Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablað Nr. 104 — 5. JUNI 1999 Login yvir øllum lógum fyllir 150 Í dag eru liðin 150 ár síðani grundlógin varð sett í gildi. Grundlógin er lógin yvir øllum lógum, og tann, sum setur karm- arnar fyri fólkaræðinum. Lógin er broytt fýra ferðir og fimta broytingin er á veg, hóast tað enn ikki er ásett nær hon skal broytast. Hóast broytingarnar, so er beinagrindin tann sama - 150 ára gomul Sveinur Tróndarson I dag eru liðin 150 ár síðani danska grundlógin varð sett í gildi. Hetta verður. sum vera man hátíðarhildið í Danmark, ístóran stíl má sigast Skipad verdur fyri meiri enn 200 tiltókum ymsa staðni í landinum. og tað er so at siga bara hugaheim urin, sum setur mørkini fyri tísum henda skal Men tað er heldur ikki so tið at hátíðarhalda Grundlógin er sum kunn- ugt lógin yvir øllum lógum, að er hon. sum er grund- 1 undir fólkaræðinum Í grundlógini standa nakr- ar leikreglur. sum áseta hvor ir makKuna 1 landinum og hvat tey kunnu bruka hana I Tað er sera tydningarmik- at alt fer fram, samsvar- andi grundlógini. og ti eru fólk sett. sum fylgja við um SO ET 3 í Ein lóg. sum tryggjar borgarunum í landinum nøkur rættindi, og sum sam- stundis tryggjar, at tey sum sita við valdinum ikki fara við tí, sum teimum lystir Føroyar fylgdu bara við Sum nevnt er danska grund- lógin gjørd fyri meiri enn 150 árum síðan, og í teirri tíðini vóru føroyingar ikki so høgt í metum, at teir høvdu so nógv at skula sagt. Grundlógin kom, tí danir vildu av við einaveldi, og tað var bara Ísland - av donsku hjálondunum - sum fekk høvid til at gera sina ávirkan galdandi. Kongur útneyvndi nakrar íslendingar at verða við í arbeiðinum og teir fingu gjørt tað soleiðis, at Ísland ikki skuldi undir donsku grundlógina fyrr enn teir vóru spurdir Kongur útnevndi C. Pløy- en, sum føroyskt umboð, og hann hevur eftir øllum at dóma ikki mett tað neyðugt, at føroyingar vóru spurðir tá grundlógin var sett í gildi, og tí kunnu vit á siga, at føroyingar fylgdu bara við. Hetta hóast ein av fremstu sakførarunum í Danmark tå, A. S. Ørsted mælti til at føroyingar skuldu spyrjast. Tann 5. juni 1849 kom lógin í gildi í Danmark og umleið hálvtannað ar seinni, tann 29. desember 1850 var lógin staðfest og kunngjørd á vártinginum Broytingar við tíðini Grundlógin, sum hon sær út í dag, er ikki tann sama, sum var lýst í 1849, men bein- agrindin er tann sama. Hóast tað er meiri enn tor- ført at broyta eina grundlóg, so er gjørt fýra ferðir síðani lógin á fyrsta sinni kom í gildi. Longu seytjan ár seinni - í 1866 - vórðu fyrstu broyt- ingarnar gjørdar, og síðani tá er lógin broytt í 1915, 1920 og í 1953. Men hetta er ikki seinastu ferð, at lógin verður broytt, minni enn so I Danmark verður í hes- um tíðum tosað nógv um. at neyðugt er við broyting- um í grundlógini. og tað er sum skilst á fleiri økjum, at neyðugt er við dagføring- um Ikki er tað neyðugt at siga, at tíðirnar broytast ógvuliga skjótt í dag, og hetta setur krøv til heimin umrking okkum - og tí eis- ini til grundlógina. Dagføringar neyðugar Ti verður eftir øllum at dóma neyðugt við broyting- um í verandi lóg Samfelagsskipanin er ikki tann sama, sum hon var fyri 46 árum síðani og enn minni sum hon var fyri 150 árum síðani. Eftir — ríkisrættarmálið móti Ninn Hansen eru fleiri, sum hava sett spurnartekin við tann mátan sum brúktur verður at velja dómarar eft- ir. Í veruleikanum er tað so at Hægstirættur velur helvt- ina av dómarunum, meðan fólkatingið velur hina helvt- ina Orsøkin til hetta er, at tað hvur verið mett rætt, at tað í démarafjøldini sita fólk við kunnleika til politisku skipanina, men tað eru al- samt fleiri, sum set spurn- artekin við, um tað er rætt, at ákærin eisini skal vera við at velja dómararnar. Tað skal tó leggjast aft- urat, at hesin trupulleikin ikki er so ógvusligur, tí rík- isrættarmål er sum lundi á jOlanått. Erling Olsen, fyrrverandi danskur JløgmålaråOharri metir at tad er neydugt vid dagføringum av lógini, men hann metir kortini ikki, at hesar skulu gerast yvir håls og herðar. Orsøkin er tann, at tað í veruleikanum er tikin hædd fyri teimum samfelagsligu broytingunum, soleiðis at allir partar av politiska lívi- num eru við í ollum avgerð- um. Erling Olsen vísir m.a. í eini samrødu vid Berlingske Tidende å, at verdur grund- lógin fylgd til síðsta punkt, so er ikki neyðugt, at fólk- atingið veit nakað um utt- anríkispolitikkin, tí í grund- lógini stendur, at tað er Kongur ella stjórnin, sum hava uttanríkispolitikkin um hendi. — Men í praksis er hetta gjørt soleiðis, at flokkarnir í fólkatinginum verða tiknir við um uttanrikisnevndina JE: Bi Frederik den Byvexde, fr same, BE » træs Bin Ba Be, Aar. Foaie, Þor 4 Ooetyy rygere sm ET Í dag eru liðin 150 år síðani grundlógin varð sett í gildi. Grundlógin er lógin sum tryggjar fólkaræði, og sum setur karmarnar fyri hvussu politikararnir handfara fólkaræði. Tað er tó ein spurningur um tíðin ikki er komin til at gera broytingar í lógini. Samfelagið broytist ótrúliga skjótt, og nógv vatn er runnið í ánna, síðani lógin av fyrstan tíð var sett í gildi, og umstødurnar broytast støðugt og Europanevndina, og tí kunnu vit liva við hesi skip- an. Hann nevnir eisini tann veruleika, at tað her á landi og í Grønlandi eru ynskir um størri avgerðarrætt i egnum málum, men hann sær heldur ikki hetta sum ein stórvegis trupulleika. — Í heimastýrislógini er eisini møguleiki at geva Føroyum og Grønlandi størri vald i egnum målum, sigur hann. Her mugu vit leggja aft- urat, at å hesum øki eru upp- fataninar so ymiskar. Mannarættindini Tá danska grundlógin varð orðað, vóru krøvini til mannarættindini ikki so stór, men tað er gðrvísið i dag. Hetta sær fyrrverandi ráð- harrin og tingformaðurin ikki sum tann stórvegis trupulleika. Evropeiska mannarætt- indakonventiónin er inn- bygd í danskt lógarsmíð, so á tann hátt er tað ein trygd í sær sjálvum. Eitt tað besta dómi um at mannarættindini ikki eru fótatraðk kom herfyri tá Hægstirættur tók avgerð um, at danir ikki hava loyvi til at senda útlendskar nar- kotikabrotsmenn av landi- num. Erling Olsen heldur tó, at tað hevði verið glediligt, um ein revisión av donsku grundlógini hevdi havt við sær, at mannarættindini vóru raðfest hægri. Altjóða samstarvið setur krøv Tað málið, sum tó hevur fingið størst umtalu í sam- bandi við grundlógina, er europeiska samstarvið. Danir eru partur av ES og eisini tann felagsskapurin er í javnari broyting. Grein 20 í grundlógini krevur, at geva danir yvir- valdsrætt frá sær, so skal fólkið spyrjast, og tað var tað sum hendi tá Amster- dam sáttmálin var til fólka- atkvødu. Men ein spurningur, sum Erling Olsen hevur sett sær er, um tað er neyðugt at all- ur sáttmálin fer til fólka- atkvødu. Eftir hansara tykki åttu danir bert at atkvøtt um tann partin, sum viðvíkti grein 20, tí so hevði fólkið ein møguleika at vita hvat tað var tey atkvøddu um. Tað heldur Erling Olsen ikki danir høvdu tå Amster- dam sáttmálin var til fólka- atkvødu, og tað samsvarar væl við tað, sum var frammi í donskum fjølmiðlum tað tíðina. Mugu vísa varsemi Millum danskar politikarar hevur verið tosað nógv um at víðað grundlógina soleið- is, at tað í henni verður stað- fest hvørji sosial rættindi borgararnir í ríkinum hava. Til tað sigur Erling Olsen, at her má farast fram í størsta varsemi. Tað er hansara fatan, at grundlógin skal tryggja nøkur rættindi, uttan at tey standa orðarætt í lógini. Tað vandamikla er, um vit áseta avís rættindi í lóg- ini og so tíðin fer at vísa, at vit ikki megna at liva upp til tey rættindini Napoleon keisari skal hava sagt, at ein grundlóg skal verða stutt og ógreið. Aftanfyri hetta liggur, at tað skal verða møguligt at tulka lógina, og tað er júst tað, sum verandi lóg loyvir. Skal tað broytast, so er neyðugt at vera ótrúliga var- in, tí annars er vandi fyri, at lógin skal broytast alla tíð- ina, og tað er ikki ætlanin við grundlógini, sigur Er- ling Olsen Monarki ella ikki Sum kunnugt hava danir eina drottning, sum flestu teirra eru bæði fegin og stolt av. Men fyri tað eru øll ikki samd um Danmark fram- haldandi skal verða mon- arki. Flokkarnir á fólkatingi eru heldur ikki samdir um hetta, men í løtuni er hetta ikki ein nakar trupulleiki av teirri orsøk. at drotningin og familja hennara hava eitt sera gott umdømi. Hetta kann, sum kunnugt broytast, men tað er ivasamt um flokkarnir í danska ting- inum tora at saga greinina av, sum kongshúsið si'ur á. Hinvegin kann hugsast, at teir fara at hyggja at svensku skipanini um tað verður neyðugt við broyt- ingum. Svenski kongurin hevur als einki við politiska lívið at gera, og sum skip- anin virkar í Danmark í løt- uni, so er parturin hjá drott- ningini meira av formellum slag. Broytast um eini 10 ár Sum nevnt aðrastaðni held- ur Erling Olsen ikki, at broytingar í grundlógini skulu skundast igjøgnum. Hann er ikki í iva um at tað er neyðugt við broyt- ingum, men hesar skulu vera arbeiddar væl igjøgn- um áðrenn, so nærum full vissa er fyri at tær virka eftir ætlan tá tær verða settar í grundlógina. Men áðrenn vit koma har til, kunnu vit staðfesta, at vit í dag hátíðarhalda 150 ára dagin fyri at lóganna lóg varð sett í gildi.