Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 101 - 2. juni 1999 tíðindablaðið SOS'< ando SVEINUR TRÓNDARSON Tað er í Danmark lagnan hjá tyrlutænastuni hjá sjó- verjuni verður avgjørd. Tyrlutænastan er partur av donsku sjóverjuni, og tí verða tað teir, sum skulu avgera hvussu leik- ur fer. Men í løtuni fæst einki at vita um hvussu stødan er. Tíðindaovastin hjá Sø- værnets Operative Kom- mando sigur við Sosialin, at teir enn einki hava frætt um hvussu nýggja verju- semjan skal gjøgnumfør- ast, men hann vidgongur tó, at tað saktans kann fáa avleiðingar fyri tyrlutæn- astuna hjá sjóverjuni við Føroyar. — Trupulleikin er, at vit hava ov fåar flogskiparar, og tað kann hava við sær, at vit ikki kunnu røkja tyrl- utænastu hvørki vid Føroy- ar, ella vid Grønland, sigur Alex Jensen, tidindaovasti. Hann leggur t6 afturat, at havast skal f hugad, at sj6- verjan eisini hevur tilgongd av flogskiparum. — I løtuni eru fýra flog- skiparar undir útbúgving i USA, og tad bøtir um stød- una, héast hon kortini er torfør. Kenna ikki avleidi Sum sagt, so kennir Alex Jensen ikki avleidingarnar av verjusemjuni. Politisku flokkarnir hava gjørt eina avtalu, um donsku verjuna, sum gong- ur frá 1. januar 2000 og fimm ár fram. Avtalan inniber, at tyrl- utænastan øll verður mið- savnað í Karup í Jútlandi, og tað hevur skapt øsing millum flogskipararnar. — Men tað er lítið aftur- ímóti tí, sum herurin skal ígjógnum. Næstan allar deildir hjá teimum skulu flytast, so hetta er lítið av miklum, sigur Alex Jensen. Men úrslitið er tó, at fleiri flogskiparar hava hótt við at síga upp. — Tað er sjálvandi ein trupulleiki, sum vit mugu taka til viðgerar tá, men vit skulu samstundis hava í hugað, at flogskipararnir hava eina tænastuskyldu, sum ger, at teir ikki uttan trupulleikar kunnu fara úr starvi. Men eg kenni íkki umstødurnar hjá tyrluflog- skiparunum nóg væl til at kunna siga meir. Eru føroyingar so bangn- ir fyri nøkrum, sum teir ikki nýtast vera bangnir fyri? — Nei, tað vil eg ikki siga. Kann gott gerast ein trupulleiki — Hóast tað enn er púra óvist, hvussu nýggja verjuavtalan skal gjøgnumfør- ast, so kann tað gott gerast ein trupulleiki at varðveita tyrlutænastuna við Føroyar, sigur Alex Jensen, tíðindaovasti hjá Søværnets Operative Komm- Eg skilji væl, at fólk eru óttafull, tí tyrlutænastan hjá sjóverjuni er ein góður tryggleiki hjá smærri plássunum, men spurningurin er nær broytingarnar koma í gildi. Men tað kann verða, at vit íkki flyta tyrlutænastuna fyrr enn um eini trý ella fýra ár, og tí er ikki vist, at nakað hendir enn á sinni, sigur Alex Jensen. Nær fáa tit meir at vita um broytingarnar? — Fyrst verða broyting- arnar vidgjørdar í verju- málaráðnum, sum síðani sendir nýggju rættnings- linjurnar til okkara leidslu. Har verdur tad so avgjørt, hvussu leikur fer frameftir, sigur Alex Jen- sen, tidindaovasti i Sø- værnets Operative Kom- mando at enda Stjoramottøka Mikudagin í farnu viku beyð Føroya Sparikassi til móttóku í sambandi við, at báðir nýggju stjórarnir nú eru farnir til verka, og nógv fólk nýttu høvid at støkka inn á gólvið og heilsa uppá SVEINUR TRÓNDARSON I februar mánað kunngjørdi Føroya Sparikassi, at nýggi leiðsla var sett Eyðun á Rógvu Olsen var farin frá sum forstjóri av heilsuávum og í hansara stað var Marner Jacobsen settur. Marner Jacobsen er ikki ókent andlit í Sparikassa- num, hann hevur verið í starvi har í fleiri ár, og hann Tríg tók við starvinum 1. marts í ár. Sum nýggjur stjóri varð Bjarni Olsen settur. Bjarni starvaðist sum stjóri á Hag- stovu Føroya tá hann var settur í starv, og tí gekk ein tíð áðrenn hann kundi fara til verka í nýggja sessinum. Tann 1. maí í ár, sessaðist Bjarni Olsen so í nýggja stólinum við Tinghúsvegin og nú hevur Sparikassin so aftur tveir stjórar. Mikudagin í seinastu viku beyð Sparikassin so til mót- tóku fyri teimum báðum nýggju stjórunum. Nógv fólk var komið saman fyri at heilsa uppá og ynskja teimum góða eyndu í nýggja starvinum, og mill- um teirra sum nýttu høvid til at heilsa uppá teir báðar, vóru bæði samstarvsfelagar og kappingarneytar. Um teir hava givið teimum góð ráð vita vit kortini ikki … gir tungvektarar í fóroyska figgjarheiminum, Jacobsen, Astrup-Hansen og Olsen ... — Bokhald og års- roknskapur SVEINUR TRÓNDARSON Um dagarnar gav Føroya Skúlabókagrunnur út bókina >Bókhald og ársroknskap- ur<, sum Olav Absalonsen hevur skrivað. Bókin er ein lærubók, sum er ætlað handilsskúla- og fiskivinnuskúlanæmingum. Bókin er ein av fýra, sum er ætlað lørugreinini virk- isbúskapur, og innihaldið í hesi bókini er í høvudsheit- um roknskapur í handils- virkjum og framleiðsluvirkj- um, roknskapargreining og 0 Nógv fólk var komið saman at heilsa uppá nýggju stjórarnar - og frúurnar vi Nýggi sparikassastjórin saman við foreldrum sínum .... fíggjarætlan. Umframt at vera ætlað undirvísingini í áðurneyndu lærugrein, er bókin eisini vælegnað til sjálvlestur hjá teimum, sum hava áhuga fyri virkisbúskapi og rokn- skapi. Høvundin er ikki ókendur í fakinum, tí hann hevur fyrr skrivað bókina >Búskapur og roknskapur< saman við Arant Olsen. Bókin, sum er prentað hjá Estra í Gøtu er 118 síður til støddar og fæst fyri 148 krónur Her er tað Jens Petur Arge, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, sum heilsar uppá Morid Jacobsen, meðan Klaus Rasmussen stendur aftanfyri