Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 104 — 5. JUNI 1999 tíðindablað t - Grundlógin er ein gomul dama og treingir til da — gføringar, men i grundini er ikki neydugt vid eini grundlég. Og tå id hon er har, so virkar hon best, tå tad ikki er bruk fyri at hyggja i hana, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur Sveinur Tróndarson Ein grundlóg skal liggja í eini skuffu og ikki verða brúkt. Tá virkar hon best. Verður hon brúkt ferð aftaná ferð, so er tað tekin um at hon ikki er nóg góð. Tað sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur um grundlógina nú hon hevur 150 ára fødingardag í dag. Tað er so øgiliga ymiskt hvussu tey einstøku londini velja at smíða sínar grund- lógir og tí er eisini so ymiskt hvussu ein grundlóg virkar, sigur Halgir Winther Poul- sen. Sum dómi nevnir hann Ongland, sum onga grund- lóg hevur. — Men sivilisatiónin ger, at fólkið hevur ávís rættindi, sum í grudini ikki eru neyð- ug at festa í nakra lóg. Rætt- indini eru bara har fyri oll. Hinvegin gjørdu russar tað, at teir feldu niður í minsta smálut hvat fólkið hevði rætt til. Men í praksis høvdu íbúgvarnir eingi rættindir, og tá nyttar lítið at hava tey lógarfest, sigur hann Verja móti embætis- mannaveldinum Tað var Niels Winther, sum var ein tann heitasti tals- maðurin fyri at fáa grund- lógina setta í gildi í Føroy- um. Hann sá fyri sær embætis- menninar, sum høvdu so stórt vald, og tí var grund- lógin ein møguleiki at verja borgararnar í samfelagnum móti ágangi frá embætis- monnunum. Men er tann tíðin ikki farin? Nei, tað haldi eg so avgjørt ikki. Embætismann- aveldið gerst bara alsamt stórri, so tað haldi eg ikki vit kunnu siga, sigur Halgir Winther Poulsen. Ein trygdarlóg Sum nevnt frammanfyri, so virkar grundlógin best tå ikki er brúk fyri henni. Grundlógin 2r í sjålvum sær ein trygdarlóg, sum á- setur nakrar ávísar spæli- reglur. Men veruleikin er, at lógin er vorðin ein gomul dåma, og tí verður oftari og oftari sett spurnartekin við um hon í ávísum fórum er avoldað. Danska grundlógin hev- ur ein trupulleika við mann- arættindunum. Tey eru broytt nógv hesi seinastu Hon verjir okkum móti embætismannaveldinum Hon kom fyri at verja okkum móti embætismannaveldi- num, og tað ger hon enn tann dag í dag, men hon virkar best tá hon liggur í skuffuni og savnar dust, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur um fóðingardagsbarnið 150 årini, og har hevur danska lógin ikki fylgt við Men fólkatingið hevur bøtt um hetta við at seta evrope- isku mannarættindareglur nar í gildi í Danmark, og alt lógarsmíð verður gjørt við mannarættindareglunum í tankunum, og tað er eisini eitt tekin um at grundlógin er nóg víð, tá hon loyvir slíkum, sigur Halgir Winth- er Poulsen. Hann vísir á, at bretar ikki vildu seta evropeisku mann arættindareglurnar í gildi í Bretlandi, og tað hevði við sær, at Bretland ofta var kært fyri mannarættinda- dómstólin. Urslitid var, at staturin tapti ferð eftir ferð Hesi støduni kundi staturin ikki liva við, og tí valdu teir, fyri nókrum fáum árum síð- ani at taka við mannarætt- indareglunum. Meira nýmótans enn tann danska Samgongan hevur sett sær fyri at arbeiða fyri at For- oyar fáa fullveldid og við ti eisini eina føroyska grund- lóg.Ein grundlógarnevnd er sett, og hóast hon ikki skal lata nakað frå sær, so hevði verið áhugavert at vita hvussu ein slík man fara at síggja út. Hást tað er torført at spáa um framtíðina, so spurdu vit kortini Halgir Winther Poulsen hvørjum hann roknar við Eg rokni við, at ein før oysk grundlóg verður mun andi meira nútímans enn tann danska er í dag, sigur hann Eg rokni við, at manna rættindini fáa nógv meiri pláss í eini føroyskari grundlóg enn tey hava eitt nú í teirri donsku av tí ein- føldu orsøk, at hon er nýggj. leggur hann afturat Men hann heldur ikki. at lógin skal brúkast til at geva neyv rættindi við Um so er, at eitt nú sosi- al rættindi vera presiserað í lógini, so kann endin vera at hon verður torfør at um- sita, og tað merkir, at tað er vandi fyri at hon skal broyt- ast javnan. Tað er ikki ætl- anin við eini grundlóg. hó- ast eg haldi, at tað er í so torført at fáa donsku lógina broytta Halgir Winther Poulsen vísir á. at amerikanska grundlógin er samansett á ein annan hátt. og at hon heldur ikki er so torfør at broyta. Tað er øgiliga langt mill- um broytingar av donsku grundlógini, og treytirnar fyri at fáa broytingar i- gjøgnum eru harðar. Danska lógin var broytt seinastu ferð í 1953, og tå brúktu teir arvarættin til trúnuna at egna við so at Umdømi hjá Knúti arvaprinsi var ikki gott og hjá børnum hansara var tað enn verri. Ti var lagt upp til at broyta grundlógina so leiðis at Margretha drotning gjørdist arvingur til trúnuna og tað fekk fólk av húsi Hetta verður ikki gjørt í dag, og ti er kanska ein vandi fyri at alt ov få fólk fara til eina folkaatkvødu um at broyta grundlógina. og tað er kanska júst orsøk in til. at danskir politikarar aftra seg við at gera broyt ingar í grundløgini, heldur Halgir Winther Poulsen siga Tulkingar neyðugar Líkamikið hvussu ein grundlóg verður smíða. so er eingin ivi um, at tað koma at verða støður har neyðugt er við tulkingum. og tað heldur Halgir er í lagið Um so er alt, sum hugsast kann verður sett í lógina, so verður hon torfør at umsita. Tí skal eisini verða møguleiki at gera tulkingar, eins og tað er við tí donsku lógini í dag, sigur hann. Men sum Halgir Winther Poulsen byrjar við at siga, ein grundlóg virkar best, tå hon liggur í eini skuffu og savnar dust. Tað skal helst ikki verða neyðugt at brúka hana yvirhøvur — Kenni tað ikki sum tað er mín grundlóg — Vit eiga at ynskja dønum tillukku við at grundlógin er 150 ár, men eg kenni ikki grundlógina sum mína, tí hon er sett í gildi her, uttan at føroyingar vóru eftirspurdir, sigur Høgni Hoydal Sveinur Tróndarson Hesin dagur er ikki ødr vísi fyri meg enn aðrir dagar eru. Danir hátíðarhalda teirra grundlógardag, og ti eiga vit at ynskja teimum tillukku við, men eg kenni tað ikki sum tað er mín grundlóg. Og orsøkin er. at hon er sett í gildi í Føroyum uttan at fólki her býr fekk høvid til at síga ja ella nei, sigur Høgni Hoydal, lands stýrismaður í sambandi við at danska grundlógin, ella okkara grundlóg hevur 150 ára fødingardag i dag. Hann vísir á, at av tí, at fólkið ongantíð er spurt, so kann ikki sigast at fólka- tingið hevur fingið mandat frá føroyingum til at stýra, og mandati er grundleggj- andi undir fólkaræðinum. Tí vónar landsstýrismað urin, at hetta fer at vera sein asti grundlógardagur undir heimastýrinum. Vit hava jú sett okkara egnu grundlógarneynd at gera okkara egnu grundlóg. og eftir ætlanini skal arbeiði verða liðugt í seinasta lagið 1. juni næsta ár. Hóast lógin ikki er komin ígildi tá, kunnu vit vóna at hetta er seinasti = grundlógardagur undir heimastýrisskipanini Stóran týdning fyri Føroyar Høgni Hoydal sigur, at eftir hansara meting, so hava flestu føroyingar tað sum hann - eiki serligt tilkýti til grundlógina. — Tá ein grundlóg verður smíða, verða tær grund- leggjandi fortreytirnar fyri fólkaræðinum settar. Hetta er ein stór prosess, sum alt samfelagið á ein ella annan hátt gerst partur av. Hesa prosess hava vit ikki verið igjøgnum, og tí er grund- lógin ikki nakað, sum knýtir okkum nærri at hvor øðrum, sigur Høgni Hoydal. Men alt hetta kann broyt- ast vð føroysku grundlóg- arnevndini og eini føroysk- ari grundlóg fyri Føroyar Grundlógarnevndin er farin til arbeiðis, og ta pro- sum eg nevndi i áðni fara vit nústaðni igjøg- num. Tað vil siga. at tann lógin kemur at verða karm- ur um føroyska samfelagið og seta okkara rættindir. sigur Høgni. Og tað metir hann ikki danska lógin hevur gjørt hóast hon er lýst at galda sessIna, — Fyri meg persónliga hevur gru Ég ndlógin ongan tydning, tí hon er sett í gildi í Før- as oyum uttan at førovingar eru eftirspurdir, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður., sum heldur eina føroysk grundlóg fyri førovingar vera tað einasta rætta fyri alt ríkið. Tillukku Danmark — Hóast hon ikki hevur stór- vegis at siga fyri meg, ann- að enn at tað er ein hálvur frídagur, so eiga vit kortini at ynskja dønum tillukku við degnum og vóna at teir eisini fara at ynskja okkum tillukku, tá vit fáa grundlóg, sigur Hoydal at enda eina Høgni