hósdagur 10. juni 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
Børn á stovni
longri arbeiðs-
dag enn
foreldur teirra
Í útvarpssendingini >úr
Grannalondum< fríggja-
kveldið 04.06.99, hoyrdu
vit um úrslitið av kann-
ing. gjørd í Danmark, um
hvussu leingi børn eru á
stovni um dagarnar
Nevnt var m.a. at meir-
lutin av børnum, ið eru á
stovni, hava longri ar-
beiðsdag enn foreldur
teirra. Tað vísir seg, at
hesi børnini eru á stovni
umleið 49 tímar um vik-
una. Sum møgulig frå-
greiðing til hesa stóðu var
nevnt, at mammurnar
vóru farnar út á arbeiðs-
marknaðin og arbeiddu
fullan dag. Barnapáparnir
vóru als ikki neyndir, og
heldur ikki teirra tilknyti
til arbeiðsmarknaðin.
Stødan í Føroyum
I gjårkvøldid var málið til
viðgerðar í tíðindasend-
ingni. Tá hoyrdu vit leið-
aran á einum dagstovni í
Havnini. samanbera við-
urskiftini her við úrslitið
av kanningini í Danmark.
Leiðarin segði, at stødan
er tann sama í Føroyum.
Eftir hennara tykki eru
børnini ov leingi á stovni
um dagarnar. Flestu børn-
ini á hennara stovni, eru
har umleið 8-9 tímar um
dagin. Víðari greiddi hon
frá, at umráðandi er, at
børnini gera ávísar upp-
gávur saman við foreldr-
unum, keypa inn o.a. Hon
hevði tó einki beinleiðis
boð uppá frágreiðing, um
hví stødan er sum hon er
Tosa var bert um barnið
og støðu tess, og ikki um
smábarnafamiljuna sum
ein heild.
Stødan hjá
smábarnafamiljum
Hvørgin av nevndu út-
varpssendingum nevndi
nakað um støðuna hjá
smábarnafamiljum. Ar-
beiðstíðin í Føroyum er í
flestu fórum 40 tíma vika,
arbeiðir tú fullan dag.
Hevur tú stutta farleið til
arbeiðis, er neyðugt við
1/2 tíma báðu megin við,
og sostatt eru børnini á
stovni í umleið 9 tímar
um dagin. Er talan um
longri farleið, er sjálvandi
eisini talan um størri tørv.
Flestu smábarnafamilj-
ur hava einki val, tá tað
snýr seg um arbeiði
Neyðugt er, at báðir partar
arbeiða úti. Einsamallir
uppihaldarar hava als
einki val, skal tað loysa
seg at arbeiða og rinda
fyri barnaansingina, er
neyðugt at arbeiða fulla
tíð ella meira.
Smábarnafamiljurnar
kenna krøvini hjá stovn-
unum, børnini eru bert
vælkomin, um tey eru
frísk, pláss er ikki fyri
børnum, ið hava serligan
tørv, t.d. pensilin ella
eygnadropar nakrar dag-
ar. Foreldrini hava ávíst
dagatal um árið til at vera
heima hjá sjúkum børn-
um, tó ikki galdandi fyri
timalønt, og eru tey burt-
ur í fleiri dagar, verða tey
trekt í lón, men stovns-
gjaldið verður ikki mink-
að tilsvarandi. Tað er ein
avbjóðing í sjálvum sær,
at fáa gerandisdagin at
virka hjá einari smábarn-
afamilju, tá øll eru frisk.
Allarminsta frávik, kann
fáa alt at koppa.
Dupultarbeiði
Allar familjur hava um-
framt løntakarastarvid, ar-
beiði at taka sær av í
heiminum. Hjá smábarn-
afamiljum er hetta serliga
krevjandi. Ymiskt er,
hvussu hendan arbeiðs-
uppgávan verður býtt
millum partarnar í heimi-
num, men er talan um
einsamallar uppihaldarar
er einki val. Sostatt hava
allar smábarnafamiljur, ið
hava vanligt løntakara-
starv, arbeidi heima um-
framt.
Fyrmevndi leidari i
ansingarstovninum í
Tórshavn, mælti foreldr-
unum til, at hava børnini
vid sær i arbeidinum. Alt
gott um tad, men hvør
hevur gledi av at fara at
keypa inn aftanå arbeids-
tid, og vera uppi tå allar
uppgávurnar í heiminum,
av tíðarneyð, skulu gerast
uppá onga tíð, áðrenn
songartíð hjá bórnunum.
Kanningin var áhuga-
verd, men ein slík kann-
ing eigur ikki at hava til
endamáls, at buka foreldr-
ini við, tí tey hava sam-
vitskubit sum er. Ístaðin
átti hon at verið nýtt til at
endurskoða treytirnar hjá
småbarnafamiljum. Børn
mugu ikki hyggjast at,
sum ettt isolera fyribrigdi,
men sum tydningarmikil
partur av einari familju.
Ingrid Jensen,
sosialráðgevi
tíðindablaðið SOS/2. UT
Fríggjadagin vitjaðu elstu
flokkarnir úr skúlanum í
Sumba í Havn. Tey vitjaðu
eisini í blaðhúsinum hjá
Sosialinum á Argjum. Sam-
an við Arnfinni Bjarkhamar,
NR. 107 - 10. JUNI 1999
lærara og foreldrum, kunn-
aðu tey seg um, hvussu eitt
blaðhús sær út og hvussu
arbeiðsgongdin er.
Sýna list
fram í fýra
hólum á
Varmakeldu |
Í hesum dógum fyrireika fuglfirðingar
30. málningaframsýningina á Varma-
keldu
TURIÐ KJØLBRO
Um tríggjar vikur verður
Varmakeldustevna í Fugla-
firði. Á hvørjum ári semastu
30 árini hava fuglfirðingar
skipað fyri málningafram-
sýning á heimligu stevnuni
Tann 30. framsýningin í
rødini verður sum vera man
eitt sindur ødrvisi enn tær
undanfarnu. Framsýningin
verður hesa ferð í fýra
hólum, í fimleikarhøllini í
skúlanum, í kjallaranum í
kommunuskrivstovuni, í
Piddasa handli ella Riber
hús sum húsini eisini verða
rópt, og í einum stórum bil-
húsi hjá Sigurði Simonsen
Framsýningin verður
skipað soleiðis, at tey stóru
verkini, serliga málningar-
nir verða at síggja í fimleik-
arhøllini, tekningar og
minni myndir verða at
síggja í kommunukjallara-
num, tekstilmyndir í Pidd-
asa handli, og annað í bil
húsinum hjá Sigurði Sim-
onsen.
Freistin at vera vid å
framsyningini er úti 26.
juni.
Øll kunnu senda inn. Vit
sensurera ikki, men tilskila
okkum kortini rætt til at
velja myndir út, um meiri
kemur inn enn pláss er fyri,
sigur Øssur Mohr, ið saman
vid Frits Johannesen fyri-
reikar framsyningina.
Tveir gestalistamenn
verða við. Tað eru Kári
Svensson úr Havn og
Tummas Jákup Thomsen úr
Gøtu.
Hallbjørg Hansen, bygd-
aráðsforkvinna í Fuglafirði,
letur framsýningina upp
tann 30. juni. Hvønn dag
verða tónleikatiltók á
skránni. Bólkurin Aldubár
an mannaður við yrkistón-
leikarum spælir. Dagin eftir
tann 1. juli spæla Høgni og
Bárður á Lakjuni klaver og
tvørfloytu, og Hans Jákup
Hansen, tónleikari og sjón
leikari, hugleiðir um gamlar
dagar. Fríggjadagin 2. juli,
tá ið Varmakeldustevnan av
álvara byrjar, syngur Fugl-
afjarðar Gentukór yngra, og
Petur Martin Petersen, leið-
ari á kunningarstovuni í
Fuglafirði, hugleiðir. Leyg-
ardagin syngur Fuglafjarðar
Eini 100 verk verða at síggja á málningaframsýningini á
Varmakeldu i ár. Hesi eigur fuglfirðingurin Ossur Mohr,
ið er ein teirra, sum skipar fyri framsýningini í ár. Mynd:
Alvur Haraldsen
Sangkór, og sunnudagin
spælir ein strúkikvartett við
Pól Øregaard, Sam Jacob-
sen, Jens Chr. Guttesen og
Moniku Stauss Joensen.
Málningaframsýningin
plagar at verða ógvuliga væl
vitjað. Undanfarnu ár hava
eini 600 fólk verið inni á
gólvinum, serliga seinasta
dagin á stevnuni. Í ár er
framsýningin opin nakrar
dagar longri, til tann 5. juli.
— —
pE A