mikudagur 9. juni 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 106 - 9. JUNI 1999
tíðindablaðið FOD 17
e-mail: emil(a sosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Fleiri streingir
at spæla uppå
Allan Simonsen hevur ongantíð havt so nógvar møguleikar at seta liðið.
sum hann hevur hesa ferð
Stóri spurningurin undan
hvørjum einasta landsdysti
er, hvørjir ellivu spælarar
fara at manna liðið. Hetta
2r nakað, sum fótbóltshug-
að eisini hesa ferð tosa og
gita um, og sjálvandi hevur
landsliðsvenjarin umhugs-
10 spurningin væl og virði-
liga, og tað hevur hann gjørt
bæði út frá avrikunum leyg-
ardagin og við dystinum
niðri í Bosnia 19. august í
fjør, tá føroyingar stóðu seg
væl og bara fingu eitt
óheppið mál ímóti sær.
Um tað hevur borið hon-
um til, so hevur landsliðs-
venjarin hildið seg til somu
manning so at siga hvørja
ferð. Hann hevur hildið tað
vera óneyðugt at gera
royndir, og tað heldur hann
eisini hesa ferð, og tað kann
væl vera, at teir somu ellivu,
sum fóru á vøllin móti Skot-
landi, eisini fara á vøllin í
kvøld. Men nú er tað soleið-
Is, at tað ber honum til at
gera smávegis broytingar,
uttan at talan er um roynd-
ir, tí hann hevur so nógvar
spælarar at velja ímillum.
sum hava drúgvar royndir.
Vit plaga viðhvort at geva
okkara boð uppá. hvussu vit
rokna við, at venjarin fer at
seta liðið. Tað gjørdu vit
ikki leygardagin, tí tað var
so stórur ivi um tveir av
lyklaspælarunum. Vit fara
heldur ikki í dag at geva
okkara boð uppá liðið, tí
tað er framvegis ivasamt,
um ein av lyklaspælarunum
verður tøkur. Men vit fara í
staðin at borðreiða við tí,
sum vit út frå samrødum við
venjaran og eygleiðing av
dystum og venjing halda, at
venjarin snarar og vendir,
áðrenn hann tekur stóðu til,
hvussu liðið skal síggja út.
Fleiri møguleikar
í verjupartinum
Undan dystinum móti
Skotlandi var tað eitt sindur
ivasamt, um Pól Thorsteins-
son fór at verða tøkur, men
hann spældi allar 90 minutt-
irnar á tamb, og síðani hev-
ur hann luttíkið í venjingini
sum hinir
Jens Kristian Hansen var
nógv saknaður móti Skot-
landi. Tað er sera ivasamt,
um hann verður við í kvold,
men sannlíkið fyri tí er
stórri, enn tað hevur verið.
Månakvøldid legði Tor-
bjørn Viderø eina blokadu,
og tað visti seg at rigga so
mikið væl, at liðformaðurin
fekk vant vid eina løtu, og
so fåa vit at siggja, hvussu
tað verður í kvold.
Allan Simonsen plagar
ikki at gera serliga stórar
broytingar í uppstillingini
frá dysti og til dyst, men
hann var ikki heilt nøgdur
við spælið móti Skotlandi,
og tí er spurningurin, um
hann umhugsar broytingar
hesa ferð. Um Jens Kristian
verður tøkur, so er upplagt.
at venjarin fer aftur til mið-
verjuna, sum hann helt seg
til í fýra teimum síðstu dyst-
unum í fjør — frá og við ti
móti Bosnia. Venjarin var
sera væl nøgdur við avrikið
hjá Pól Thorsteinsson, sum
síðani hann kom á liðið
niðri á Malta fyri tveimum
árum síðani hevur spælt all-
ar 14 dystirnar á tamb, og í
kvold verður á vongverjan-
um í høgru.
Verður Jens Kristian ikki
tøkur, og Pól Thorsteinsson
tiskil verður midverji, so
skal venjarin gera av, um
Jéhannis Joensen skal
halda fram í høgra borði,
ella um ein av tveimum gðr-
um møguleikum skal royn-
ast. Sum so ofta sagt, so er
venjarin einki fyri teimum
stóru broytingunum, men
talan verður ikki um nakað
stórt eksperiment, um All-
an Mørkøre ella Henning
Jarnskor verður settur í
hetta plássið. Teir hava báð-
ir røkt tað so ofta.
Í hinum borðinum spældi
Øssur Hansen, sum hevur
nógvar royndir, móti Skot-
landi, inntil John Hansen
kom inn. Nú skal venjarin
taka stóðu til, um hann vil
Hjálparvenjarin Jógvan
Martin Olsen tekur
virknan lut í venjingini,
sum her, tá hann leggur
trýst á John Petersen
Mynd: Alvur Haraldsen
hava Øssur at vera við. ella
um hann skal skifta út. og
um hann velur at skifta út.
so skal hann taka stóðu til.
um Henning Jarnskor, sum
røkti hetta plássið fýra teir
síðstu dystirnar í fjør, skal í
hesa ódnina, ella um John
Hansen, sum hevur verið
sannførandi báðu ferðirnar.
hann er komin inn (í Aber-
deen og síðsta leygardag),
nú eigur at fáa møguleikan
millum teir fyrstu ellivu
Framrættaða spælið
Tað hekk ikki so væl saman
á miðvgllinum, sum venjar-
in vildi hava tað at gera.
Hetta kunnu tað vera fleiri
orsøkir til.
Ein var, at Jens Kristian
Hansen ikki var í miðverj-
uni, hagani hann plagar at
spæla skilagott fram til mið-
vallararnar. Ein onnur var,
at tað tóktist darva spælið
bæði hjá Sámali Joensen og
John Petersen, at hesin
seinni nevndi í útgangsstóð-
uni lá so frammarlaga. Hó-
ast John Petersen í feløgun-
um, sum hann hevur um-
boðað í 1. deild (B68, GÍ g
B36) altíð hevur verið
framherji, so hevur hann
síðani útidystin móti Jugo-
slavia í 1996 — verið týdn-
ingarmikil = miðvallari á
landsliðnum.
Um venjarin velur at flyta
John Petersen longri aftur á
vøllin, so verður pláss fyri
einum álopsspælara afturat.
og hóast Jákup á Borg leyg-
ardagin kom fram um Una
Arge í rødini, so man tað
vera meiri sannlíkt, at Leift-
urs maðurin, sum í fjør var
millum teir fyrstu ellivu í
øllum teimum fýra dystun-
um, tá tað var um reppið, at
Føroyar fingu stig.
Uni Arge er tað teir kalla
boksspælari. Tað vil siga, at
hann er í brotsteiginum hjá
hinum og kann umseta
tvórbóltar til royndir móti
málinum — bæði tá teir
koma í luftini og eftir jørd-
int — og tað talar til hansara
fyrimun, at ein spælari av
hesum slagnum restadi
onkra ferðina leygardagin,
t.d. tá Todi Jónsson tvær
ferðir legði innfyri úr vin-
stru.
Um John Petersen verður
fluttur aftur á miðvellin, so
skal ein annar av midvøllin-
um. Eingin av miðvallar-
unum síðsta leygardag nyt-
ist at Íara av vøllinum, um
Allan Mørkøre verður
fluttur á vongverjan i
høgru, men verður Allan
Mørkøre á midvøllinum. so
kann tað vera. at Sámal Jo-
Øll minnast aftur á,
hvussu tað gekk, tá HB
fyri seks árum síðani
skuldi spæla í Europa
Cup á heimavelli móti
lettiskum liði, ið ongan-
tíð kom til Føroya.
Bosniska landsliðið
kom í Vágar klokkan 15
seinnapartin í gjár, og
harvið er greitt, at dyst-
urin verður i kvøld, so-
leidis sum tad er åsett.
Men tá bosniska
ferðalagið, sum tilsam-
ans telur 41 fólk, lendi í
Vágum, vóru tað nógvir
spurningar, ið skuldu
takast upp og greinast út.
— Tá okkara lið fer
aðrastaðni at spæla,
royna vit altíð at fáa fyri-
reikingarnar frá hondini
í góðari tíð. Hetta verður
fyri ein stóran part gjørt í
samstarvi við fótbólts-
sambandið, sum er vert-
ur hjá okkum. Eftir
áheitan frá okkum syrgja
teir fyri, at vit fáa venj-
ingarvgllir og venjingar-
tíðir, og at onnur prak-
tísk viðurskifti eru í lagi,
og um talan er um eitt
pláss, har vit ikki hava
verið áður, so spyrja vit
okkum fyri, soleiðis at vit
fáa greiðu á, hvussu ting-
ini hanga saman, eitt nú
hvat ferðingartíðini við-
víkur.
Hetta sigur Ísak Mik-
ladal, aðalskrivari í Fót-
bóltssambandinum. Tá
vit tosaðu við hann í
middegi í gjár, vóru fleiri
ósvaraðir spurningar i
sambandi við vitjanina.
— Vit hava hoyrt mill-
um lítið og einki úr Bos-
ensen skal út á beinkin.
Torførasta valið
Eingin ivi er um, at Todi
Jónsson verður fremsti
álopsmaðurin. Hann var
ikki við í Bosnia 19. august í
fjør, tí hann var skaddur. Ta
ferðina var stórur saknur í
honum, tí tað vóru onkrir
møguleikar fyri snarálop-
um. Men nú er hann við, og
hann veit væl, at spentu
áskoðararnir vænta, at hann
skal skora. Todi er topp-
skjútti á landsliðnum, men
hann hevur ikki skorað síð-
ani í heimadystinum móti
Malta. Tað var í gjár fyri
tveimum árum síðani. Men
so skal eisini leggjast aftur-
at, at FCK maðurin hevur
givið avboð til fleiri av dyst-
unum, sum hava verið síð-
ani tá
Torførasta valið hevur
venjarin gjørt. Jákup Mikk-
elsen verður aftur målv er
kvold, men tað er sjón fyri
søgn, at Jens Martin Knud
sen, sum fer at sita á beink
Gestirnir hava |
verið fridarligir
Fótbóltssambandið hevur ikki fingið ein
fyrispurning frá bosniarunum, ið skuldu
koma í Vágar seinnapartin í gjár
nia. Teir hava boðað frå,
at teir ynskja at venja á
Svangaskarði klokkan
sjey í kveld og aftur
fyrrapartin i morgin
klokkan tíggju. Um teir
vilja, at hetta skal vera
soleiðis, so fara vit ikki at
leggja teimum forðingar
í vegin fyri tí, men spurn-
ingurin er, um hetta fer
at lata seg gera. Teir
lenda klokkan trý, og av
tí at strandferðslan legg-
ur onkran túrin burtur-
ímillum um Vestmanna-
sund seinnapartin, so ber
tað teimum ikki til at
koma tvørturum fyrr
enn í fyrsta lagi klokkan
fimm, og so er spurning-
urin, um teir ætla sær til
Havnar fyrst, ella um teir
ætla sær beinleiðis á
Svangaskarð. Tá teir
hava verið á Svanga-
skarði í kveld, verður
spurningurin, um teir
ynskja at fara inn aftur
fyrrapartin í morgin. Teir
hava ikki spurt um ferð-
ingartíðina, men tað
verður sjálvandi upp til
teir at gera av, hvat teir
vilja. Hetta er bara nak-
að nógv gðrvísi, enn tað
plagar at vera, staðfesti
Ísak Mikladal á middegi
í gjár.
Og so kunnu vit bara
staðfesta, at hóast
kommunistisku einaræð-
ini í Eystureuropa eru
farin fyri bakka fyri fleiri
árum síðani, so tykist tað
sum um hugurin og evn-
ini at samskifta vid onn-
ur ikki er serliga nógv
broyttur.
inum og sum hevur spælt 45
landsdystir, er væl fyri. Ja
kanska hevur hann ongan-
tíð verið so væl fyri, sum
hann er nú. og tað ber til at
ímynda sær, at um nøkur ár
fer føroyskur fótbóltur at
10ra seg um, at tað skuldi
vera soleiðis, at Jákup
Mikkelsen og Jens Martin
Knudsen um somu tíð vóru
upp á sítt besta.
Og so er spurningurin,
hvør spælari skal av beink
inum og út millum åskodar-
arnar. Tað hava verið nítjan
spælarar í landsliðsleguni
men tað kunnu bara vera
sjey á beinkinum. Síðst var
Henning Jarnskor leik
bannaður, men hesa ferð
skal ein annar í klædning
Um Jens Kristian Hansen
ikki fær spælt, so fær hann
fri. Um hann fær spælt, so
kann tað kanska hugsast. at
Fróði I
hevur snoddað til landsliðs
Benjaminsen, sum
lívið og kom so mikið langt
leygardagin. at hann hitaði
upp. fær frí jh