fríggjadagur 7. januar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2005
17
Hóast sjónvarpið og
útvarpið eftir 1.
januar í ár gjørdust
ein stovnur, so eru
føroyingar aftur í ár
noyddir at gjalda tvær
rokningar
SJÓN- OG
ÚTVARPSGJALD
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Sjónvarpið og útvarpið
gjørdust á nýggjárinum ein
stovnur. Tí undrar tað fleiri,
at føroyingar aftur í ár
verða noyddir at gjalda
tvær rokningar. Eina til
sjónvarpið og eina til út-
varpið,
hóast
hvørgin
stovnur í grundini er til
longur.
Einki er broytt
Jógvan Jespersen, stjóri á
nýggja
miðlastovninum,
sigur, at tað ikki er nakað,
fólk skulu undrast á.
– Hóast stovnarnir vórðu
lagdir saman á nýggjárin-
um, so er framvegis einki
broytt í umsitingarliga part-
inum. Tí krevja vit tað
sama í 2005, sum í 2004. Í
kunngerðini, sum kom í
desember stendur einki um
gjald, og tað verður tí ikki
broytt, fyrr enn lógin kem-
ur, sigur Jógvan Jespersen,
stjóri.
So hóast stovnarnir eru
lagdir saman, so fungera
teir framvegis sum tveir
stovnar. Tí verður tað eisini
kravt inn á sama hátt sum í
2004.
Sjónvarpið krevur 1600
kr + mvg, t.v.s. 2000 kr,
sum skulu verða goldnar
innan 1. mars, og útvarpið
krevur 1300 kr + mvg, t.v.s.
1625 kr, sum skulu verða
goldnar innan 1. mei. Sam-
anlagt ein rokning áljóð-
andi 3625 kr til tveir
stovnar, ið longu eru farnir
í søguna.
Navnið
Spurdur um tað gongur
nakra leið við t.d. navnin-
um á nýggja stovninum,
svarar Jógvan, at hann í
seinnu helvt av januar í ár
fer at leggja eitt uppskot
fram.
– Talan verður um eitt
uppskot um 1. stig í til-
gongdini til nýggja stovnin.
Ætlanin er, at viðgerðin av
uppskotinum skal byrja í
seinnu helvt av januar í ár.
Tá verða allar ætlanir, eis-
ini um navnið, lagdar fram,
sigur Jógvan Jespersen at
enda.
1 miðil – 2 gjøld
Kl 10.30 hósmorgun-
in táttaði stuðulin,
sum Reyði Krossur
hevur fingið um
telefonina, í hálva
millión
Øll vilja stuðlað teimum
neyðstøddu, tað sæsta á
øllum brøgdum. Og skip-
anin, sum Føroya Tele hev-
ur sett í verk, tykist at hava
fingið sera góða undirtøku.
Nærum ein hálv millión,
ella 456.872 kr vóru hós-
morgunin kl. 10 komnar
inn á kontoina. Og talið
bara veksur fyri hvønn
tíma, ið fer.
Stuðlið eisini við sms-
boðum
Higartil er telefonstuðulin
komin til vega á tann hátt,
at fólk hava ringt til
nummar 905656, og harvið
automatiskt latið 100 kr,
sum verða lagdar afturat
telefonrokningini.
Men nú er, umframt
stuðulsnummarið 905656,
ein nýggj skipan komin,
sum ger, at fólk eisini
kunnu sms'a stuðul til
Reyða Kross.
Við at senda sms við
tekstinum »RK 25«, »RK
50« ella »RK 100« til 1441,
ber til at stuðla við ávika-
vist 25, 50 ella 100 kr.
Longu nú eru tey mong,
ið hava nýtt høvið at stuðla
á henda hátt eisini.
Fylgjast kann við hvussu
innsavningin gongur, og
hvussu upphæddin veksur,
m.a. á www.portal.fo, har
tølini allatíðina verða dag-
førd. Her sæst tó bert upp-
hæddin á telefoninnsavn-
ingini, ikki samlaði stuð-
ulin, sum Reyði Krossur
hevur fingið.
Tað samlaða talið er nú
farið upp um eina millión.
– eys –
456.872 kr um telefonina
Jógvan Jespersen heldur tað ikki vera undrunarvert, at tað koma tvær rokningar frá sjón- og
útvarpi, hóast tey nú eru ein stovnur