mikudagur 2. juni 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1600000000 0600 00 050
Væleydnað
tiltak í
Kagganum
Hóskveldið í farnu viku
skipaðu Club Kaggin og
Atlantic Radio í felag fyri
einum væleydnaðum
tiltaki í Kagganum, sum
bleiv sent beinleiðis í
Atlantic Radio
Terji Nielsen
Fyri nøkrum árum síðani vóru tað
mong, sum hildu, at héskvøldini vóru
bestu byarkvøldini í hóvuðsstaðnum.
Síðani kom ein tíð, har hesi kveld vóru
púra deyð, men seinnu árini hava hós-
kvøldini endurvunnið sítt góða um-
dømi, og nógv fólk eru í býnum hvort
hoskvøld. Í rúma tíð hevur tað nærum
einans verið Club 20. sum hevur havt
Yngd nr. 21 - 2. juni 1999
dans hoskvøld, men hesa seinnu tíðina
hevur Kaggin eisini havt alment opið
við dansi hesi kvøldini. Seinasta hós-
kveld var so skipað fyri einum forvitn-
isligum hugnakvøldi í Kagganum, har
eisini nyggja radioråsin, Atlantic Radio,
tók lut og sendi beinleiðis av Dalavegn-
um.
Fýra tónleikabólkar
Tað heyði eydnast fyrireikarunum at
savna fýra tónleikabólkar, sum skuldu
skipa fyri tónleikarliga undirhaldinum
hetta kveldið. Teir fýra bólkarnir vóru
teir triggir Prix Føroyar finalistarnir,
Flux, Diatribes og Tangz, umframt
bólkin JoJo.
Tað var bólkurin JoJo, sum legði fyri.
Bólkurin var mannaður við teimum
báðum Jóan Magnus Johannesen og
Johan Ziskason. Teir báðir høvdu ikki
havt nakað serligt av tíð til at fyrireika
seg í, men teir komu stak væl frá sínum
framførslum. Johan Ziskason, súm tey
flestu óivað kenna frå Mark NoLimits.
ger ikki so nógv við tónleikin longur.
meðan Joan Magnus, sum er førsangari
í Moonshots og av mongum verður
mettur at hava bestu røddina í landi-
num, er rættuliga virkin.
Aftaná at Jøjø hevði spælt nøkur løg.
var tað so Flux í stóð fyri tørni. Flux
hevur av ålvara vunnid frama millum
ungdómin, og tað merktist eisini á