mikudagur 2. juni 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hvort summar leita hundrað-
tals ungir foroyingar sær av
landinum fyri at fara undir
hægri lesnað. Hví fara so
nógvir, tá ið óteljandi útbúgv-
ingarmøguleikar eru her á
landi?
Terji Nielsen
Hetta er tíðin, tá ið ungfólk í
spenningi bíða eftir at fáa at
vita, um tey eru upptikin til
hægri lestur úti í heimi og har-
við fluta av landinum.
Vit kenna tað oll. Hvort summ-
ar fer onkur, sum man er góður
við, av landinum i lestrarørind-
um, og saknurin er stórur. Tað
verður sagt, at tey fara av land-
inum at lesa, tí at næstan eing-
ir útbúgvingarmeguleikar eru
her á landi, men er tað nú
einaferð satt?
Hetta er tíðin, tá ið ungfólk í
spenningi bíða eftir at fáa at
vita, um tey eru upptikin til
hægri lestur úti í heimi og
harvið flyta av landinum.
Umleið 100
møguleikar i Føroyum
I forvitnisliga béklinginum, Ut-
bugv teg i Føroyum, sum Litla
Forlagid gav ut fyrr i år, stend-
ur alt, sum er vert at vita um
utbugvingarmøguleikarnar her
heima á klettunum. Ikki færri
enn umleið 100 útbúgvingar-
meguleikar, harundir eisini mið-
námsútbúgvingarnar, eru um-
røddir í snotiliga bóklinginum,
og nógvar góðar og forkunnug-
ar upplýsingar standa í honum.
Tað er tó heldur einki loyndar-
mál, at nógvar av teimum út-
búgvingum, sum eru umreddar
í bóklinginum, umfata lærutíð,
har ein partur av tíðini verður
brúktur til skúlagongd í Dan-
mark.
At summar av teimum útbúgv-
ingunum, sum standa í bók-
linginum, eru rættuliga sjáld-
samar, er eingin sum helst ivi
um. Hver hevur til domis áður
hoyrt um eitt nú møguleikan
fyri at læra til traktormekanik-
ara, meiarist ella skrivstovu-
tólamekanikarar? Greitt er, at
innan summi av hesum økjum
eru ikki so nógv læruplåss, tí at
torvurin á slíkari arbeiðsmegi
er ógvuliga avmarkaður.
YNGD
- titt
umboð har
tað hendir!
Yngd nr. 21
2. juni 1999
2. árg.
Ikki bara útbúgvingar-
meguleikarnir lokka
Tað er greitt, at hjá einum stór-
um parti av teimum mongu
ungu, sum hvert ár leita sær av
landinum í lestrarørindum, ikki
einans er stóra útboðið av
útbúgvingarmeguleikum, sum
lokkar. Fyri nógv ung er tað
eisini ein avbjóðing at sleppa at
búgva í einum ødrum landi við
eini aðrari mentan. Eingin ivi er
um, at tað er mennandi fyri oll
fólk at royna at búgva í einum
eðrum samfelag í longri ella
styttri tíðarskeið, og serliga eru
tað ung, sum hava áhuga fyri
hesum. Teir mongu spennandi
YNGD Í DAG:
- KAGGIN LIVE!
- Uttan úr heimi
frítíðarmeguleikarnir, sum til
domis ein stórbýur sum Keyp-
mannahavn hevur at bjóða ein-
um ungum føroyingi, eru sjålv-
sagt eisini við til at lokka nógv
ung av landinum
Hjá teimum, sum eru eitt sind-
ur eldri, er tað ofta torforar at
flyta, tí tey til dømis hava sett
fotur undir egið borð og fingið
sær familju. Ein ungur nýklakt-
ur studentur er neyvan í hesi
stoðu, og hann hevur helst
ongar skyldur, sum halda hon-
um aftur.
Sjálvsagt eru tað eisini tey,
sum helst vildu blivið her
heima, men sum ikki hava
møguleika fyri at lesa til tað
sum tey vilja og hava áhuga
fyri, her í Føroyum, og hesi
noyðast tí av landinum.
Fleiri og fleiri leita út
um Danmark
Millum ungar foroyingar tykjast
áhugin fyri at lesa uttan fyri
Danmark at vera stoðugt vaks-
andi. Mangan hava vit hoyrt
um ung úr Føroyum, sum hava
leitað sær til eitt nú Skotlands
ella Onglands at lesa. Hetta
hevur í nógvum forum verið
í sambandi við onkra utbugv-
ing, sum er knått at oljuvinnuni,
ið oll jú vóna og vænta fer at
- Listarnir
gera innrás her á landi í næst-
um. Hjá hesum er eisini møgu-
leiki fyri at fáa lestrarstudul úr
Føroyum, tí fyri nokrum árum
síðani byrjaði skipanin, sum
verður kallað fyri ÚSUN, ið
stendur fyri Utbúgvingarstuðul
Uttan fyri Norðurlond
Nógv av teimum, sum lesa
uttan fyri Norðurlond, fáa sær
útbúgvingar, ið ikki vit annars
ikki kenna frá eitt nu Danmark
og tískil kann tað bæði vera
trupult og lætt hjá teimum at
fáa starv í heimlandinum
Trupult, tí at arbeiðsgevarnir
møguliga ikki kenna nakað til
útbúgvingina, og lætt tí teir
halda útbúgvingina vera oðrvísi
og spennandi í mun til tað van-
liga.
Tey flestu koma heim
aftur
Tað eru uttan iva nógv, sum
hava hug til at ilskast á oll tey
ungu, sum leita sær av landi-
num, men vert er at hava í
huga, at tey flestu av útisetu-
num koma aftur til Foroya at
búgva. Tá ið tey so koma heim
aftur, hava tey ein forning
við sær, sum uttan iva kann
geva oll okkum, ið her heima
sita, eina rúgvu av góðum
íblástri, sum kann vera okkara
lítla samfelag at frama!