Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 5 - 8. januar 2005 Fríggjakvøldið byrj- aði sangkappingina Stjørna í eitt kvøld fyri seinastu ferð. Hesaferð verða tað tey kendastu fólkini frá undanfarnu kappingunum, sum skulu royna at gera tann endaligi vinnarin TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fríggjakvøldið eftir evsta- mark her á blaðnum var fyrsta innleiðandi umfarið í kappingini Stjørna í eitt kvøld. Hetta er ein kapping, sum Danmarks Radio hevur havt í nøkur ár, og sum hevur verið gott og væl umtókt sjónvarpsundirhald hjá dønum. Føroyingar hava eisini fylgt við í kappingini – serliga tá ið Guðrun Sólja Jacobsen vann á sinni. Nú hevur DR gjørt eina seinastu útgávu av sang- kappingini, og hesaferð verða tað tey kendastu fólk- ini frá undanfarnu kapping- um, sum skulu bresta saman í eini endaligari kapping, har tann stóri og einasti vinnarin skal kjósast. Ein av luttakarunum í kappingini er Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri, og hon telist millum tey allarkendastu nøvnini og andlitini í kappingini. Hálvføroysku Gunnar Mikkelsen varð eisini boðin at verða við, men hann vildi ikki luttaka, tí hann ikki kundi syngja ein av sínum egnu sangum. Átta kappingar Tað verða átta kappingar og sendingar, áðrenn vinnarin í kappingini kann finnast. Fyrsta innleiðandi kapp- ingin var fríggjakvøldið, og síðani koma fyra innleið- andi kappingar afturat. Guðrun Sólja Jacobsen var ikki við í tí fyrsta um- farinum, men millum annað Jakob Andersen, sum hon hevur sungið nógv saman við, skuldi verða við. Eftir tær fimm innleið- andi kappingarnar, verða tvær hálvfinalur, sum skulu finna teir seinastu og drúgvastu luttakararnar í kappingini. Og finalan verður send beinleiðis úr Messusentrinum í Herning. Áður hevur kappingin verið hildin í Keypmanna- havn, men hesaferð verða allar tær innleiðandi kapp- ingarnar í einum DR-studio í Århus. Umframt heiðurin fær vinnarin av hesi kappingini eisini 100.000 krónur við sær heim. Atkvøtt verður sum áður við sms-boðum og telefon. Sjónvarp Føroya fer at senda kappingina bein- leiðis saman við DR. – Harrin vælsigni øll, sum lata neyðhjálp til Asia, men tað er umráðandi, at vit í okkara íðinskapi og gávumildni ikki gloyma tey í Føroyum, sum hava stóran tørv á hjálp, sigur evangelisturin Svenning av Lofti NEYÐHJÁLP Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Sjálvandi skulu vit hjálpa teimum neyðstøddu í Asia, men vit mugu ikki gloyma tey, sum eru beint uttanfyri okkara dyr og hava brúk fyri hjálp. Tað sigur Svenning av Lofti, evangelistur, sum áður hevur gjørt vart við seg, tá ið tað ræður um hjálp til fólk burturi og heima. Hann og konan mót- mæltu í fjør í løgtinginum, tá ið føroyska neyðhjálpin til lond í útheimi skuldi hækkast, samstundis sum fólk í Føroyum ikki fingu ta hjálp, tey høvdu fyri neyðini. – Eg eri ikki ímóti neyð- hjálp, tað havi eg altíð lagt dent á. Eg havi eisini verið við at hjálpt fólki úti í heimi, uttan at eg havi rópt upp um tað. – Men eg vil minna á, at okkara fremsta ábyrgd er at hjálpa okkara nærmastu, og tað er framvegis ein tørvur á hjálp í Føroyum. Tí sigi eg, Harrin vælsigni øll, sum lata neyðhjálp til Asia, men tað er umráðandi, at vit í okkara íðinskapi og gávumildni ikki gloyma tey í Føroyum, sum hava stóran tørv á hjálp, sigur Svenning av Lofti. Gott at vit hjálpa Í hesum døgum er ein um- fatandi innsavning til før- oyska neyðhjálp at senda til Asia, har fleiri lond og nógv túsund fólk vóru rakt av avleiðingunum av eini flóðaldu á nýggjárinum. Eisini tað almenna stuðl- ar hesari neyðhjálp og hev- ur gjørt av at lata fýra milli- ónir krónur til innsavning- ina. Harafturat hava privat- fólk, fyritøkur og feløg eisini latið fleiri hundrað túsund krónur. – Tað er í fínasta lagi, at vit hjálpa, og tað almenna skal eisini verða við. Før- oyingar hava altíð verið eitt hjálpsamt fólk, og tað er gott, at okkara samhalds- fastni og hjálpsemi eisini røkkur langt út í heim, sigur Svenning av Lofti. Heimleys og sálarsjúk – Men samstundis sum vit hjálpa fólki í øðrum lond- um, eiga vit eisini at hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp í okkara samfelag. Vit hava heimleys gangandi á gøtuni í høvuðsstaðnum, og eg havi áður gjørt vart við, at tey sálarsjúku í Føroyum fáa ikki nakran hóskandi bústað. – Hetta eru fult og heilt almennar skyldur, og tað er framvegis ein stórur tørvur á hjálp. Tað var hetta, sum eg og konan vildu vekja ans fyri í løgtinginum í fjør, og vóni, at fólk ikki fara at gloyma tey, sum hava brúk fyri hjálp herheima, sigur Svenning av Lofti. Lata í tí stilla Tað hevur seinastu vikuna verið nógv frammi um, hvussu og hvat føroyingar hjálpa við. Fyritøkur og feløg lýsa við, at tey geva eina hjálpandi hond, og hugskotini eru mong. – Eg eri uppvaksin við og komi úr einum umhvørvi, har tað verður hjálpt og stuðla í tí stilli, og tað er eisini tað, sum mær dámar best. – Eg fari tó ikki at for- døma onnur, sum vilja gera tað á ein annan hátt og boða frá tí í fjølmiðlunum og aðrastaðni. Tað er ikki mín máti, men eg ivist ikki í, at tey eisini gera tað av hjarta, sigur Svenning av Lofti. Jan vil royna nýggj hugskot – Vit skulu royna at hugsa øðrvísi og ótraditionelt, nú postverkið skal rek- ast sum partafelag, sigur nevndarfor- maðurin í P/F Postverk Føroya POSTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jan Danielsen fær ein lyklaleiklut, tá ið í før- oyska postverkið skal leggjast um til at virka sum eitt partafelag. Hann er valdur til nevndarformann í nýggja P/F Postverk Føroya, sum varð stovnað í farna mánaði, og sum ætlanin er skal reka post- virksemið í Føroyum. – Tað fyrsta, sum vit í nevndini fara at gera, er at seta okkum inn í málið. Vit kenna lítið til júst hetta økið, men vit fara kunna okkum væl og virðiliga, áðrenn vit fara í gongd við nakað, sigur Jan Daniel- sen, sum dagliga er stjóri hjá Klement Petersen í Saltangará. – Tað ganga uttan iva fleiri mánaðir, áðrenn postverkið kemur at virka sum partafelag, men nú fyrireika vit okkum til tað. Heldur økja enn skerja Enn hevur løgingið ikki samtykt, at posturin skal leggjast í eitt partafelag, har tað almenna eigur allan partapeningin, men upp- skotið er gjørt og er sent til hoyringar. Tær ítøkiligu fyrireik- ingarnar eru eisini byrj- aðar, og nú tykist tað ikki longur verða ein spurning- ur, um postverkið skal verða partafelag, men heldur nær tað verður. Jan Danielsen ætlar sær at leggja dent á, at post- verkið er ein tænastufyri- tøka, sum skal hugsa nýggjar tankar. – Fólk hava longu spurt meg, um vit ætla at stongja posthús, og eg havi svarað, at tað er ikki ætlanin. Vit fara heldur at royna at finna nýggj virkisøki til posthúsini. Vit skulu hugsa øðrvísi og ótraditionelt fyri at økja um virksemið hjá postverkinum, sigur Jan Danielsen. – Sjálvandi kunnu vit ikki lova nakað, tí eitt partafelag má tillaga seg til sínar umstøður, men eg vil heldur økja um tænast- una og møguleikarnar enn at fara at skerja, sigur Jan Danielsen. Gloymið ikki tey nærmastu Nú fara stjørnurnar at kappast Í fjør mótmæltu Svenning av Lofti og konan, at løgtingið ætlaði sær at hækka neyðhjálpina til útlandið, samstundis sum sálarsjúk í Føroyum ikki fingu tak yvir høvdið. Svenning heldur, at tað er gott, at føroyingar nú vilja hjálpa í Asia, men hann biður fólk um ikki at gloyma tey nærmastu, sum hava tørv á hjálp