leygardagur 5. juni 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 104 — 5. JUNI 1999
Um skvatlut var oftani framman
stavn,
og sjókappar brotasjógv fingu,
teir óræddir stýrdu mót somu havn
á bylgjunnar ørbrøttu bringu:
teir sógdu: Vit taka eina havn,
har frælsi grór fyri Førøva navn.
O fóroyingar, sum enn koma á fund
ið myrkum og ivandi huga,
t lítið á líðir og glitrandi sund.
ar báran nú brýtur á boða!
Hoyr! hav og land tey nú teska
il:
Man førovingur taka róðrið
rått ?'
t tvetta tí burtur alt småligt kjak
g fylkjast við treysti í barmi.
æl et tað vert nú eitt ódnartak
u bjarga tær, land várt, úr harmi
Um máttur tykist tær lítil um stund,
minst til, at vit finnast fleiri á fund!
Vit fylkja nú liðið á fosturjørd,
g ónýtar siðir vit blaka;
oll tróllabórn koyra vit langt um
fjørð,
og róður í hond vit so taka
og stýra beint móti bjørtu havn
har frælsi grør fyri Føroya navn.
Og móðurmálið, sum bæði Ras-
mus og Símun hámettu, tað
týðiligasta samleikaeyðkenni hjá
einari tjóð, vann sær við tógvið
stríð fullan og heilan rætt í For-
oya skúla.
Ymiskar orsøkir gjørdu, at
håskulin í 1909 flutti til Havnar,
og har stendur hann enn.
Hans Andrias Djurhuus, lærari
og skald, var sjålvur næmingur i
Føgrulid, og hann yrkti soleidis
TIL FØGRULIDAR
Var lagnan beisk, var lagnan blíð.
Í gleði sum í hørðum stríð -
rann mær til hugs á hvørji tíð
tú Fagralíð.
Á sumri sum á vetrarstund,
tá kavin feyk um frysta grund
eg minnist teg og hvønn tín fund
í instu lund.
Tí tú vart borgin fyri mær -
og hverja ferð eg sigli nær
eg líti enn ímóti tær
tú stendur har.
Teir fluttu skúlan burt úr stað -
og tá kom sumt í annað lag,
tó eitt var vist - í dýrd og frið -
tú flutti við.
Tú stendur gjøgnum alla tíð -
er lagnan beisk - er lagnan blíð -
sum sigursmerki gjøgnum stríð
tú Fagralíð.
Hvat var tað og er tað, Háskúlin
hevði og hevur at bjóða? Í hesi
skúlaskipan er eingin provtøka,
men eitt háskúlaskeið hevur
nakað annað. Her er endamálið
at læra seg sjálvan at kenna, at
læra seg at fáa stórri kunnleika
um øki, ein hevur serligan áhuga
fyri, og hetta arbeiðslagið, at
vekja áhuga og forvitni. sum
alla tíð hevur verið ein kjarni í
háskúlanum, er nú á veg inn í
fólkaskúlan, hvor skal siga,
Háskúlin var framman fyri sína
tíð. Endamál háskúlans er tað
sama enn í dag, og í okkara so
ødrvisi tíðum enn í 1899, fari eg
it heilsa skúlanum og tjóðini og
ynskja Háskúlanum til lukku og
góðan byr.
Nú er stóða móðurmáls okk-
Símun av Skarði og
konan, Súsan í
Jákupsstovu eftir røduna
ara ødrvisi og sjålvsøgd. Men
kanska ræður meir um nú enn
nakrantíð at vera á varðhaldi. tí
tá ið tú heldur væl til standa,
varnast tú kanska ikki, hvussu
ymisk spilla sníkir seg inn. Sum
dómi kann eg nevna, at eg
hoyrdi barn í Utvarpi Føroya
siga frá, at hann hevði fangað
triggir ållar, og rætt hevði verið
at sagt tríggjar állar. Annað
dómi er, at fólkangvn nærum
ikki verða bend. Skurrar tað ikki
í oyrunum á flestu føroyingum,
tá ið vit hoyra, at onkur sá
Sjúrður í staðin fyri Sjúrð, ella
hann sá Helgi , kanska Helgja, í
staðin fyri at hann sá Helga.
Hoyrið hvussu vakurt tað ljóðar,
at Helgi er giftur við Helgu, og
tí er Helga eisini gift við Helga.
tíðindablað
Og um vit ætla at fáa at vita,
hvaðan onkur er, hoyra vit ofta
spurt; “Hvar ert tú frá?" Og
svar:" Eg eri frá Klaksvík ella
“...frá Sandvík". Aheitan okk-
ara eigur at vera, at fjølmidlar-
nir, og serliga Utvarp Føroya og
Sjónvarp Føroya, men sanniliga
eisini blødini og ikki at gloyma
skúlarnir vanda sær um málið,
og nett hetta við bygdanøvnum
er so sera lætt at læra at nýta
rætt, tí ert tú í einari bygd, fert
tú úr bygdini, ert tú við Gjógv,
eitur tað frá Gjógv, og ert tú á
Skarði, eitur tað av Skarði, við
ðrum orðum; í - úr „við - frá
og á - av.
Annað stórt málsligt vandamál
stingur seg upp í sambandi við
nýggju tøknirnar, serliga alt sum
hevur við teldur at gera. Lukku-
tíð fyri okkum eiga vit ein
stovn, sum ger fyrimyndarligt
arbeiði og er á varðhaldi. og tað
er Fróðskaparsetur Føroya og
tey, sum har starvast.
Men henda løtan er ikki bara
ætlað slíkum práti. Nú er stevna,
Norðoyastevna, sum plagdi at
vera fyrsta stevnan, og enn er
kappróðurin á Norðoyastevnu
fyrsti kappróður í kappingini um
føroyameistaraheitid. Og stevn-
urnar eru allar merktar av ítrótti,
og ítróttarfelggini fáa uttan iva
størstu peningainnspræningina á
stevnunum, pening sum kemur
væl við, er neyðugur, fyri at
kunna fíggja tað ymiskliga virk-
semi í feløgunum ungdómi okk-
ara at gagni.
19
Og annað mangt er á skránni
til gamans og álvara - og ikki
mugu vit gloyma hitt ikki skrå-
setta, at hitta vinir, skyldfólk og
kenningar. fyri als íkki at
gloyma tað. sum ofta er hent. at
tvey hittast og gerast góð.
At enda ynski eg ollum góða
noré vyastevnu, tað sum eftir er
av henni. Men meg minnist
heimasandsmann, sum helt fyri,
tá ið hann hitti fólk á veg á
stevnu:" Ikki skilji eg, at nakar
tímir at fara til nakað, hann
aftaná ikki minnist at hann var
til."
Ynski mítt er, at vit øll í
morgin kunnu minnast aftur á
eina góða norðoyastevnu.
Símun av Skarði