hósdagur 10. juni 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 107 - 10. JUNI 1999
tíðindablaðið 5052 MP
Sjúku børnini
fingu vitjan av
landsliðnum
Tað er hugaligt, at tey, sum vegna sjúku ikki sleppa á Svangaskarð, kenna,
at landsliðið hugsar um tey, verður sagt av barnadeildini
I gjårkvøldid stóð slagið
móti Bosnia-Hersegovina,
og í blaðnum í morgin fara
vit sjálvsagt at bera tíðindi
av Svangaskarði.
Landsliðsspælararnir
skuldu fara til hús aftur, tá
dysturin var lokin, og teir
høvdu fingið ein dógurða-
bita, og so hittast teir aftur
fyrst í september, tá fyrst
Estland og sidan Litava
koma higar.
Hesa ferð var landsliðið
saman í eina knappa viku.
Teir møttust hósmorgunin í
síðstu viku, og burtursæð
frá nøkrum tímum sunnu-
dagin hava teir hildið til í
hølunum, sum Tryggingar-
felagið Føroyar eigur i
Runavik, og so hava teir
verið á Svangaskarði eina
ella tvær ferðir um dagin.
Lagið hevur verið gott í
venjingarleguni, og hóast
spælararnir hesa vikuna
hava verið undir korum,
sum yrkisspælararnir í óðr-
um londum kenna frá venj-
ingarlegum, so hava teir
dugað væl at hugna sær
saman. Men tað er heldur
einki dulsmál, at onkuntíð
kann tað kennast eitt sindur
langligt bara at vera saman
um fótbólt, fótbóltsprát og
hvíld.
Hetta eru ábyrgdarper
sónarnir greiðir yvir, og tí
verður roynt at hava okkurt
á skránni, sum brýtur frá
dagligu rútmuni.
Á barnadeildini
Sum vit søgdu í blaðnum í
gjár, so varð seinnaparts-
venjingin týsdagin avlýst.
Tá var landsliðið í Havnini,
har teir ótu dógurða á Hot-
el Hafnia. Men áðrenn teir
sessaðust við búgvið borð,
vóru Allan Simonsen og
fýra spælarar á landssjúkra-
húsinum og heilsaðu upp á
børnini og starvsfólkini á
barnadeildini.
Nú vit eru komin eina
viku inn í juni mánað, eru
tær ymsu summarkapp-
ingarnar byrjaðar av álv-
ara. Eisini Føroyskt Is-
landsrossafelag er væl við,
og skipar hetta vikuskifti,
12. og 13. juni, fyri aðru
FM gongulagskappingini
í ár á vølli felagsins við
Kráarheyg í Havnardali.
Sum vant verður kapp-
ast í tølt, fjórgongd, fimm-
gongd og fjórgongd fyri
ung undir 16 ár.
Tær innleiðandi kapp-
ingarnar, har kappast
verður um, hvør kemur í
finalurnar, verða leygar-
dagin 12. juni, meðan fin-
Onnur gongulagskappingin
verður um vikuskiftið
alurnar verða sunnudagin
13. juní kl. 14.30.
Nær byrjað verður
leygardagin, veldst um
hvussu nógv ross tekna
seg til kappingina. Vón-
andi verður tað eins nógv
ella fleiri enn seinast, tá
heili 30 ross luttóku.
Um nóg nógv tekna
seg, verða bæði A og B
finalur, har vinnarin av B
finaluni sleppur at luttaka
í A finaluni.
Aftur hesaferð er ætl-
anin at hava tónleik, með-
an kappingin fer fram.
Møguleiki er eisini hjá
ríðaranum at velja sær sín
egna tónleik, tá riðið
|
verður inni á vellinum.
Sigast skal, at hetta rigg-
aði Oføra væl seinast, og at
bæði ríðarum og áskoðar-
um dámdu hetta væl.
Søla av kaffi, sodavatni
og køkum verður á staðn-
um.
Hjá áskoðarum, ið
dáma væl at vera úti í
náttúruni, er hetta eitt
sera gott høvi at koma út i
vøkru náttúruna í Havn-
ardali og hugna sær sam-
an við familjuni og børn-
um, og samstundis siggja
tey vøkru islandsrossini
kappast.
Skálafjarðarstevna verð-
ur í vikuskiftinum. Í hes-
um sambandi er ætlanin
at skipa fyri eini renni-
kapping í Runavík sunnu-
dagin kl. 13.30. Henda
kapping er tó ikki við í tí
stóru grand prix kapping-
ini í renning, sum Deild-
arsambandið fyri Súkk-
ling og Frælsan Ítrótt
skipar fyri á hvgrjum ári.
Tey vaksnu, 14 ár og
eldri, fara at renna 7,2 km
Torbjørn Viderø er lækni
hjá landsliðnum. Hann hev-
ur sína dagligu gongd á
landssjúkrahúsinum, og tað
man ivaleyst vera hann, ið
hevur fingið hugskotið um
vitjanina, og hetta tóktist
falla í góða jørð hjá Allani
Simonsen, sum hevði fýra
av kendastu spælarunum
við sær. Todi Jónsson, Jens
Martin Knudsen, Jákup
Mikkelsen og John Peter-
sen og venjarin vóru í eini
trý korter saman við børn-
unum, teir skrivaðu auto-
grafar, spældu eitt sindur
við tey og tosaðu um líkind-
ini fyri einum góðum úrsliti
í gjårkvøldiO og søgdu
børnunum, hv ussu teir ty Tr
reika sog til dystirnar,
hvussu teir kenna tað við
nervum, hvønn tydning
stóra åsko0arafjøldin hev-
ur, hvussu teir eru komnir
so langt við fótbóltinum, at
teir eru vorðnir landsliðs-
spælarar og so víðari
Hetta var eitt fínt tiltak,
sum hevur eina góða ávirk-
an. Børnini kenna, at sjálvt
um tey eru á sjúkrahúsi, so
eru tey við í tí, sum gongur
fyri seg á Svangaskarði, og
tú kanst ætla, at dagurin í
dag hevur verið serligur hjá
børnunum, sum síggja fram
til dystin í kveld vid eyka
spenningi, segði Tove
Thomsen, . deildarsjiikra-
systir, tå vit høvdu hana i
telefonini á middegi í gjár.
Ofta eru nógv av børnun-
um á barnadeildini heilt
smá, men í fyrradagin, tá
umboðini fyri landsliðið
vitjaðu, vóru fleiri børn,
sum eru í skúlaaldri og tískil
væl skiltu. hvat tað snúði
seg um
Starvsfólkini bjóðaðu
landsliðsmonnunum ein
drekkamunn og syrgdu fyri,
at teirra egnu børn eisini
fingu eima heilsu frá lands-
liðsmonnunum. jh
Børnini á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum fingu eitt
stórt upplivilsi, tá nakrir av landsliðsspælarunum vitjaðu
týskveldið
Myndir: John Johannessen
Rennikapping á
Skalafjardarstevnu
sunnudagin. Runnid
verdur av Runavikar Sj6-
mansheimi og inn å
Lambareiði, har vent
verður.
Málið er úti við Sjó-
mansheimið.
Hesin teinurin hevur ver-
ið runnin fleiri ferðir fyrr;
seinastu ferð var í heyst.
Børn í skúlaaldri, 7 til
og við 13 ár, sleppa eisini
at royna seg sunnudagin.
Tey byrja saman við hin-
um við Sjómansheimið og
renna so inn til Stokka-
stovuna, har vent verður.
Málið hjá børnunum er
við Sjómansheimið. Tein-
urin er 2 km.
Tey, ið hava hug at lut-
taka í rennikappingini
sunnudagin, eiga at meta
við Runavíkar Sjómans-
heim kl. 12.45 sunnudag-
in.
Sosialurin - fimm ferðir um vikuna