mikudagur 2. juni 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
åhoyrarafjøldini, at hetta var ein
bólkur, ið teimum dámdu væl. Lagið
hjá teimum á Prix Føroyar fløguni,
Mr. Headless, er sera væl dámt, og
tey vóru nógv, ið sungu við, tá ið
Flux framførdi hetta lagið. Tá ið
Fluxmanningin við teimum litføgru
hárunum var liðug við sína fram
førslu, fekk Johan í Kollafirði sær
eitt lítið prát við teir, men tá ið hann
royndi at spyrja trummusláaran um
gullringin, ið hann fyri kortum hevði
fingið á fingurin, segði hesin, at tað
var so "flovisligt", at hann vildi ikki
tosa um tað.
Næsti bólkurin á lítla pallinum í
krókinum í kjallaranum hjá Kagga-
num var Diatribes. Tá ið teir royndu
seg í Prix Føroyar finaluni, var for-
sangarin Liggjas Olsen júst komin
við í bólkin og vantaði kanska eitt
sindur av venjing tå, men hetta tókt-
ist at vera batnað munandi. Diatribes
er uttan iva ein bólkur á veg fram í
føroyska tónleikaheiminum, og tað
verður spennandi at fylgja gongdini
hjá teimum.
Tann fjórði og seinasti bólkurin,
sum spældi í Kagganum hoskvøldid,
er uttan iva best umtókti bólkurin í
landinum í løtuni. Tangz hevur av
álvara sligið navn sítt fast millum
ungdómin, og tá ið teir løgdu fyri
við kenda filmslagnum "Ghostbust-
ers" var tað ikki sørt, at man sá
hvussu áhoyrararnir sungu við og
fluttu eitt sindur runt við beinunum.
Celebrity Pool-kapping
Samstundis sum tónleikabólkarnir
framførdu síni kynstur í kjallaranum,
var eisini skipað fyri ymiskum
øðrum tiltøkum aðrastaðnis í húsi-
num. Á loftinum var skipað fyri eini
sokallaðari pool-kapping við "celeb-
rities". Fýra politikkarar og fýra fót-
bóltsspælarar skuldu royna seg, og
tey blivu býtt í lið við einum polit-
ikkara og einum fótbóltsspælara á
hvørjum liði. LiOini vóru mannaði
soleiðis: Býráðslimurin Ingi Mohr
og Sólvá Joensen úr B36, býráðslim-
urin Heðin Mortensen og Eydvør úr
Dímun úr HB, landsstýrismaðurin
Helena Dam á Neystabg og Hallur
Danielsen úr HB, og so løgtingslim-
urin Anita á Fridriksmørk og Bjarni
Prior úr B36.
Fleiri av luttakarunum høvdu ikki
roynt seg í pool áður, men tað var
skjótt, so var tað, sum høvdu tey
aldrin gjørt nakað annað. Endin á
stuttligu kappingini var, at finalan
Yngd nr. 21 - 2. juni 1999
kom at standa ímillum liðið hjá
Heðin og Eydvør ímóti liðnum hjá
Helenu og Halli. Finaluna vunnu
Heðin og Eydvør, og fyri tað fingu
tey hvor sína fløsku av brúsandi
logi.
Pizzaát og øldrekking
Í midhæddini var eisini skipað fyri
onkrum kappingum. Millum annað
var skipað fyri ein kapping, har eitt
konufólk og eitt mannfólk í felag
skuldu gera enda á einari 16 tumma
stórari pizza frá Pizza 67 og tveim-
um stórum gløsum av øl. Fýra por
kappaðust, og tað var stuttligt at
síggja, hvussu øll hesi fólkini
skræddu í seg, so at tomat og ostur
stóð teimum heilt upp til oyruni.
Eisini var ein kapping um at drekka
tvær øl so skjótt sum møguligt við
0000000000 00 0 0 017
hjálp av súgvirgri. Hetta sá út til at
vera alt annað enn lætt, men tann
eini av teimum trimum luttakarunum
gjørdi tó sera skjótt av, og tá so um
boðsfólkið frá Atlantic Radio spurdu
hann, hvussu hann hevði borið seg
at, svaraði hann við at ropa í
mikrofonina.
Eydnaðist væl sum heild
Eingin ivi var um, at tiltakið í Kagg-
anum hóskveldið eydnaðist stak
væl. Hølini vóru stúgvandi full. og
longu heilt tíðliga á kvoldi var tað
so at siga Ogjørligt at finna sær ein
sess í Kagganum. Hóast tey flesti
hildu til í kjallaranum. har livandi
tónleikurin var, so gjørðu tær ymsu
kappingarnar sítt til, at fólkið eisin
spjaddist eitt sindur runt í húsinun
Hátalararnir í húsinum vóru knýttir
til Atlantic Radio, so at tað sum var
í luftini eisini hoyrdist í Kagganum
Um onkur samrøda fór fram uppi á
loftinum, so hoyrdu fólkini í kjall
aranum tað eisini. Hinvegin hoyrdu
fólkini á loftinum so tann livandi
tónleikin úr kjallaranum í einum
hátalara. Tað var tó eitt sindur ov
nógv av tí góða at hoyra allar hesar
vælsignaðu jinglurnar hjá Atlantic
Radio, sum blivu troyttandi at lurta
eftir. Eisini var tað til tíðir trupult at
hoyra tey fólkini, sum samrødur
vórðu førdar við í radionum
Tað frættist hóskveldið, at vi'
kunnu rokna við fleiri líknandi til-
tókum, og tað er gleðiligt, tí tiltakið
var stak væl eydnað, og hatta er
nakað, sum ungdómurin heilt víst
tekur undir við.