Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 107 - 10. JUNI 1999 tíðindablaðið í R STK! Bosnisku fótbóltsleikararnir afturhildnir í Føroyum: Flogfarið sleppur ikki á flog Russiska Antinov farmaflogfarið, ið flutti Bosniska fótbóltslandsliðið til Fóroya, sleppur ikki avstað aftur. Bosnisku flogmyndugleikarnir hava sent altjóða flog- myndugleikunum í Montreal telegram, har sagt verður, at flogfarið ikki er egn- að at fara á flog Flogfarið, bosniska fótbóltslandsliðið kom til Fóroya við, sleppur ikki avstað aftur, fyrr enn boð um hetta koma frá loftferðslumyndugleikunum JOHN JOHANNESSEN Bosnisku fótbóltsleikararnir eru komnir í rættuliga trong- støðu av fóroyaferð teirra. Russika Antinov farmaflog- farið, ið futti teir higar bein- leiðis úr Bosnia, sleppur ikki avstað aftur. Flogvallar- leiðarin í Vágum, Finnbogi Niclassen, hevur fingið boð frá Bosnisku flogmyndug- leikunum, Statens Luftfarts- væsen og altjóða flogmynd- ugleikunum í Montreal um, at flogfarið ikki má fara á flog aftur úr Føroyum. Onga flogførisvåttan Turkiska flogfelagið Bio Air søkti 4. juni um at fáa loyvi at flúgva Bosniska landsliðið úr Sarajevo til Vágar. Men av tí at Statens Luftfartsvæsen ikki kendi nakað til flog felagið, varð heitt á tað at koma við skjøl- um, ið prógva, at flogfarið var flogført. Hendan áheit- anin varð send flogfelag- num 20. juni, og stutt eftir fekk Statens Luftfarstvæsen eina váttan fyri, at flogfarið var flogfart. Men hetta eru tey í Statens Luftfartsvæsen ikki nøgd við. Tey vilja eisini hava eina tryggleika- váttan, eitt sokallað security skjal. Hesa váttanina fáa tey ikki. Tað næsta, ið hendir í málinum er, at Statens Luft- fartsvæsen fær at vita, at flogfarið er lent í Vágum tann 8. juni við bosniska landsliðnum umborð, uttan at flogmynduleikarnir hava fingið nakað tryggleika- skjal, og sostatt uttan loyvi. Mikudagin 9. juni fekk Statens Luftfartsvæsen eitt telefax frá bosnisku flog- myndugleikunum. Í hesum telefaxi stendur, at ein kann- ing er gjørd av flogfarinum. Nidurstødan av hesi kann- ing er, at flogfarið ikki er flogført, og tískil er flog- førisvåttanin tikin frá flog- farinum. Hetta varð gjørt longu í maj Tá flogfarið hóast alt er farið til Føroya við bosniska landsliðnum, hava flog- myndugleikarnir í Bosnia sent telefax til Statens Luft- fartsvæsen, altjóða flog- myndugleikarnar í Montre- al, og onnur, har sagt verður, at flogfarið ikki má sleppa á flog. Ov nógvir sessir Ein av orsøkunum til, at flogfarið hevur mist flog- førisvåttanina er, at eigarar- nir hava umbygt tað uttan loyvi. Flogfarið er eitt farmaflogfar, ið kann taka 19 ferðafólk umframt eina manning á 4 fólk. Hetta hava eigararnir broytt. Teir hava gjørt 25 sessir afturat, uttan loyvi. Eisni eru gangir gjørdir í flogfarinum uttan tekniska rådføring, og meta flogmyndugleikarnir í Bosnia, at hesar umbygg- ingar ávirka tryggleikan í flogfarinum. Tískil hevur flogfarið fingið bann fyri at flúgva. Í handbókini fyri flog- farfið stendur greitt, at tað Mynd: Jens Kristian Vang bert er loyvt at hava 19 ferðafólkasessir í flogfari- num. Hetta stendur í kapitli 2. 4. á síðunum 7 og 8. Men tá bosnisku mynduleikarnir kannaðu flogfarið, mangl- aðu hesar síðurnar í bókini. Ábyrgdin i Føroyum Finnbogi Niclasen, flogvall- arleiðari í Vágum, sigur, at av tí at flogfarið stendur á flogvøllinum í Vágum, sum hann hevur ábyrgdina av, hevur hann eisini ábyrgdina, um flogfarið fer á flog. Hetta vísa myndugleikarnir í Bosnia eisini á í skjalinum teir hava sent Statens Luft- farstvæsen, og tískil ætlar hann undir ongum umstød- um at loyva flogfarinum á flog, fyrr enn onnur boð koma frá myndugleikunum í Bosnia. —Eg fari heldur ikki at loyva flogfarinum á flog, um landsliðsleikararnir ikki eru við. Eg loyvi ongum flogfari avstað, so leingi tey skjølini, eg havi liggjandi á boðinum eru galdandi. Men Statens Luftfartsvæsen gev- ur loyvi, ja, so sleppur tað avstað, sigur Finnbogi Nic- lasen og leggur afturat, at talan er um eitt álvarsmál. Ætlar sær avstað Flogskiparin á Antinov flogfarinum hevur aðra hugsan um málið enn loft- ferðslumyndugleikarnir. Hann sigur, at ein fornerm- aður embætismaður hjá bos- nisku myndugleikunum, ið er koyrdur úr starvi sínum, hevur givið boðini um, at flogfarið ikki má sleppa á flog. Eftir hansara frágreið- ing er brævið óalment og hevur einki uppá seg. Hann sigur, at hann arbeiðir við málinum og er vísur í at sleppa avstað sum skjótast, og hann er somuleiðis vísur í, at allir landsliðsleikararnir sleppa við flogfarinum. --Tá flogfarið klárar at flúgva úr Sarajevo til Før- oya við 41 ferðafólkum, so klárar tað eisini at flúgva úr Føroyum til Sarajevo við 41 ferðafólkum, sigur ein av- gjørdur flogskipari. Hann leggur afturat, at flogtúrurin til Sarajevo tekur 4 tímar og trý korter, og ein slíkan túr klárar flogfarið sum einki, uttan at steðga á fyri at bunkra. Eftir viðmerkingina frá flogskiparanum vendi Sosi- alurin sær aftur til flog- vallarleiðaran í Vágum, Finnboga Niclasen, fyri at fáa eina viðmerking til orð- ini hjá flogskiparanum. Einki loyvi er komið um, at flogfarið sleppur av- stað, og tað er greitt, at tað verður standandi. Um flog- skiparin hóast alt ætlar sær at royna at sleppa avstað við flogfarinum, má løgreglan beinast eftir honum. ISF vil hjálpa Bosnisku fótbóltsspælarar- nir hava ikki gjørt avtalu við nakað annað flogfelag, um at flúgva teir heim aftur, men aðalskrivarin í ISF, Ísak Mikladal, sigur, at um tað verður neyðugt, so kann íSF leggja pening út fyri at fótbóltsspælararnir = kunnu sleppa heim aftur við flog- farinum hjá Atlantsflog. Men enn er eingin avtala gjørd, og fótbóltsleikararnir ganga spentir og bíða á Hotel Føroyum eftir boðum um, nær teir sleppa heim aftur. Eitt er tó greitt, og tað er, at teir sleppa ikki heim aftur við flogfarinum, teir komu við. Hetta flogfar fær undir øllum umstødum ikki loyvi til at flyta 41 ferðafólk, uttan at tað verður gjølla kannað. framhald á síðu 13 -— "Es sjer og underholdende familie film - kr set mage til siden filmen om verdens sødeste og mest tølemde gris Babe LÁNERNE LEGOWSKI Fra skaberne af "Fargo þr THE BIG LEBOWSKI DESPERATE MEASURES Leiga videofilmar á hesum stoðum: Statoilstoðin í Gundadali te Statoilstødin í Kollafirði te Statoilstoðin í Saltangará te Statoilstoðin í Klaksvík tel Statoilstoðin í Sorvági te Statoilstødin í Skålabotni te Statoilstødin i Leirvik te Statoilstødin å Sandi te Ó STATOIL stødirnar kring landið 314770 421083 . 449133 . 457353 . 332001 441200 . 443360 361101