Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juni 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið S“ NR. 107 - 10. JUNI 1999 Kallsberg og Blair hittast í London Í september ella oktober fer Føroya løgmaður á almenna vitjan í Bretlandi, har hóvi m.a. verður at hitta breska forsætisráðharran. Eisini umboð fyri løgtingid eru boðin at vitja í Bretlandi. Nær tað verður er enn Øvist. Jan MULLER nbandi vid undirskriv 1aavtaluni ski varauttanrikis- Tony Lloyd við frá bretsku vitja Bret- er ikki avgjørt, nær øgmadur skal til Bretlands Men blaðið skilur, at talan kann verða um seinast í sep- tember ella fyrst í oktober Anfinn Kallsberg. logmað- ir fær høvi til at hitta bret- ska forsætisráðharran Tony Blair í Downing Street nr 10. Haraftrat kemur hann at itja bretska parlamentið og eisini nýggja Skotlandi Tað kann koma uppá tal at boð fyri vinnulívið uttan IVa nentið líkari vitjan. Tað skilst, at hetta er ikki av gjørt Ein innbjóðing av hesum y er ikki heilt nýggj. Ti tá Edmund Joensen var løg- madur fekk hann innbj6d- ing frå bretska uttanrikis- ráðharranum Douglas Hurd um at vitja í Bretlandi. Teir báðir hittust í Keypmanna- I i sambandi vid fund millum danskar og bretskar myndugleikar. Løgmaður tók tó ikki av innbj6dingini, hel markna- Eisini umboð fyri boðin at indi, men varð helst orsakað av eið vórðu orsakað av markna- Fegin løgmadur Vit hava spurt løgmann, hvat hann hevur at siga til hesa heldur óvanligu inn- bjóðing! Mær dámar væl at hava fingið hesa innbjóðing Hetta er so ein innbj6ding, sum frammundan stóð Ed- mundi Joensen, løgmanni í boði. Hon hevur verið gald- andi í eini trý ár, og fari eg sjálvandi at taka av. Hetta er eitt fint høvi til at fáa gongd í útviklingin og sam- vinnuna millum londini Sjálvur haldi eg. at ein slík vitjan kann vera við til at lata upp nógvar hurðar, um ein dugur at brúka hana rætt Vit hava spurt løgmann, hvørja viðmerking hann hevur til úttalilsini hjá undanfarna løgmanni um úrslitið av marknatrætuni. - Eg havi als onga viðmerk- Anfinn Kallsberg skal vitjar tony Blair í heyst ing til hasa skrivingina. Vil bert endurtaka, at flest oll eru nøgd við avtaluna og skal eisini minna á, at eitt samt løgting tók undir við henni. Annars fegnast løg- maður um tíðindini um, at oljufelagið Mobil sigst hava rakt við gass norðanfyri og stutt frá føroyska mark- inum - Hetta er ikki minst spennandi, tí tað liggur langt norðan fyri tær leiðir, sum man higartil hevur tos- So hetta er kanska nettup eitt tekin um, at tað eru ikki bara økini nær- hendis Grásonuni har suð- uri, sum eru áhugaverd. að um U Bræv frå Blair Tå Føroyar og Bretland herfyri komu ásamt um áseting av markinum mill- um londini sendi bretski forsætisráðharrin Tony Blair, Anfinni Kallsberg, løgmanni bræv. Í brævin- um, sum Sosialurin prentar omanfyri, sigur bretski for- sætisráðharrin seg vera sera væl nøgdan við avtaluna, sum londini eru komin ásamt um -Henda avtala letur upp fyri einum nýggjum kap- ittuli í longu og vinarligu samvinnuni, sum hevur ver- ið millum bæði lond okkara. Hon fer at fáa stóran týdn- ing fyri búskapin í báðum londum. Ég eri sera fegin um, at Tony Lloyd sum tann fyrsti bretski ráðharrin nakr- antíð vitjar oyggjarnar fyri at skriva undir avtaluna vegna Stórabretland. Tony Blair endar brævið við at siga, at eins og føroy- ingar ynskja eisini bretar at hava eitt útbjóðingarumfar fyri leiting eftir olju og gassi skjótast tilber. -Tað hevði ti frøtt okkum, um tykkara stjórn gjørdi sitt til at fáa marknaavtaluna uppá pláss sum skjótast. Vit fara at gera tað sama sigur Tony Blair í skrivinum til løgmann. Brævið til Anfinn Kallsberg, løgmann og sum er undirskrivað av bretska forsætisráðharranum, Tony Blair I am delighted that we 10 DOWNING STREET LONDON SWIA 2AA hr, have reached agreement on the continental shelf 11 May 1999 boundary between the United Kingdom and the Faroe Islands. This agreement opens a new ch our two countries that Tony Lloyd will be able to make the Government Mimster in order to sign the agr Kingdom We, like you, are keen to bold a exploration as soon as practicable It will be important for both our eco first visit to the Islands by a British govemment is putting in to achieving early ratification í / í Mr. Anfinn Kallsberg ærsk c-Kinney Møller til Føroya JAN MULLER Ein tann mest umtaladi, mest umstriddi og haraftrat mest múgvandi maðurin í Danmark kemur á vitjan í Føroyum í komandi viku. Maðurin er eingin minni enn Mærsk Mc-Kinney Møller, sum eigur stóru AP Møller konsernina umframt nógvar aðrar fyritøkur i Danmark og í útheiminum. -Hann hevur havt eitt ynski um at vitja i Føroyum, og nú skal tað so vera sigur Lars Larsen, umboðsmaður fyri Mærsk Air í Fóroyum og stjóri á Flogfelag For- oya. Tað er Lars, sum stendur fyri fyrireiking- unum av vitjanini. Sjálvur vónar hann, at Mærsk Mc- Kinney Møller fer at kenna seg væl i Føroyum og at veðrið verður honum til vildar. Talan er nevniliga um at vitja ymsastaðni í Føroyum. Neyvan finst nøkur donsk fyritøka, sum so nógvir føroyingar hava arbeitt og arbeiða hjá sum AP Møller. Túsundstals føroyingar hava stóran part av hesi øldini havt eitt ella annað tilknýti til fyritøkuna hjá Mærsk Mc-Kinney Møller, og tí man vitjanin eisini hava åhuga millum mangar føroyingar. At føroysk vinnulívsfólk og politikarar helst eisini síggja hesa fyrstu vitjanina hjá tí mæta AP Møller manninum sum áhugaverd er neyvan nakar tvi um heldur. Hesin danski stórvinnu- lívsmaðurin kemur til Vágarnar týsdagin 15. juni - við flogfarinum hjá Mærsk Air. Eftir ein rundtur kring oynna verður farið til Havnar, har Mærsk Mc- Kinney Møller m.a. skal vitja á Sjómansskúlanum og á Maskinmeistaraskúl- anum. Tað verður so eisini høvi hjá honum at støkka inn á gólvið í Tinganesi og har m.a. hitta Anfinn Kallsberg, løgmann. Eisini verður vitjað ymsa staðni í Havnini. Høvi verður so eisini at fara ein siglitúr. Aðrenn farið verður aftur til Danmarkar hós- dagin verður farið við tyrluni til Tvøroyrar, har býráðsformaðurin er vertur. ———— N / Í). | MA, Um vitjað verður á Drell- nesi, nú eitt av dóttur- feløgunum hjá AP Møller samtakinum hevur ætlanir um at samstarva vid før- oyingar um eina oljuútgerð- arhavn, sigur søgan enn einki um. Uppå fyrispurning um henda vitjanin hevur nakað við ætlanir hjá AP Møller konsernini at luttaka í eini komandi føroyskari olju- vinnu at gera, og nú vitjanin eisini er beint í kjalar- vørrinum á undirskrivingini av marknaavtaluni millum Føroyar og Bretland, sigur Lars Larsen einki vita um tað. Mærsk Mc-Kinney Møller kemur fyrst og fremst til Føroya sum vanligur ferðamaður. Hann apter in the long and friendly relationship berween nomies. I am pleased eement on behalf of the United licensing round for oil and 935 We therefore much appreciate he effort your We are doing the same Komandi tysdag kemur danski stórvinnu- livsmadurin Mærsk Mc- Kinney Møller å vitjan i Føroyum. Hann skal m.a. hitta løgmann er 84 ára gamal og hevur ongantíð vitjað í Føroyum áður. So nú skal tað vera. Við í ferðalagnum er eisini Troels Dilling, sum er ein av gomlu oddamonn- unum í AP Møller reiða- riinum. Hann hevur havt rættiliga nógv samband við føroyingar og hevur vitjað her áður. Haraftrat er Lars- Erik Brenge, skrivari við í ferðalagnum.