hósdagur 3. juni 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 102 — 3. J
”- + ”
UNI 1999
At fara út fyri at finna heim
Við hvort er neyðugt at fara út í heim
fyri at finna heim. So er vid Barbu og
Rannvá i filminum Bye Bye Blue Bird
hjá Katrini Ottarsdóttir. Hann er um
at finna seg sjålvan og at finna
saman, um at tora at taka åbyrgd av
egnum gerðum og at vaksa so mikið,
at ein steðgar á
TURIÐ KJØLBRO
Filmirnir hjá Katrini Ottars-
dóttir. filmsleik-
stjóra. foroyingar eiga, taka
allir viðkvom evni fram
Viðkvom evni soleiðis sum
førovingar og oyggjafólk
innars síggja tey. So er eis
i vid hesum triðja spæli
inum hjá Katrini. Bye
emasta
Bve Blue Bird. ið hevði
heimstrumframtorslu leyg
wkveldið í Norðurlanda
húsinum. Filmurin fer undir
vvirflatuna, pilkar við. setir
spuri við tað, sum
altíð hevur verið viðtikið og
góðuikið. og rørir í potti
num. Søgan er hvorki stað-
ella tíðarbundin, og er søgd
áður í ymiskum frábrigdum.
Hoóvuðspersónarnir
Rannvá (Hildigunn Eyð-
finsdóttir) og Barba (Sigri
Mitra Gaini) eru á ferð land-
afrødiliga og mentalt -
nøvnini á persónunum eru
ikki tilvildarlig. Endamálið
við einum road-movie er, at
tú byrjar eina staðni og end-
ar eina aðra staðni, broyttur
og mentur. Heima- úti -
heima. Jú longur norður í
landslagnum tær koma. jú
hægri fjøllini verða, meir
dramatiskt og spennandi
verður.
Genturnar vistu ikki, hvat
tær leitaðu eftir, men tær
funnu tað. Hóast tær ikki
hava lagt nakra ferðaætlan,
vita tær, hví tær eru komnar
heimaftur og hvørji ørindini
eru. I vidførinum hava tær
loyndarmál og samstundis
eitt ynski um at rudda upp í
viðurskiftunum við foreldur
og familju. Tær eru komnar
heim úr stóru verð, har tær
hava roynt ymiskar avbjóð-
ingar. Erpnar eru tær. tosa
franskt og enskt sínámillum
fyri at gera seg upp. ganga í
litføgrum, sprøklutum
klædum, og eru annars hå-
stórar og niðurlátandi mót-
vegis fólkunum, tey koma í
samband við
Tær eru vinkonur, men
eru ikki erligar hvor við
aðra. So við og við. longri
tær koma eftir landaveg-
num, kemur teirra
fram.
Rúni (Jóhan Dalsgaard)
verður vegvísarin hjá gentu-
num. Sjálvur hevur hann
trupulleikar at stríðast við.
Eisini hann hevur brostnar
dreymar og loyndarmál.
Hann er partur av kulissu-
num í filminum, og Rannvá
og Barba brúka hann og
hann tær, soleiðis at hann
fær orku og dirvi til sítt, sína
útloysing fyri sínum frustr-
asjónum. Eina ferð koma
tær honum ov nær, og hann
ripar tær úr bilinum, men
angrar tað og vendir við aft-
ur. Hann hevur í byrjanini
ilt við at finna fótafestið,
men tá ið filmurin endar
hugsar tú, at hann skal nokk
finna út av tí
sega
Høvudsleiklutirnar í filminum hava tær báðar, Hildigunn
Filmurin er ikki ein sjálv-
smynd av leikstjóranum,
men viðurskifti, persónliga
søga og lagna leikstjórans
hava týðandi leiklut í filmi-
num og eru at finna í fleiri
løgum í filminum. Filmurin
er um at tora at taka ábyrgd
av egnum gerðum og at
vaksa so mikið, at ein steðg-
ar á og ger sær hetta greitt.
Tað eru nógvir snøklar á
livsins vegi, og skal alt ikki
fløkjast upp í røkur, verður
tú noydd at greiða tíni við-
urskifti.
Bye Bye Blue Bird er
samstundis ein filmur um
dupultmoral, brostnar
dreymar og eydnuleysar
lagnur. Um at finna seg
sjálvan og at finna saman.
Arbeiðsheitið á filminum
var Smá ger er kun for fugle
der kan flyve væk. Hetta er
eisini utgangsstødid í film-
inum, men genturnar koma
til endans hvør í sínum lagi
til eina nýggja sjálvstilvitan.
Tær mennast og seta spurn-
artekin við tað, tær trúu
uppá, tá ið ferðin byrjaði.
Vakra og bergtakandi
náttúran, óbroytta bygdaliv-
ið og bygdafólkini, verða
sett upp ímóti sjålvsøknu og
erpnu atferðini hjá gentu-
num og búnarnar og smink-
una, tær klæða seg í. Nátt-
úran og fólkini eru kørg,
køld og fánað, meðan gent-
urnar eru sprelskar, heitar
og litríkar. Serliga hesir
mótsetningarnir eru væl
eydnaðir. A hesum øki er
Edward Fuglø, ið hevur
havt ábyrgdina av búnum
og ødrum effektum, ein
sannur meistari. Einki er av
tilvild, ein ætlan liggur aftan
fyri alt.
Leikstjórin er varin við at
missjónera, men kortini ger
hon upp við ta einføldu og
fábroyttu myndina nógv
hava av Føroyum, ikki
minst vit, ið búgva her.
Leikaraavrikini eru sum
heild góð og sterk. Jóhan
Dalsgaard vísir í leikluti-
num sum Rúni, at hann dug-
ir annað og meiri enn at tað
vit kenna hann fyri. Og gott
tað sama. Genturnar eru
sannførandi, sprelskar og
natúrligar, alt í einum, ser-
liga Sigri Mitra Gaini. Hild-
igunn Eyðfinsdóttir er hin-
vegin meiri afturlatin.
Filmurin er avgjørt verd-
ur at siggja, ikki bara ti, at
hann er føroyskur og tíkin
Eyðfinsdóttir og Sigri Mitra Gaini
upp í Føroyum. Søgan er
undirhaldandi, hon hongur
saman meir og minni og er
konsekvent. Uttan at hava
stórvegis skil fyri myndum,
vil eg siga, at tær eru væl
tiknar upp, serliga nær-
myndirnar.
Filmurin gevur okkum
eitthvørt at hugsa um, men
er kortini ikki ein vit fara at
minnast leingi. Ikki so sjáld-
an var ringt at hoyra, hvat
genturnar søgdu, ti ljóð-
góðskan var so vánaligt.
Tað gjørdi, at tað var trupult
at fanga allar leysu endar-
nar, sum sidusøgurnar
løgdu út. Tað var sera spell,
tí uttan iva er eitthvørt tydn-
ingarmikið gloppið. Eitt-
hvert, ið hevur tydning fyri
heildina.
Triggjar barnabøkur út
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur grvið út tríggj-
ar bøkur til børn. Småbarn-
abókina Bítskir litir eftir
Kate Lee, Caroline Repc-
huk og Derek Matthews
Alexandur Kristiansen
g lagaði til føroyskt
Myndabókina Gomul børn-
tyddi «
Percy eftir Ulf Stark. Hus
Eide tyddi úr svenskum
Bitskir litir
Bitskir litir er, eins og Bitsk
tøl, ið kom út i april og var
uppseld beinanvegin, óvan-
lig, stuttlig bók. Saman við
alskyns dýrum, sum springa
upp. tå ið blaðað verður.
kunnu børnini læra seg litir-
nar. Tey sleppa m.a. at
síggja reyðgula krabban og
lúnska bláa hávin. Teksturin
í bókunum ber upp á rím,
t.d. er tann um krabban so-
leiðis
Krabbin er kringur
og klípir við klónum
og heldur seg altíð
í námind av sjónum.
Klíp. Klíp. klíp
So sært tú ein krabba,
ein reyðgulan knassa,
er úr skónum,
sc 1
at Vassa.
Tað er stuttligt at læra seg
litirnar, men ansa eftir fingr-
unum. Bítskir litir er 28 síð-
ur, innbundin og í litum.
Bókin kostar 99 krónur
Hestprent stóð fyri prent-
gerðini
Gomul børn - nýggj børn
Hetta er ein myndabók. ætl-
að teimum 4-7 ára gomlu.
men sjálvandi kunnu bæði
yngri og eldri born fáa gleði
av bókini. Myndirnar eru
partvís sum í teknisøgum,
har stuttligar viðmerkingar
verða gjørdar í talublødrum.
Bókin er um Jógvan. ið
man vera eini 4-5 ár. Vin-
konan hjá mammu hevur
fingið eitt lítið barn, og
Jógvan skilir ikki, hvat hon
hevur gjørt við Lauru -
barnið, sum hon átti áðrenn.
Hevur hon gjørt sum pápin,
tá ið hann keypti sær nýggja
súkklu og seldi ta gomlu?
Jógvan er ørkymladur og
bangin um hetta, men so
fara mamma hansara og
hann at vitja Lauru og tey,
og nú fær hann skil á øllum.
Gomul bern - nýggj børn
er 32 síður, innbunin og í
litum. Bókin kostar 95
krónur. Hestprent stóð fyri
prentgerðini.
Gandaskógvarnir
Gandaskógvarnir hjá vini
mínum Percy er ófora stutt-
lig barnabók. ætlað teimum
8-12 ára gomlu.
Tað er ikki lætt at vera
hevuðspersónurin, Uffi.
Stóribeiggin fer illa við
honum, og í skúlanum er
hann als eingin hetja. Tá er
Gomul børn,
Mag) børn
Margaret Histed
Percy annar drongur, men
hann eigur eisini einar ser-
liga skógvar:
„Lissurnar vóru skoyttar.
Sólarnir vóru næstan loysn-
aðir av. Løriftid omanå var
grågrønt. Mest av øllum
líktust teir sovorðnum grøn-
um, hýggjutum ostum - og
teir luktaðu eisini soleiðis.
Hetta eru ikki einir heilt
vanligir skógvar, segði
Percy."
Nei, løriftskógvarnir hjá
Percy eru ikki sum aðrir
skógvar. Teir eru gandaðir.
Tá ið hann er í teimum,
kann hann gera, hvat tað
skal vera. Ganga á bummi-
num ella renna út fyri bilar.
Ella geva Uffa ein framm-
aná, so hann sær bæði sól
og månar. Hevdi Uffi bara
átt hasar skógvarnar hjá
Percy, so hevði hann verið
líka so sterkur og djarvur
sum hann! So Uffi savnar
ymiskt hjå sær sjålvum og
FFSN
æletogens Fit
+. . ”
B ønso eftir fingrúnum t
øðrum og skiftir um við
Percy fyri gandaskógvarnar.
Og hann verður av sonnum
sterkur og djarvur - ja, hann
kenst ikki aftur!
Gandaskógvarnir hjá vini
mínum Percy er 114 síður
við myndum, sum Olof
Landstrøm hevur teknað.
Bókin kostar 108 krónur.
Hon er umbrotin, prentað
og heft á Einars Prent.