Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 107 - 10. JUNI 1999 tíðindablaðið Kollveltandi sirkus til Foroya Tann 26. juni kemur Sirkus Cirkør til Fóroya. Hetta er eitt óðrvísi sirkus, enn vit eru von við, tí her snýr tað seg um dans, tónleik og akrobatikk. Kyndil og Norðurlanda- húsið skipa fyri og Hóllin á Hálsi verður karmur um 6- vanligu framfórslurnar DAGFINN OLSEN Tann 26. juni kunnu tey, sum vitja i Høllini á Hálsi, vænta sær eitt ødrvisi upp- livilsi. Tá vitjar Sirkus Cir- kør í Høllini, og hetta er ikki júst tað, ið vit vænta av ein- um sirkusi. I Føroyum eru vit ikki von við sirkus, men hava tó eina mynd av, hvat hetta er. Klovnar og fólk, ið hanga undir loftinum, fílar og hestar. Soleiðis er ikki við Sirkus Cirkør, ið nevnir seg nýsir- kus. Her snýr tað seg um ein súsandi meldur av ljósi, tónleiki, royki og akrobat- iskum sjónleikarum. Sjón- leikur hittir rock'"n roll, sir- kus hittir dans og sangleik- urin hittir drum'n bass. Sirkus Cirkør kollveltir vanligu uppfatanina av sirk- usi. Cikør var stovnað í 1995 í Svørriki, Stockholm. Endamálið var at innføra nysirkus í Svøriki og í alla framførslulist og ungdóms- mentanina. Framførslurnar eru nyskapandi og slóðbrót- andi og Cirkør er í dag mið- depil í øllum nordanlondum fyri tey, ið fáast við nýsirk- us. Alla staðir tey koma, framføra tey fyri fullum húsum. Framførslurnar eru Sirkus Cirkør er miðdepil í Norðurlondum hjá teimum, ið fást við nýsirkus serstakliga egnaðar til eldri børn, ungdómar og vaksin Nú er Sirkus Cirkør á ferð í Norðurlondum. Aðrenn vitjanina í Føroyum hava tey verið í Vilnius, Malmø, Nuuk, Reykjavík og Akur eyri. Ur Føroyum gongur Tel 298 31 95 40 Fax +298 31 75 41 Alt innan pren leiðin til Bergen, Oslo og Keypmannahavnar. Í september byrja tey eina Europaferð og ár 2000 skulu tey til Asia, New York og til víðagitnu heimsfram- sýningina í Hannover. Tey, ið ætla sær til hesa hugtakandi og ødrvisi fram førslurnar á Hálsi 26. juni kunnu keypa atgongumerk ir å kunningarstovunum kring landið. Kostnaðurin er 80 krónur fyri vaksin og 40 krónur fyri børn