fríggjadagur 7. januar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Nr. 5 - 8. januar 2005
15
Valdemar Dalsgaard varð av mongum í mínum ættarliði
- hóast 10-15 ára mun í árum - hildin at vera javnlíki í
aldri. Fyri ein part kom hetta helst av, at hann hevði so
ung børn. Men tann sannara grundin mundi vera, at
hann hevði eitt ungt sinni, helt fram at hava áhuga fyri
mongum viðurskiftum og var humoristur – av einum
stillisliga innankátum, og stundum speiskum, slag.
Tey flestu okkara hava í okkara persónleika mangar
nálir, sum tó ikki allar fáa ta somu tøðuna. Og soleiðis
mundi eisini vera hjá Valdemari. Tá ið undirritaði hitti
hann fyrstu ferð, var tað tíðindamaðurin Valdemar, sum
var frammi. Tað hevði lukkast honum at fáa okkum, sum
vóru pisur í 1962, at koma saman á eini steintrappu í
túninum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, mikro-
fonin var á lofti, og Valdemar spurdi okkum ungu um
lesnað, ætlanir, um kamarsviðurskiftir og útreiðslur. Tey
flestu ið hjástødd vóru, m.a. Hans Jacob Debes sáli,
høvdu tikið studentsprógv sama árið, undirritaði tó tvey
ár frammanundan. Valdemar, sum her umboðaði Útvarp
Føroya, sýntist at vera tann føddi tíðindamaðurin. Um
hetta mundið hevði hann ikki sørt av royndum á økinum,
tí Valdemar var – saman við m.a. Peturi Reinert og Axel
Tórgarð – við til at skipa fyri tí fyrsta føroyska útvarp-
inum – útisetavarpinum, sum nevndist »Føroyingurin í
Keypmannahavn«.
Sum persónur var Valdemar ikki ein, tú óboðin hevði
hug at troðka teg inn á, tvørturímóti, ein farri av frástøðu
sýntist at vera um hann. Sum aðrir lesandi føringar sást
hann hesi árini ofta inni á tí føroyska krókinum á Kanni-
balinum í Nørregade, altíð nossliga ílatin og væl snák-
aður, eitt sindur bleikur og ógvuliga kurteisligur í
medferð. Eg haldi, vit ungu tá firnaðust eitt sindur teir
eldru tungufimu føroysku studentarnar. Kundi Kanni-
balurin sum heild tykjast bygdasligur og mentunarliga
innsnarin, var Valdemar teirra millum, sum umboðaðu
eina ávísa kosmopolitismu.
Hetta heystið, í 1962, reistist í Vesturtýsklandi tann
sonevnda Spiegel-gølan, sum hevði við sær, at Franz
Josef Strauss mátti fara frá sum verjumálaráðharri. Av tí
sama var nummarið av Der Spiegel, har gølan varð um-
rødd, eftir stuttari tíð útselt, og Valdemar, sum ikki hevði
fingið stundir til at keypa tað, fregnaðist eftir, um nakar
átti blaðið. Tað vildi so til, at eg hevði ognað mær eitt
eintak, og ikki sørt smæðin boðaði eg frá hesum. Úrslitið
var, at eg sendi honum blaðið. Henda lítla hendingin
mundi vera fyrsta dømi um »samstarv« okkara millum.
Nakað eftir hetta hendi tað, at føroyskir unglingar og
lesandi – ivaleyst m.a. fyri at koma burtur úr hesi
køvandi provinsialismuni – settu á stovn tað sosialistiska
og radikala felagið, sum fekk navnið Framin, og sum fór
at geva út eitt blað við sama navni. Oddafólk í hesi rørslu
vóru m.a. André Niclasen, Kjartan og Gunnvør Hoydal,
Gunnar Hoydal og Rolf Guttesen. Blaðið samstarvaði
við listafólk og rithøvundar, m.a við William Heinesen
og við yrkjaran T.N. Djurhuus, sum um hetta mundið eitt
skifti búði í Keypmannahavn. Valdemar var við í hesum
samstarvi, og frá hesum árum er til skjals ein hópur av
tekningum frá hansara hond, sum vísir hann sum hegn-
igan – stundum stuttligan, stundum hvassan – satirikara
við eyðkendari striku.
Sjálvur flutti eg úr Keypmannahavn í januar 1963 og
kom ikki aftur til Danmarkar høvuðsstað fyrr enn trý ár
seinni. Sum hann hevði verið árini frammanundan, var
Valdemar framvegis – nú farið var um miðjuna á seksti-
árunum – á sín bæði stillisliga og markanta hátt ein sjón-
ligur partur av tí føroyska mentunar- og lestrarumhvørv-
inum í býnum. Ein hevði varhugan av, at heimið hjá hon-
um og Marjuni – í Dronningens Tværgade – var eitt stað,
har intellektuelt snaraðir føringar nutu blíðskap og
hittust til orðaskifti og vertskap.
Valdemar hevði um hetta mundið í mong ár – umframt
at lesa norrønt og røkja onnur av sínum mongu áhuga-
málum – arbeitt sum rættlesari á Berlingske Tidende. Vit
hittust nú oftari, einamest í íbúðini hjá André og Dikku
Niclasen, sum vóru felags vinir. Ein dagin spurdi eg
hann, um nakar møguleiki mundi vera fyri at fáa starv
sum rættlesari á Berlingaranum. Nakað seinni ringir
hann og sigur, at brúk er fyri einum manni. Og soleiðis
bar tað til, at undirritaði, tað mundi vera í desember
1968, trein inn í tann halga Korrekturin í Berlingske
Tidende í Pilestræde, eitt hanagleiv frá har Skarvur nú
er.
Ein sonn lýsing av hesum umhvørvi hevði helst kravt
eina heila bók. Í stuttum kann sigast, at í hesum garni
flættaðust mangir træðrir – skaldskapur, bókmentir, tón-
leikur, intellektualisma, rokkur, beat- og jazz-áhugi og
heimspeki - og at tann veftur, ið setti sín dám á heildina,
var tað excentriska og avpartaða. Umframt – fyri bara at
nevna nøkur nøvn – Carsten Kyhn, Dan Turèll, Jacob
Ludvigsen (eldra), tann viðkvæma og ógloymandi
litteratin Erik Nander, og fulltrúarnar Skov, Lindskov,
Øhlers og tann kræsna Saul Bellow-týðaran Kurt
Kreuzfeldt, vóru vit tríggir føringar á deildini –
Valdemar, undirritaði og Sigurd Bjarnadal, sonur Kristi-
an Frederik Bjarnadal, sum í mong ár var lærari á
Glyvrum.
Valdemar var um hetta mundið ikki vanligur
rættlesari, men fulltrúi – hann var tí stundum stjórans
høgra hond og stundum sjálvur leiðari á deildini. Hann
treivst væl í hesum umhvørvi og var bæði virdur og um-
hildin. Teir danskarar, ein hitti í hesum umhvørvi, vóru
bæði gløggir og snúnir í orðum, men Valdemar stóð ikki
aftan fyri teir og hevði umframt tað stóra og nákvæma
vitan um – sum maðurin segði – bæði mangt og margt.
Her kann verða skoytt uppí, at rættlestur, sum hann her
var íðkaður, var av kreativum slag, rættlesarin skuldi
ikki bara rætta vanligar stavi- ella skrivivillur, men gera
vart við og bøta um skeivleikar í málburði og
setningsgerð, rætta skeivar upplýsingar og gera vart við
høpisleysar útsagnir. Nakrir fáir pennar fingu servið-
gerð, og m.a. slapp tann gamli stílkringi essayisturin
Henning Kehler at stava navnorð við stórum. Føringar
vóru, óneyðugt at siga, sum heild fermari til at stava
danskt enn danir sjálvir.
Hesi árini, frá 1968 og frameftir, vóru ein løgin tíð –
hugfangandi, litrík, ørlig, hættislig og spennandi.
Korrektururin speglaði aftur rembingar og rák bæði í
USA og á meginlandinum, og hvønn dag streymaðu
nýggj nøvn – hvørt flaggandi við bókaheitum, stevnum
og nýggjum formlum ella loysnum – inn á ta kvæmu og
spølnu deildina – William Burroughs, Norman O.
Brown, Ken Kesey, Allen Ginsburg, Timothy Leary,
Ronald Laing, Roland Barthes, Louis Althusser, Tom
Wolfe, Alan Watts, Solsjenitsyn og Lukacs. Menn skiftu
orð um hugtøk sum antipsykiatri, strukturalismu ella
polymorfan perversitet, heitir sum karma og samsara
singlaðu um oyruni. Tá ið orðið menn verður brúkt í
hesum sambandi, skal tað skiljast bókstaviliga. Eg
minnist meg ongantíð hava sæð eina kvinnu á deildini,
og óhugsandi er ikki, at meira viðbreknar rættlestrar-
plantur høvdu antin følnað, slept sær til rýmingar og tað
skjótt, ella bara horvið, um tað hevði eydnast onkrum
umboð fyri hitt kynið at hótt verjugarðin um okkara
blúgvu Jomsborg.
Sjálvur las eg um hetta mundið alt eg fekk hendur á av
vísindaskaldskapi, og tað var her, eg las ta fyrstu bókin
eftir J.G. Ballard, tann stóra meist-aran. Farið varð undir
at týða nakrar tekstir, bæði vísindaskaldskap og meira
vanligar bókmentir, til føroyskt, sum so komu á prent í
blaðnum Fjølnir. Tað kom mest sum av sær sjálvum, at
eg bað Valdemar leggja mær lag á málsliga. Tað var
gaman í, og eg fekk tekstirnar aftur við rættingum og
uppskotum. Valdemar var sum leiðbeinari bæði varislig-
ur og uppalandi, og eftir hvørt umfar helt ein seg hava
lært okkurt aftrat um eins egna mál. Og soleiðis byrjaði
eitt samstarv, sum hevur hildið á – sum umstøður hava
loyvt – síðani.
Samstundis var ein so heppin eisini at fáa gleði og
nyttu av Valdemars listarligu gávum. Á sumri 1969 var
nóg mikið umsett, til at tekstirnir kundu koma út í bók.
Úrvalið fekk navnið Drekin, og Valdemar játtaði at gera
permumyndina, sum var av dreka á blágrønum baksýni,
tí, sum Valdemar tók til, »mær hevur altíð dámað væl
turkis«. Bókin varð send teimum upprunahøvundum,
sum vóru á lívi, m.a. eisini Ray Bradbury í California.
Og stutt fyri jól í 1969 kom svar frá manninum, sum
skrivaði Fahrenheit 451 og Krýnikur av mars, eitt fjarrit,
sum eg havi goymt, har hann ovurfegin og við orðunum
»Glory! Hallelujah!« takkar fyri bókina. Bradbury er
enn á lívi, og ivaleyst er tann turkislitta bókin við drek-
anum hjá Valdemari uttaná at finna í hansara bókasavni
í Cheviot Drive í Los Angeles, California, helst einasta
dømi um føroyskt prent í hesum savni.
Men samstarvið við Valdemar helt fram, og til bókina
Kaleidoskop, frá 1974, sum er eftir sama Bradbury,
gjørdi hann fýra tekningar – strangar, raffineraðar, svart-
hvítar myndir. Tann fyrsta, sum er eitt meistaraverk, lýsir
longsul, tvær avmynda menniskjans avbjóðingar úti í
rúmdini (og fáa ein at hugsa um filmin Rúmdarferðin
2001 eftir Kubrick) og tann seinasta, sum er gjørd til
eina floygda Picasso-stuttsøgu, vísir okkum tann
spanska meistaran, við glógvandi eyga, avmyndaðan við
strongum, og samstundis læandi, innankæti.
Hesi árini var Valdemar farin at lesa russiskt. Starvið
á Berlingske Tidende, í stóran mun náttararbeiði, kravdi
ikki so lítið, og ivaleyst hevur Valdemar gjørt av, at nú
mátti veljast. Hann segði tí upp og fór til Sovjetsamveld-
ið, har hann búði og las eitt skifti, kanska eitt heilt ár.
Eisini á annan hátt vóru hesi árini ein broytingartíð.
Nøkur ár seinni flutti Valdemar til Føroya og setti búgv
í Hoydølum saman við Bozenu, úr Kekkia. Tey, sum
kendu Valdemar væl, vistu, at hann ikki bara var barn-
góður til, men hevði merkisverdar gávur at fáast við
børn, fortelja, tekna og geva sær far um tey, á teirra egna
støði. Tær fýra genturnar, sum Valdemar og Bozena
fingu, vóru helst tann stóra lukkan í hansara lívi.
Hvat Valdemar avrikaði, eftir at hann kom til Føroya,
sum undirvísari og málsligur leiðbeinari, um sumt av
hesum er væl sagt frá aðrastaðni og av øðrum. Sjálvur
fekk eg framhaldandi gleði og nyttu av hansara list og
kunnleika, hann gjørdi permumyndina til søgusavnið
Við tendraðum lyktum, frá 1982, og sum kønur í russisk-
um hjálpti hann mær ferð eftir ferð, seinast tá tann lítla
bókin Jósef Stalin varð givin út í 2003. Ikki bara segði
hann mær, hvussu hvørt navn skuldi stavast, hann gjørdi
eisini vart við, hvar áherðslan skuldi leggjast. Hvørji
brek henda bók hevur, Valdemars partur lá ikki eftir.
Tá ið farið varð undir, í samstarvi við Sjónvarp Før-
oya, at gera tríggjar sendingar um skaldið Hans Andrias
Djurhuus, varð eina ferð enn heitt á Valdemar, og hann
játtaði at fortelja um yrkjaran og læraran Hans Andrias,
sum hann mintist hann frá tíðini í realskúlanum í krígs-
árunum. Uppgávan var alt annað enn einføld. Sum okk-
ara sagnir eru góð dømir um, er lætt at lýsa forherðingar
ella ribbaldar, ólíka torførari er at lýsa eitt gott menn-
iskja. Kortini megnaði Valdemar at geva eina bæði liv-
andi og hugtakandi mynd ikki bara av skaldinum og
menniskjanum Hans Andriasi, men av øllum realskúla-
umhvørvinum, helst bæði av teirri grund, at hann mint-
ist so væl og so neyvt, serliga smálutir, og haraftrat helst
av tí, at hann valdi ein eitt sindur skemtingarsaman
vinkul. Valdemar, sum viðhvørt kundi tykjast svinnur,
beinleiðis blomstraði í hesum leikluti. Fyri sendingarnar
sum heild var hansara medvirkan ein fongur.
Í huga og minni stendur Valdemar merkiliga livandi,
og tað vakra, føroyska orðið eftirsjón tykist í hansara
føri sera beinrakið. Hann var helst blúgvur maður og als
ikki ein, ið vildi vita av umrøðu, tíansheldur lógvabrest-
um. Henda kvøða er ein roynd at bera honum takk fyri
samstarv, vælvild og leiðbeining í út við fjøruti ár.
Samstundis verða borin Bozenu – ið eins og Valdemar
altíð hevur verið fyrikomandi og góð í ráðum, kanska
serliga har tað snúði seg um okkurt orð úr hennara móð-
urmáli – og døtrum hennara ynski um, at mong og góð
minnir kunnu veita ugga og styrki í hesum og komandi
døgum.
Hanus Kamban
VALDEMAR DALSGAARD TIL MINNIS