týsdagur 8. juni 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 105 - 8. JUNI 1999
itrottar = 5
áð
13
Kevin Gallacher ætlar sær bóltin, men Hans Fróði Hansen er fyrri á honum og fær hann burtur úr vandaøkinum.
— Vit vóru hepnari í dag, men tað bilar einki, ti eg haldi, at vit hava uppiborið tað, segði føroyski málskjúttin eftir dystin
Hans Fróði Hansen:
Fantastiskt!
EMIL L. JACOBSEN
Aftan á frálíka dystin á
Svangaskarði leygardagin
var tað sum vera man mill-
um ftíðindafólkini størst
gravgangur eftir at fáa orð-
ið á føroyska målskjuttan
Hans Fróða Hansen.
Hvussu upplivdi hann so
málið?
— Heilt fantastiskt. Obe-
skriviligt. Eg fór fyrri upp
enn hinir. og hornasparkið
frá John Hansen lá heilt
ótrúliga væl. Tað var legið.
at hann skuldi sita so væl, ti
eg orkaði als ikki meir.
segði ungi leirvíkingurin hjá
HB, sum fyri fyrstu ferð
skoraði fyri Føroyar.
Hans Fróði fekk annars
ein skaða tíðliga í dystinum
eftir eina stempling. Fóturin
var hovin, og hann merkti
tað restina av dystinum.
— Seinni hálvleikur gekk
betur. Vit fingu meira pláss
á midvøllinum eftir útvís-
ingina, og teir vóru ikki so
ágangandi sum í fyrra hálv-
leiki, helt Hans Fróði, sum
ikki varð tíkin av bóli av
skotska liðnum.
— Teir eru góðir, eingin ivi
um tað. Men teir vístu tað.
vit høvdu roknað við
frammanundan. Teir høvdu
onkrar kjansir, men tað
høvdu vit eisini. Vit vóru
hepnari í dag, men tað bilar
einki, tí eg haldi, at vit hava
uppiborið tað.
Longu í morgin skal
landsliðið aftur í eldin,
hesaferð móti Bosnia-Her-
segovina, sum kemur við
einum 2-0 sigri móti Litava í
vidførinum.
— Tað er ein nýggjur dyst-
ur, og teir verða ógvuliga
uppsettir upp á at vinna.
Fyri okkum kann úrslitið
móti Skotlandi vera eitt
sindur vandamikið, um vit
fara ov høgt uppfrá. Tað
verður í øllum fórum ikki
lætt. segði Hans Fróði, sum
sjálvur fleyg hægst í skotska
brotsteiginum, og tað
tryggjaði Føroyum eitt tað
besta úrslitið yvirhøvur, síð-
ani vit fóru upp í altjóða
fótbólt fyri 11 árum síðani.
Jákup Mikkelsen:
lítið at gera
TERJI NIELSEN
Føroyski målverjin Jåkup
Mikkelsen stóð enn ein
góðan dyst í málinum, og
hann sigur, at tað er langt
síðani, at hann hevur havt
so lítið at gjørt í einum
landsdysti.
Jákup Mikkelsen sigur, at
eftir hansara tykki var dyst-
urin rættuliga tamur, men tá
breiðvaksni miðverjin úr
Leicester City, Matt Elliot,
fekk reyða kortið, væntaði
Jákup. at tað fór at ganga,
hóast skotar tá høvdu fingið
leiðsluna.
— Eg roknaði við, at tað
fór at ganga, tí vit spældu
fult upp við skotar, og tað
vóru vit, sum høvdu teir
flestu opnu møguleikarnar.
Í seinna hálvleiki høvdu
skotar lítið og einki at bjóða
uppá, tað er langt síðani, at
eg havi havt so lítið at gjørt.
Eg haldi tó, at vit kundu
havt verið eitt sindur meiri
målsøknir í seinna hálv-
leiki.
Hvussu = upplivdi tú
skotska málið?
—Tað kom ein høgur bólt-
ur úr vinstru síðu, og hann
kom niður ógvuliga nær
málinum. Eg tordi ikki at
taka hann og royndi tí at
vippa hann burtur, men
hann kom beint á Ossur,
sum ikki visti, at hann hevði
ein mann beint í hølunum,
og hesin tók so og skeyt
bóltin í málið.
Hvussu upplivdi tú so før-
oyska málið?
- Eg fekk tað ikki við
beinanvegin, og tað gekk
ein góð løta, áðrenn eg
jublaði.
Hevði tú roknað við hes-
um undan dystinum?
— Eg hevði vónað at fing-
ið stig, og tað gekk so. Hetta
er tað størsta, sum eg havi
upplivað í fótbólti. Somu-
leiðis gevur hetta okkum
góðar vónir til mikudagin,
og eg tvist ikki í, at hetta fer
at lokka nógv fólk inn á
Svangaskarð mikukvoldið.
Vónandi fáa vit enn eitt
gott úrslit tå, tí hyrurin í
hópinum er góður, og
sjálvsálitið er høgt, sigur ein
ovurfegin føroyskur mål-
verji og brosar um alt fimm-
oyrad.
- Í seinna hálvleiki høvdu
skotar lítið og einki at
bjóða uppá, tað er langt
síðani, at eg havi havt so
lítið at gjørt, segði Jákup
Mikkelsen eftir dystin
leygardagin
Allan Morkore:
Grundarsteinurin
er lagdur
— Taktikkurin hjá okkum riggaði til fulnar, tí vit
fingu teir at gera júst tað, vit vildu hava teir at
gera, helt Allan Mørkøre
EMIL L. JACOBSEN
Allan Mørkøre var í góðum
lag, tá vit fingu orðið á hann
eftir dystin leygardagin.
— Taktikkurin hjá okkum
riggaði til fulnar, tí vit fingu
teir at gera júst tað vit vildu
hava teir til: At spæla langar
bóltar í staðin fyri at fáa
okkum at renna eftir teim-
um allatidina, segði Allan
Mørkøre.
— Tað var eisini ein fyri-
munur fyri okkum, at teir
lutfalsliga tíðliga tóku seg
longri aftur á vøllin, men vit
fingu trupulleikar, tá vit
skuldu til at skapa dystin, tí
tað eru vit jú ikki serliga
vanir við.
Allan Mørkøre sá væl,
hvat hendi, tå skotski risin
Matt Elliott bleiv tveittur
út.
— Eg skuldi just til at taka
innkast, tá eg sá hann sláa
fyrstu ferð. Eg bað dómar-
an hyggja yvir har, og hann
vendi sær á og sá, at okkurt
var áfatt. Linjudómarin
fekk tað vid, og so fekk
hann reytt. Tað var rættiliga
býtt av honum, helt Allan.
Linjudómarin, sum sá til-
burðin, var Nelly Vierrot.
Hetta er fyrstu ferð, at ein
kvinna hevur verið partur
av dómaratríbólkinum,
men Allan Mørkøre helt
ikki. at hon stóð seg verri
enn eitt mannfólk hevði
gjørt.
— Eg havi ikki roynt fyrr
at spælt við einum kvinnu-
ligum linjudómara, men
hon kláraði tað fínt.
Javnleikurin móti Skot-
landi skuldi verið eitt gott
utgangsstødi áðrenn dystin
í morgin móti Bosnia-Her-
segovina.
— Vit hava lagt grundar-
steinin nú, og fleiri vænta nú
ivaleyst, at vit fara at vinna
móti Bosnia. Men vit fara
ikki at broyta okkara spæl.
Vit fara framvegis at liggja
afturi á vellinum og bíða
eftir kontramøguleikunum,
sum vit altíð hava gjørt,
segði Allan Mørkøre.
— Vit vita, at úrslitini hjá
okkum verða betri og betri,
og fyrr ella seinni koma
marginalarnir í okkara part.
Tað gjørdu teir hesaferð, og
við eitt sindur av hepni
kundu vit vunnið.