mikudagur 9. juni 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 106 - 9. JUNI 1999
tíðindablaðið
VA 2
22)
11
320 ungfolk skrivað undir
Tað gongur strúkandi hjá Blái Kross at fáa ungfólk at skriva undir rúsfríu avtal-
una. Tann fyrsta í hesum mánaðinum varð avtala nr. 300 undirskrivað, og var tað
13 ára gamla Maria í Skorðini sum skrivaði undir
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er av álvara komið glið
á hjá Bláa Krossi at fáa ung-
fólk at skrivað undir rúsfríu
avtalurnar.
Fyri minni enn einum
mánað síðani varð avtalað
nummar tvey hundrað gjørd
við ein ungan fýr í Klaks-
vík, og 1. juni varð avtalað
nr. 300 undirskrivað við ta
13 ára gomlu Mariu í
Skorðini úr Havn.
Síðani 1. juni hava 20
ungfólk afturat skrivað und-
ir avtaluna. Tað vil siga, at
320 ung hava gjørt eina eitt
ára rúsfría avtalu við Bláa
Kross, nú tiltakið verður
niðurlagt til skúlarnir byrja
aftur í august mánað.
Bíða við
fyrsta glasinum
Kristian á Reynatrød, fíggj-
arleiðari hjá Bláa Krossi
sigur, at tey eru ótrúliga væl
nøgd við gongdina.
— Vit roknaðu við, at til-
takið fór at fáa stóra undir-
tóku, men hetta er nógv
betri enn væntað og tað frøir
okkum at tey ungu eru so
positiv, sigur hann.
Málbólkurin fyri avtaluni
eru tey 13 til 16 ára gomlu,
men tað ber eisini til hjá
teimum, sum eru eitt sindur
eldri at skriva undir.
Men hví tey 13-16 ára
gomlu?
— Tað er tí, at jú yngri fólk
eru tá tey byrja, jú stórri er
vandin fyri at tey gerast
misnýtarar. Og fáa vit tey
at bíða við at taka fyrsta
glasi, so er nógv vunnið,
sigur Kristian á Reynatrød.
Tey ungu, verða ofta sett
undir bólkatrýst, og tí er
kanska vandi fyri at tey
>ygloyma< avtaluna. Hvat
gera tit fyri at tað ikki skal
henda?
- Fyri tað fyrsta so vil eg
siga, at avtalurnar byggja
upp á álit. Vit hvørki kunnu
ella vilja fara út at kanna
um tey sum hava skrivað
undir avtaluna, men vit
vænta at tey halda tað tey
skriva undir uppá. Sam-
stundis so royna vit at skipa
fyri onkrum tiltókum, sum
skulu stuðla teimum at
halda á, men vit vita eisini,
at tað er í minna lagi, men
orkan er ikki til meir í løt-
uni, sigur Kristian á Reyn-
atrød.
Hvat fåa tey sum skriva
undir burturúr?
— Tey fáa eitt rúsfrítt ár,
umframt at tey fáa avsláttur
í ymsum handlum. Vit hava
gjørt avtalur við onkran
klædnahandil, onkran fløg-
uhandil og aðrar handlar
sum tey ungu koma í.
Men er tað rætt, at keypa
tey ungu á henda hátt.
Hevdi tað ikki verið rættari
at fingið tey at skriva undir
av sínum eintingum ?
— Tað er mikið møguligt,
men tíðin er soleiðis háttað
at man fær nakað fyri nak-
að, og kunnu vit fáa nøkur
ungfólk at bíða við at taka
tann fyrsta snapsin, so hava
vit ikki ringa samvitsku um
tað er tí, at tey hava gjørt
eina avtalu við okkum, sum
gevur teimum fyrimunir,
sigur Kristian á Reynatrød.
Suðuroyggin
stendur fyri tørni
Nú summarið nærkast og
skúlarnir fara í summarfrí,
verður tiltakið lagt á hyll-
ina.
Hetta skal ikki skiljast
sum at tey, sum hava skriv-
að undir fara í >summarfrí<
frá avtaluni, men soleiðis at
fyrireikararnir ikki fáa sam-
band við tey ungu meðan
skúlarnir eru í summarfrí.
— Vit hava verið ótrúliga
væl móttikin á skúlunum.
Vit hava verið í næstan gll-
um skúlum kring landið og
tað hevur gingið uppá stás í
teimum øllum uttan einum.
Ein skúli í høvudsstadar-
økinum segði nei, og tað
verður eftir øllum at dóma
einasti skúli í landinum vit
ikki koma á, sigur Kristian.
Hví segði hann nei?
— Tað hava vit ikki spurt
um. Vit vendu okkum til
skúlan og spurdu um vit
kundu sleppa at greiða frá
avtaluni, men tað vildu tey
ikki. tað er teirra val og tað
blanda vit okkum ikki í.
Hava tit verið runt alt
landið?
Ikki heilt enn. Vit
mangla Suðuroynna. Vit
vóru á veg til Suðuroyar,
men so kom verkfallið inn í
millum, og tað hevdi við
sær, at Suðuroyggin mátti
útsetast. Síðani hevur tað
tíverri ikki borið til at fáa
hana inn aftur í ætlanina og
tí hava vit valt at bíða til
eftir summarfrítíðina, sigur
Kristian á Reynatrød.
Heilt nýggjar
Bláa Kross-bygdir
Nú tiltakið hevur koyrt í eitt
tíðarskeið er sjálvandi vert
at spyrja, um tað sæst í lim-
askaranum hjá Bláa Krossi.
— I sjålvum sær koma tey
ungu, sum skriva undir ikki
við í limaskaran hjá Bláa
Krossi av tí at tey eru yngri
enn 18 ár, men tað sum vit
Maria í Skorini úr Havn var nummar 300 í rødini at
skriva undir rúsfría avtalu við Bláa Kross
halda verða sera hugaligt er,
at vit hava fingið nógv ung-
fólk i bygdum, sum vit ikki
hava nógvar limir framm-
anundan. Tað dámar okkum
sjálvandi væl, men tað er
ikki høvudsmålid við tiltak-
inum, sigur Kristian á
Reynatrød og leggur aft-
urat:
— Tað er at fáa tey ungu
at útseta, ella heilt at lata
verða við at taka tann fyrsta
snapsin
Og tá hugt verður eftir
nøgdini av teimum, sum
hava skrivað undir, so kann
ikki sigast annað enn at tað
gongur strúkandi hjá Bláa
Krossi.
Maria í Skorini var
nummar 300, sum skrivaði
undir og síðani hon setti sítt
navn á avtaluna hava 20
ungfólk fylgt í fótasporum
hennara.
Einki verkfall á hes-
um sinni heldur
Tíðliga leygarmorgunin eydnaðist tað semingsmonnunum
at fáa semju millum partarnar í fíggjarheiminum. Urslitið
var ein nýggjur tvey ára sáttmáli, sum samanlagt kostar
fíggjarstovnunum 6,5 prosent
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað var um reppið, at fyrsta
verkfallið í fíggjarheimin-
um í øllum kongaríkinum,
skuldi síggja dagsins ljós í
Føroyum, men tá samanum-
kom eydnaðist tað semings-
monnunum at fáa partarnar
at semjast um ein nýggjan
tvey ára sáttmála.
Nýggi sáttmálin ber við
sær, at starvsfólkini í bank-
anum fáa 5,6 prosent meir í
lønarposarnar tey næstu
tvey árini.
Harafturat fáa starvsfólk-
ini í fíggjarheiminum 3,5
frídagar afturat, soleiðis at
samlaða kostnaðurin av
nýggja sáttmálanum gerst
6,5 prosent.
Samráðingarnar hesaferð
gjørdust rættiliga drúgvar
og sum sagt var tað um
reppið, at tað endaði við
verkfalli.
Starvsfólkini í peninga-
stovnunum skulu geva tvær
vekfalsfráboðanir áðrenn
farast kann í verkfall og ver-
uleikin var tann, at seinna
fráboðanin var givin og
verkfall skuldi byrja á mid-
nátt í gjårkvøldid um eingin
semja fekst.
Men semingsmenninir
Jógvan Amonsson og Al-
Ragnar Olsen, heldur at
feløgini kunnu liva við
nýggja sáttmálanum ...
fred Petersen fingu so part-
arnar at semjast áðrenn tað
endaði heilt galið.
Nøgdur - og tó
Ragnar Olsen, frá Finans-
forbundet, sum umboðar
starvsfólki í Føroya Banka
sigur við Sosialin, at hann
er nøgdur vid semjuna, hó-
ast hon ikki er so góð sum
feløgini vildu hava hana.
— Men soleiðis er tað nú,
tá semingsstovnurin kemur
upp í samráðingarnar. Tá
verður initiativid tikið frá
okkum, sum hava samráðst
og semingsmenninir taka
yvir, og tá so er ber illa til
at ávirka gongdina, sigur
Ragnar Olsen.
Men kortini er hann
nøgdur við úrslitið. Lønar-
parturin gjørdist 5,6 prosent
og við teimum 3,5 fridøg-
unum, sum tað eydnaðist at
fáa við í nýggja sáttmálan
var samlaða úrslitið 6,5 pro-
sent yvir tvey ár.
— Frídagarnir vóru okkara
kardinalpunkt. Vit høvdu
kannað frammanundan
hvórji ynski limir okkara
høvdu, og tað vísti seg, at
tey flestu vildu hava fleiri
frídagar, og tí var tað ótrú-
liga týdningarmikið, at vit
fingu tann partin í sáttmál-
an, sigur Ragnar Olsen
Kanska eitt fak-
felag í framtíðini
Hesar samráðingarnar vóru
tær fyrstu, har fakfeløgini í
fíggjarheiminum samrádd-
ust saman.
Arbeiðsgevararnir hava
gjørt eitt felag, sum sam-
ráðist fyri teir allar, og tí
vóru samráðingarnar lagdar
í einum. Men tað merkti at
tey trý fakfeløgini í fíggjar-
heiminum skuldu samráðast
saman, og tað høvdu tey
ongantíð gjørt áður.
Ragnar Olsen heldur
kortini at tað gekk framúr
væl.
. og tað kunnu arbeiðs-
gevararnir eisini, heldur
Jørn Astrup Hansen
— Tað vil altíð verða so tå
try feløg samráðast saman,
at tað koma tvistødur í, og
okkara samráðingar vóru
einki ødrvisi í so máta, men
vit fingu arbeitt okkum
burturúr teimum tvistødun-
um. Tað stutta av tí langa
haldi eg er, at samarbeiði
var ótrúliga gott.
Men tá arbeiðsgevararnir
hava gjørt eitt Arbeidsgev-
arafelag, merkir tað so, at
tit skulu gera tykkara sam-
anlagda felag?
— Tað dugi eg ikki at siga
enn. Arbeiðsgevararnir
skunda í hvussu er undir, at
vit gera okkara egna felag,
og tí gerast vit kanska eyka
varin, men nú tá teir hava
eitt felag, er tíðin kanska
komin, at vit kanna møg-
uleikan at leggja saman í
eitt felag. Tað ber tó í dag
ikki til at siga nakað um
hetta enn.
Ynskini nógv
fleiri enn úrslitið
Tað sigur seg sjálvt, at tá
farið verður til samráðingar
eru krgvini ofta mong. Men
úrslitið er sjáldan at tey øll
verða gingin á møti.
Soleiðis var eisini í hes-
um føri.
Ragnar Olsen sigur, at tey
trý feløgini høvdu okkurt
um hundrað felags krøv til
Arbeiðsgevarafelagið, men
tá til stykkis kom, vóru bara
trý ella fýra av teimum við
í tí endaliga sáttmálanum.
— Men soleiðis er tað tá
samrátt verður, og tað mugu
vit góðtaka.
— Eg haldi tað hevði stór-
an tydning, at fáa lønarpros-
entid upp frá teimum 4, sum
stovnarnir høvdu læst seg
å, upp til 5,6, sum tann end-
aligi såttmålin sigur. Sam-
stundis komu teir fridagar-
nir uppi, sum alt i alt gera
såttmålan eitt sindur åtilig-
an, sigur Ragnar Olsen, at
enda
Arbeidgevararnir
eisini nøgdir
Jørn Astrup Hansen, stjóri í
Føroya Banka og formadur
i Arbeidsgevarafelagnum
sigur, at teir sum so eru
nøgdir við úrslitið um hugt
verður eftir hvussu restin av
samráðingunum á arbeiðs-
marknaðinum endaðu.
— Men tað er okkara nið-
urstøda, at hesar samráðing-
arnar sum heild gjørdust ov
dýrar fyri føroyskan bú-
skap, og kanska serliga tá
vit hava broytingarnar í
samfelagnum í huga, sigur
Jórn Astrup Hansen.
Arbeiðsgevararnir vóru tó
greiðir yvir, at tað neyvan
fór at eydnast at fáa eina
samlaða lønarhækking, sum
var minni enn tey 6,5
prosentini. Ti gjørdu teir av
fyri einum mánað síðani at
bjóðað starvsfólkunum hesa
lønarhækkan, men tá tóku
feløgini ikki av. Og tað
hevði við sær, at hótt var
við verkfallið og tísum
hoyrir til.
— Men nú såttmålin er
undirskrivadur kostar hann
Føroya Banka 6,56 prosent,
og tað merkir, at vit hava
stríðst í langa tíð fyri so
lítið, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Hann leggur afturat at
6,56 er tað, sum sáttmálin
kostar Føroya Banka, men
hann er eitt sindur dýrari hjá
onkrum av hinum arbeiðs-
gevarunum
Tað stutta av tí langa er
so tað, at samráðingarnar
endaðu við semju og uttan
at føroyski fíggjarheimurin
skuldi leggja rygg til. at
fyrsta verkfallið í kongarík-
inum sá dagsins ljós í Før-
oyum