Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juni 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 107 - 10. JUNI 1999 tíðindablaðið Eystari moli breiðkast Tórshavnar Havn og Tórshavnar Kommuna hava skrivað undir sátt- mála við Phil & Søn um havnaut- bygging. Eystari moli skal breiðkast, so meira bingjupláss fæst. Phil & Søn vænta at kunna gera arbeiðið uppá 14 mánaðar, sjálvt um tað var mett at taka30 mámaðar. Arbeiðið er fíggjað uttan lántóku og er væntandi fyrsta byggistig í eini stórri útbygging DAGFINN OLSEN Sáttmálin viðvíkjandi havn- aútbyggingini í Havn er á- ljóðandi 36,6 milliónir krónur og P/F Phil & Søn væntar at kunna gera ar- beiðið skjótari og bíligari enn aðrir. Fyrradagin var sáttmálin undirskrivaður og byggifelagið ætlar at byrja arbeiðið beinanvegin. Eystari moli skal breiðkast, so meira bingju- pláss fæst. Byggifelagið Phil & Søn væntar at kunna gera arbeiðið uppá 14 mán- aðar, sjálvt um tað var mett at taka30 mámaðar. Leivur Hansen, borgar- stjóri sigur, at tað er neyðugt at fáa til vega meiri bingju- pláss, tí Tórshavnar Havn verður nýtt meira og meira sum transitthavn. Skip koma við bingjum, seta tær av og so koma onnur skip eftir teimum. - Hetta vindur uppá seg og tí er neyðugt at byggja út, sigur Leivur Hansen. Uttan låntøku Leivur Hansen sigur, at | Steen Balle kom til Fóroya fyri 35 árum síðani at byggja molan í Havn. Nú skal hann aftur standa fyri arbeiðinum at breiðka molan, og verður tað samstundis seinasta arbeiðið, hann skal standa fyri hetta helst er fyrsti partur eini stórri útbyggingarætlan viðvíkjandi havnarlagnum í Havn. Tað eru Tórshavnar Kommuna og Térshavnar Havn, sum í felag fíggja ætlanina. Ætlanin er fíggjað uttan lántøku. Kommunan hevur játtað 15 milliónir krónur, fyribils í tvey ár. Oljuhavn á Sundi Kapping tykist hava tikið seg upp viðvíkjandi olju- vinnu og hvør kommuna kann bjóða longsta og mest lokkandi bryggjukantin. Frammi hevur verið, at ymsar ætlanir eru á Drelnesi um oljuvirksemi og at í Runavík eru ætlanir um út- bygging av havnini, við at- liti til møguliga ojuvinnu. Leivur Hansen, sigur til hetta, at Tórshavnar Komm- una hevur gjørt sáttmála við Tórshavnar Skipasmiðju, sum saman við einum bretskum felag ætlar at hava oljuútgerðarhavn á Sundi. So vítt borgarstjórin veit, so eru hesar fyrireikingar í gongd. Kommunan skal bert leggja vatnkaðal frá brunninum í Villingardali og inn á Sund. Hetta skal gerast skjótt, men Leivur Hansen metir hetta ikki at Mynd: Jonhard Hammer taka langa tíð, tí talan er ikki sum so um stór arbeiði. Men útbyggingin av mol- anum í Havn er so bert ein liður í arbeiðinum at fáa meira bingjuplass, nú trans- itt-virksemið tykist vinda uppá seg. Arbeiði skuldi vera liðugt í 2001, men gongst, sum Phil & Søn hevur sett út í kortið, so verður arbeiðið liðugt longu um 14 mánaðar Vrakaðu uppskotið Ikki allir starvsbólkarnir í Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagnum tóku undir við semjuni, sum nevnd felagsins góðtók. Brandmenn og dagróktarmammur mótmæltu, sigur formaðurin, Kartni Ravnsfjall DAGFINN OLSEN Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagið hev- ur samráðst um nýggjan sáttmála og góðtók herfyri eitt semingsuppskot. Men ikki allir starvsbólkarnir í Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagnum tóku undir við semjuni, sum nevnd felagsins góðtók. Brandmenninir og dag- røktarmammurnar góðtóku ikki semingsuppskotið, tá tað varð lagt fyri limirnar. Formaður felagsins, Kartni Ravnsfjall, sigur, at brandmenninir fáa eitt gjald fyri at vera tøkir. Gjaldið er uppá 700 krónur tær vikur- nar teir eru tøkir. Hetta gjald vildu teir fegnir hava hægri. Kartni Ravnsfjall sigur, at eitt sindur ógreiðari er, hvat dagrøktarmammurnar krevja. Klokkan 10:30 í gjár fór hann aftur á fund við sem- ingsmenninar, sum hava Nýggjur sáttmáli undirskrivaður Beint áðrenn blaðið fór til prentingar frættist, at nýggjur sáttmáli er undir- skrivaður millum Tórshavnar byråd og Térshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag, har orðingin viðvíkjandi dagrøktarmammum er broytt. Semjan verður løgd fyri limirnar og væntandi samtykt, ti ynskið frá dag- røktarmammunum verður gingið á meti. játtað at hildið fram við samráðingunum, og eftir henda fund væntaði for- maðurin at vita nærri, hvussu leikur framhaldandi fer viðvíkjandi sáttmála- num hjá Kommunala Starvs- og Tænastumanna- felagnum. Kartni Ravnsfjall er formaður í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag Norðurlendskur ráðharrafundur í Havn Í dag, hósdagin 10. juni 1999, hava norðurlendsku mentamálaráðharrarnir fund í Tórshavn. Fundurin er ein vanlig- ur ráðharrafundur hjá norðurlendska ráðharrastovninum og Signar á Brúnni er vertur DAGFINN OLSEN Hesir ráðharrar luttaka: Elsebeth Gerner Nielsen, Danmark, - Anne Enger Lahnstein, Noreg, , - Bjørn Bjarnason, Island, - Lise Lennert, Grønland, - Harriet Linnemann, A- land og - Signar á Brúnni, Føroyar Ísland hevur formanns- kapin í ráðharrastovninum 1999 og Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvís- ingar- og mentanarmálum er vertur fyri fundin. Fjølbroytt skrá Gestirnir komu til Foroya í gjár, og tá var føroyakvøld í Norðurlandahúsinum á skránni. Í dag klokkan 9:00 hava gestirnir fund í Tinganesi, og meðan gingið verður úti á Reyni og niðan á Hafnia til døgurda, greiðir Gunnar Hoydal frá . Klokkan 14:00 undir- skriva mentamálaráðharrar- nir úr Føroyum og Danmark samstarvsavtalu um forn- gripir. Í kvøldi er døguråi í Kirkjubø Friggjadagin halda Grøn- land, Island og Føroyar fund um felgsmál. Síðani verður vitjað við Gjógv Seinni fara nakrir av gestu- num heim til Íslands og Danmarkar. Á kveldi er døgurdi á Parnassinum á Hotel Hafnia. Leygardagin leita restin av gestunum sær heimaftur