Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juni 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

h… Bl Bl. i Sd JÅ Åb Jan Miller Internet: www.sosialurin.fo Kunningardiskurin í Vágum Oddagrein HETTA er tíðin, tá nógv útlendsk ferðafólk vitja Foroyar. Frá bæði almennari og priv- atari síðu er ferðavinnan vorðin høgt priori- terað seinastu árini. Mett verður, at verður henda vinnan væl skipað, so kann hon hava ávísan týdning fyri samlaða sam- felagsbúskapin.Og ikki minst nú tað verð- ur so nógv tosað um, at vit skulu standa á egnum beinum verður nógv tosað um aðrar alternativar vinnur til fiskivinnuna. Her má júst ferðavinnan vera ein teirra. I DAG verður stór upphædd sett á fíggjar- lógina til nettup at umsita og menna eina ferðavinnu. Ferðaráð Foroya hevur eina bæði spennandi og avbjóðandi uppgávu. MONG av ferðafólkunum, sum koma til landið, fara um flogvellin í Vágum. Fyri ikki at tosa um ol! tey, sum dagliga ferðast um flogvøllin í vanligum arbeidsørindum. Ein týðandi partur av ferðavinnu og flutn- ngi annars er informatión - kunning. Og tá talan er um flogvollin, eitt tað mest týðandi „knútapunktið“ fyri allan flutning til og úr Føroyum, so hevur Kunningar- diskurin havt alstóran týdning. Hetta kunnu mong við okkum vátta. Her fekst tú eisini eina frálíka tænastu. NU hevur eingin Kunningardiskur verið í eina tíð, og hetta er eitt ómetaliga stórt afturstig. Syrgiligu, løgnu og ørkymlandi søguna um lagnuna hjá Kunningardisk- inum og teimum fólkum, har hava arbeitt, kenna flestu okkara og skulu vit ikki endur- geva hana. Tó so, torfort hevur verið at fáa nóg nógvar upplýsingar um, hvat veru- liga er hent í hesum máli og hví. Hvor hevur ábyrgdina og hvat verður endin á hesi sogu osfr. EFTIR okkara tykki má og eigur tað at vera eitt krav frá teimum - og eisini til tey - sum stýra og skipa ferðavinnuna her á landi, at Kunningardiskurin í Vágum verð- ur latin uppaftur. Ein skuldi ikki trúð, at tað var so torfort at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag aftur, men her tykist alt verða koyrt upp í ein ellibita, so tað er torfort hjá almenninginum at síggja og vita, hvat veruliga er hent og hendir. Áhugavert hevði verið at fingið at vitað, hvat hægsti myndugleikin á økinum, landsstýrismað- urin í ferðamálum hevur at siga til hetta málið. Hvat sigur formaður í Ferðaráðnum og leiðslan á ferðaráðnum osfr. Skal tað plaserast ábyrgd her, og hver hevur á- byrgdina? Vónandi fáa vit svar uppá hesar spurningar komandi dagarnar. Eitt er víst: Kunningardiskurin má og skal latast upp- aftur sum skjótast. Sosialurin Blaðstjóri: Eiríkur Lindenskov Jonhard Hammer | Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Viðmerking: John Johannessen Dagfinn Olsen | Sveinur Tróndarson | | ítróttarskrivari: | Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting og prent: | Sp Sosial urin Bústaður: Argjavegur 26, „Argir Postadr: Posts: 76, 110 Tórshavn moga Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post Øsosialurin.fo Skuli og utbugving eftir aldarskiftid Tað hevur verið sidvenja, síðani javnaðarhugsjónin tók seg upp, at oll frálæra er ókeypis og fyri oll uttan mun til heimlig viðurskifti, inntøku -og bústaðarviður- skifti, aldur og kyn, tilknýti til arbeiðsmarknaðin o.a. tl. Øll skulu hava javnbjóðis rætt til skúlagongd og aðra útbúgving. Fólkaskúlin Tað er ein sannroynd, at fólkaskúlin er fyri øll og er grundarlagið undir allari menning og útbúgving hjá tí einstaka seinni. Tí er tað av allar størsta týdningi, at tolkaskulin fær so góðar ar beidsumstødur sum møgu- ligt, og at øll børn fåa eins góða frálæru, uttan mun til hvar tey búgva í landinum. Stødi undir skúlanum skal vera Kristin. føroysk ment- an, har fólkaræði, sam haldsfesti og tolsemi er tráðurin, ið gongur aftur í øllum virksemi skúlans Skúlin skal í allari tilrætt- aleggjan taka steði í tí ein- staka og hjálpa at menna tev íbornu evnini, so án einstaki verður førur fyri á taka við avbjóðingum í ein- um skjótt broytiligum sam- felag: men dentur eigur av- gjørt at verða lagdur á fel- agsskap og toymi, tá ið ymsar verkætlanir eru fyri. Lóggávan Lóggávan undir skúlaverk- inum hevur verið skjótt skiftandi seinastu 20 árini, men størsta og mest grund- leggjandi broytingin var i 79-légini, sum setti eindar — og valskulan i verk. Henda lógin fekk ongantíð tann møguleikan at virka, sum ætlanin aftan fyri hana var, og seinni eru broytingar gjørdar, sum í nútíðar skúl- ahugsan umboða afturstig, ið saman við skerjingum næstar hava forkomið øll- um teimum hugsjónunum, ið lógu aftanfyri tær. Øll lóggáva skal byggja á samskifti ímillum mynd- ugleikan, ið stýrir skúla- num, og tey, ið dagliga ar- beiða úti í skúlanum. Lóg- gávan er ikki bert fín orð, ið ein landsstýrismaður ella kvinna skal hava at hó- reiggja sær við, men ein ógvuliga týdningarmikil karmur, ið neyðugar játt- anir, ið eru í samsvar við lógartekstin og tørvin aftan fyri hann, skulu fylgja við. Tað er síðvenja í skúla- num í Norðurlondum - eis- int í Føroyum - at menn- ingin kemur í úti í skålunum í vanliga gerandisdegnum, pg hu iðani verður tøvurin um broytingar borin fram. Tá ið hesar broyntingar fáa ljóð og verða formliga við- tiknar bera tær frukt, men koma broytingarnar bert sum kravboð úr erva frá myndugleikunum og ofta sum illa sodnad sjónarmið úr útlondunum, so vekja tær ofta mótstøðu og føra aloft- ast ikki til rakað fruktagott. Fólk uttan fyri Norður- lond vísa ofta á, at styrkin í okkara skúla er eitt haldgott felags stødi, ið øll frálæran byggir á, og harvið er før- leikin hjá næmingunum fjølbroyttur og smidligur, men vit skulu ikki fyri tað seta okkum upp aftur á og halda, at alt er nóg gott. Vit skulu alla tíðina líta fram- eftir og menna skúlan, so hann er í samsvar við tíðina, vit liva i. Miðnámsskúlarnir Øll eiga at hava møguleika fyri at taka miðnámsút- bugving av einumhvørjum slag. Ofta eru hesar útbúgv- ingar ávirkaðar av, hvørjar treytir ið settar verða til framhaldandi útbúgving, sum í flestu fórum fer fram í útlondunum. Her er vert at undirstrika, at stuðulslógin má aftur fyri tingið, soleiðis at hon verð- ur broytt til, at øll fáa stuðul uttan mun til aldur. Mið- námsskúlarnir skulu fáa neyðuga játtan, so at skúl- arnir eiga allar bøkur og annað frálærutilfar, ið er kravt pensum til prévtøkur- nar. Vinnuskúlarnir Alt lóggávuverkið aftan fyri vinnuskúlarnar skal vera í samsvar við tørv og krøv, ið ein fjølbroytt og smidlig, skjótt broytilig vinna setir. Her er neyðugt at upp- byggja eitt neyvt samskifti við vinnuna, so at ikki mót- stríðandi sjónarmið koma at skaða frálæruna og framtíð - ina hjá teimum ungu. Sum sjófarandi tjóð standa vit og mangla ein út- búgvingarmeøguleika hjá teimum, ið ætla sær til sjós. Her verður alneyðugt at seta skjøtul á at fáa í lag sjóvinn- uskúla, har tey ungu kunnu Johan Joensen skrivar sambandi við summarstevn una hjá Javnadarflokkinu fáa møguleikan at vinna sær kunnleika um arbeið sjónum. Hetta tengt saman við ógvuliga víðum prak tikkmøguleikum skuldi kunnað givið teimum sigli tíð, so tey aftur kunna fara víðari at útbúgva seg, um hugurin er til tess. Nýggjar vinnur fara utan iva at seta stór krøv til nýggjar vinnuútbúgvingar, og har mugu vit vera vakin, so vit ikki gerast eftirbåtar. Hægri útbúgvingar Alt eftir hvørja orku sam- felagið hevur, so eiga vit at hava nakað av hægri út- búgvingum. Vit eiga at menna tær, sum eru, og møguliga fáa onkrar afturat, t. d. innanfyri tíðindaflutn- ing og samskifti, teldutøkni o. tl. Annars eiga vit at hava gott samstarv við granna- londini, so vit tryggja okk- ara ungu bestar møguligar útbúgvi ingarmøguleikar. Johan Joensen, Froðbiar sóknar Javnaðarfelag Masters of the universe >00000hhhhhh, tú almekt- igi Guð og kjeeeere Faðir< segði Sandingurin við síð- una av mær tá Hans Fróði stemplaði bóltin í málið hjá Skotum, ja >ultraflott og mega, mega cool! lat í Hav- nagentuni aftanfyri meg henda ógloymandi Leygar- dag seinnapart tå Føroyar enn einaferð skakaði fót- bóltsheimin. Og tó, var hetta so óvænt- að kortini? Eg haldi at tað lá í luftini at nú var dagurin komin, yes sir! Tíðin er far- in við vánaligari konditión, nervum og klossaríið. Tú kundi seta teg uppaftur á og njóta at okkara menn, veru- liga du g a at spæla fótbólt og veruliga eru cool sum tað eitur á Café Naturnyfør- oyskum. Urslitid móti Skot- um er bert byrjanin til tey úrslit sum nú fara at koma og tann dagurin tá vit vinna á onkrum av teimum stóru londunum. Eg hugsaði við mær sjálv- um í sigursråminum á Svangaskarði at tað er ótrúl- igt, at ein pinktjóð sum okk- ara dittar sær til at spæla ímóti tjóðum sum Skotl- andi, sum er eitt heimsnavn innan fótbólt. Urslitid hjá okkara landsliðið ger okk- ara land stórri og tú fær eina góða kenslu av at tað er gott at vera Føroyingur. Urslitid er komið av dirvi, ágrýtni, treysti og at tú trýr uppá teg sjálvan og á egnan mátt og megi. Vit Føroying- ar kunna, hóast tað er „against all odds<. Ella hygg at manningini á Eysturoyingi sum stóð seg sera væl í harðari altjóða kapping á Scilly Oyggjun- um. Listarkvinnan Katrin Ottarsdóttir sum hevur dirvi at fara út altjóða filmsmark- naðin ella unga Rannvá Kunoy sum slapp ígjógnum nálareyga til ein av heims- ins fremstu listarskålum í London. Jú, her býr so sanniliga gott fólk í góðum landi. Hesi fólk og nógv við teimum, kend sum ókend, eru framtíðar álitið hjá hes- ari Tjóð. Ein vildi ynskt at hesi av- rík gera at fleiri ungfólk í álvara fara at hugsa og at hava eina meining um Før- oyar og framtíðina. At tey koma sær burturúr tí tryggleika-narkomani og sundurlyndi sum eru Før- oyskar fólkasjúkur og aktivt verða við til at byggja hetta land, nú tær mest álvarsligu politisku broytingar henda Tjóð hevur sæð standa fyri framman. Vit skulu nokk klára tað saman. »Cool Baby«, sum teir siga á Atlantic Radio. Johan Mortensen