mikudagur 9. juni 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: www.sosialurin.fo
Jan Miller Í
Blaðstjóri:
Eiríkur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Emil L. Jacobsen
Jens Kristían Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting =
Sp S Sosialurin mont
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post &sosialurin.fo
Summar og
skilaleys ferðsla
Oddagrein
Hóast góðveðurstíðin átti at fingið fólk út at
notið náttúruna, so er tað eitt fastgrógvið
fyribrigdi í hovuðsstaðnum, at ljósu góðveð-
ursnæturnar og garrvill bilferðsla eru nær
tengd hvor at oðrum.
Nú er tað so, at kjakið um villu bilferðsluna
einans verður umrøtt, tá onkur syndarlig
ferðsluvanlukka er hend - og kanska hevur
kravt mannaliv. Men latið okkum nú kortini
dvølvja við evnið - áðrenn feigdin hevur rakt
onkran okkara.
Ferðslutrygd kom herfyri fram við sokallaðu
null-hugsjónini, har mælt verður til, at vit seta
okkum sum mál, at eingin skal doyggja ella
verða illa særdur í ferðsluni. Hetta er hogt og
vakurt mál at seta sær, sum politikarar og
vegamyndugleikar áttu at lagt sær í geyma.
Men hvussu skal farast fram, kunnu vit spyrja.
Skulu vit hava logregluna meiri virkna á gøtuni
til tess at halda í nakkanum á ungu
dreingjunum - sum við villu bilkoyringini ikki
bert eru at meta sum sjálvmorðskandidatar -
men so sanniliga eisini sum morðkandidatar.
Eitt eru so 100% vist, at onkur fer at doyggja.
Spurningurin er bara hvor og nær.
Meira logregla er ikki rætta svarið - tí tað í
sjálvum sær broytir onga ferðslumentan.
Kanska tvorturímóti. Ferðslufrálæruna kunnu
vit sjálvandi altíð kjakast um, men tá hon av
samfelagnum verður mett sum ein hver onnur
discountvora, so býður ikki bøtur…
Men við null-hugsjónini í huga kundu vit við
at gjørt nakrar fysiskar åbøtur byrgt fyri van-
lukkum, sum eftir ollum at doma ikki kunnu
fyribyrgjast við at tosa fornuft.
Tann, ið spákar sær ein túr í býnum í Havn
eitt tílíkt vakurt og ljóst summarkvøld øtast
um nógvu - og ofta sera vandamiklu ferðsluna.
Eitt hugskot hevði tí verið, um kommunalu
myndugleikarnir løgdu fysiskar forðingar fyri,
at tað skal bera ungu bilforarunum til at koyra
kapp í miðbýnum.
Eitt ítokiligt domi kundi verið, at vegabungur
vórðu gjørdar í Havnargøtu - t. e. gøtan frå
Café Nátúr og út móti Skansanum. Hetta
hevði við tað sama byrgt fyri skilaleysu feråsl-
uni har, sum er til stóran ampa fyri fólkið, ið
har býr - og sum er sera vandamikið. Har
Aarvegurin er smalastur, liggur eitt hitt mest
vitjaða vertshúsið í býnum. Dyrnar venda út
móti vegnum, sum bert hevur eitt smalt spor,
og eina smala gongubreyt. Eitt undur, at einki
álvarsligt óhapp er hent her. Men tá vanlukkan
er hend, verður helst onkur fysisk forðing sett
upp. Men skilabetur er at gera slíkt, áðrenn
skaðin hendir!
Logreglan hevur viðgingið, at hon ikki hevur
tamarhald á hesum fáu ungu monnum; teir
hava verið heima og tosað við foreldur, tikið
koyrikort 0. a., men einki hjálpir.
Ber íkki til at bota um ferðsluóskilið við at
tosa fornuft við fólk, so er rætta loysnin at
gera bíligar fysiskar ábotur, ið steðga skila-
leysu koyringini, meðan tann skilagóða feråsl-
an kann koyra sum um einki var hent.
Sosialurin
Viðmerking:
Vælferðarsamfelagið í 21. øld:
Skúlapolitikkur
Nu, vit nærkast aldarskifti-
num, er spennandi at vita,
hvussu samfelag okkara
verður í komandi øld. Norð-
urlendska vælferðarsamfel-
agið hevur í heimshøpi ver-
ið fyrimyndarligt fyri allar
tjóðir. Hugsjónin, at vit oll
í felag í samfelagnum bera
byrðarnar og taka okkum av
teimum, ið ikki megna at
klára seg, hevur givið norð-
urlondum eina serstaka væl-
ferð í mun til onnur lond.
Øllum verður tryggjað eft-
irløn, sjåkrarøkt og skúla,
og hevur tað havt við sær,
at neyð og vesaldómur at
kalla hava verið ókend fyr-
ibrigdi hjá okkum. Men fyri
at hetta hevur kunnað latið
seg gjørt, hava nordurlond-
ini m. a. havt eitt skattatrýst,
ið telist millum tey hægstu
í heiminum, og tað er helst
treytin fyri at hava eitt væl-
ferðarsamfelag.
I Føroyum verður í hes-
um døgum nógv tosað um
at lækka skattin, og er tað
nakað, ið vit oll vilja taka
undir við. Tó mugu vit
minnast til, at skulu vit
varðveita eitt samfelag, ið
kann geva eina nøktandi
heilsurøkt, ið oll kunnu
njóta gott av, og ein skúla
fyri øll, so er neyðugt við
einum ávísum skattatrysti.
At siga nakað annað er 6-
satt
Skúlin fyri oll hevur í
nógv ár verið grundhug-
sjónin í okkara fólkaskúla.
Tey seinnu árini hevur skúl-
in kanska havt torført við at
liva upp til hugsjónina, men
hetta hevur so verið aðal-
tátturin, at øllum skulu
tryggjast javnbjóðis møgu-
leikar at útbúgva seg. Fyri
framhaldandi at varðveita
vælferðina er umráðandi, at
vit halda fast um >fólka-
skúlan<. Hugskotið við
privatskúlum er ivaleyst
frálíkt, og skal eisini tann
møguleikin vera, men upp-
gávan hjá tí almenna er fyrst
og fremst at stuðla og
menna tann almenna fólka-
skúlan, og tá ið vit longu
nú síggja, at samfelagið ikki
orkar at fíggja fólkaskúlan,
so må ein møgulig privat-
skúlaskipan verða fíggjað
av brúkarunum.
Vit hava fyri stuttum fing-
ið eina nýggja fólkaskúla-
lóg, ið hevur stórbroytingar
við sær innan skúla okkara.
Breytatilboð, toymisarbeiði
9. a. setir stór krøv til lær-
arar framyvir, men so sann-
iliga eisini til næmingar,
heim, skúlastýri og ikki
minst til teir jåttandi mynd-
ugleikarnar. Tey tilbod og
krøv, ið liggja i skúlalógini,
krevja at ytru karmarnir
verða dagførdir.
Kunningartøknin (KT)
verður i alt størri mun styr-
andi i samfelagnum, og
kemur hon eisini at merkja
gerandisdagin í skúlunum
alt meiri. Í nógvum skúlum
er KT longu vorðin vanlig,
men aðrir eru, ið ikki hava
fingið neyðugu útgerðina
enn. Mær tykir, at størsta
avbjóðingin hjá skúlanum
er at fáa KT at vera ein part
av vanligu fakunum, heldur
enn eitt sjålvstødugt fak.
Kunningartøknin = gevur
nógvar møguleikar, og
nógvir av teimum eru ikki
troyttir nóg væl enn. Tað
kann tykjast óskiljandi, at
eitt samfelag sum okkara
ikki hevur lagt stórri orku í
at skapa møguleikar fyri
fjarundirvísing. I fólka-
skúlanum er hetta neyvan
rætt at gera, men tá ið vit
koma til eldri næmingar,
vildi eg mett, at vit í nógv-
um førum kundu fingið eina
betri og bíligari undirvísing.
Eitt afturvendandi hugtak
tey nógvu seinnu árini, hev-
ur verið: kappingarføri.
Teir, ið hava brúkt tað mest,
hava tó meint lønarnidur-
skurður, og tá skapar tað
tíverri ikki kappingarføri,
men er ein ússaligur studn-
ingur. Kappingarføri haraft-
urímóti merkir menning,
virdisøking, vitanarøking o.
s. fr. Skulu vit standa okk-
um i kappingini og økja
okkara kappingarføri gerst
tað bert við hava ein skúla,
ið verður raðfestur framm-
alaga í samfelagnum. Tí-
verri hevur tørvandi jåttan
á fíggjarlógini tey seinnu
árini havt við sær, at fólka-
skúlin er skerdur alt ov
nógv. Neyvan er hetta
Petur Páll Mikkelsen
gongda leiðin, um vit vilja
menna hetta samfelagið.
Kanska kemst hetta av, at
áhugin fyri skúlanum er alt
ov lítil millum politikkarar-
nar. Okkurt illsinnisgleps
eftir almentløntum við-
hvort, men einki forvitni um
sjálvt innihaldið í skúla-
num, hverjir tankar eru
frammi í skúlahgpi o. s.fr.
Kanska er tað orsøkin til, at
teir hava viðtikið eina lóg,
men ikki hava lagt upp fyri
teimum neyðugu útreiðsl-
um, ið krevjast fyri at seta
hana í verk.
Lat meg enda við at siga,
at ein avgjørd fortreyt fyri
framhaldandi at vera eitt
vælferðarsamfelag er, at vit
halda fast við og útbyggja
skúlan fyri oll.
Karen Blixen segði eina-
ferð: >Skúlin er ikki lívið,
og lívið lagar seg ikki eftir
skúlanum, tí má skúlin laga
seg eftir lfvinum.«
Petur Páll Mikkelsen
Visusangarakvøld í Fuglafirði
Leygarkvøldid 12. juni kl.
207 verður vísusangur i
fimleikarhellini í Fugla-
fjarðar skúla. Kári Sverris-
son, Palli Hansen, Hans J.
Hansen og Niels Midjord
fara at syngja. Tað er ikki
so ofta, at hesin parturin av
tónleikalívi okkara fer at
ljóma í bygdini. Tó so, hev-
ur hetta verið roynt fyrr, og
hevur undirtøkan verið góð.
Vónandi verður hetta eisini
hesa ferð, at fólk fara at
leggja sær leiðina í fimleik-
arhøllina hetta kveldið og
lurta eftir hesum góðu
fólkasangarum.
Fyrilestur um Føroyar og Svalbard
I kvold 9. juni kl 20” verð-
ur almennur fyrilestur i
fyrilestrasalinum å Fiski-
rannsóknarstovuni í Nóa-
túni. Ole Humlum kandi-
datur í fysiskari geografi
heldur fyrilestur um Før-
oyar og Svalbard í norður-
atlantiskum granskigar-
hopi.
Fróðskaparsetur Føroya
og Føroya Fróðskaparfel-
ag skipa fyri fyrilestrinum.
Løgd verða fram úrslit frá
natúrgeografisku gransk-
ingini tey seinastu árini,
viðvíkjandi Føroya Veðu-
rlagi og landslagi nú og í
fortíðini.
Kanningar higartil
leggja dent á týdningin av
tí føroyska økinum, til tess
betur at skilja leiklut Norð-
uratlantarhavsins í sam-
bandi við globalar veður-
lagsbroytingar.
Í fyrilestrinum verða
Føroyar og Svalbard sam-
anborin vid tf f huga, at
Svalbard i fleiri førum
gevur eina nútíðarmynd
av, hvussu náttúruviður-
skiftini í Føroyum vóru
undir seinastu ístíð.
Í fyrilestrinum verður at
enda nomið við bakgrund-
ina fyri at seta á stovn tað
nýggja arktiska fróðskap-
arsetrið UNIS á Svaldbard.
Ole Humlum er kandi-
datur í fysiskari geografi
frå universitetinum í
Keypmannahavn í 1976.
Seinni var hann settur sum
styrkhavi á Keypmanna-
havnar universiteti og hjá
Det Danske Naturviden-
skabelige Forskningsråd. Í
tíðarskeiðnum 1983-86
starvadist hann sum vis-
indaligur leiðari av »Arkt-
isk Station« í Qergertarsu-
aq i Vesturgrønlandi. Síðan
1986 hevur hann verið
lektari í Arktiskari Geo-
morfologi á universiteti-
num í Keypmannahavn. Í
september komandi gerst
hann professari í fysiskari
geografi á nýggja norska
universitetinum UNIS á
Svalbard.
Granmmskingin hjá Ole
Humlum snýr seg megin-
partin um samanspælið
millum verðurlags- og
landslagsbroytingar í teim-
um kaldaru vedurlagsøkj-
unum, har serliga verður
hugt eftir tí norðuratlant-
iska økinum.