hósdagur 10. juni 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið S-
NR. 107 - 10. JUNI 1999
— Hóast vit eru í Føroyum og royna at gera okkara besta á fótbóltsvolli, eru allir tankar okkara heima, tí tað eru ting í lívinum, ið eru nógv
tydningamiklari enn fótbóltur. Fyrst og fremst eru vit jugoslavar, og bert síðan fótbóltspælarar. Og tað kann gera lítlan mun, hvussu nógv stig hvørt lið
hevur á stigatalvuni, meðan fólk í okkara landi liva í stríði og ófriði, sigur jugoslaviski toppskjúttin hjá Sumba, Nebosja Veljkovic
ÍVAN EGINSSON
Í dag leika fleiri enn tjúgu
útlendingar í føroyskum
fótbólti. Men ikki nógvir av
teimum kunnu reypa av, at
teir teljast millum teir bestu
málskjútarnar í sínum fel-
øgum
Eitt av undantøkunum er
tann nýggjasti álopspælarin
hjá sumbingum, Nebosjá
Veljkovic. Hesin ?7-ára
gamli jugoslavin kom tl
Førova, tá ið bólkaspælið í
steypakappingini longu var
byrjað. men kortini megn-
iði hann at skora trý mál í
teimum fýra dystunum,
hann var við. og so legði
Nebosja Veljkovic fimm
mál afturat í teimum fyrstu
seks umførunum í lands-
kappingini, har hann er á
odda á málskoraralistanum
millum útlendingar saman
við Marcelo úr B68. Ne-
bosja, ella sum sumbingar
rópa hann, Baja, er sera
skjótur leikari og man vera
ein av teimum kvikastu í
1.deild.
Tå ein sær Baja spæla, er
tað ringt at ímynda sær,
hvussu torført sálarliga
hann og tveir liðfelagarnir
hansara, beiggjarnir Spa-
sojé og Nikola Biberdzic,
hava tað hesar dagarnar.
Allir tríggir, eins og fyrr-
verandi NSI-venjarin Milan
Cimburovic, eru ættaðir úr
Kragujevac. Hesin býirin
liggur mitt i Jugoslavia, og
tær síðstu vikurnar var
hann nógv at hoyra i ym-
iskum tíðindasendingum
kring allan heimin. Kragu-
jevac er ein tann býurin, ið
hevur upplivað tað ringasta
av amerikonsku loftálopun-
um á Jugoslavia. Her finn-
ast fleiri verksmiðjur, sum
framleiða vørur av ymisk-
um slagi, til dømis tann
kenda Zastava, ið fram-
leiðir tað einasta egna slag-
ið av bilum í landinum.
Hesar verksmiðjurnar vóru
millum málini hjá NATO-
loftålopunum, og í dag
liggja tær nærum oyðilagd-
ar. Men ikki altíð raka am-
erikanskar bumbar síni
upprunaligu mál, og sivil-
fólk í bynum eru tí í stórum
vanda hvørja einasta nátt.
Næstan alt vanligt virksemi
í býnum er steðgað, eisini
fótbóltur, og her er eingin
skúlagongd.
Ur Kina til Sumbiar
Tá ið eg var og vitjaði í
Sumba á Hvítusunnu, stakk
eg inn á gólvið hjá Nebosja
og landsmonnunum hans-
ara, ið stríðast fyri sítt dag-
liga breyð við at spæla fót-
bólt langt burtur frá heim-
landinum. Spasojé var ikki
inni, tí hann skuldi við
Smyrli til Havnar við einum
barnaliði, hann er venjari
hjá. Men Nebosja og Nikola
vóru við hús, og teir bakaðu
pannukakur til nátturða.
Hvørgin teirra er giftur, og
tí noyðast teir at gera mat
og passa hús sjálvir.
Tá sumbiarjugoslavarnir
eru heima, sita teir sum oft-
ast framman fyri sjónvarps-
skíggjanum og fylgja spent-
ir við seinastu tíðindum í
móðurlandinum, og ringja
næstan hvønn dag heim fyri
at vita um alt veit væl við
hjá teimum nærmastu.
— Familjan hjá mær í Kra-
gujevac býr bert tvey hun-
drað metrar frá einari hern-
a0arstød, ið bleiv bumbað
fleiri ferðir, síðan álopini
byrjaðu, greðir Nebosja fra.
— Okkara hús bleiv rakt
av bumbingini eisini,
tíbetur ikki so illa. Tað er
ræðuliga trupult at fyrireika
seg til dystir her í friði og ró,
meðan familjan og vinfólk-
ini eru stødd í so vanda-
miklum umstødum. Fyri
kortum fekk eg boðini um,
at ein av mínum góðu vin-
um, fyrrverandi málmaður-
in í okkara felagi, ið var í
hertænastu, bleiv dripin í
stríði millum serbiska herin
og albanar í Kosovo. Hann
ver bert 22 ára gamal. Tílík-
ar hendingar í lívinum eru
ómetaliga ringar at góð-
taka. Men vit eru bjóðaðir
til Føroya ikki til at grenja,
men fyri at sparka bólt. Og
tað skulu vit gera, so leingi
sum vit eru her.
Baja hevði ikki spælt á
serliga høgum stýði í Jugo-
slavia. Hansara fyrrverandi
lið hava ongantíð verið í
jugoslavisku 1. deild. Baja
var = hálvtíðarspælari, og
harumframt átti hann ein
lítlan handil saman við
pápa sínum. Men Nebosja
leikti nógv innandurafót-
bólt, og í hesum sambandi
var hann rættiliga kendur í
landinum, tí innandurafót-
bóltur hevur stóran áhuga í
Jugoslavia. Fyri tveimum
árum síðani fekk Baja til-
boð at fara so langt sum til
Kina fyri at hjálpa einum I.
deildarliði at sleppa undan
niðurflyting.
Fótbóltur hevði ongantíð
verið høvudsitrOttargrein í
heimsins fólkaríkasta landi,
men tey síðstu árini hevur
kinesiska fótbóltsambandið
roynt at veksa áhugan fyri
„ítrótt nummar eitt< í flestu
av teimum umleið tvey
hundrað londunum í heim-
inum. Fleiri útlendingar
spæla við kinesiskum lið-
um, men ikki serliga nógvir
av teimum umboða landslið
í sínum londum. Liðið, sum
núverandi Sumba-áleypar-
in spældi við, eitur Apollo
og er úr Guangdjo, einum
býi við ikki færri enn sjey
millionum íbúgvum, ið ligg-
ur ikki langt frá Hong
Kong.
Fimm mál í fjúrtan
dystum vóru ikki nóg mikið
til at bjarga Apollo, sum
flutti niður.
Eingin fær tað
lætt móti Sumba
Tað var igjøgnum Spasojé
Biberdzic, ella Bibi, sum
hevur verið og spælt í Før-
oyum frá fjørvår, at sumb-
ingar settu seg í samband
við bróður hansara, Nikola,
ið áður hevði roynt seg í
tysku 3. deild, og seinni við
Nebosja Veljkovic. Tað
kann vera eitt sindur iron-
iskt at skifta frá einum liði
úr býnum við sjey millión-
um íbúgvum og tríati tús-
und áskoðarum á hvørjum
dysti, til eitt annað, ið um-
boðar eina bygd, har færri
enn trý hundrað fólk bú-
leikast. Men hóast munurin
millum Guangdjo og Sum-
ba annars er stórur, er upp-
gávan hjá jugoslavanum
tann sama — at hjálpa sínum
nýggja liði í stríðnum ímóti
niðurflyting. Men hóast
Baja ger sítt arbeiði gott,
eru sumbingar framvegis
blankir á stigartalvuni.
Tað er torført at skilja,
sigur Nebosja, tí vit hava
nógvar góðar spælarar her í
felagnum, sjálvt um tað er
so lítið, og áttu at havt í
minsta lagi seks ella sjey
stig í dag. Men vit vóru sera
óhepnir bæði í Fuglafirði og
heima ímóti B68. Øll vónin
er kortini ikki farin enn, tí
tað eru nógvir dystir eftir í
kappingini. Annars vil eg
rósa fólk her í bygdini fyri
teirra ótróliga stóra áhuga
fyri felagnum og fótbólti
yvirhøvur og ikki minst
takka teimum fyri tann
stuðulin, vit fáa frá teimum
í hesum ringu døgunum fyri
okkum tríggjar og fyri okk-
ara moðurland. Og vit skulu
royna okkara besta fyri at
lata góð minni frá okkum í
hesi hugnaligu bygdini, tá
vit ein dag venda heimaft-
ur. Nær tað verður, veit
eingin av okkum at siga,
men inntil oktober mánað
eru vit sumbingar. Men hó-
ast vit eru í Føroyum og
royna at gera okkara besta
á fótbóltsvolli, eru allir
tankar okkara heima, tí tað
eru ting í lívinum, ið eru
nógv týdningamiklari enn
fótbóltur. Og tað sama er
galdandi fyri allar lands-
menn okkara, ið umboða
okkara tjóð í itrOttarhøpi
uttanlands, eisini her í Før-
oyum. Fyrst og fremst eru
vit jugoslavar, og bert síðan
fótbóltspælarar. Og tað
kann gera lítlan mun,
hvussu nógv stig hvort lið
hevur á stigatalvuni, meðan
fólk í okkara landi liva í
stríði og ófriði. Tí skal ein
fyrigeva Bibi, tá hann í dyst-
inum heima á Sandi tók
bóltin í hondina tvær ferðir
og harvið varð útvístur.
Spasojé hevur ikki verið
heima í fjurtan mánaðir, og
hann bleiv øgiliga stressað-
ur av at liva í longsli og
„óviti. Nú er hann nøku-
lunda komin fyri seg aftur.
Vit fara ikki at gloyma okk-
ara arbeiði. Tí kann eg lova
øllum målmonnunum í 1.
deild, at teir ikki fáa tað lætt
ímóti Baja, sama um liðini
teirra megna at vinna á
sumbingum ella ikki. Og
stríðið hjá okkum er ikki
liðugt enn.
Eg trúgvi, at vit enda á
níggjunda plássi og vinna so
niðurflytingardystin, júst
sum í fjør. Verður tað ikki
soleiðis, so gerst ikki við.
Men okkara lítla felag fer at
berjast til tað síðsta dóm-
arabríkslið í tí síðsta umfar-
inum. Og teir, ið hava roynt
seg ímóti sumbingum áður
og kenna okkara stríðsvilju,
kunnu altíð staðfesta tað.
H
Í