Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juni 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— eee = 4 NR. 107 - 10. JUNI 1999 Felagið Seglið Nevndarfundur var umborð å Høganesi i Runavik sunnudagin 6. juni 99. Har varð avgjørt, at vit aftur í år fara undir at skipa fyri kappsiglingum við 4- og 5- mannaførum. Kappsiglingar verða 5 i summar: 1. I Runavík sunnudagin 13. juni. Mott verður við Lyn- frost kl. 12.30, starturin verður kl. 13. Av tí at kapp- róður verður kl. 15, verða allir bidnir um at móta stun- disliga. 2. Á sundalagsstevnuni í Hósvík sunnudagin 20. juni kl. 15. Møtast kl. 14. 3. A Strondum sunnudag- in 18. juli. Mott verður í Heygsstød kl. 13, starturin verdur 1/2 tima seinni. Av ti at kappróður verður kl. 15, verða allir bidnir um at møta stundisliga. 4. A Hvitanesi sunnudag- in 25. juli kl. 15. Møtast kl. 14. 5. Lionskappingin verður á Skålafjørdinum um miðj- an august. Tilmeldingar, sí lýsingar. Aðalfundurin verður hild- in sunnudagin 8. august. Lýst verður seinni. Viðvíkjandi = reglunum fyri kappsiglingarnar eru reglurnar hjá Lions Club Eysturoy galdandi. Um útlit ikki eru fyri, at siglingin kann verða liðug innan 3 tímar, verður kappsiglingin skotin av. Sum í fjør verða stig givin soleiðis, at vinnandi bátur fær stig eftir, hvussu nógvir bátar koma um mállinjuna. Aftur í ár verður kappast um føroyameistaraheiti. Nr. I og Føroyameistari i fjør var Thyra av Strondum vid 77 stigum. Nr. 2 vóru Leivur úr Kollafirði við 67 stigum Svanur av Skála, eisini við 67 stigum. Nr. 3 gjørdist Olivia úr Kollafirði við 66 stigum. Nr. 4 gjørdist Miðgerð úr Kollafirði við 62 stigum. Nr. 5 gjørdist Vinur úr Havn við 58 stigum. Heidurslønir verða latnar vinnandi manningunum. Føroyameistarin fær steyp til ognar, givið av fel- agnum Seglinum. Nytt slag av frystibingjum i rakstri hjå Eimskip Eimskip hevur gjørt íløgu i einum nýggjum slagi av frystibingjum, sokallaðum hábingjum (highcube), og eru tær umleið 30 cm. hægri enn vanligar bingjur og rúma 12% meira. Tørvurin á flutnings- marknaðinum er so mikið broyttur, at neyðugt hevur verið at taka tær nýggju bingjurnar í nýtslu. Tørvur- in á hesum bingjum er stór- ur, av tí at úrdrátturin úr sjónum her á landi er enn betri lidugtgjørdur og betri pakkaður soleiðis, at tað er høgligari fyri brúkaran. Eimskip sigur í tíðinda- skrivi at 1/4 av heildarút- flutninginum er frystivørum er førur fyri at gera nytslu av hesum nyggju bingjun- um. Herumframt hóska hes- ar nýggju bingjurnar seg væl til innflutning av grøn- meti, frukt og aðrar køli- voru. Nýggju 40-fót bingjurnar eru gjørdar á verksmiðju í Hyundai í Korea, og er køli- útbúnaðurin framleiddur hjá Thermo King í Danmark. Kølimaskinurnar lika størstu krøvini f umhvørv- isvinarligum samanhangi. Eimskip keypir ialt 150 bingjur av hesum slagi, og er keypsprisurin omanfyri 200 milliónir ísl. krónur. Herumframt ger Eimskip fløgu í 630 turrbingjum umframt 140 bingjum av øllum slag í hesum árinum. Nýggju frystibingjurnar verða til sýnis hjá P/f Eim- skip í Føroyum, Eystara Bryggja, Torshavn. tíðindablaðið S0S'< GOODFYEAR PER Fa. Super Dekk Hoyviksvegur 66 - P.O. Box 3012 - 110 Tórshavn Góðan tur! 17 Nytt dekk frå Goodyear. Trygt at koyra vid og snøgt å at lita. Ventura gevur framúr vegtak, sjálvt í regni. Og so er tað ljóðleyst. TIf. 314975 superdek(Dpost. olivant.fo