Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 4 - 7. januar 2005 Nýggjársrøðurnar eiga at snúgva um nøkur fá yvirskipað evni, heldur enn eina drúgva gjøgnum- gongd av øllum polit- iskum málum í før- oyska samfelagnum. Tað heldur Dánial Hoydal, sum lesur retorikk á lærda háskúlanum í Keyp- mannahavn NýGGJÁRSRØÐUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin. Hann heilsar okkum trúfast hvørt gamlaárskvøld. Løg- maður. Situr fattur og álv- arsamur og hugleiðir um tað, sum farið er, og hvørjar avbjóðingar føroyska sam- felagnum standa fyri framman. Nýggjársrøðan er blivin fastur táttur gamla- árskvøld, og stórur partur av tjóðini situr spentur og lurtar eftir 15 minuttir longu røðuni hjá løgmanni. Nýggjársaftan er tignin hjá løgmanni sett í hásæti, og tí verða vit sjáldan tikin á bóli av røðuni. Løgmaður er bæði blíður og týður, tá hann tosar til tjóðina. Nýggjársrøðan fevnir van- liga rættiliga breitt og er ein gjøgnumgongd av, hvat fyriferst í føroyska samfe- lagnum. Vit fáa at vita, hvussu røsk okkara ítróttafólk eru, hvussu feskfiskaflotin hev- ur tað, og hvussu synd tað er í londunum, har hungur og fátækradømið valdar. Hjá onkrum kann røðan tykjast orðaskvaldur, har fremsta uppgávan hjá løg- manni er at nema við eina rúgvu av viðurskiftum í føroyska samfelagnum utt- an at verða ítøkiligur, með- an onnur eru sannførd um nýggjársrøðan hjá løg- manni skal vera eftir tí leisti, hon er í dag. Vit hava sett undirvísar- anum í samskifti, Bergi Godtfred, og Dániali Hoy- dal, sum lesur retorikk á lærda háskúlanum í Keyp- mannahavn, stevnu til eitt prát um nýggjársrøðuna. Burtur við politikki Árligu nýggjársrøðurnar fevna vanliga rættiliga breitt. Seinnu árini hevur siðvenjan verið, at løgmað- ur tekur eina breiða gjøg- numgongd av flest øllum viðurskiftum í samfelag- num, tó uttan at viðgera nakað mál ítøkiliga, tí rúm er snøgt sagt ikki fyri tí í røðuni. Fyrsta nýggjárs- røðan hjá Jóannesi Eides- gaard nakrantíð var einki undantak. Løgmaður nevndi alt frá rósandi orðum til føroysk tónlistafólk til óhugnaligu gíslatøkuna í Beslan. Um- framt eina breiða gjøgnum- gongd av føroyska samfe- lagnum, hevur eitt eyð- kenni við nýggjársrøðunum seinnu árini verið, at løg- maður sigur nøkur stimbr- andi orð til tjóðina, sum allir borgarar í landinum kunnu savnast um. Hesin partur fevnir vanliga um okkara eyðkenni sum fólk, okkara samleika os.fr. Tað ber sostatt til at staðfesta, at nýggjársrøðan er saman- tvinning av eini breiðari politiskari gjøgnumgongd og einum virðissetti, sum løgmaður roynir at savna alla tjóðina um. Dánial Hoydal lesur reto- rikk á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og í løt- uni skrivar hann endaupp- gávuna. Hann heldur, at nýggjársrøðurnar í størri mun eiga at snúgva seg um hvørji yvirskipaði virðir, sitandi landsstýrið heldur skulu eyðkenna føroyska samfelagið í nýggja árin- um, meðan politiska gjøg- numgongdin skuldi verið raðfest lægri. Dánial vísir á, at løgmað- ur hevur ólavsøkurøðuna til at viðgera politisku málini, og tí skuldi ikki verið neyð- ugt við eini gjøgnumgongd í nýggjársrøðuni. – Tað er sjálvssagt torført at skyna á, hvar markið gongur millum politikk og meira almenn virðissett. Eg haldi kortini, at nýggjárs- røðurnar eigar at vera nýttar til at tosa um nøkur yvirskipað evni, sum upp- tekur alla føroysku fjøldina, heldur enn at reksa øll smápolitisku evnini upp, tí tað hevur tú ólavsøku-røð- una til. Røðurnar seinnu árini fevna rættiliga breitt og lítil orka verður nýtt til hvørt einstakt økið, og tí kanst tú seta spurningin, hvørt tað ikki er skilabetri at fokusera upp á nøkur fá evni, sum savnar alla fjøld- ina, heldur Dánial Hoydal. Úr nýggjársrøðuni hjá Jóannes Eidesgaard gamla- árskvøld nevnir Dánial útlendingamálið. Hann vís- ir á, at útlendingamálið er eitt mál, sum flestu føroy- ingar hava eina áskoðan um, men kortini fekk eld- fima málið ikki neyðugu rúmdina í røðuni, tí løg- maður valdi at tosa breitt um øll viðurskifti, heldur enn at fara í dýpdina við einstøkum málum. – Tað nýggja í nýggjárs- røðuni hesaferð var út- lendingamálið. Evnið er nýtt, spennandi og kontro- versielt, og tað var harnæst týðiligt, at løgmadur hevdi nakad upp á hjarta á tí økinum. Tú sat sum lurtari og bíðaði eftir einum boð- skapi, men hann kom ikki. Har hevði løgmaður møgu- leika at draga eitt einstakt og viðkomandi mál - sum serliga hevur merkt sein- asta árið - og geva tí meira rúmd og koma við eini meining. Hevði hann gjørt tað, høvdu øll minst røðuna fyri tað. Eg óttist fyri, at tad er ilt hjá fólki at minnast, hvat hendan røðan snúði seg um um nakrar mánadar, tí løgmaður viðgjørdi heldur rúgvuna av málum heldur enn at taka nøkur ávís mál burturúr, vísir Dánial Hoydal á. Varðveitið leistin Bergur Godtfred hevur drúgvar royndir sum undir- vísari í samskifti, og hann er av teirri áskoðan, at nú- verandi nýggjársrøðuleistur skal varðveitast. – Eg haldi ikki tað ger pettið, um løgmaður kemur við nøkrum positivum og stimbrandi orðum til allar samfelagsbólkar á nýggj- árinum. Talan er fyrst og fremst um eina nýggjárs- heilsan til føroyska fólkið, og eg haldi tað hevði verið keðiligt um løgmaður fór undir at umrøða nøkur fá politisk evni í nýggjárs- røðuni. Í síni røðu skal hann inspirera okkum øll til at hugsa positivt og geva okkum øllum dirvi til at fara undir eitt nýtt ár, heldur Bergur Godtfred. Áheitan "Ich bin ein Berliner". "I have a Dream". "Gorbatjov Tear Down This Wall". Røðurnar hjá ávikavist John F. Kennedy, Martin Luther King og Ronald Reagan eru uttan iva mill- um mest umrøddu politisku røðurnar seinastu 50 árini. Lívið er kortini annað enn politikkur. Í samband við eitt nú brúdleyp, føðingar- dagar og minningarhøld hava fólk altíð verið fús til at flyta fram røðu. Tað eru kortini rættiliga ymisk krøv, sum verða sett eitt nú føðingardagsrøðum og eini politiskari røðu. Vit hava spurt Berg Godtfred, hvussu hann vil lýsa samskiftið millum løgmann og føroya fólk gamlaárskvøld. – Nýggjársrøðan hjá løgmanni skal fyrst og fremst síggjast sum ein áheitan til alt fólkið. Røður, sum vórðu tilskilaðar øllum borgarum, vunnu veruliga hevd, tá møguleikin fyri at hitta alla tjóðina á máli gjørdist veruleiki. Hetta slagið av samskifti tók veruliga dik á seg undir øðrum veraldarbardaga, tá eitt nú Winston Churchill fleiri ferðir tosaði við bretska fólki, vísir Bergur Godtfred á. Í sama viðfangi nevnir Bergur kendu røðurnar hjá John F. Kennedy og Martin Luther King í seksti- árunum, sum eisini kunnu bólkast sum áheitanir til fólki. Slíkar áheitanir til fólkið hava kortini eisini eina skuggasíðu. – Í søguni hava vit eisini dømi um, at slíkar áheitanir verða misnýttar til at vill- leiða fólk, og tað eru Hitler, Gøbbels og Mussolini eitt gott dømi um, greiðir Berg- ur Godtfred á. Ein týðandi partur av lesnaðinum hjá Dániali Hoydal er at greina røður. Vit hava biðið hann bólkað nýggjársrøðuna sum sjangru. – Nýggjársrøðan sum sjangra er ein sonevnd epideiktisk røða. Hetta merkir, at røðan er skrivað til eitt ávíst høvi(nýggja árið, blðm), eins og eitt nú minningarrøður og føð- ingardagsrøður. Eyðkenni við slíkum røðum er, at røðarin greiðir frá ávísum virðum, sum hann metir er mennandi fyri felags- skapin, hann tosar við, vísir Dánial Hoydal á. Dánial greiðir frá, at klassiska býtið er polit- iskar, løgfrøðiligar og epideiktiskar røður. Hann leggur kortini afturat, at hetta tronga uppbýtið mill- um sjangrurnar hevur lítið við veruleikan at gera. – Hóast nýggjársrøðan fyrst og fremst er bygd um nøkur ávís virði, verður vanliga eisini nomið við politikk í røðunum, og tí er rættast at siga, at árliga nýggjársrøðan er ein blanding av politiskari- og epideiktiskari røðu, sigur Dánial Hoydal. Nýggjársrøðan: Leggið politikkin á hillina -Eg haldi ikki tað ger pettið, um løgmaður kemur við nøkrum positivum og stimbrandi orðum til allar samfelagsbólkar á nýggjárinum. Talan er fyrst og fremst um eina nýggjársheilsan til føroyska fólkið, og eg haldi tað hevði verið keðiligt um løgmaður fór undir at umrøða nøkur fá politisk evni í nýggjársrøðuni. Í síni røðu skal hann inspirera okkum øll til at hugsa positivt og geva okkum øllum dirvi til at fara undir eitt nýtt ár, heldur Bergur Godtfred. Mynd; Løgmansskrivstovan