Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið 5032/17N Sølvi Winther Olsen, formaður í Læknafelagnum: NR. 107 - 10. JUNI 1999 Stórt trot á læknum um fá ár - Lata vit standa til, tómast Føroyar skjótt fyri læknar. Innan stutta tíð er talið á yngri læknum á sjúkrahúsunum farið niður í helvt, nógv serlæknastórv eru ómannað, og um få ár fara fleiri kommunulæknar frá fyri aldur, sigur Sølvi Winther Olsen TURIÐ KJOLBRO Ein av uppgávunum hjá Læknafelagnum er at síggja til, at læknar verða útveg- aðir til landið, og at siga frá, um trot er á læknum. Og tað er júst í hesum grindum for- maðurin í Læknafelagnum, Sølvi Winther Olsen, var- skógvar í hesum døgum. - Tað hevur altíð verið trupult at útvega nóg mikið av læknum til Foroya. Í dag eru 27 kommunulæknar kring landið, men um bert fá ár fer stórur partur av teimum frá fyri aldur. Og greiðar ábendingar eru um, at tað verður sera trupult at fáa fatur á læknum, tí hað- ani vit rekruttera læknar, eru eisini stórir trupulleikar at útvega nóg mikið. Attanda kommunulækna- starvið í Havn verður sett 1. september, men hóast læknin, ið settur verður, fær best hóskandi umstødur at virka undir, var áhugin at søkja starvið rættiliga av- markaður. - Vit eru í kapping um læknarnar við onnur lond, og tí er umráðandi at skapa fortreytir soleiðis at vit kunnu lokka læknar at koma hendavegin. Lækna- felagið roynir at arbeiða fyri, at eisini danskir læknar fáa áhuga og hug at arbeiða eina ávísa tíð í Føroyum hó- ast umstødurnar ikki eru líka góðar, sum teir eru van- ir við, sigur Sølvi Winther Olsen. Uppgåvur å låni Formaðurin í Læknafelag- num ásannar, at tað er 6- heppið og óstøðugt at lækn- ar bert steðga eitt stutt tíð- arbil fyri síðani at fara av- stað aftur, men at vit verða noydd at taka til takkar við tað um eini fimm ár, tá ið fleiri kommunulæknar fara frá. - Tá ið læknar steðga í einum starvi í styttri tíð, koma nógvar uppgávur at liggja á láni. Tað gongur fyrst og fremst út yvir lang- siktada læknaarbeiðið og fyribyrgjandi arbeidid. - Ættarliðið av læknum, sum eru virknir nú, hevur ikki hug at arbeiða til teir verða 67 ár. Tá ið hesir læknarnir fara úr starvi, mugu vit hava eitt tilboð, sum læknar kunnu siga ja takk til. Vit mugu undir eina tilvitaða herferð, sum lokk- ar læknar hendavegin. At læknar hava tilboð um barn- aansing er rættiliga umráð- andi. Yngri læknar hava ikki hug at koma henda veg- in um teir vita, at teir ikki fáa børnini ansað. Haraft- urat eiga vit at gera tað møguligt, at fleiri komm- unulæknar eru saman um eina praksis. Fleiri yngri kvinnur eru læknar og tær hava ikki hug at verða so nógv bundnar sum komm- unulæknar eru. - Eftirútbúgvingarmøgu- leikarnir eiga at vera í lagi, og tað treytar, at skipanin ikki tømist hvørja ferð eitt ella tvey fólk eru burtur, men at møguleikar eru fyri at útvega vikarar so leingi. Sum er hópa uppgåvurnar seg upp meðan ein eru burt- uri bert eitt stutt bil. Fortreytir At skapa góðar og tíðar- hóskandi fortreytir fyri, at læknar hava hug at koma til Føroya at arbeiða sum kommunlæknar, er týdningarmikið. - Góðar fortreytir eru eitt nú góð og tíðarhóskandi holi. Eftiritbugvingarmøg- uleikar eru eisini umráðandi og at hildið verður fast við víðariútbúgvingarmøgu- leikarnar, ið eru í skipanini. Men hóast hesar umstødur eru í lagi, sóu vit, tá ið átt- anda kommunulæknastarv- ið í Havn varð lýst, at bara fýra søktu starvið. Og tað undrar okkum ikki sort. Fyri stuttum søktu 10-15 og har- ímillum nógvir nýútbúnir læknar kommunulækna- størv. Orsøkin til, at færri læknar søkja, er, at færri læknar eru til. Vit eru partur sera av stóru norðurlendsku skipanini. Sjúkrahúsverkið Hóast sjúkrahúsverkið sein- astu nógvu árini hevur verið nógv skert fíggjarliga, er ar- beiðsbyrðan hjá læknunum ikki minkað tilsvarandi. - Sjúklingar verða skjótari útskrivaðir í dag í mun til fyrr. Alt gongur nógv skjót- ari fyri seg, og tað ger, at læknar hava trupult við at fara í dypdina í hverjum einstøkum sjúklingi. Sam- stundis sum tað er undirskot av yngri læknum og ser- læknum, er fíggjarorkan hjá sjúkrahúsunum eisini ov lit- il. Við hvort verða deildir latnar aftur fyri at fáa rokn- istykkid at ganga upp, og tað er skilagott út frá einum fíggjarligum sjónarmiði, men út frá einum sjúklinga- og læknaligum sjónarmiði, er tað als ikki gott. - Tá ið vit tosa um, hvat er forsvarligt og ikki, tosa vit um eitt lágmark. Í summum fórum meti eg sum lækni, at tað er líka við ikki at vera forsvarligt, tá ið fólk verða útskrivað ov tíðliga. At tosa um avleið- ingar er so álvarsamt, men tað stutta av tí langa er, at læknar mugu raðfesta nógv harðari og neyvari enn áður, og tí aldri fáa stundir til fyr- ibyrgjandi arbeiði. Tað er kanska meiri spennandi hjá einum lækna bert at arbeiða við tí akutta, men sæð út frá einum heilsuligum sjónar- miði, er tann raðfestingin í longdini ikki forsvarlig. Tað eru sergreinir, har eingir serlæknar eru í Før- oyum. Ikki so sjáldan halda læknar, ið eru farnir frá fyri aldur, fram í starvinum, tí eingin er at taka yvir. Ser- greinirnar eru so mikið týdningarmiklar í heildini, at serlæknarnir mugu halda fram í starvinum. Helvtin farin Er ringt at manna serlækna- størvini, er tað ikki lættari at fáa yngri læknar í starv. Innan stutta tíð er talið á yngri læknum á sjúkrahús- unum farið niður í helvt. - At yngri læknar í so stór- um tali ríma, er nakað av tí mest hóttandi, ið er, tí tað er har grundarlagið verður lagt. Hesir eru í sínum dag- liga arbeiði á sjúkrahúsu- num sera umráðandi, tí tað eru teir sum eru um sjúkl- ingarnar, og tað er teir, sum seinni verða serlæknar og kommunulæknar. Fáa vit ikki yngri læknar at koma til Føroyar, hava vit stórar trupulleikar. Avleiðingarnar eru eisini tær, at teir sum eru í starvi fáa enn stórri arbeiðsbyrðu og tá fáa teir eisini hug at leggja frá sær. Skipanin er púra fastløst. Formaðurin í Læknafel- agnum sigur, at tað er sera týdningarmikið at allir part- ar, læknafeløgini, og al- mennu og kommunalu myndugleikarnir, arbeida fram ímóti at loysa trupul- leikan, áðrenn landið tømist fyri læknar. - Kommuna og land eiga skipanina í felag, og sum slík eiga tey at gera seg galdandi soleiðis at trupul- leikin verður lýstur og loystur. Sum felag kunnu vit vísa á gongdar leiðir, men vit kunnu ikki tryggja, at vit finna persónarnar til eina og hvørja tíð. Tað krevur eitt tilboð sum svarar til tað læknar annars hava. Lenin í Føroyum er lægri hóast arbeiðs- og vaktbyrðan eru stórri. Tað er ikki lokkandi - Fáa vit ikki yngri læknar at koma til Føroyar, hava vit størar trupulleikar. Avleiðingarnar eru, at teir sum eru í starvi, fáa enn stórri arbeiðsbyrðu og tá fáa teir eisini hug at leggja frá sær. Skipanin er púra fastløst, sigur Sølvi Winther Olsen, kommunu- lækni og formaður í Læknafelagnum. Her sæst Sólvi Winther Olsen uttan fyri nýggju læknaviðtalu- hølini í Gundadali í Havn Mynd: Jens Kristian Vang at koma henda vegin, men hinvegin kunnu vit ikki lata standa til, tí annars tømist landið fyri læknum. - Vit eiga oll at seta okk- um niður at tosa um, hvat kann og eigur at verða gjørt Tað verður rópt og skríggj- að um stóra tørvin á stovns- plássum til børn. Yngri læknar koma ikki til Før- oyar, tí tey fáa ikki børnini ansað. So einfalt er tað. Vildi tú mælt Landssjúkr- ahúsinum sum eitt tað størsta arbeidsplåssid í landinum til at seta dag- stovn å stovn? - Tad hevdi avgjørt verid ein gongd leið. Aðra staðni brúka sjúkrahús barnaans- ing, bústað og aðrar góðar umstødur til at lokka læknar til. Eg kenni dómi um, at fólk havt hug at koma henda vegin, men hava givið skarvin yvir, tá ið tey hava sæð stóra trotið á stovns- plássum. Sjálvt um tú ert føroyingur og hevur hug at koma heim aftur, kemur tú ikki, um tú ikki fært børnini ansað. I Læknafelagnum sita sjey fólk í nevndini. Tey umboða eitt nú Serlækna- felagið, har Jóhan Petur Davidsen er formaður, Fel- agið fyri Yngri læknar, har Jens Andreassen er formað- ur, og Kommunulæknafel- agið, har Kaj Kallsberg er formaður.