Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 101 - 2. JUNI 1999 ítróttar S 3 Allir bátarnir, sum vunnu á norðoyarstevnu, komu úr Eysturoy og Streymoy Tað er synd at siga, at geo- grafiska breiddin í kapp- róðrinum i Føroyum er stór. Á norðoyastevnu var enn eina ferð staðfest. at tað fyrst og fremst er Streym- oyggin, sum eigur flestu bátarnar og uppaftur fleiri manningar í FM kappróðr- inum, og tá tað ræður um manningarnar, sum eru raskast at vinna, so stendur so at siga eingin streymoy- ingum kurl. Undantakið er sjálvandi l0-mannafarið í Runavík. Eysturoyingar vundu enn eina ferð burtur úr øllum, sum bjóðaðu seg fram at gera mótstøðu, og harvið kunnu vit siga, at fjarbúgv- arnir enn eina ferð prógv- aðu, at tað ber til at vinna. sjálvt um tað ikki verður vant á Havnarvág, Vest- manna ella í Sundalagnum. Lítil áhugi í útjaðaranum Luttókan á nordoyastevnu visti, at tað eru fleiri øki í landinum. sum meiri ella minni eru uttan umboðan í kappingini í ti ítróttini, sum — higartil í hvussu so er - hevur verið mett sum okk- ara tjóðarítrótt. Síðani farið varð undir skipaða kapping. um FM. hava stórri og smærri pláss gjørt um seg, og tá tey eru dottin burtur ímillum aftur. hava tað verið onnur pláss, sum hava stungið seg fram ímillum. Men nú eru tað fleiri ár síðani, at nakað nýtt pláss ella okkurt, sum so at siga hevur ligið í kappróðr- ardvala í fleiri ár. er komið fram í oddin. I Norðoyggjum tykist kappróðurin at hava lítla undirtøku, tá sæð verður burtur frá gentunum í Klaksvík. sum leygardagin kroystu seg inn á aftasta plássið, 10 gav stig í FM kappingini. Klaksvíkingar mannaðu 8-mannafarið Nevið Reyða á norðoyastevnu. Teir end- aðu aftastir. og tað kundi kanska bent á. at umboðan- in á mannfólkasíðuni hjá norðoyingum í kappróðrin- um verður lítil og ódrúgv í ár. Og tað er nógv ímillum, tá sammett verður við, hvussu tað var fyri einum mansaldri síðani, tá klaks- víkingar vóru óferir í 10- mannafarinum og millum aðrar kappaðust við teir í Hvannasundi, Norðdepli og á Viðareiði, ið mannaðu Norðoyingin, og árnfirðing- ar vóru millum teir allar bestu umborð á teirra 8- mannafari. Gøta var frammarlaga í kappróðri við Gøtu Tróndi, sum vann FM í 1973, og Skuranum, og seinni var Oyndarfjørður í fleiri ár væl við í kappingini millum 8- mannafør (Oyndri vann FM í 1976, 1977, 1982 og í 1983). Nú er i kappróðrar- hópi meiri ella minni øsku- kalt á hesum plåssum (5- mannafarið í Oyndarfirði, sum eitur Bylgjan, var við í genturóðrinum, men dreingirnir, sum eisini høvdu boðað frå luttøku møttu ikki). Sandoyggin hevur ongan- tíð verið nakað serligt uppi- í, og í Suðuroy eru tað gent- urnar og dreingirnir í Vági og menninir á Tvøroyri, sum gera nakað við kapp- róðurin. Hvalbingar eiga áttamannafarið Snopprikk. men hann er mannaður í hóvuðsstaðnum. Undantakið í útjaðaran- um — um vit í kappróðrar- hópi kunnu kalla høvuds- vegin út av landinum so- leiðis — eru Vågarnar, har áhugin fyri at luttaka í FM kappingini framvegis tykist vera stórur. Stórur áhugi í meginøkinum Men hóast tað er trupult hjá kappróðrinum at halda fótafesti í flestu av omanfyri nevndu økjum, so tykist Ludvík Justinussen og hinir á Eysturoyinginum verða ivaleyst aftur í ár ringir at taka hjá hinum 10-mannaførunum eingin vandi at vera fyri, at róðurin fer at detta niður fyri. Á Skálafjórðinum venja nógvar manningar, bæði á eystara og vestara armi (tað er harmuligt at Skálabáturin ikki er við). í Hvalvík, Hósvík og Kolla- firði eru fólk bitin av kapp- róðrinum, Vestmanna er kappróðrarbygd burturav. og so er tað høvudsstadur- in. har tað frá flaggdegnum og til á Olavsøku íður við kappróðrarbátum á Havn- arvåg, og teir leggja nógv # fyri A norðoyastevnu vóru sigrarnir væl býttir millum høvudsstadin og bygdirnar. og tað ber við sær. at áhugin fyri kappingini fer at vera støðugur og í fleiri plåssum Nú verður steðgur í FM kappróðrunum í tríggjar vikur. Næsta stevnan verð ur á Sundalagsstevnuni, sum í ár verður í Hósvík leygardagin 19. juni, og tá fáa vit at síggja. um onkur. sum stóð seg illa á norðoya- stevnu verður betri fyri. Tað ber í hvussu so er til at gera nógv við venjingina í tríggj- ar vikur. Men tá Sundalags- stevnan verður farin aftur- um, verður ikki tíð til nógv annað enn at hvíla. halda venjingina viðlíka og gera bátarnar klárar til kapping. tí tá verður FM kappróður tríggjar leygardagar upp slag: á joansøku á Tvøroyri 26. juni, á varmakeldu- stevnu í Fuglafirði 3. juli. og á vestanstevnu í Sandavági 10. juli. Og so verður aftur steðgur í knappar tríggjar vikur. áðrenn síðsta kapp- ingin verður á Havnarvág Olavsøkuaftan. = jh Tað var rættiligt summar- veður í Klaksvík leygar- dagin