«. — Tað stutta av tí langa er, at vit eru til reiðar at fara í gongd áðrenn eitt ár er farið. Í onkrum føri eru vit kanska klárir væl áðrenn eitt ár er farið, sigur Magni Arge, stjóri. Nýggj tyrla má til Men hóast manningin eftir øllum at dóma er væl fyri, so er felagið ikki so væl fyri tá tað snýr seg um útgerð- ina. — Tyrlan hjá felagnum er ikki hóskandi til bjargingar- og leitingarendamál, og tí hava vit kannað marknaðin fyri at finna út av, hvat tær duga til, og hvat tær kosta, sigur Magni Arge. Atlantsflog hevur ikki fingið nakað endaligt svar frá teimum framleiðarum teir hava havt fundir við, men eftir tí, sum skilst, so fer tað ikki at ganga so drúgv tíð, áðrenn svarini koma. Magni Arge sigur, at tað er neyðugt við eini stórri tyrlu, sum er betri utgjørd. Krøvini til eina tyrlu skulu tí eftir øllum at dóma ikki setast bara við núverandi stóðu í huga, men eisini eini móguligari frálandavinnu. Frágreiðing er á veg Stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, leggur annars afturat, at felagið í løtuni arbeiðir við eini frágreiðing til myn- dugleikarnar um tilbúgving- ina. — Frágreiðingin hevur sjálvsagt eisini ein part um sjúkraflutning og um »search and rescue«. Frå- greidingin er ikki lidug enn; vit bida eftir tølunum frå framleidarunum, men beint eftir at tey eru komin, verð- ur hon løgd á borði til pol- itiska viðgerð, sigur Magni Arge, stjóri. Ein partur av allari við- gerðini er hvussu Atlants- flog skal avroknast fyri tæn- astuna, ella hvussu eigara- viðurskiftini av nýggju tyrl- uni er á veg. Magni Arge, stjóri sigur tað ikki bein- leiðis, men >tað liggur í luftini<, at Atlantsflog fer ikki at seta eina stórri tyrlu- flúgving í verk, um so er, at tænastan ikki ber seg. — Iløgan kostar pengar, og tað ger tænastan eisini. Alt hetta skal fáast upp á pláss, áðrenn farið verður undir nakað nýtt. Vit mugu hava eina greiða avtalu við myn- dugleikarnar fyrst, sigur Magni Arge. Og møguleikarnir eru fleiri. Ein er, at landsstýrið keypir og eigur tyrluna og letur Atlantsflog reka hana. Ein annar møguleiki er, at Atlantsflog keypir, eigur og rekur hana, men fær eina ávísa fasta upphædd frá landsstýrinum, fyri at av- greiða sjúkraflutning og fyri at verða til reiðar um eitt- hvort skuldi hent, á sjógvi ella landi. Men hetta er ein polit- iskur spurningur, sum vit uttan iva koma at hoyra meira til seinni. Mugu laga okkum eftir treytunum — Um so er, at danska sjóverjan ikki fær manning til tyrl- urnar, so mugu vit laga okkum eftir teimum treytunum, og tað klára vit eisini, sigur Elmar Højgaard, frá Vaktar- og Bjargingartænastuni SVEINUR TRÓNDARSON Tá málið um donsku sjó- mar var uppi og nast, var avgjørt, målsøkid hjá Fisk- ti, at tal- ISTVTmmum, av m bjargingartæn- astu. Vit hava ti vent okkum til Fiskivinnustyrid og spurt um teirra stødu til målid. sum tað liggur nú Elmar Højgaard, stjóri á Vaktar- og Bjargingartæn- astuni, sigur. at verður úr- slitið at meginparturin av tyrluflogskiparunum sigur upp, so er eingin vón fyri, at donsku sjóverjutyrlurnar kunnu flúgva í Føroyum. So vera vit noydd til at taka stóðu út frá tí, sigur hann. Og hetta hóast tað er upp- gávan og ábyrgdin hjá Mar- inustødini at vera bjarging- armiðstoð. — Tá lógin um Vaktar- og Bjargingartænastuna varð tíkin av, var eisini okkara ábyrgd fyri bjargingini tikin burtur, og við tí, má hon aftur vera farin til Marinu- støðina, haðani hon upprun- aliga kom, sigur Elmar Høj- gaard. Hava álit á okkum Elmar Højgaard vísir tó kortini á, at um tað skuldi komið til skarskeringar, so er tað á føroysku vaktar- tænastuni fólkið hevur álit á. — Tí royna vit eisini at arbeiða við málinum um til- búgving. Vit hava havt fund við Atlantsflog um teirra nýggju tyrlu, og eg haldi tað ljóðaði stak áhugavert. Men tað tekur sína tíð, at fáa eina slíka skipan upp at standa, sigur Elmar Højgaard. Atlantsflog sigur, at teir vera til reiðar um eitt ár. Hvat við tíðini, sum liggur ímillum? — Nú mugu vit fyrst fáa at síggja hvat veruliga hend- ir í Danmark - um allir flog- skipararnir siga upp ella ikki. Tað er greitt, at siga teir upp. so er stødan á bjargingarøkinum ikki gó, sigur Elmar Højgaard. Hann leggur afturat, at tað tó er avgerðandi neyðugt, at Atlantsflog, og teir, sum eru við í tí verkætlanini, fáa neyðugu tíðina at fyrireika seg í. — Um so verður, so mugu vit klára okkum við teirri útgerðini vit hava, hóast tyrlan ikki er tann best egnaða til bjargingarupp- gávur, sigur Elmar Høj- gaard.