Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 Stóra svartkjaftaætlanin hj tíðindablaðið næm an NR. 107 - 10. JUNI 1999 ns fuglfirðingum fyribils útsett —Enn mangla vit nokk so fitt av eginpeningi. Nú fara vit at royna at fáa útlending- ar at seta pening í ætlanina, sigur Sigurð Simonsen AK! BERTHOLDSEN Tað stóra svartkjaftaskipid, sum fuglfirðingar ætlaðu at keypa, er nú gloppið teim- um av hondum, í hvussu so er fyribils Tað er Sigurð Simonsen í Fuglafirði, sum hevur tikið stig til at fáa ein stóran svartkjaftatrolara til Før- ovar Hann heldur, at tíðin nú er búgvin til aftur at fara undir at virka svartkjaft til matna í Føroyum Og til endamálið ætlaði at keypa eitt stórt svartkjaftaskip, sum kendi, 1orski stórreiðararnum Rokke eigur í Alaska Etlanin við skipinum var at fiska svartkjaft og at virka hann til surimi umborð var um ein verk- smiðjutrolara, sum var heil- r 94 metrar ur Hann kostar yvir 100 tað yvir 300 milliónir Næstan 100 mans skuldi vera við skipinum Tað er bygt í 1974, men er síðani gjørt istand, alt sum tað er, so at tað nú bara Fuglfirðingar hava so mikið stórt álit á svartkjaftinum, at teir ætlaðu at keypa hendan stóran verksmiðjutrolara fyri yvir 100 milliónir og at gera surimi umborð. Báturin skal fiska 25.000 tons av svartkjafti um árið fyri at bera seg. Burturúr tí fást 3.500 tons av surimi. Nú er ætlanin hjá teimum fyribils steðgað, men hon er á ongan hátt slept er skrokkurin eftir av upp- runaliga skipinum Talan er um eitt serbygt skip til at virka svartkjaft umborð Verksmiðjudekkið er 800 termetrar Skipið kann frysta 140 tons um døgnid og gera 100 tons av slógvi til mjøl um døgnid, tað gevur um 20 tons av mjøli. Um samøgurid kunnu teir gera 300 tons av sjógvi til fekst vatn a brúka í surimi- tramleiðsluni Báturin hevur hestakreftur. Reiðarin í Fuglafirði hev- ur bæði fingið innflutnings- loyvi og fiskiloyvi til skipið og loyvi til at virka svart- kjaft umborð. 8.000 Mangla eginpening Sigurð Simonsen sigur, at hóast hann hevur arbeitt við ætlanini tað mesta av einum ári, noyðist hann at ásanna, at enn hevur tað ikki eydn- ast at fáa tann neyðuga eginpeningin til vega. Men krøvini til eginpen- ing eru eisini rættiliga stór. — Vit skulu hava 21 milli- ónir eginpeningi og vit høvdu ongantíð vænta, at tað fór at vera lætt at reisa eina slíka risaupphædd. — Lætt hevur tað heldur ikki verið og enn manglar okkum at útvega eini 25% av eginpeninginum, sigur Sigurð Simonsen. Meginparturin av tí, sum er útvegaður, er fyrst og fremst fingin til vega innan- býggja í Fuglafirði, um- framt frá Framtaksgrunn- inum og frá ymsum gðrum føroyingum, sum hava á- huga í eini slíkari ætlan. Men fyribils er eisini steðgur komin í ætlanina. Tí nú er tann ætlaði trol- arin eisini gloppin teimum av hondum, í hvussu so er fyribils. Felagið, sum átti hann, hevur nevniliga gjørt avtalu við eitt felag í Ný Sælandi um at leiga bátin í eitt ár til at royndarfiska eftir suður- havssvartkjafti, sum er væl stórri enn tann norðuratl- antiski. — Høvdu vit havt nóg mikið av eginpeningi, høvdu vit helst havt fingið bátin, men enn manglar okkum tær síðstu krónurnar. — Men tað er, sum kunn- ugt tær síðstu krónurnar, sum eru tær tyngstu at út vega. Sigurð Simonsen leggur tó dent á, at hóast steðgur er komin í ætlanina, er hon á ongan hátt slept. — Hetta er ein ætlan, sum eg havi droymt um og trúð uppá í fleiri ár, so tað skal nógv til, áðrenn eg sleppi henni nú, sigur hann Men eftir, hvat skilst, hevur hann uppgivið at út- vega meiri eginpening í Føroyum. Tiskil ætlar hann sær at nu at royna at fåa utlend- ingar at seta pening i ætl- anina. — Utlendingar kunnu eiga 33% i føroyskum båtum. — Men tad, sum okkum tørvar er, sum sagt, 25%. Annars var ætlanin at tal- an skuldi vera um eina før- oyska ætlan burturav. Hann visir eisini å, at øll lånifigging er føroysk, so tað verða bara nakrar fáar eginpeningskrónur, sum verða útlendskar. Sigurð Simonsen sigur eisini, at skuldi tað hent, at hesin ætlaði báturin gleppur teimum heilt av hondum, hava teir gott eyga á einum øðrum. Tað er eitt eitt nógv betri skip- men tað er eisini dýrari og fer tí at herða krøvini til eginpening enn meiri, sigur hann. Sigurð tryr uppá Svartkjaftin Akl BERTHOLDSEN — Eg havi altíð trúð uppá, at , at svartkjafturin er eitt virðismikið tilfeingi Sigur Sigurð Simonsen, tá ið vit spyrja hann, hvussu hann torir undir svartkjafta- vinnu aftur í Føroyum, tå ið hugsað verður tann lús- ingin, sum ævintýrið í sjeyti og åttatiårunum gav okkum. (Sí greinina omanfyri). Sjálvur hevur hann drúgvar royndir í svartkjaft- inum. Hann var ein av undan- gongumonnunum í hesi vinnum! í sjeyti og áttati- árunum. Hann hevur fiskað svartkjaft frá 1974-84, m.a. við Giljanesi, áðrenn hann fór aðrar leiðir Hann sigur, at hann hevur alla tíðina trúð uppá møgu leikarnar í svartkjaftinum Og longu í 1979 søkti hann um loyvi til ein svart kjaftabát at gera surimi Tað datt tó niðurfyri. Men dreymurin hevur alla tíðina livað. Marknaðurin fyri surimi er eisini stórur — Eftirspurningurin er umleið 550.000 tons um ár- ið. Somuleiðis er prísurin á surimi góður og útlitini venda rætta vegin, tí prís- urin er alsamt hækkaður í seinastuni. - Prísurin hevur ligið um 17 krónur fyri kilo, men hendan seinasta mánaðin er hann hækkaður upp í yvir 22 krónur fyri kilo. — Stødan er tann, at út- boðið minkar, men eftir- spurningurin veksur. — Orsøkin til, at útboðið minkar, er, at kvoturnar av pollack í Alaska, eru skerdar og tað loysir seg betur at skera hann til flak, heldur enn at mala hann til surimi. Annars er tað ongin annar í Evropa, sum gera surimi, uttan ein franskur trolari, men hann hevur tað bara til parttíðarfiskiskap. Og hann avreiðir bara til felagið, sum eigur hann, sum brúka surimi í serligum framleiðslum. Annars verður meiri enn helvtin av øllum surimi, sum verður gjørt í heim- inum, gjørt burturur poll- ack, sum verður fiskað við Alaska. Ongin ger surimi burturúr svartkjafti í Norðuratlants- havi. Talan er tískil ikki sért um undangonguarbeiði, sum fuglfirðingar nú ætla sær undir. Sigurð Simonsen sigur, síðani føroyska svartjafta- ævintýrið í sjeyti- og áttati- árunum, eru so mikið stór framstig hend á fiskitøkni- liga og framleiðslutgkniliga økinum og marknaðinum, at tað er nógv sum bendir á, at tíðin er búgvin til itøkilig tiltøk til tess at skapa okk- um føroyingum eitt bein aft- urat at standa á. Grundin til, at tað gekk so illa í áttatiárunum, var fyrst og fremst, at markn- aðurin var ikki til staðar og at prísurin tí var vánaligur. — Tað er hann nú. Og prís- urin er góður. Ein annar trupulleiki er, at motororkan var ov lítil til at hava nakran serligan fiskiskap um veturin. Men hann dylir kortini ikki fyri, at hetta er ein stór avbjóðing. --Avbjóðingin liggur ikki í at fiska svartkjaftin, tí tað hava okkara sera dugnaligu fiskimenn langt síðani prógvað, at teir megna. — Avbjóðingin liggur heldur ikki í at virka svart- kjaftin til Surimi. — Tað skuldi heldur ikki volt sølulidnum stórvegis trupulleikar at sloppið av vid surimi, tf hetta er ein kend vøra, sum stórur eftir- spurningur er eftir — Avbj6dingin hjå sølu- liånum liggur heldur i at finna marknað fyri allar tær Vørurnar, sum liggja ímill- um ráfiskin og surimi, sum er endaframleiðslan, tvs at finna marknað fyri heil- frystum svartkjafti, skrá- skornum, fløkum av ymsum sløgum og farsi, tí vidhvørt kann tad loysa seg betri at gera tad, heldur enn surimi. — Men tann allarstørsta avbjóðingin liggur í at fáa eina flakaverksmiðju, sum virkar nóg væl. --Fyrr var ongin trup- ulleiki at skera svartkjaftin til flak. — Men tá hevði verið lítið fiskað av svartkjafti og tí var væl av gomlum fiski uppii. Av tí sama var svart- kjafturin væl stórri í miðal tá, enn hann er nú. — Fyrst í åttatiårunum var svartkjafturin einar 29 cm til støddar í miðal. Men síðani er nógv fiskað av honum, og tí er meiri av smáum fiski uppí í, sam- stundis sum tilgongdin av nýggjum árgangum hevur verið stór. Urslitid er, at nú er midalstøddin á svartkjaft- inum 24 cm, ella fimm sentimetrar minni, enn fyri 15-20 árum síðani. —Og tann stóri trupulleik- in er, at maskinurnar, sum eru, klára illa at skera tann smáa fiskin, sum nú er. — Men teir, sum gera flakamaskinurnar hava ar- beitt av kraft við at loysa trupulleikan, og nú eru teir komnir so langt áleiðis, at tann fyrsta maskinan skuldi vera liðug í næstu viku. Sjålvur ivast hann ikki í, at svartkjafturin er ein av okkara heilt fáu møguleik- um, sum eftir eru at menna okkara fiskivinnu —Møguleikarnir í botnfisk- inum undir Føroyum eru troyttir. Men eydnast hetta við svartkjaftinum, er møguleikar fyri eini virdis- øking uppá hundraðtals milliónir, sigur Sigurð Sim- onsen.