hósdagur 10. juni 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 107 - 10. JUNI 1999
tíðindablaðið SOSK!ÆNUPIN
Lise Lyck kannar
foroyska ferðavinnu
Danski búskaparfróðingurin skal í heyst lata ferðaráðnum eina nágreiniliga
frágreiðing, ið vónandi verður við at leggja lunnar undir eini betri skipaðari
og meira spennandi ferðavinnu í Fóroyum. Í hesum sambandi ferðast Lise
Lyck og virkandi stjórin á Ferðaráði Fóroya, Hjórdis Zachariassen í hesum
dógum kringum í landinum
HOGNI MOHR
Lise Lyck, ið føroyingar
einamest seta í samband við
orðaskifti í kjalarvørrinum
á fíggjarkreppuni og banka-
gøluni, er aftur í Føroyum.
Í góðveðrinum mánamorg-
un kom danski búskapar-
frødingurin á Havnina við
Norrønu.
At Lise Lyck, ið hevur
nógv um at vera, hevur
stundir at koma til Føroya
sjóvegin, hevur sína orsøk.
Ørindi hennara hesaferð
hava onki við búskapar-
kreppur og politiskt ábyrgd-
arloysi at gera, men haraft-
urímóti nakað so meinaleyst
sum ferðavinnu. Ferðaráð
Føroya hevur biðið hana
gera eina kanning av før-
oysku ferðavinnuni við ser-
ligum atliti til arbeiðið teirra
at samansjóða ferðaavinn-
una og finna menningar-
møguleikar í henni.
Vit spurdu Lisu Lyck um
til ber at siga at hon hevur
funnið sína fakligu nissju í
Føroyum, nú hon aftur ger
um seg her í landinum. Men
tað heldur hon ikki. Hon
vísir á, at hon hevur drúgvar
royndir í búskaparligum
høpi so ymsastaðni sum í
Grønlandi og Sudurafrika,
eins og hon harumframt er
i føstum starvi å Handils-
háskúlanum i Keypmanna-
havn. Vit skulu eisini gera
vart við, at tað er ferðaráðið
sjálvt, ið hevur kosið sær
víðfarna buskaparfrødingin
sum frægasta fólki at seta
sjóneykuna á føroysku ferð-
avinnuna.
Finna sermerki
Skipað varð fyri ferðavinn-
udøgum í april, og ein nið-
urstøda í hesum sambandi
var, at neyðugt var at gera
meira við sonevnda proku-
ktkonseptið. Í hesum sam-
bandi er ætlanin at leggja
dent á sermerki á ymsu
støðunum í landinum. Sam-
bært Hjørdis Zachariassen,
virkandi stjóra á Ferðaráði
Føroya, eigur at vera spurt,
hvat føroyska. ferdavinnan
eigur at menna, og hvar
henda menningin eigur at
fara fram. A henda hått
slepst sambært Hjørdis
kanska undan, at oll økis-
ferðavinnufelggini fara at
brúka somu vinnuhugskot
allastaðni. Øll sonevnd
ferðaframleiðslumenning er
hiðartil farin fram í økisfel-
øgunum, men tad skal sam-
bært Hjørdis Zachariassen
broytast.
— Vit eiga sjålvandi at
standa saman og sterk i al-
tjóða ferdavinnuhøpi, men
vit skulu kortini finna ser-
eyðkennini á ymsu stødu-
num fyri á henda hátt at fáa
fleiri valmøguleikar til ferð-
afólkið, sigur Hjørdis Zach-
ariassen, og skoytir uppí, at
henda felags mennin garætl-
an júst er byrjað við vitj-
anini hjá Lise Lyck .
Ætlanin er eftir øllum at
dóma, at uppskotini um,
hvørji eyðkennini skulu
vera, skulu gerast saman við
økisfeløgunum og lokalum
kreftum annars. Um ætlan-
irnar hjá Føroya Ferðaráð
eydnast til fulnar, verður hitt
mest spennandi staðið í
landinum sum frálíður at
finna á heimsyvirlitinum
fyri stóð, ið verða mett at
vera verd at vitja; staðið fær
sonevnda world heritage
status.
Spurd um Lise Lyck og
fylgi eru farin í beinleiðis
leiting eftir einum slíkum
staði, svarar stjórin á ferða-
ráðnum, at tað tekur tíð at
vinna seg so langt framá í
ferðavinnuni, og at tað
skulu føroyingar ikki vænta
alt fyri eitt. Ætlanin er fyri-
bils avmarkað til at finna
áhugaverd stød og tilboð, ið
eru verd at marknaðarfora.
Ferðaætlanin hjá Lisu
Lyck er løgd saman við øk-
isfeløgunum, og í hverjum
øki, vitjað verður, fer eitt
staðkent umboð at fylgja
við. Lise Lyck hevur longu
verið í Eysturoynni, og í
gjár varð farið í Norður-
oyggjar. Suðuroyingar og
Sandoyingar verða somu-
leiðis vitjaðir eins og leiðin
fer at ganga vestur í Vágar.
Lise Lyck fer heim aftur til
Danmarkar mánadagin, og
í september í ár skal hon lata
ferðaráðnum frágreiðing, ið
kanska fer at leggja lunnar
undir eini meira skipaðari
føroyskari ferðavinnu.
Føroyska ferðavinnan skal samskipast betur, sigur Hjørdis Zachariassen, virkandi
stjóri í Ferðaráð Føroya
Lise Lyck, danskur bú-
skaparfróðingur, hevur
fyribils lagt bankamál og
fíggjarkreppu til viks.
Føroya Ferðaráð hevur
biðið hana kanna ferða-
vinnuna herheima, og hon
er í hesum døgum á viku-
langari rundferð í
Fóroyum
TN MÅLING
|TOL til tekju og
|
| jarnklædning,
5 litur
Kromgrøn og reyð, einans 395,-
einans 360,-
BYGGISØLAN | STRANDA
MÁLING
N. Pålsgøta 20
Klaksvik
Tlf. 456605
S. M. MÅLING
Silagøta 1
Torshavn
Tlf. 316575
Saltangarå
Tlf. 447777
-ment til veðurlagið
Í Norduratlantshavi
-staðið sina roynd í
Føroyum síðani 1975
AMBOÐ og BÚÐNÝTI | D. J. ENNI
Miðvágur
Tlf. 333555
Tvøroyri
Tlf. 371061