hósdagur 10. juni 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyr : | Marknaðardéild: "Dagfinn Olsen menn: Postadr: Postsmoga 76, |
| a úller klóri; Jonhard Hammer 4 Johannessen | Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tréndarson Alvur Haraldsen - ; Telefon: 311820
Blaðstjóri: Útgevari, uppseting og prent: Telefax. 314720
Eiríkur Lindenskov Blaðfólk: ítróttarskrivari: Sp/t Sosialurin email -
Internet: www.sosialurin.fo Áki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Bústaður: post &sosialurin.fo
Turið Kjølbro Argjavegur 26, Argir
Privatisering, útlisiter-
ing og sentralisering
Oddagrein
Utlisitering er eitt mótaorð i åvisum politiskum
umhvørvum og millum åvis embætisfólk. |
londunum rundanum okkum hevur verið nógv
útlisitering og privatisering. | Bretlandi vórðu
jarnbreytirnar privatiseraðar fyri fáum árum
síðani. Tað, ið hendi hesum viðvíkjandi, var,
at landsognirnar vórðu so at siga forerdar
burtur. Aftaná er bretska stjórnin komin til, at
ognirnar vóru groft undirmettar, tá selt var. Í
Svøriki hevur man onkustaðni útlisiterað
rakstur av ellisheimum, og hevur úrslitið av
hesum ikki bara verið gott. Domir eru um, at
roktin hevur liðið undir ókvalificeraðum starvs-
fólkum eitt nú skúlanæmingum o.Ss.fr.
Her á okkara leiður vilja menn eftir ollum at
doma ikki standa aftan fyri grannarnar á
hesum økinum. Kunningardiskurin skuldi, hó-
ast hann riggaði væl, knappliga ikki vera á
almennum hondum longur. Urslitið er, sum
vit nevndu í blaðnum fyri stuttum, at ferðafólk
koma til tóman kunningardisk vesturi á flog-
vellinum og fáa sostatt bert kunning um
hvussu illa foroysk ferðavinna og samferðsla
tykist vera skipað.
Hver hevur ábyrgd av hesi skomm er ilt at
vita. Tað varð væl og virðiliga ávarað móti
hesum frammanundan, men tær pínufullu
royndirnar skulu eftir ollum at doma gerast
av teimum, ið nú ráða fyri borgum.
Utlisitering ber í summum forum til í stórum
londum, tí marknaðurin hevur tann neyðuga
førleika, til at reka onkrar landsuppgávur. |
einum lítlum samfelagi sum Føroyum er
straks verri. Teir stórdriftsfyrimunir, ið man
hevur í oðrum londum, hevur foroyska vinn-
ulívið vanliga ikki. Landið situr í nógvum forum
á forleikanum og neyðugu ressoursunum til
at reka hesar uppgåvur. Førleikin innan før-
oyska ferðavinnu er fyri ein stóran mun bygd-
ur upp og mentur undir tí almenna sum høv-
uðskraft í samstarvi við tað privata, og tí er ilt
at síggja, hví menn fara at eksperimentara
við útlisitering í hesum sambandi.
Kanska átti landið at nýtt meira kreftir uppá
at desentralisera miðfyristingina, heldur enn
at royna at skava burtur av kantunum av tí
almenna sektorinum við útlisitering ella priv-
atisering. Onkur funktión undir eitt nú Log-
mansskrivstovuni, Vinnumálastýrinum, Figgj-
armálastýrinum ella onkrum oðrum stýri kundi
verið logd út til aðrar, tí hesar funktiónir hava
hóast alt ikki ligið serliga leingi í miðfyrisiting-
ini. Hettar kundi kanska verið við til at ment
eina proffesionella konsulentvinnnu í Føroy-
um á økjum, har landið ikki er sjálvsagt til at
reka uppgåvurnar. Slík oki kundu verið
marknaðarráðgeving, organisatiónsmenning/
rationalisering og búskaparligar projektút-
rokningar. Utbjóðingarmannagongdir sær eis-
ini út til at vera ein trupulleiki, ið eksternar
kreftir kundu hjálpt við.
Onkur amerikanari hevur sagt, at um okkurt
ikki er brotið, so skal ein ikki gera tað aftur.
Tað kann ikki vera rætt at taka ting sum rigga
og so broyta tey av ideologiskum orsøkum,
meðan tað er nógv annað sum ikki riggar og
bert sleppur at standa við og versna
Sosialurin
Viðmerking:
Vælferðarsamfelagið í 21. øld:
Kostur og heilsa
Sigrid Dalsgaard skrivar um kost- og heilsupolitikk í
sambandi við summarstevnuna hjá Javnaðarflokkinum í
vikuskiftinum
Griski søguskrivarin Hero-
dot, sum livdi 400 år f. kr.
sigur frå, at teir gomlu
grikkarnir vóru sannførdir
um, at allar sjåkur stavadu
frå matinum. Læknarnir
råddu fólki frå at nýta heil-
ivág fyrstu sjúkudagarnar
fyri ikki at órógva lekjandi
evnini, sum vóru í kroppi-
num. Kanska var hetta nak-
að yvirdrivið, men at rættur
kostur hevur havt og hevur
stóran týdning fyri heilsuna
er einki at ivast í. Orðini >tú
ert tað, tú etur<, sum stava
frá tí tíðini, verða í dag nýtt
í sambandi við upplýsandi
tiltøk um kost og heilsu í
okkara grannalondum
Nú vit eru við teir gomlu
grikkarnar, eiga vit ikki at
gloyma mannin, sum verður
kallaður pápin at nútímans
læknavísund. Maðurin er
gríski læknin Hippokratis,
sum livdi um somu tíð sum
Herodot. Hann sigur, at
matur kann brúkast sum
heilivágur ímóti sjúkum.
Sum dómi nevnir hann, at
livur lekjur nåttarblindni. At
tad eru evni f matinum, sum
åvikavist kunnu lekja og
framkalla sjúkur, hava vis-
undafóllk fyri langari tíð
síðani funnið fram til. og
henda gransking heldur
fram. Nevnast kunnu m. a.
eingilsk sjúka, skyrbjog,
beri beri og náttarblindni.
Eisini hjá okkum hava fólk
vitað, at matur kundu fyri-
byrgja. Longu í seinru helvt
av 16. øld hevur livralysi
verið brúkt sum heilivágur
ímóti eingilskari sjúku.
Læknavísindin tekur í dag
kostproblematikkin í stórri
álvara, enn gjørt varð fyri
árum síðani. Í dag verður
sjálvan tosað um trotsjúkur,
heldur um vælferðarsjúkur,
men framvegis hevur kost-
urin fyri ein part skuld í
sjúkunum. Tað, sum kann
órógva er, at summar trot-
sjúkur aftur eru at síggja á
okkara leiðum, hesar sjúkur,
sum høvdu fingið navnið
armóðssjúkur.
Eitt framkomið og væl-
virkandi heilsuverk, veitir
teimum, sum hava tað fyri
neyðini, bestu viðgerð, eig-
ur at vera ein sjålvfyrlgja í
einum vælferðarsamfelag. I
mínum hugaheimi er fyri-
byrgjandi heilsuviðgerð eis-
ini upplýsing um rættan
kost í sambandi við góða
heilsu. Eitt vælvirkandi nú-
tímans heilsuverk eigur at
hava tilboð um kostrådgev-
ing. Mær vitandi eru tveir
kostráðgevarar fyri alt land-
ið, og at hetta er alt ov lítið,
tað kann ein og hver siga
sær. Her verða ikki stundir
til annað enn at ráðgeva, tá
tú ert vorðin sjúkur. Tá
heilsumidstødir verða bygd-
ar runt um í landinum, eigur
tað at vera ein sjálvfylgja,
at eisini ein útbúgvin kost-
ráðgevi verður knýttur at
staðnum.
Eisini innan skúlagátt eig-
ur nógv at verða gjørt fyri
at kunna tey ungu um fylgj-
urnar av ikki at vanda sæt
um, hvat tey eta. Skal talan
verður um at broyta hug-
bnurð viðvíkjandi kosti, so
má byrjast við teimum
smáu. Fólkaskúlalógin
leggur upp til, at heimkunn-
leiki skal standa næmingu-
num í boði í framhalds-
deildini, og verða kravd lær-
ugrein í fimm ella fleiri
skúlaár í 1. - 7. flokki. Alt
gott um tað, men ymiskt er,
hvussu skúlarnir prioritera,
og strammari fíggjarkarmar
skúlin fær at arbeiða undir,
stórri er vandin fyri, at hetta
kemur at raka akkurát hesa
lærugrein.
Norra var fyrsta norður-
land, sum kom til ta niður-
stóðu, at tað almenna eigur
at taka sín part av ábyrgdini
av landsins kostpolitikki. Í
Ein hjartans tokk
Tað er eitt stórt og krevjandi
arbeiði, ið fer fram innan
okkara heilsuverk.
Tað eru fleiri, sum eru
sera takksom fyri ta hjálp,
ið læknar, sjúkrasystrar, sál-
arfrødingar og sálarlæknar
gera fyri tey, sum hava brik
fyri sálarligari hjálp av og
á.
Tey, sum hava tílíka hjálp
fyri neyðini, skulu ikki
himprast við at søkja sær
hana, ti hon finst. Og teim-
um, sum veita okkum hana,
vil eg senda mina hjartans
tøkk.
Tit eru sera dugnalig og
tolin.
Tit gera eitt megnarar-
beidi, id ikki kann metast i
pengum.
Hetta er ein heilsan ti
tykkum øll.
Vinarliga
Olaf Ludvig
1976 samtykti stórtingið í
Noreg leiðreglur fyri einum
norskum kostpolitikki. Í
Danmark legði Tove Lind-
bo Larsen, sum umboð fyri
Javnaðarflokkin, uppskot
fram í danska fólkatingi-
num um, at tingið við lóg-
gávu átti at gera leiðreglur
fyri kostpolitikk.
Utgangsstødid var stóri
títtleikin av sjúkum, sum
høvdu samband við kost, t.
d. hjarta-æðrasjúkur, krabb-
asjúkur o. s. fr. Samstundis
skuldi hetta verða ein partur
av einum vittfevnandi ar
beidssetningi um fyribyrg-
ing. Uppskotid var aftan å
drúga vviðgerð samtykt ein-
aferð í eindanum av áttati-
talinum. Danski kostpoli-
tikkurin hevur sum yvir
orðnað mál
a. at eggja fólki til at
velja kost, sum uppfyllir
krøvini til sunnan, heilsu-
fremjandi og sjúkufyri-
byrgjandi mat og
b. at verja fólkið móti
heilsuvandum sum kunnu
stava frá matvørum.
Eisini kann nevnast, at Nor-
disk Rád hevur eina >Em-
bedsmandskommité for
levnedsmiddelsspørgsmål«
Fyri fleiri árum síðani
tóku fleiri feløg seg saman
og heittu á Føroya Løgting
um at fáa eitt orðaskifti í
lag um støðuna her, tá tað
snýr seg um kost og heilsu
Her var m. a. hugsað um
matarhald á stovnum, kant-
inum 0. Ø., har fólk hava
sína dagligu gongd. Somu-
leiðis varð hugsað um at
seta í verk ymiskt upplýs-
andi arbeiði og at kanna
støðuna viðvíkjandi kosti-
num hjá teimum eldru, o s.
fr. Har var eingin áhugi, í
hvussu so er hoyrdist einki
aftur.
Heilsufrødiliga Starvs
stovan hevur eina matvøru
deild. Á hesi deils arbeiða
mær fortalt tvey fólk. Ar
beiðið hjá teimum er at hava
eftirlitið við vørum, su
koma til alndid og vørum,
sum verða framleiddar her
Her er ikki talan um kvali-
tetskanning. Talan er um at
kanna, at vøran lýkur heils-
ufrødiligu treytirnar fyri at
kunna seljast her.
Tað verður meira og
meira vanligt at hoyra um
frammandagjørdan = mat,
sum kemur å marknadin
Aktuelt i løtuni er genmodi
fiseradur matur og hormon
vidgjørt kjøt. Vit vita ikkil
um hesin matur hevur
heilsuskaðiligt árin, sum frá
líður. Hvørja støðu føroyski
brúkarin hevur til henda
mat, er í hesum sambandi
lítið áhugavert, tí hann hex
ur smáar møguleikar at
velja. Eingi krøv verða sett
til innflytarar, at hesar verur
skulu hava frámerki. Meira
áhugavert er at vita, hvat
føroysku politikarar ætla
sær at gera við hetta. Eitt
skulu vit vera greið yvir; tað
steðgar ikki við hormonvið-
gjørdum kjøti, og hvussu
kann brúkarin kenna seg
tryggan, at hann hevur nak-
að val, tá einki er, sum sigur,
at maturin skal hava eitt frá-
merki. Sama er við útílat-
ingarevnum. Landsstýrið
kann gera av, at danski pos
itivlistin verður nýttur, men
hevur ikki gjørt tað, og tí er
einki eftirlit við, hvat verður
koyrt í vøruna.
I matvørulégini $ 40
stendur, at >Landsstýrið
kann seta eit matvøruråd, ið
er ráðgevandi hjá Lands-
stýrinum innan matvøruum-
ráðið í síni heild«. Í donsku
umsetingini eitur tað »levn-
edsmiddelrád<. Hetta ráðið
er ongantíð vorðið veru-
leiki.
Ein almennan kostpoli-
tikk, og eitt matvøruråd at
taka sær av hesum, er ein
nátúrligur partur av heilsu-
politikkinum.
Sigrid Dalsgaard
Pol Øregaard er
formadur i Føroya
Handverkarafelag
Í blaðnum i gjár kom ein villa fyri í yvirskriftini í
greini um Handverkarafelagið.
Tað er Pól Øregaard, sum varð valdur til formann
í Føroya Handverkarafelag.
Felagið hevði aðalfund í Fuglafirði leygardagin,
og vóru hinir nevndarlimirnir:
Suni Simonsen úr Vestmanna, sum er næstfor-
maður og Henry Olsen í Rituvík, sum er nevndar-
limur.
Vit biða orsaka mistakið
blaðstj.