týsdagur 8. juni 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 105 - 8. JUNI 1999
tíðindablaðið
Bókarok í Vági |
Næstseinasta fríggjamorgun var ikki tespiligt at koma inn á
bóksavnið hjá Miðnámsskúlanum í Suðuroynni. Har var alt
ein stórur ruðuleiki, og ikki ein einasta bók var at finna á
nakrari hyll
JOHN JOHANNESSEN
Miðnámsskúlin í Suður-
oynni hevur ikki tær bestu
umstødur, ein kann hugsa
sær. Bókasavn skúlans held-
ur til í gomlu kommunu-
skrivstovuni í Vági, ið ligg-
ur millum bygningin hjá
Miðnámsskúlanum og Vágs
Skúla. Gamla kommunu-
skrivstovan er ikki í serliga
góðum standi, men vegna
hølistrupulleikar valdi Mið-
námsskúlin at nýta hana til
bókasavn. Og hóast vána-
ligu umstødurnar, hevur tað
borið til hjá næmingum og
lærarum at nýta kommunu-
skrivstovuna til bókasavn,
uppihaldsstovu og lesi-
stovu. Hetta ber tó ikki til
longur, tí í løtuni er alt ein
stórur ruðuleiki inni á bóka-
savninum. Har liggja bøkur,
hyllar, teldur og telduborð
hvørt um annað á gólvinum,
Suðuroy eftir herverkið næstseinastu fríggjanátt
og ikki ber til at ganga á
gólvinum uttan at stíga á
onkra bók
Stórur skaði
Deildarleiðarin fyri Mið-
námsskúlan í Suðuroy, Ole
Laursen, sigur, at talan er
um rættuliga stóran skaða.
Allar bókurnar hjá bóka-
savninum eru tveittar eftir
gólvinum, og harafturat
hava ótangarnir, ið framt
hava herverkið, eisini gingið
omaná bókunum.
— Talan er um so mikið
ógvusligt herverk, at tað
ikki kann bera til, at talan er
um småbørn, ið hava framt
slíka brotsgerð. Talan er
heldur um vaksin fólk, ið
vistu hvat tey ætlaðu sær, tá
tey framdu brotsgerðina,
sigur Ole Laursen, deildar-
leiðari. Hann sigur seg ikki
vita, hvor tað er, ið hevur
"AA
fiðnámsskúlanum í
framt botsgerðina. Men tó
væntar hann, at onkur í Vági
veit meira at siga um, hvat
er hent, og heitir tí á við-
komandi um at siga sær ella
løgregluni frá sum skjótast.
Av tí at bygningurin hevur
staðið ólæstur, hevur ikki
verið neyðugt hjá ótang-
unum at bróta seg inn, og tí-
skil vil tryggingin ikki rinda
skúlanum skaðaendurgjald.
Latið legregluni
Av tí at talan er um ógvus-
ligt herverk og leiðsla skúl-
ans ikki veit, hvor tað er, ið
hevur framt herverkið, er
málið latið løgregluni. Men
løgreglan er tó ikki komin
langt í málinum enn. Hon
kann bert staðfesta, at tann
ella tey, ið hava framt her-
verkið, ikki hava brotið seg
inn, orsakað av, at bygn-
ingurin hevur staðið ólæst-
Friðarligir áskoðarar
Hóast bæði fótbóltur og striptease hava verið á skránni, veit
løgreglan at siga frá einum friðarligum vikuskifti
JOHN JOHANNESSEN
Bæði fótbóltsákoðarar og
striptease áskoðarar vóru í
góðum hýri um vikuskiftið.
Eisini skotsku áskoðararnir,
ið helst høvdu væntað sær
eitt betri úrslit móti før-
oyingum enn javnleik. Løg-
reglustødirnar kring landið
siga, at vikuskiftið hevur
verið ógvuliga friðarligt.
Tað hevur einki verið at
gjørt út um tað vanliga,
hóast bæði landsdystur og
striptease vóru á
skránni. Tvgrtur ímóti var
talan um eitt ógvuliga frið-
arligt vikuskifti.
Frá lógreglustøðini í
Havn frætta vit, at onkur
fullur maður varð koyrdur
til hús, men at hetta er nak-
að, ið kemur fyri hvort viku-
skifti.
Løgreglan i Runavík
merkti einki til, at lands-
dystur var á Svangaskarði
leygardagin, annað enn, at
skil mátti haldast á ferðsluni
til og frá vellinum. Av løg-
reglustødini í Runavík verð-
ur sagt, at lagið var gott av
áskoðarunum eftir fótbólts-
dystin og onkur var, ið heyði
eina lítla kenning, men fólk
vóru sera friðarlig.
Danmark
Danland
íbúðir
DanCenter
summarhús
Í vika í
Snmarhúsi w I 4 7, -
Noreg
Pers Hotel
í Gol
/,
Hetland
Easterhoull
Chalets
slands
við 7 daga innivist
á hotelli
í dupulíkamari
Edda %3 137
Hotellini fyri hvønn ;
Sigl & F lúgu me
Torshavn -
Hanstholm
og Kepmannahavn
- Vågar
ella hin vegin a) 4 2 0), 5
fyri hvønn
SMYRIL LINE
Tel 31 59 00