Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juni 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 102 — 3. JUNI 1999 tíðindablaðið Skrædi a veg í fiski- Vinnuni — Prísveitslan er liðug. Prísurin á fiski er kavaður í botn, og summa- staðni verður beinleiðis tosað um skrædl í fiskivinunni. Kaj Leo Jo- hannesen á fiskasøluni Farex, sigur, at prísurin fer at finna sína fasta legu- men tað verður á einum nógv lægri stødi, enn hann hevur verið seinastu tíðina AKI BERTHOLDSEN Nú er prísveitslan av. Føroyingar = mugu so smátt fara at fyrireika seg til at spenna reimina. Tí fiskaprisirnir, sum hava verið methøgir nú í langa tíð, hava verið í fríum falli seinastu mánaðirnar. Tey flestu hava vitað, at teir høgu prísirnir fóru ikki at halda sær. Og nú gongur sjón fyri søgn. Eitt yvirlit, sum norska blaðið Fiskaren hevur gjørt, vísir, at síðani seinasta summar eru prísirnir falnir væl yvir 20% á summum fiskasløgum og enn meiri á øðrum fiskasløgum. Kaj Leo Johannesen sig- ur, at hóast talan er um norsk tel, kundi einsvæl verið talan um føroysk tøl Stødan er akkuråt tann sama í Føroyum, tí vit arbeiða á somu marknaðum sum norðmenn, sigur hann Hann sigur, at prísfallið er galdandi so at siga fyri allan útflutning. — Prisfallid byrjaði sein asta summar, men hesar tveir teir mánaðir hevur tað verið serliga sjónskt, tí nú hevur tað tikið rættiligt dik a seg Prisurin er fallin lika skjótt og lika nógv. sum hann hækkaði fyri nøkrum árum síðani. sigur Kaj Leo Johannesen á fiskasøluni Farex Sjálvur aftrar hann seg við at brúka orðið skrædl um støðuna. Men tað slepst ikki und- an, at prísurin er kavaður langt niður síðani seinasta summar. Men tað skal eisini havast í huga, at afturat prísfall- inum kemur, at sjálvur fiski- skapurin eftir fleiri týðandi fiskasløgum er heilt nógv versnaður, sum vit hava greitt frá í Sosialinum nú um dagarnar og tað bøtir ikki um støðuna. Hann roknar við, at prís- urin, sum frá líður fer at finna eina fasta legu. — Men tað verður á einum væl lægri stødi, hava Verið á hesi seinastu árini, sigur hann. Og hvat hendan prís- legan verður, er tað ongin, sum veit. Kaj Leo Johannesen leggur afturat, at tá ið fiska- prísirnir eru í fríum falli, fer tað sjálvandi at raka eitt fiskivinnusamfelag = sum Føroyar serliga meint, tí fiskur er okkara høvudstit- flutningur og næstan okk- ara einasti útflutningur. Men ofta gongur eitt ár, ella meir. til prísfallið fer ikki at sláa ordiliga igjøgn- um. So tað verður ikki fyrrenn tá, at vit fara at merkja tær fullu avleiðingar av prísfall- inum Hann sigur, at tað ikki minst fer at ganga útyvir skipini. Prisfallid á marknað inum verður skumpað aft- ureftir allan vegin. líka til skipini, sum av tí sama fara at fáa nógv lægri avreiðing- arprís Tó sigur hann, at prísfall- ið er longu farið at merkj ast hjá skipunum til eitt vist. T.d. nevnir hann, at upsin, sum fyri bara tveimum månadum síðani varð av- reiddur fyri 8,50-8,75 krón- ur fyri kilo, longu nú er komin niður á 4, 50 - 5,25 fyri kilo. — Líka illa, sum tað sveið hjá fiskakeyparum, tá ið prísirnir hækkaðu, líka illa fer tað at svíða hjá reiðarum og fiskimonnum, nú prisur- in fer at fella aftur, sigur sølumadurin á Farex. Men sjålvur vil Kaj Leo Johannesen ikki måla stød- una so svarta, sum onnur gera. enn teir seere e|—|— Prisur fyri kilo av frystum blokki Hendan talvan vísir prísgongdina á frystum blokki í norskum krónum. Men Kaj Leo Johannesen sigur, at soleiðis sær myndin út fyri næstan allan útflutning, tí tað vísir seg, at tå ið prísurin á einari voru fellur, fylgja hinar vørurnar sum allar oftast skjótt eftir. Yvirlitið er tikið úr Fiskaren - Tað er onki fyri at selja fisk, tá ið prísirnir eru á veg uppeftir. - Men tað er tá ið prís- fallini koma, at vit hava brúk fyri okkara serkunn- leika sum seljarar. Og teir seljarar, sum hava verið í- gjøgnum fleiri slik tidar- skeid vid prishækkingum og -fallum, eru betri brynj aðir til at fáa sum mest fyri fiskin. Hann sigur, at tað er av- gjørt eisini ein stór styrki hjá føroyska samfelagnum, at fiskivinnan er nógv meiri fjølbroytt ni, enn hon var fyri 10 árum síðani, tí vit hava eitt nógv stórri úrval av fiskavørum og tí hava vit ymsar marknaðir Fleiri orsøkir Kaj Leo sigur, at tað eru ymsar orsøkir til prísfallið Prísurin hevur verið høgur so leingi. at brúkarin er farin a tala at. At goymsl urnar so harafturat eru fullar av bíligum kjøti, skumpar undir gongdina. Tí tað ger, at fólk fara heldur at eta bíligt kjøt í- staðin fyri dýran fisk og tað sæst týðiliga, at nýtslan av fiski er lækkað sera nógv Hann vísir eisini á, at goymslurnar av eitt nú upsa, eru lutfalsliga stór og sostatt ber ikki til at keypa meiri upsa. Ber tað til at fyribyrgja tílíkum prísbroytingum? — Eg havi lítlan hug at leggja seg út í hatta kjakið, tí hatta er m.a. eitt kjak um, hvuss vit skipa okkum í for- oyska samfelagnum. — Men so leingi vit bara hava fiskin at liva av, slepst ikki undan prísbroytingum, sigur Kaj Leo Johannesen. UPPLIVA EVROPA VID MAERSK AIR Sertilboð frå Maersk Air 3 dagar i London ->40,- fyri hvønn i hst | Vid i prisinum eru 3 dagar og 2 nætur å Regent Palace, flogferð Vágar - London - Vágar við Maersk Air, morgunmatur og ferdaavgjøld. Umframt hetta gevur hver ferðaseðil 2400 EuroBonus stig. Tilbodid er galdandi til 31. oktober. Fyri eykanætur er kostnadurin 415,- eyka pr. nått 320870 3 dagar í Venedig 4.990,- fyri hvønn í dupultkamari Við í prísinum eru 3 dagar og 2 nætur á Hotel Alcyone, flogferð Vágar - Venedig - Vágar við Maersk Air, morgunmatur og ferðaavgjeld. Umframt hetta gevur hver ferðaseðil 3600 EuroBonus stig. Tilboðið er galdandi til 30. juni og frá 1. september til 31. oktober Frå 1. juli til 31. august er kostnadurin 5.290,- kr. pr persón. Fyri eykanætur er kostnadurin | 505,- eyka pr. nått e Til allar ferðir verður avslåttur veittur fyri børn undir 17 ár. Flogfelag Feroya og Maersk Air hava eisini hópir av ødrum sertilboðum til ymisk lond í Europa. Ring og bið um príslista ella kom inn til Flogfelag Feroya og fá meira at vita MAERSK AIR 2 — Aðalumboð í Feroyum: Flogfelag Foroya Áarvegur, 100 Tórshavn, Tel 31 10 25 * Flogvellurin, 360 Servágur, Tel 33 27 55