Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 ítróttar SOSI!AVUT Tidin skal skerjast nidur i helvt Róðrarsambandið og klaksvíkingar høvdu fund månakvøldid fyri at finna fram til, hvussu róðrar- nir á nordoyastevnu skulu fáast skjótari frá hondini Kappróðraryvirskriftin á forsíðum í blaðnum leyg- ardagin var, at kappróðurin skal verða meiri áskoðara- vinarligur, enn hann hevur verið. Og í utsøgnini frá for- manninum í Róðrarsam- bandinum, Hannisi Joen- sen, lå, at bíðitíðin hjá teim- um, sum møta upp at siggja kappróður, skal styttast munandi Og sama dag, sum hetta stóð í blaðnum, vóru áskoð- ararnir í Klaksvík í meiri enn fýra tímar til kappróð- ur. Utvarpið noyddist djúpt niður í tónleikagoymslur- nar. tí bíðitíðin var long, og skráin mátti broytast eitt sindur fyri at geva síðstu róðrunum rúmd Nei. hatta var ikki nóg gott. og eg havi hoyrt nógv fyri tað. sum eg var endur- givin fyri at siga. Men vit eru framvegis av hasi iskodanini, og eg eri fegin um, at tað verður arbeitt miðvíst við at fáa trupul- eikarnar av vegnum, sum vóru orsøk til. at tíðin gjørd- st so long. Hetta sigur Hannis Joen- sen, sum saman vid ødrum ábyrgdarfólkum í RSF longu månakvøldid var á fundi við teir, ið hava ábyrgdina av kappróðrin- um í Klaksvík. Málið var at lýsa trupulleikarnar og at finna loysnir, meðan róður- in var frískur í huganum, og sambært yvirlitinum í skip- anini, so eru klaksvikingar væl fyri við ábyrgdarfólk- um, sjålvt um tað ikki gongst so væl i kappingini. Trupulleikarnir Tað vóru trupulleikar av fleiri sløgum, sum tilsaman høvdu við sær. at tíðin gjørdist so long. Onkrar trupulleikar kunnu vit loysa vid nyggjum avtalum, og onkrir hava vid fasta startin at gera, og har eru allir part- ar sinnaðir at royna broyt- ingar. Tað er semja um, at í framtíðini skal tað vera so- leiðis, at tá tað verður neyð- ugt við kvalifikatiónsum- førum, tí manningarnar eru fleiri enn seytjan í tali, so skulu kvalifikationskapp- ingarnar fáast frå hondini, áðrenn klokkan verður trý. — Men skal hetta lata seg gera, so mugu vit fáa eina avtalu við Strandferðsluna, tí tað ber ikki til at leggja fasta startin út, fyrrenn Dúgvan er farin innum. Sami trupulleiki kann gera seg galdandi á Tvøroyri, har Smyril fer inn yvir róðrar- øki0, men har er trupulleik- in ikki so stórur, sum hann er í Klaksvík, tí Smyril kem- ur fyrri suður, enn Dúgvan kemur á Klaksvík fyri síðstu ferð undan kapp- róðrinum. Fasti starturin Hannis Joensen roknar ikki við, at trupulleikin við fasta startinum, ið var orsøkin til seinkingarnar í Klaksvík. fer at leingja um róðrartíð- ina í Hósvík. Í Klaksvík vóru teir noyddir at skifta ímillum túsund og fimtan hundrað metra málið, men í Hósvík fer at bera til at avgreiða róðrarnar í tí røð, sum hevur verið tann van- liga. — Hvussu fasti starturin riggar er bæði tengt at, hvussu umstøðurnar eru og hvussu útgerðin er. Í Klaks- vík er tað langt frá eystara enda á róðrargkinum og inn á land, og tað hevur ikki riggað væl at hava enda á land. Men nú ætla teir at royna við nýggjari útgerð. Utgerðin fer at verða roynd frammanundan norðoya- stevnuni, soleiðis at en haldgóð loysn verður funn- in. At formaðurin í RSF ikki roknar við trupulleikum av hesum slagnum í Hósvík kemst bæði av, at har eru umstødurnar at leggja fasta startin góðar, og av at út- gerðin, sum teir hava brúkt til fasta startin í Hósvík, hevur verið sera góð. Bátar- nir, sum í Hósvík liggja fyri endunum á startmálinum, liggja við gronini móti róðr- arøkinum og ikki tvørir. Teir hava síðuskrúvu, bóg- skrúvu og spæl, og tað ger, at teir eru sera væl fyri at laga fasta startin til umstød- urnar, uttan at tað órógvar manningarnar og startdóm- ararnar. — Vit kunnu ikki krevja, at útgerðin alla staðni er av tí slagnum, sum hon t.d. er í NR. 101 - 2. JUNI 1999 — Vit eru samd um, at samlaða kappróðrartíðin skal stytt- ast niður í mesta lagi í tveir og ein hálvan tíma, og tað ar- beiða vit miðvíst fram ímóti, sigur Hannis Joensen, for- maður í Róðrarsambandinum Hósvík. men tá teir, sum kring landið hava ábyrgd- ina av róðrunum, tosa sam- an og harvið fáa hugskot frá hvørjum øðrum, so gevur tað hugskot, sum aftur bera møguleikar við sær fyri at betra um umstødurnar, og tað er hetta, sum vit í RSF royna at vera formidlarar av, sigur Hannis Joensen. Formaðurin í RSF vísir annars á, at tá tað verður havt í huga, at tað á norð- oyastevnu vóru fýra eyka Mynd: Jonhard Hammer startir, og at tað tók meiri enn ein tíma at fáa kvalifi- katiónsróðrarnar hjá gent- unum avgreiddar, so gekk tað ikki so heilt illa við hin- um róðrunum. — Men vit eru samd um, at samlaða kappróðrartíðin skal styttast niður í mesta lagið í tveir og ein hálvan tíma. og tað arbeiða vit mið- víst fram ímóti, eru boðini frá formanninum í Róðrar- sambandinum. jbh 6-mannafør menn: Hvessingur kom fastur, men hóvuðsdómarin metti, at tað var neyðugt vi umróðri, sum Hvessingur vann Í fjør gekk eitt sindur upp 1jå teimum, men teir vunnu á Olavsøku. Í ár teir fyrireikað seg væl, pg málið er at endurvinna FM heitið. sum teir síðani 1993 hava átt tey flestu árini (undantøkini hava verið í 1996. tá Gongurólvur vann, og í fjør, tå Snopprikkur vann) Tað er manningin um- borð á Hvessingi, sum vit tosa um. Teir vunnu norð- ovastevnuróðurin. men kappingin frá Sølmundi var ógvuliga hørd, og tá tað eydnast at vinna í harðari kapping, kennist tað upp- aftur sigurssælari Men hetta var bara ein partur — og kanska tann minni parturin — av orsøkini til, at teir umborð á Hvess- ingi tóktust so ógvuliga fegnir um sigurin á norð- Oyastevnu. Hin orsøkin var, at teir eina løtu høvdu kent tað, sum um at allar fyrireiking- arnar til hetta kappingarár- ið lógu í skelja sori. Hvessingur varð fremstur beinanvegin, men Gongu- rólvur, Sølmundur, Koll- firðingur, Hósvíæingur og onkur annar royndu at hanga uppii einar tvey hun- drað metrar. So settu teir á Hvessingi turboina til, og tá bátarnir nærkaðust túsund metra málinum var munur- in longu so stórur, at tað skuldi okkurt heilt serligt til, um Hvessingur ikki skuldi vinna. Ikki sjålvgjørt Og tað hendi nakað heilt serligt. Hvessingur gjørdist fastur i endan frå einari av målboyunum á túsund metra málinum, høvuds- dómarin lat ikki við seg koma, og meðan væl trimm- aðu hvessingarnir lógu og fonglaðust við at koma leysir av endanum, og mundu hava somu kensl- una, sum maðurin man hava aftanfyri rattið á ein- um formel 1 bili, ið skiftir dekk, fóru allir hinir bátar- nir framvið. Teir á Hvessingi settust aftur við árarnar, og teir megnaðu at leggja tveir bát- ar afturum seg, men tá teir komu á mál var tað týðu- ligt, hvussu vónbrotnir teir vóru. Í kappróðri er tað soleið- is, at um ein manning sjálv er orsøk til, at róðurin hjá teimum miseydnast, so ber tað ikki til hjá hevuðsdóm- aranum at gera meiri við málið. Men um tað eru um- støður, sum manningin onga ávirkan hevur á, og sum fyrireikararnir eru upphav til, so er stødan ein onnur, og so er tað upp til hóvuðsdómaran at meta um, hvusu málið skal av- greiðast. Hvessingur fekk boyuna á túsund metra málinum um bakborð. Har hevði boyan — um tað ber til at siga tað soleiðis — einki at gera, og tí kundi tað sæð út sum um, at oddabáturin ikki hevði hildið seg til sína róðrargeil, og tí var tað, at høvudsd6marin í fyrstu at- løgu og í tí evarska lítlu tíð- ini, sum hann hevur at hugsa seg um í, lat standa til. Men tá teir á høvuds- dómarabátinum eftir róð- urin peilaðu boyuna, vísti tað seg, at hon var drivin frá staðnum, har hon uppruna- liga hevði ligið, og inn á róðrargkið. Endin frá kveylinum lá í einum boga í vatnskorpuni, og tað var út frá hesum veruleikanum, at teir báðir hóvuðsdómarar- Hvessingur var fremstur, men mátti gevast, tí hann kom fastur í endan á einum av mál- boyunum á túsund metra málinum (myndin). Men teir fingu umróður, sum teir vunnu, og sostatt er Hvessingur fremst í FM kappingini við sjey stigum nir, Gunnbjørn Joensen og Sigurd Andreasen, tóku ta avgerð, at seksmannaførini við monnum skuldu rógva umaftur. Sterri kapping Teir umborð á Hvessingi fegnaðust sjálvandi um boðini, allar manningarnar royndu eftir besta fórimuni at fyrireika seg til eina nýggja kapping, og tá ið 10- mannaførini høvdu r60, og klokkan var farin av sjey leygarkvøldid, og áskoðar- arnir, sum i góðveðrinum høvdu hugnad sær å havn- argkjunum bæði eystanfyri og vestanfyri, vóru farnir at fækkast, komu seksmanna- førini á mál. Fyrru ferðina var Hósvík- ingur fyrstur, Sólmundur næstur, so komu Strálan, Kollfirðingur, Gongurólv- ur, Lómur, Hvessingur, Snopprikkur og Jarnbard- ur. Seinnu ferðina, tá ongar forðingar vóru, og teir um- borð á Hvessingi komu undan kensluni av, at kapp- ingarárið var farið í vaskið, var sera tætt aftur til Søl- mund og Hósvíking, og tað ber boð um, at henda kapp- ingin verður sera spenn- andi, tá hósvíkingar 19. juni fara at royna seg í heima- sjógvi. Í fjór var Snopprikkur hjá hvalbingum, sum er mann- aður og venur í Havnini, FM vinnari. Teir luttaka í kappingini í ár, men úrslitið á norðoyastevnu bendir á, at teir eru ikki so væl fyri nú, sum teir vóru fyri einum ári síðani. jh