mikudagur 9. juni 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 106 - 9. JUNI 1999
tíðindablaðið
3
Skuffaðir svenskir ferðamenn:
Ongul í reyv
Hóast teir hava brúkt eitt heilt ár og 200.000 krónur til at fyrireika fiskiferð til Føroya, sleppa
svenskir ferðamenn als ikki at kasta undir Føroyum
EDVARD JOENSEN
Teir komu vid Norrønu
månamorgunin vid niggju
småum båtum, sum teir ætl-
aðu at sleppa at fiska við
undir Føroyum.
Men tað varð sýtt teim-
um, hóast teir annars hildu
seg hava øll loyvi og allar
avtalur í pottinum.
So einki er at siga til, at
teir eru vónsviknir, hesir
sviarnir, sum fyrrapartin í
gjár stóðu sum ryssa yvir
deyðum fyli í stóðni á Argj-
um.
Tað eru limir í Gøteborg
Havfiskeklub, sum í eitt ár
hava fyrireikað eina ferð til
Føroya við tráðu.
Hetta er vanlig manna-
gongd hjá teimum, soleiðis
at ferðast runt at fiska. Teir
hava verið víða um í Eu-
ropa, men ongantíð hava
teir verið fyri nókrum slík-
um, sum hest viðferðini, teir
fingu, tá teir komu til Før-
oya í gjár.
Og teir dylja ikki yvir, at
teir eru sera vónsviknir.
Eftir at hava vidgjørt all-
an reiðskap, soleiðis, sum
fyriskipað er, fóru teir
mánadagin á Vaktar- og
Bjargingartænastuna at siga
frá, at teir vóru komnir og
annars spyrja seg fyri um
streym og onnur viðurskifti.
Men fingu tá at vita, at teir
als ikki sluppu at fiska, tí
einki fiskiloyvi fyrilá.
Tað var sum at fáa vátan
vøttin, og sum rimiligt er,
gjørdust teir illa vid.
Robert Thulin, vinstrumegin, o
fyri sæst ein annar av svensku bátunum.
ak
Kent Højmo, er ein teirra,
sum við er. Sosialurin hitti
hann og Robert Thulin um-
borð á jollu teirra fyrrapart-
in í gjár. Teir siga seg ikki
hava upplivað slíkt. Og
vóna, at talan bert er um
eina misskiljing.
>Vit eru lóglýdnir menn,
sum als ikki ætla nakað 6-
g Kent Højmo, høgrumegin, vildu hvorki pakkað tráður
na út ella halda á henni. Aftan
( Mynd: Jens Kristian Vang)
lógligt. Og tå vit hava fingið
at vita, at vit ikki sleppa at
fiska, er bnara at fara heim-
aftur< sigur Kent Højmo.
Og teir taka tað so
bókstaviliga, at teir vildu
ikki pakka tráðurnar út, so
blaðmaðurin mátti leggja
tráðu til fyri at visa, hvønn
reiðskap teir brúka
Svíarnir siga, at tað er
sera hugstoytt at hava brúkt
eitt heilt ár og 200.000
krónur at fyrireika slíka
ferð, sum skuldi vara í
tíggju dagar, bert fyri at fara
heim aftur ongul í reyv, tí
teir als ikki sluppu at kasta.
Lítið halda teir um, at før-
oyingar tosa um ferðavinnu,
tá hvorki danska ferða-
mannastovan, teir hava
brúkt, ella Ferðaráð Føroya,
sum teir eisini hava havt
samband við, ikki kundu
siga teimum hetta, áðrenn
teir komu.
Sleppa teir ikki á flot heilt
skjótt, er einki at gera uttan
at fara heimaftur við Norr-
ønu fríggjadagin.
>Vit eru komnir her við
nøkrum trådum, og ætla
okkum at taka ein fisk av
hvørjum slagi, vit fáa. Tann
størsta, sjálvandi,< sigur
Robert Thulin. >Tað er ser-
liga kalvin, sum lokkar.
Men hesin fiskiskapurin
oyðir ongan stovn.«
Og Kent Højmo undrast
á viðferðina
>Vit keypa eisini okkurt
her í Føroyum, meðan vit
eru her. Alt vit eta. Og um
vit sluppu at fiska, keyptu
vit eisini fiskireidskap.«
Ikki ger tað umdømi
okkara betri, at sega teirra
longu var á Internetinum
týsmorgunin. Tað var ein
annar limur í felag teirra,
sum hevði lagt hana út.
Tað eydnaðist ikki at fáa
viðmerkingar til málið frá
føroyskum myndugleikum,
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
Runnið varð frá Heródesi
til Pilatus, men eingin var
at hitta, sum visti um og
kundi siga nakað um málið.
Seinasta flagið lagt
Í annadkvøld verður seinasta flagid lagt á Térsvøll. Fyrireikararnir hava
skipað fyri hugnakvøldi í Gundadali og vóna at fáa nógv fólk til arbeiðis
EDVARD JOENSEN
Í annadkvøld verður sein-
asta flagið lagt á nýggja
Térsvøllin. Og ætlanini er
at gera eina rættiliga hugna-
løtu burturúr.
Poul Michelsen, primus
motor, sigur, at teir hava
skipað fyri tónleiki, ókeypis
pylsur og ísur verður at fáa,
umframt at ymsir leski-
drykkir eisini eru til taks.
Tað er Føroya Bjór, sum
hevur latið tað flótandi, og
P/F Poul Michelsen stuðlar
við pylsum og ísi. Ókeypis,
skilst. Umframt verður tón-
leikaannlegg sett upp, sum
fólk eisini fer at passa
ókeypis, meðan onnur rulla
flag.
Poul Michelsen sigur, at
teir í fyrsta lagi serliga
venda sær til limirnar í fót-
boltsfeløgunum í kommun-
uni. AB, HB og B36. Men
sjálvandi eru øl onnur eisini
vælkomin.
Hann sigur, at teir rokna
við at skulu brúka umleið
50 fólk í senn. Men gongur,
sum væntað og vónað,
verða fleiri lið, so til ber at
skifta.
Øll kunnu jú ikki rulla
alla tíðina. Onkur skal vera
at eta pylsurnar.
Hugsanin aftan fyri hetta
tiltakið er líka nógv peda-
gogisk sum vinnulig, sigur
Poul Michelsen. Tað er líka-
sum fyri at geva fólki eina
kenslu av, at tey eiga í vølli-
num og gerast góð við hann.
Ein slíkur vøllur skal eisini
verjast. Tað ber hóast alt
ikki til at brúka hann sum
dagligt spælipláss.
Og tað er helsur ikki so
lítið, sum leggjast skal. Ein-
ir 10.000 bøkkar tilsamans.
Sum er, eru umleid 6.000
lagdir, so hóskvoldið skulu
4.000 bøkkar leggjast aftrat.
Annars gongur arbeiðið í
Gundadali við fullari ferð.
har broytist hvønn dag.
Askoðaraplássini = eru
komin at standa, og í gjár
vórðu elementini til húsið
sett upp.
Hetta húsið skal rúma
umklædingarhølum,
pressuhølum, VIP'ara hø-
lum og onkrari skrivstovu.
Poul Michelsen sigur, at
miðað verður í móti at fáa
pressuhølini liðug til fyrsta
dystin, sum ætlandi skal
spælast á vellinum tann 9.
juli.
Men ymiskt bendir å, at
umklæðingarrúmini verða
ikki liðug til ta tíð. Tí verður
Nú sæst dagamunur á Tørsvølli
arbeitt við at fáa udantaks-
loyvi frá UEFA at brúka
verandi umklæðingarrúm í
HB og B36 húsunum, sum
jú eru grannar.
Seinnapartin í gjár skuldi
ein fundur vera við UEFA
umboð, sum eru í Fóroyum
í samband við landsdystin
móti Bosnia Herzogovina,
sum verður á Svangaskarði
í kvold.
( Mynd Jens K. Vang)
Nýtt
heitum og køldum rættum
frá kl. 11.30 til 14.00
Eisini ber til at fáa døgurda
út úr húsinum
md
Tel 319767 Á
sjålvtøku-
dógurðaborð
í Rio Bravo
Nú kunnu vit, sum nakað nýtt, bjóða viðskiftafólkum okkara
tann møguleika, eisini at eta døgurda á matstovu okkara
Vit bjóða fram stórt sjålvtøkubord við bæði
Opið er mánadag til fríggjadag
RIO BRAVO + Tørsgøta 11 * Tel. 319767