mikudagur 2. juni 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DD
TI
NR. 101 - 2. JUNI 1999
ítróttar
21
Fríggjadagin fóru tveir
kappróðrarbátar úr
Vestmanna av landinum,
og teir koma ivaleyst
ongantíð aftur til Før-
oya. Bátarnir vóru fimm-
mannaførini Havfrúgvin
og Fortuna. Tann fyrri
báturin er eina fjórðings
øld gamal, og tann
seinni, sum av fyrstan tíð
eisini æt Havfrúgvin, er
eini tiggju ár eldri.
Sviar á Gøteborg leið-
ini, sum eru áhugaðir í
bátum og kappróðri,
vóru fyri tveimum vikum
síðani í Vestmanna og
hugdu at kappróðrarbát-
unum, sum teir í VIF
høvdu sett í neystið, tí
teir hava fingið eina
nýggja Havfrúgv. Sviar-
nir, sum nú eiga sjey før-
oyskar kappróðrarbátar,
vóru áhugaðir í at keypa,
vestmenningar vildu
selja, og so varð handlað.
Men áðrenn bátarnir
fóru úr Vestmanna,
høvdu teir verið við til at
lagt lunnar undir tað,
sum eftir úrslitinum á
nordoyastevnu at dóma,
verður eitt kappróðrarár
hjá teimum ungu í
Vestmanna, ið fer at
eydnast betri, enn tað
hevur eydnast tey nógvu
undanfarnu árini.
Nýggi báturin, sum
Kaj Hammer í Havnini
hevur smíðað, var ikki
klárur = fyrrenn fyri
tveimum vikum síðani,
og frá flaggdegnum av
og til nýggi báturin var
klárur, hava manningar-
nar vant umborð á
gomlu Havfrúnni.
Bygdin og
vinnulívið stuðlar
Bárður Nielsen, sum var
við, tá dreingirnir um-
borð á Havfrúnni vunnu
á nordoyastevnu i 1989
og sum hevur verið við
til at vinna FM í kapp-
ingini millum 10-manna-
fór í 1995 og í 1997, er
formaður í kappróðrar-
deildini hjá VIF, og hann
letur væl at áhuganum
har norðuri:
— Vestmenningar sum
heild fylgja væl vid i
kappróðri, og tað stend-
ur ikki á at manna bátar-
nar. Kappróðurin hoyrir
við til summarið hjá so
mongum í Vestmanna.
Kanska tí tey rógva
sjálvi, tí tey standa onkr-
Skipini
givið
teimum
Ungu batin
Kappróður í Vestmanna: Manningarnar á
Havfrånni fingu stórfingna móttøku í
ítróttarhollini, tá kappróðrarfólkini komu
aftur úr Klaksvík
um nær, sum rør ella tí
tey bara fylgja við í venj-
ingini og kappingunum.
Formaðurin í róðrar-
deildini hjá VIF sigur, at
tað hevur kostað felagn-
um hjá teimum millum
lítið og einki, at fáa eitt
nýtt 5-mannafar til vega.
— Teir, sum eiga og
reka skipini eru eisini
áhugaðir í kappróðrin-
um, og teir hava rindað
rokningina fyri nýggju
Havfrúnna, og Uni
Zachariassen, málara-
meistari, hevur ikki tikið
nakað fyri at pussa bátin
upp. Hetta eru vit alt
sjálvandi fegin um, og
tað må sigast at vera ein
góður máti at vísa takk-
semi fyri bátin uppá, sum
bæði = genturnar og
dreingirnir gjørdu á
norðoyastevnu, heldur
Bárður Nielsen.
Stórfingna mótteku
Tað er so manga staðni
kring landið, at tað verð-
ur gjørt eitt sindur burt-
urúr, tá kappróðrar-
manningar koma aftur
við sigri. Vestmanna er
einki undantak í so máta,
men leygarkvøldid var
rómurin kanska eitt
sindur stórri, enn hann
plagar at vera.
Viðarlundin hevði
veitslu í skålahøllini, og
tá manningarnar hgvdu
koyrt runt í bygdini, varð
farið í høllina. Manning-
arnar trinu pallin, og
samkoman reistist við
borðini og klappaði bæði
væl og leingi fyri avrik-
unum, sum fyrr um dagin
vóru framd í Klaksvík.
Longu sunnudagin var
Havfrúgvin aftur at
síggja á Vestmanna, og
so fæst at síggja, hvussu
tað fer at hilnast, tá
kappróður verður í Hós-
vík leygardagin 19. juni.
Tíggjumannafarið hjá
vestmenningum ætlar at
gera meiri um seg, enn
teir gjørdu á norðoya-
stevnu, og áttamannafar-
ið Gullbrandur við
manning úr Vestmanna
fer at taka lut í Hósvík.
Kappróðurin setur av
sonnum dám á summar-
ið í Vestmanna! jh
Ørvur í »ensom majestæt« á Klaksvík leygardagin. 8-mannafarid var einasti båturin hjá Havnar Róðrarfelag, sum
sigraði á nordoyastevnu í ár
Orvur bjargaði æruni
hjá Havnar Róðrarfelag
8-mannafør: Tað eru tólv ár síðani. at báturin hjá Havnar
Róðrarfelag síðst vann FM
Tað er komið fyri meiri enn
eina ferð, at bátarnir hjá
Havnar Róðrarfelag hava
vunnið allar róðrarnar á
nordoyastevnu. Men so-
leiðis var tað als ikki í ár.
Ørvur var einasti báturin
hjá HR. sum kom suður aft-
ur við gulli og skreyti.
Eingin ivi var um sigurin
hjá havnarmonnunum, sum
vóru sera sannførandi. Ørv-
ur reyk avstað sum ein píl-
ur, tað var skjótt. at teir
fingu stevnið framum hinar
bátarnar, og tá teir komu á
túsund metra málið var
munurin ein bátslongd. Á
málinum var Ørvur, sum
neyði góða orku til sannfør-
andi endaspurt, næstan tvær
Þátslongdir undan hinum
játunum.
I fjør var Argjabåturin
meistari. Eins og teir um-
»ord á Ørvi, hava teir á
Argjabátinum gjørt nógv
við venjingina, men hesa
erð vóru teir á Argjum ov
stuttir.
Vit skilja á lagnum, at
teir, sum manna Ørvin eru
royndir róðrarmenn. Teir
hava ikki verið sum mann-
ing umborð á áttamanna-
farinum fyrrenn í ár, men
teir hava róð nógv. Onkrir,
sum vóru við Havnarbátin-
um í fjør. eru nú umborð á
Ørvi, og har eru eisini onkr-
ir, sum vóru við Gongu-
rolvi, tá hann vann FM .i
1996.
Áttamannafarið hjá
Havnar Róðrarfelag hevur
vunnið fimm FM heitir.
síðani tað í 1973 var farið
undir kappingina soleiðis.
sum hon nú er fyriskipað.
men nú er langt síðani, at
teir síðst vóru best í landin-
um. Síðsta FM heitið hjá
Qrvi vunnu teir í 1987. Tað
árið var hetta einasta FM
heitið hjá Havnar Róðrar-
felag. men nú fáa vit at
síggja, hvussu tað fer at
roynast hjá Ørvi og HR í ár
Vert er annars at leggja til
merkis, at miðvingar høvdu
tveir bátar við í kappingini
millum áttamannafor
Miðvingin og Friggjaran
Og so kunnu vit leggja aft-
urat, at miðvingar ætla sær
at luttaka við einum átta-
mannafari afturat í ár. Teir
hava eisini meldað Skúgvin
til FM kappingina
jh
Hýrurin var góður á bryggjukantinum í Klaksvík, hóast tað bleiv rættiliga drúgt at bíða. Móti endanum fækkaðist
kortini millum áskoðararnar