hósdagur 10. juni 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 107 - 10. JUNI 1999
tíðindablaðið 3052 7
13
Karlakórið Heimir vitjar í Føroyum
Í dógunum 11. til 16. juni fáa fóroyingar stórfingna kórvitjan av Skagafirði í Íslandi, tá Karlakórið Heimir kemur á
konsertferð í Fóroyum
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá tosið fellur á íslendskan
manskórsang, verður ofta
av sær sjálvum farið at tosa
um kórið úr Reykjavík, men
tað er nú ikki so, at íslend-
ingar bara hava tað eina
manskórið, minni enn so.
A Skagafirði hava teir eitt
manskór, sum teir eru meiri
enn stoltir av. Kórið eitur
Heimir, og er ikki minni
kent í Íslandi enn songfel-
agarnir úr Reykjavík. Og
fyrsta dagin verða teir at
hoyra í Føroyum.
Kórið hevur ferðast nógv
í Íslandi, og eisini nógv utt-
anfyri íslendsku landoddar-
nar. Teir hava verið á vitjan
hjá grannunum í Norðan-
londum, men teir hava eis-
ini verið í fjarskotnari lond-
um. Millum annað hava teir
verið í Grikkalandi, Israel
og í Egyptalandi.
Sera væl umtóktir
Karlakórið Heimir er sera
væl umtókt kór. Teir ferðast
javnan kring landið alt og
hava konsertir. Skráin er løtt
og áhugaverd, og tað ger, at
Íslendska karlakórið Heimir, sum kemur til Føroya á vitjan í døgunum 11. til 16. juni.
Teir fara at hava seks framførslur meðan teir verða í Føroyum ...
tað sum oftast er fullsett har
teir eru, og tað kemur meiri
enn so fyri, at kórið má
halda eykakonsertir.
Tað er nú ikki so, at talan
bara er um felagssang, ella
kórsang, tí kórið hevur fleiri
einastandandi góðar solo-
sangarar við, og teir fara
neyvan at smæðast burtur á
Føroyaferdini.
Umframt solosang verður
onkur duett og onkur trio at
hoyra eisini.
Ikki er talan um eitt nýtt
kór, tað varð stovnað í 1927
og tí er talan um eitt kór við
sera drúgvum royndum.
Umleið 70 sangarar eru við
í hópinum, og teir flestu
hava tað til felags, at teir
eru bóndur í Skagafirði.
Hava givið
fleiri flogur út
Karlakórið Heimir hevur
sum sagt drúgvar royndir,
og teir smæðast ikki burtur
at vísa tað teir duga til.
Teir hava givið fleiri fløg-
ur út, allar við sínum ser-
merkta stílið, sum fevnir um
alt millum himmal og jørd.
Har eru íslendskir sangir við
brá av fosturlandskenslu, ís-
lendskir sjómanssangir og
ariur úr kendum operum.
Sangirnir eru ein góður
blandingur millum tað, sum
ger ein í heilt góðum hýri,
og tað, sum er eitt sindur
tyngri.
Syngja í múrinum
Íslendska kórið fer á Før-
oyavitjanini at halda seks
konsertir. Fimm teirra verða
hildnar í meira vanligum
konsertumhvørvi, meðan
tann allarfyrsta verður hild-
in inni í Kirkjubómúrinum.
Hon verður fríggjadagin 11.
juni klokkan 10.30.
Seinni friggjadagin syng-
ur kórið á torginum í SMS.
Hetta verður klokkan 16.30.
Leygardagin fer kórið ein
túr til Klaksvíkar, har ein
konsert verður hildin í Osa-
skúlanum klokkan 17.00.
Sunnudagin er kórið aftur í
Havn, og klokkan 16.00
sunnudagin syngur kórið í
Norðurlandahúsinum.
Men tað verða ikki bara
norðingar, sum sleppa at
hoyra og síggja kórið, tí
mánadagin gongur leiðin
suður um fjørð, og klokkan
19.30 syngur kórið í Trong-
isvágsskúla.
Steðgurin = sunnanfyri
verður ikki drúgvur tí longu
klokkan 16.00 týsdagin skal
kórið syngja úti í Nólsoy,
og hetta er samstundis sein-
asta framførsla Heimirs á
Føroyavitjanini.
Mikudagin fer kórið aftur
til Íslands við Norrønu, sum
teir eisini komu til Føroya
við. Í ferðalagnum, sum
kemur til Føroya, eru ikki
færri enn 130 fólk. Kórleið-
ari á túrinum til Føroya er
Stéfan R. Gíslason og ferð-
aleiðari á Føroyavitjanini er
eingin annar enn altings-
maðurin og Føroyavinurin
Arni Johnsen.
. og tann fyrsta verður í
múrinum í Kirkjubø!
Summarstevna um vælferðarsamfelagið
Fríggjadagin og leygardagin verður triðja árliga summarstevnan hjá Javnaðarflokkinum hildin í Miðvági. Fríggja-
kvøldid er alment mentakvøld, meðan leygardagurin er settur av til framløgur og kjak um vælferðarsamfelagið í kom-
andi óld
SVEINUR TRÓNDARSON
Seinastu tvey árini hevur
Javnaðarflokkurin skipað
fyri summarstevnum tá tað
politiska arbeiðið á tingið
annars hevur ligið stilt.
Tann fyrsta var á Sandi
fyri tveimum árum síðani
og í fjør var hon hildin á
Tvøroyri. Summarstevnan í
fjør var samstundis hildin
sum ein stevna til æru fyri
Petur Mohr Dam, sum
hevði verið 100 ár í fjør.
At tiltakið tey bæði und-
anfarnu árini hevur fingið
so góða undirtøku hevur
gjørt, at flokkurin nú vil
hava tiltakið til eitt aftur-
vendandi tiltak.
Tí verður eisini í ár skipað
fyri summarstevnu. Í ár
verður hon í Miðvági og
Jona Henriksen fer á
mentakvøldinum at lesa
stuttsøga hon sjálv hevur
skrivað
AEF
Summarstevna Javnaðarfloksins verður í ár í Miðvági. Byrja
hildið verður fram leygardagin við politiskum kjaki um vælferðarsamfelagi í 21. øld
hon verður hildin í skúlan-
um í bygdini, sum á ovastu
hædd í bygdahúsinum.
Eins og undanfarin ár er
henda stevna skipað í
tveimum, emum almennum
mentakvøldid, sum ikki
hevur nakad politiskt inni-
hald - hetta verdur friggja-
kvøldid, og so einum polit-
iskum degi, har eitt åvist
evni verður tikið upp til við-
gerðar. Stevnan endar við
eini veitslu leygardagin.
Alment mentakvøld
Sum nevnt byrjar summar-
stevnan hjá Javnaðarflokk-
inum við einum almennum
mentaløtu friggjakvøldid.
Tiltakid byrjar klokkan
20 og varar okkurt um tveir
timar. Skråin er fjølbroytt
vid upplestri av yrkingum
og stuttsøgum, kórsangi,
horntónleiki, kamartónleiki
og soloframførslu.
Mentaløtan byrjar við, at
Jóannes Eidesgaard bjóðar
vælkomin og setur stevn-
una. Aftaná hann koma fýra
horntónleikarar úr Vágum á
pallin at spæla nøkur løg.
Tá teir eru lidnir fer Gutti
Petersen upp at lesa nakrar
yrkingar, og tá hann er
liðugur, fer Vágakórið at
framføra nakrar sangir.
Gutti Petersen fer síðani
at lesa úr tilfari hjá Rasmusi
á Háskúlanum.
Tórshavnar Kamartrio fer
síðani at spæla og syngja.
Luttakararnir í kamartrioini
eru Berghild Poulsen, sum
syngur, Arni Hansen, sum
spælir klaver og Bjarni
Berg, sum spælir klarinet.
Aftaná kamartónleikin fer
ein av kendastu kvinnum í
Føroyum yvirhøvur at lesa
på om im. ” Hs
ð verður friggjakvøldid vid almennum mentakvøldi og
BO (63
søgu. Talan er ikki um aðra
kvinnu enn Jonu Henriksen,
og hana man hvort mans-
barn í Føroyum kenna.
Jona Henriksen hevur
sjálv skrivað søguna sum
hon fer at lesa úr.
Sámal Ravnsfjall verður
eisini við til mentaløtuna í
Miðvági friggjakvøldid.
Sámal er dugnaligur blu-
essangari og hevur skrivað
mangan skemtiligan blues-
sang eisini.
Mentaløtan endar umleið
klokkan 22 við at Vágakór-
ið syngur nakrar sangir.
Vælferðarsamfelagið
Leygardagurin er sum sagt
settur av til politiska fram-
løgu og kjak.
Byrjað verður longu
klokkan níggju fyrrapartin
tá floksformaðurin Jóannes
Eidesgaard fer at røåa um
vælferðarsamfelagið í 21.
old.
Aftaná hann fara teir báð-
ir løgtingsmenninir Hans
Pauli Strøm og Kristian
Magnussen at røda um å-
vikavist arbeiðsmarknaðar-
politikk og um vælferðar-
skipanir.
Eftir matstedgin, sum
verður klokkan 12, fer Katr-
in D. Jakobsen at røda um
skúlan og um útbúgving,
sum part av vælferðarsam-
felagnum í 21. old.
Henni á baki kemur Dan
R. Petersen at tosa um for-
deilingspolitikk og seinasti
rødarin áðrenn floksfor-
maðurin endar stevnuna er
Bergur Dam, sum kemur at
kunna fundarluttakararnar
um nýggju stjórnarskipan-
ina.
Veitsla í SIF-húsinum
Summarstevna Javnaðar-
floksins endar sum sagt við
veitslu, sum verður í SIF-
húsinum íSandavági leyg-
arkvøldid klokkan 19.00.
Såmal Ravnsfjall og vin-
menn fara at spæla til dans-
in, og tey, sum ætla sær vid
å veitslu, bidast siga frå å
tlf. 332806 í seinasta lagi
hósdagin.