Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juni 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið SSG) 8 NR. 105 - 8. JUNÍ 1999 Ole Dietz, stjóri í Maersk Air: Framtíðin ljós út Maersk Air arbeiðir á einum stórum rutuneti, og filosof- tin aftan fyri er, at felagið miðar eftir at arbeiða á nógv- um marknaðum á egnum grundarlagi. - Vit leggja ikki doyin á løtuvinning, men heldur á, hvat lønar seg í longdini, sigur Ole Dietz, ið legði rokn- skapin hjá felagnum fyri árið í fjór fram á tíðindafundi í Venesia í Italia síðsta friggjamorgun TURIÐ KJØLBRO Kreppan i danska flogfel- agnum Maersk Air, ið stóðst av uppsøgnini av einum å litisfélki hjá kabinustarvs fólkunum, var av annan dagin fyri, at roknskapurin hjå hesum kenda felagnum skuldi almannakunngerast fyri donskum og føroyskum tíðindafólki á einum hotelli í miðbýnum í Venesia sein- asta fríggjamorgun. For- maðurin í stýrinum fyri fel- agið, Bjarne Hansen, byrj- aði fundin við at vísa til tíðindaskrivið, ið varð sent út beint eftir, at kreppan varð loyst og verkfallið av Ein liður í avtaluni, sum our t varð gjørd millum partarnar, var, at fleiri viðmerkingar verða ikki gjørdar til málið. Nú hyggja vit frameftir, sigur Bjarne Hansen Aðrir brotasjógvar hava eisini skolað í fyritøkuni, nógvar umleggingar hava verið og eru í hesi vinnuni, sum broytist skjótt, og nógv flogfeløg eru í kappingini um viðskiftafólkini. Men Maersk Air kann kortini ikki annað enn hyggja fram eftir og skúgva annað tl viks, ið darvar heildar- myndina Ursliid hjá Maersk Air í fjør var 137 milliónir krónur í yvirskoti Meginparturin av yvirskot- inum stavar frá solu av flog- førum. At yvirskotið ikki er stórri kemst av, at felagið í fjør fór undir nógvar nýggj- ar rutur. Í miðal kostar tað eina tveysiffraða upphædd at byrja eina rutu fyrstu ár- ini. Flúgvingin til Stock- hólm gav dundrandi undir- skot og varð steðgað - At ein slík ruta, sum vit høvdu góðar vónir til, vísir seg at geva so stórt undir- skot, er harmiligt og tað rak- ar heildarmyndina, sigur Ole Dietz, stjóri í Maersk Ar Sidani midskeidis i mars hevur Maersk Air flogið til Venesia hvønn dag. SAS fleyg framman undan til henda kenda byin í Italia. Væl nøgd við úrslitið á Føroyarutuni Maersk Air hevur ongar ætlanir um at steðga flúgving- ini til Fóroyar, hóast kappingarneytin flytir stórsta partin av ferðafólkunum á rutuni. - Rutan gevur yvirskot og so leingi hon ger tað, flúgva vit til Føroyar, sigur Ole Dietz, stjóri. TURIÐ KJøLBRO Fyri 11 árum síðani fekk Maersk Air kapping á flúgvurutuni til Føroya. Tad merktist sjålvsagt væl í virkseminum og talinum á fólki, sum flogfarið flytir millum Føroyar og Dan- mark. Men talið er kortini ongantíð minkað so mikið, at felagið hevur umhugsað at steðga flúgvingini. - Rutan gevur yvirskot og so leingi hon ger tað flúgva vit til Føroyar. Vit hava als ongar ætlanir um at gevast, sigur Ole Dietz. Talid å ferdaf6lkunum å Føroyarutuni er stødugt. I fjør flugu 48.000 fólk vid Maersk Air å hesi farleid- ini og tað er tað sama talið sum árið fyri. Í mun til tað føroyska flogfelagið ligg- ur Maersk Air nakað undir í talinum á ferðafólki. Og tað skilir Ole Dietz væl. - Føroyingar eiga At- lants Flog og sjálvsagt vilja teir brúka teirra egna felag. Øll, ið ferðast í al- mennum grindum, flúgva við Atlants Flog, og tað hevði verið løgid annað. Men tað er eisini brúk fyri okkum. Mín varugi er, at flestu føroyingar velja tað føroyska felagið fram um okkum, meðan danir velja okkum fram um tað før- oyska. Hetta er púra natúr- ligt. Hann visir å, at rutan hjå Maersk Air til Føroya bert er ein lidur f virkseminum hjá tí eina flogfarinum, ið verður brúkt á rutuni. Tað er ein fyrimunur at hava fleiri streingir at spæla á fram um tað føroyska flogfelagið, ið er væl meiri bundið við at hava ein av- markaðan marknað. Í 1995 flugu 44.325 fólk við Maersk á Føroyarutuni og í 1996 44.000. Talið á ferðafólki, sum Maersk Air og undirfeløg, fluttu aftur og fram á øllum rut- um í fjør, var 2,9 milliardir í alt 2 7 - Vit leggja stóran dent á gott umhvørvi, og umhvørvid er eisini í huga, tá ið vit bí- leggja nýggj flogfór. I dag eru ikki betri slóg av flogførum, enn tey vit hava bilagt, sigur Ole Dietz Longu nú er stórur eftir- spurningur eftir hesum ferð- amálinum. Umleið 70 % av kapasitetinum er selt. Eisini til Athen er Maersk Air byrjað at flúgva fyri stutt- um, men har er áhugin eitt sindur minni. Aðrar spenn- andi rutur eru í umbúna. Ikki løtuvinningur Maersk Air er ein stór fyri- tóka við nógvum undirfel- øgum og er ein samansettur handil, sum stjórin Ole Di- etz tók til á tíðindafundinum seinasta fríggjamorgun. Fel- agið arbeiðir á einum stór- um rutuneti, innan- og utt- anríkis, og filosofiin aftan fyri er, at felagið miðar eftir at arbeiða á nógvum markn- aðum á egnum grundarlagi. - Vit leggja ikki doyin á løtuvinning, men heldur á. hvat lønar seg í longdini, sigur Ole Dietz. Roknskapurin fyri árið í fjør vísir, at ein fittur vøkst- ur er í ferðafólkatalinum á uttanríkis- og chartertúru- num, men at restin, tað vil siga innanríkis- og tyrlu- flúgvingin eru í minking, serliga tann fyrra. Síðani brúgvin um Stórabelt varð liðug, er innanríkisflúgving- in minkað munandi, og Maersk Air ásannar hesa gongd og ætlar ikki at brúka stórvegis orku at fáa enn fleiri at flúgva innanríkis. Maersk Helikopter, sum er ein deild innan Maersk Air, hevur mist sáttmálan við Maersk Olie og Gas við- víkjandi flogferðsluni í Norðsjónum. Tí er tann parturin av virkseminum hjá Maersk minkaður so nógv. Eginognin hjá Maersk Air liggur um eina milliard krónur. Umleið 4000 fólk starvast hjá Maersk Air. Maersk Air hevur gjørt ein avtalu við flogfelagið SAS, ið inniber eitt tætt samstarv í nógvum viðurskiftum. Staklutir í avtaluni eru ikki almennir, men stjórin í Maersk upplýsir, at avtalan gagnar báðum pørtum, og at bæði feløgini við avtaluni vænta stórri virksemi. Ílegur Maersk Air byrjaði at flúgva í 1970. Síðani 1981 hevur verið støðugur vøkstur í virkseminum, umsetningi- num og ferðafólkatalinum hjá felagnum. Stórar íløgur eru gjørdar alla tíðina, og nógvar eru í umbúna. - Vit hava bílagt níggju nýggj flogfør í år, og ti rokna vit við einum lægri yvirskoti í ár. Vit leggja stóran dent á álit, góðsku, dygd og fatan. Brúkarin skal hava álit á tað vit bjóða honum. Vit leggja stóran dent á eitt gott umhvørvi, og umhvørvid er eisini í huga, tá ið vit bíleggja nýggj flogfør. Í dag eru ikki betri sløg av flogførum, enn tey vit hava bílagt, sigur Ole Dietz. Flogførini talan er um, eru seks av slagnum Boeing 737-700 og try av slagnum Canadair Regional Jet. Ny ggju fløgførini kosta 2,6 milliardir krónur. Fundur um barnaansing Komandi månakvøld verður almennur fundur um stóra tórvin á stovnsplássum í Tórshavnar Kommunu og hvussu barnaansingin verður skipað í framtíðini TURIÐ KJØLBRO Barnaansing og stóri tørv- urin á stovnsplåssum í høv- udsstadnum stendur å dags- skránni á fundi í Mettustovu í Havn, sum Felagið fyri foreldur at småbørnum í Havn skipar fyri. Helena Dam á Neystabø, landsstyriskvinna í al- manna- og heilsumálum, fer at greiða frá ætlanum hjá landsstýrinum á barnagki- num sambært samgongu- skjalinum, og gera status viðvíkjandi farloyvi, um peningur fylgir barninum, og øðrum. Tað hevur verið frammi, at barnaansingin verður løgd út til kommunurnar at umsita og at Tórshavn verð- ur royndarkommuna næsta ár hesum viðvíkjandi. Hvat liggur í kortunum, og hvussu skal skipanin fíggj- ast og virka, fer landsstýr- iskvinnan at greiða frá. Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar by- ráð, Elin Lindenskov, fer á fundinum at greiða okkum frá nýggju upptøkutreytu- num, ið eru góðkendar, og nær nýggja EDV-skipanin, sum stýrir upptøkuni av ansingarplássum fer at virka. Hon fer at lýsa stød- una, vísa hvussu økini í kommununi eru býtt, hvørji og hvussu nógv stovnspláss eru, hvussu nógv børn eru í ymiskum økjum, og siga nakað um bíðilistan. Orðstýrari á fundinum verður Heri Joensen. Fund- urin mánakveldið í Mettu- stovu byrjar kl. 20.00. Fel- agið vónar, at fólk meta fjølment til fundin, sum er almennur. Nevndin í Foreldrafelag- num er henda: Bryndis á Dunga, forkvinna, Annika Joensen, næstforkvinna, Høgni í Stórustovu, kassa- meistari, Inga Foldbo Hjalnafoss, skrivari, og Heidi Magnussen, nevndar- limur.